Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-07-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 54 — 12. juli 1980 H em telf. 14720. 11820 søstaburmn box 76, 3800 Torshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Lýsingar: Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Uppseting: Prent: Segði kanningin einki? SAMBÆRT EINI kanning, sum Dimmalætt ing gjørdi fyri valið i 1978, komu 30 pst. av veljarunum hjá sambandsflokkinum frá ar- beidarafjøldini. Hetta skuldi givið tí fyrsta føroyska arbeiðaraflokkinum — javnaðar- flokkinum — nakað at hugsa um MEN SIDAN hetta kanningarúrslitið varð al- mannakunngjørt, hevur javnadarflokkurin verið við til at tikiå avgerðir, sum beinleiðis stríða ímóti áhugamálum arbeiðaranna. TAÐ ER ONEYDUGT at nevna dømi. Oll minnast rokið, tá uppskotið um broytingar av prístalsviðgerðini var fyri í løgtinginum. Javnaðarflokkurin tók undir við uppskotin- um! ARBEIDARAFELØGINI ynsktu i fjør at fåa studulin, sum varð latin til sjukragrunnarnar, ådrenn dagpeningaskipanin kom i gildi, i ein utbugvingargrunn, men hetta ynski såst ikki á fíggjarlógini! SOMULEIÐIS hevur figgjarnevndin, har javn- aðarflokkurin hevur tveir limir, skarvað upp- hæddina, sum landsstýrið hevði sett av til ar- beiðseftirlitið, soleiðis at tað er ikki arbeiðs- fort. HETTA ERU MÁL og ynski frá arbeiðara- feløgunum í stríði teirra fyri at tryggja rætt- indini og beta um korini hjá tí arbeiðandi fólkinum. TAÐ FYRRA HEVUR til endamáls at útbúgva álitisfólk, so tey kunnu standa sterkari í sam- ráðingum og móti ágangi frá arbeiðsgevar- um og -leiðarum. Tað seinna fyri at skapa trygg kor á arbeiðsplássunum, soleiðis at tað slepst undan arbeiðssjúkum og arbeiðs- óhappum, sum í tí langa kosta samfelagnum og tí einstaka dýrt. MILLUM TEY mongu mál, sum javnaðar- flokkurin hevur fingið framt ti vanliga løn- takaranum — tað veri seg arbeiðsmanninum, øllum teimum timaløntu og útróðrarmannin- um — at bata, er dagpeningaskipanin. HON VIRKAR, men ikki eftir ætlan. Tó er størsti vansin vid henni, at hon ikki veitir fult endurgjald undir sjuku, men bert eini 70—80 pst. VIT LIVA í eini kapitalistiskari krepputíð. Hópin av tiltøkum eru gjørd fyri at bóta um avleiðingarnar av kreppuni, og landsstýrið hevur lagt herðslu á at fáa eina sosiala javn- vág í loysnirnar MEN SKAL HETTA endamálið kunna góð- takast av tí arbeiðandi fólkinum, má lands- stýrið eisini síggja til at rættvísgera dagpen- ingaskipanina, soleiðis at somu rættindi eru tryggjað ti timalønta sum ti fastlønta! jomo Tær fólkaríku familjurnar rættvísgera seg sjálvan og ofta spilla umdømid hjá tí einstaka persóninum Fríggjadagin 29. februar 1980 sigur Hermann Winth- er í samrødu við Dagblaðið: »14. September« stevndur fyri grovar skuldsetingar Hermann Winther sigur: »Vit meta, at alt sum Sosial- urin og 14. Septemer hava tikið upp eftir Lindberg Djurhuus, ið var upprunin til greinina, er uttan hald í veruleikanum, oftast bein- leiðis lygna. Víðari sigur Hermann Winther: >Tað, ið framkomið er frá Lindberg Djurhuus, er bert bluffa Fyrst skal seg siga, at alt sum eg havi skrivað í blød- unum, er av almennari interessu, og at tað, sum eg havi sagt í viðtali við blødini eisini er í almennari interessu Hermann Winther sigur, at alt tað, sum Lindberg Djurhuus sigur, er uttan veruleika, oftast beinleiðis lygn. Eg fari at loyva mær at spyrja Hermann Winther, hvat er lygn av tí, eg havi sagt. Hevur John Petersen ikki tikið steinkastið uttan fyri brimgarðin og brúkt grótið til at gera vegir og planera privatar grundir við? EG SPYRJI HERMANN WINTHER, ER TAÐ BLUFF ELLA LYGN, SUM TU SIG UR Í DAGBLADNUM 29 FEBRUAR? Vidari vil eg spyrja: situr John Petersen ikki å bygda rådsfundi saman vid tær og leggur vegarbeiðið til rættis og tekur arbeiðini sjálvur at gera. og hevur John Peter sen nakra arbeiðskontrakt, so sum aðrir, ið átaka sær slík arbeiði? ER TAÐ BEINLEIÐIS LYGN ELLA BLUFF, SUM TÚ SIGUR Í DAGBLAÐN- UM 29. FEBRUAR 1980? Víðari skal eg siga frá, at John Petersen skrivar sín egna tímalista til sín sjálvan og bilarnar hjá sær og arbeiðsfólki, sum hann hevur í kommunalum ar beiði. Eg skal viðmerkja, at skrivarin hjá Skopunar Bygdarráð er valdur av bygdaráðnum til skrivara, sostatt er hann ikki sekre- terur hjá formanninum, men hjá øllum bygdarráðn- um Eg fari at spyrja Komm- unala eftirlitið og biðja um alment svar í Sosialinum Hevur skrivarin loyvi at út gjalda John Petersen hundraðtúsundir, ja millión- beløb frå Skopunar bygdar ráð? Hermann, vís mær á nakað, sum eg havi skrivað, sum er lygn ella bluff, so skal eg endurprenta tað! Eg havi skrivað um veruleikan og víst á veruleikan, men Herman, tú tosar um alt annað enn veruleikan fyri at fáa eina hvørja misskiljing at koma fram í málinum. Eg skal vísa á, at tað er eingin bygdaráðssamtykt, sum gav John Petersen rætt til at taka steinkastið uttan fyri brimgarðin, men Skopunar bygdarráð hevði eina samtykt um nakað grót, sum sást á mynd nr. 2, sum var lagt spesielt til vegagerð. Hetta grót brúkti byggifirmaið Dávur Jacob- sen, sum gjørdi 1. byggistig í bygdaplaninum. Grótið lá langt sunnan fyri, omanvert við brimgarðin. Pílurin vísir Hermann Winther, tú ert beinleiðis ósannsigandi Tá síðsta bygdaráðsval var liðugt, boðaði Hermann Winther mær frá, at nú vóru gudfrødingarnir Hermann Winther frå pinsameinig- heitini og John Petersen frå »Kristus er Svariða komnir sum bygdaráðslimir Nú ætli eg at biðja hesar gudfrødingar um at fáa ein meiriluta í Skopunar bygd- arráð fyri at hava ein fund saman við landsstýrium og Kommunala eftirlitinum. Vit skulu hava bygdarráðsprotokollina við og gjøgnumganga hesa protokoll og viðgera hesa protokoll saman við land- sins hægstu monnum. Til síðst vil eg takka øll- um mínum veljarum, sum hava so manniliga staðið saman á valdøgunum og valt meg. Sum tykkum kunnugt, so stilli eg meg ikki upp aftur til komandi bygdaráðsval, vegna tað, at eg dugi ikki at síggja. at vit hava nakað Kommunalt eftirlit, og tá einki eftirlit vísir seg at vera, vil eg ikki vera limur av bygdarráðnum saman við Hermann Winther og John Petersen ella monn- um við somu politisku sjón- armiðum, um ein skal brúka orðini soleiðis. Ber tað til, at ein kann verða stevndur og dømdur fyri at siga sannieikan. Hetta siga gudfrødingarnir, verður gjørt í heidnum iond- um. Skopun 30/6-1980 Lindberg Djurhuus