leygardagur 9. august 1980síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 9. august 1980
sosialurin
Laksaveidan undir Føroyum ålvarsligar fylgjur:
Fåa ongan laks i vøtnunum
— Stovnurin í vanda at fara heilt til grundar
Tað er vandi fyri at
laksastovnurin undir
Feroyum er heilt upp-
fiskaður. Meðan hetta
plagar at vera besta
fiskitíð hjá sílafiskar-
um, har teir árini
frammanundan kundu
fáa upp í 50 laksar, so
hevur tað roynst so illa
í ár, at neyvan nakar
hevur fingið fleiri enn 2
laksar.
Teir næstan 500 limirnir í
Feroya Sílaveiðufelag eru
skelkaðir! Vónsviknir og
erkymlaðir spyrja teir, um
alt tað stóra arbeiðið, sum
Sílaveiðufelagið hevur
gjørt við at seta ut laks
tey seinastu 30 árini,
hevur verið til onga nyttu!
Formaðurin í Feroya
Sílaveiðufelag, Svend
Krosstein sigur í samreðu
við Sosialin, at staðan hjá
hesum higartil so fríska og
stóra laksastovni er ógvu-
liga álvarslig.
Laksaveiðan undir
Føroyum skuldina!
Hann ivast ikki í, hver or-
sekin er til hetta. — Tað er
heilt givið, sigur hann, at
tað er tann stóra veiðan
eftir laksi úti á havinum
kring Feroyar, sum nú
hevur givið laksastovnin-
um sjálvan menustingin.
Hann vísir á, at meðan
ein tey undanfarnu árini
júst hesa tíðina hevur
kunnað sær fleiri hundrað
laksar í torvum á vetnun-
um, so hava teir í ár ong-
antíð sæð fleiri enn 4—5
laksar saman.
Eitt er so tað, at síla-
fiskararnir = nú verða
snýttir fyri fiskigleðina.
Tað stóra arbeiðið, sum
teir hava gjert fyri at
klekja og seta út laks,
hevur einki givið teimum
afturfyri.
Eitt annað er so tað, at
tað er so lítið av gýtingar-
búnum laksi komin niðan í
áirnar, at tað meguliga
verður eingin laksur at
strúka til heystar — við tí
úrsliti, at stovnurin fer
heilt til grundar.
— Missa vit so megu-
leikan at halda lív í stovn-
inum, sigur Svend Kros-
stein, so verður heldur
einki hjá skipunum at
fiska í framtíðini.
Laksurin má sleppa
niðan í vetnini
Hóast steðan hjá laksa-
stovninum er hættislig, so
er enn ein lítil meguleiki at
Nýggja klekisteðin í Havnardali. Fer hon at standa tóm í heyst? Mangt bendir á tað
bjarga honum so dánt.
Nakað av gýtingarbúnum
laksi er komin inn undir
land og roynir nú at koma
niðan í vetnini. Men niðri
við strondina krekja fólk
hendan laksin, sum jú er
heilt ólógligt. Krekingin
hevur ongantíð verið so
hervilig sum júst nú.
Svend Krosstein: —
Sleppa hesir laksarnir ikki
nidan i vøtnini, so hava vit
ongan møguleika at fåa
gytingarfisk til at struka i
heyst. T.v.s., at vit fåa
einki sett ut til vårs. Og so
kunnu vit eins væl pakka
saman.
Vit hava ongan møgu-
leika at innflyta rogn úr
eðrum londum. Lands-
djóralæknin sigur sum
rætt er, at vandin fyri at
flyta inn sjúkur er ov stór-
ur. Tað eru vit eisini glaðir
fyri, tí vit hava í dag bert
frískan laks í Føroyum.
Taka eisini
undirmátsfisk
Eftir hvat sílaveiðumenn
siga, so hevur tann ófera
góða laksaveiðan hjá før-
oyskum skipum í ár ikki
verið so heppin, sum ein
kundi trúð. Vit hava jú
heilt tikið grundarlagið
undan stovninum.
Tað eru fiskað eini 280
tons í ár, sum hava eitt
samlað virði uppá 14 mill.
kr. Svend Krosstein sigur,
at tað sorgarliga er, at bát-
arnir hava eisini tikið
nógv av undirmátsfiski.
Hann veit at siga frá
einum báti, sum hevði 900
laksar, ið vóru undir
loyvda minstamark.
Hetta er bert frá einum
báti, so verður hesin laks-
urin 3 kilo næsta ár eru
tað íalt 3 tons. Er hetta tá
miðaltal fyri bátarnar, so
vil talan vera um eini 50
tons, um eini 20 skip
royna eftir laksi.
Formaðurin í Sílaveiðu-
felagnum heldur ikki, at
laksaveiðan undir Feroy-
um kann rættvisgerast,
hverki mótvegis Feroya
Sílaveiðufelag, sum hevur
bygt stovnin upp, ella
móti eðrum, sum eiga hin
partin av laksinum.
Í Íslandi t.d. er ikki
loyvt at veiða laks á opn-
um havi. Teir hava meira
enn 200 laksaáir, og tað er
bert loyvt at fiska í vøtn-
unum og í áunum.
Um útlendingar
frætta tað!
— Fer gongdin við laksa-
veiðuni undir Feroyum at
halda fram, so ganga bert
fá ár til einki verður eftir
at fiska. Tað ringasta,
sum tá kann henda, er, at
útlendingar fáa at vita um
hetta. Tá kann tað fara at
kosta føroyingum nógv
meira, enn laksaveiðan
pr
hevur givid okkum, sigur
Svend Krosstein.
Føroya Sílaveiðufelag
hevur fleiri ferðir sett seg í
samband við landsstýrið
um steðuna. — Vit hava
bæði ringt og skrivað til
fiskimálaráðharran, Heðin
Klein, men tað er sum um
teir ikki vilja á tal við okk-
um.
Hann heldur fram: —
Vit brúka stóran part av
okkara fritid og eisini
stóran part av arbeiðstíð-
ini til frama fyri síla- og
laksastovninum. Tað
einasta vit fáa burtur úr,
er gleðina at fiska og gera
eitt gott arbeiði.
Sterri klekistød,
men!
Tað seinasta tiltakið, ið
sílaveiðumenn hava staðið
fyri, er at byggja eina heilt
nýggja klekisteð. Tann
gamla klekisteðin í Sanda-
gerði er vorðin ov lítil.
Nú er ein nýggj steð
bygd beint sunnanfyri
vatnbrunnin í Havnardali.
Húsini hava kostað um-
leið 200.000 kr. og var ætl-
anin at taka ímóti fleiri
hundrað laksum til at
strúka til heystar.
Vanliga hevur bert
borið til at strúka umleið
100 laksar um árið. Nú
bendir nógv so ná, at tað
verður als einki at strúka
til heystar.
Lýsið í sosialinum!
Føroya Sílaveiðufelag varð sett á stovn í 1946. Tá var
eingin laksur í Føroyum. Eitt av endamålum felagsins
var at fáa nýggj fiskasløg til landið og beta um livi
møguleikarnar hjá verandi fiskasløgum.
Beinanvegin varð farið at kanna, um tað var gjørligt
at byggja ein laksastovn upp í Feroyum. Laksaegg
vórðu keypt úr Íslandi. Tann fyrsti laksurin varð settur
út á vári 1947
Hildið varð fram við hesum í nøkur ár, men tað tykt
ist trupult at fáa nakran stovn á fætur
ikki væli.
Men so við og við vóru fleiri laksar at síggja. Menn
fingu fleiri og betri royndir av arbeiðinum, og nú
kunnu eggini flytast úr Íslandi við flogfari.
| 1960-unum var komið undir land. Stovnurin var
nú av álvara farin at vaksa, og ein kundi fiska hampu-
liga nógv av laksi í vetnunum.
Sílaveiðufelagið hevur lagt seg eftir at hava laks
gangandi í trimum ymsum plássum: í Leynarvatni, í
Saksunarvatni og Millum Fjarða í Skálabotni. | dag er
eisini eitt sløg av laksi i Sandsvatni.
Nógv arbeiðsorka og peningur er lagt í at neka og
hjukla um hendan laksastovn. Laksatrappur eru
gjørdar eitt nu í ánni av Leynasandi niðan í Leynavatn.
Eisini hava sílaveiðumenn bygt klekistød í Sanda-
gerði. Henda staðin hevur leingi verið ov lítil
so ein nýggj klekistød bygd í Havnardali.
Føroyski laksurin man eiga stóran part av friløtun-
um hjá føroyskum sílafiskarum. Men eisini útlending-
ar hava leitað hendan vegin at fiska laks.
Teir hava verið so hugtiknir av stovninum og teim-
um fråliku fiskimøguleikunum, at teir eru komnir aftur
á hverjum ári.
Nú er so vend komin í. Fyri trimum árum síðani var
minni av laksi. Menn roknaðu við, at hetta mundi vera
ein ringur árgangur. Í fjør var so uppaftur minni av
laksi, og í ár vísir tað seg so at vera heilt lítið av laksi
— eins lítið og tey fyrstu royndarårini.
Talan er ikki um ringar árgangir. Harafturímóti er
laksurin uppfiskaður úti á havinum. Teir útlendingar
sum plaga at koma henda vegin á hverjum án, eru
vónsviknir. Teir koma helst ikki aftur, ti eingin fiskur
er at fáa.
Fiskurin treivst
nu er
Og tað vóru teir, sum søgdu seg vera so glaðar at
koma til Føroya, tí onga staðni var slíkt rikidømi av
laksi, sum her
- mee BSR BOD UDD 76