Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 SOSIALURIN Børn i Barnagørdum i Havn kannast fyri tali og hoyribrek Tali— og hoyrilærari settur í Norðuroyggjum frá 1. jan. 1981 Í seinastu viku vitjaði Lea Marckmann, fyristeðu- kvinna sá > Barnaklinikk- ini« í Keypmannahavn i Feroyum, har hon ferðað- ist kring oyggjarnar og helt fyrilestrar fyri áhug- aðum Tað var Landsskúlafyri- sitingin, sum hevði boðið Leu Marckmann hendavegin at halda fyri- lestrar um týdningin av, at vit nóg tíðliga finna fram til megulig brek hjá smærri børnum — m.a. tali— og hoyribrek. Tervur á heilsu- systrum Undir vitjanini tosaðu vit við Johs. A. Næs, skúla- psykolog, sum hevur ferð- ast kring oyggjarnar saman við Leu Marckmann. Hann segði m.a.: — Tað hevði verið gott um henda vitjanin hevði kunna víst á tann terv, sum tað í dag eráærra. heila susystrum í Feroyum. Tá vit skulu finna fram til hoyribrek hjá bernum og onnur brek við — er heilsu- systurin ein avgerandi Petur Ellefsen, eygna— og oyrnalækni : Vit eru noydd at hava ráð til heilsusystrar — Vit eru noydd til at hava ráð til at hava fleiri heilsusystrar í Feroyum. Tey bern, við m.a. hoyri- brekum, sum vit hesi sein- astu árini hava fingið fatur á, hava verið oman- fyri 2 ár. Tá er truplari at fáa tey at brúka hoyritól og annars at arbeiða við teimum. Hetta sigur Petur Ellefsen, eygna— og oyrna lækni uppá fyri- spurning, um feroyska samfelagið hevur ráð til at hava eina vælútbygda skipan við heilsusystrum. Hann heldur fyri, at við- urskiftini í Feroyum eru ikki tey somu sum í Danmark, har teir hava eina væl útbygda skipan við heilsusystrum. Hesar heilsusystrar hava megu- leika at brúka Boelroynd- ina, tå børn eru 7—8 mðr. gomul — og er illgruni til, at barnið hevur okkurt brek — so at senda tað á eina barnaklinikk til kann- ingar. Terva bæði 1. og 2. lið — Okkum tervar bæði fyrsta og annað lið í hes- um viðfangi, sigur Petur Ellefsen. — Vit hava ongar heilsu- systrar í Føroyum undan- tikið í Havn. Hvat næsta liðnum viðvíkur, so hava vit onga barnaklinikk ella stovn, sum kann kanna bernini, tá tey eru so smá. Hann sigur víðari, at fáa vit illgruna til, at einum barni bagir okkurt, tá tað er 7—8 mår. gamalt, so skal ein vera ferur fyri at avgera, um nakað er í hes- um illgruna. Og tað kunnu vit ikki í dag. Nýggj skipan — Hvussu metir tú, at hesin spurningurin best kann loysast her hjá okkum ? — Tað verður arbeitt við eini skipan við m.a. heilsu- systrum úti um landið. Nú fáa vit so at síggja, hvussu handa skipanin kemur at virka. Tá verður so meguleiki fyri at heilsu- systrarnar á skeiðum kunnu læra at brúka Boel- royndina. So er eftir at finna fram til, hver skal kannað bern- ini og vísa á, hvat skal ger- ast. Í letuni hava vit einki tílíkt »apparat«. Ikki undir barna- kanning — Kann Boelroyndin ikki verda gjørd undir vanlig- ari barnakanning hjá kommunulæknanum ? — Eg haldi ikki, at hon kann verða gjørd í samband við vanligu barnakanningina. Ein vanlig læknakonsulatión í dag er helst ikki fer fyri at gera tað á ein nóg tryggan hátt. Tað skulu helst betri umsteður til at gera hetta og best er heima hjá mammuni. Peter Ellefsen sigur at enda, at tað sjálvsagt er trupult at gera upp í peng- um, hvussu nógv bíligari tað er fyri samfelagið at útbyggja skipanina við heilsusystrum. — Eg haldi tó at vit eiga at royna hetta og skjótt ongantíð ov persónur. Tað er í mong- um førum hon, sum er før fyri at ávísa okkurt brek — somuleiðis er hon veg- leiðari hjá mammuni. Johs. A. Næs, sum arb- eiðir við tali— og hoyri- brekaðum bernum í fólka- skúlanum, sigur víðari, at tá skúlin fær fatur á antin tali— ella hoyribrekaðum bernum, tá er tað oftani ov seint. — Vit mugu hava fatur á teimum áðrenn, soleiðis at í hvussu so er smá brek kunnu rættast, áðrenn bernini koma í skúla. Undirvísa frá 0—18 ár Johs. A. Næs upplýsir annars, at tali— og hoyri- lærararnir í fólkaskúlan- um longu nú eru settir at undirvisa bernum, sum ikki eru farin í skúla. Hetta er nakað nýtt. Frammundan hava teir undirvíst bernum í skúla- aldri og einstekur niður í seks ár. Nú fáa bern niður í fýra ár undirvísing frá tali— og hoyrilærarum fólkaskúlans. Sambært nýggju fólka- skúlalógini skal fólkaskul- in taka sær av bernum frá 0 til 18 ár tvs. eisini bernum undir skúlaaldur. Barnagarðar Landsskúlafyrisitingin hevur í hesum sambandi skrivað og sent spurna- blað til barnagarðar fyri at kanna tervin á tali— og hoyriundirvísing. Higartil hevur skúlafyrisitingin fingið at vita um 20 bern við tali— og hoyribrekum. Flestu av hesum bernum ganga í barnagerðum í Havn. Tey eru nú innskrivað til skúlapsykologiska kann- ing. Í dag eru tali— og hoyri- lærarar i nærum øllum sýslum. Tað eru tveir í Tórshavn, ein í sunnara parti av Eysturoynni, ein í norðara parti av Streym- oynni og Eysturoynni, ein í Vágum og ein í Suður oynni. Frá 1. januar 1981 er ein tali— og hoyrilærari settur í Norðuroyggjum. Sostatt er bert Sand- oyggin, sum ongan tali— og hoyrilærara hevur Johs. A. Næs sigur at teir í tvey ár hava lýst eftir einum tílíkum lærara til Sandoynna. Eingin hevur sekt starvið. Tað almenna ikki einkarrætt at hava klekistoð — Latið fiskaalararnar sjálvar sleppa at byggja klekistoðir Bjern Myrseth, fiski- freðingur: — Tit mugu hava fleiri klekistødir skulu alararnir fáa nóg mikið av smolt Teir tríggir norðmennin- ir, sum vóru í Feroyum í seinastu viku fyri at tosa við fiskaalarar og halda fyrilestur um fiskaaling, vitjaðu eisini á kleki- steðini hjá P/F Fiskaal- ing við Áir. Ein teirra, Bjørn Myrseth, fiskifreðingur, segði aftaná við Sosialin, at klekistødin norðuri vid Air er sera væl hild- in, men hon er alt ov litil. Bjørn Myrseth arbeið- ir annars sjålvur dagliga á eini klekisteð. Hann sigur eru eima — Eg hoyri, at tit í ferð við at byggja nýggja klekistød Tað er gleðiligt, men ætla tit feroyingar at byggja upp eina týðandi alivinnu, so mugu tit hava fleiri klekisteðir. — Við ellum teimum umsóknum, sum fyriliggja at fara í gongd við fiskaaling, so er eitt klekjarí alt ov lítið. Ali- stødir við umleið 30 hyljum skulu hava eini 40.000 smolt hvert ár. Tríggjar kleki- steðir Bjørn Myrseth heldur, at vit longu nú eiga at tilrættaleggja okkara klekisteðir. Tær mugu ikki vera ov smáar. Einar tríggjar klekistað- ir íalt hevði verið hósk- andi. Tað er jú avmark- að, hvussu nógv eki kunnu brúkast til kleki- steðir. Har skal í hvussu so er vera nógv feskt vatn. Uppá fyrispurning um einans tað almenna skal byggja og reka kleki- steðir = sigur Bjern Myrseth, at tað sjálvsagt er gott, at tað almenna tekur stig til at klekja, so gongd kemur á, men hann heldur annars, at m.a. fiskaalar- arnir sjálvir skulu fáa loyvi til at byggja og reka klekisteðir Eftirlit — Tað verður ikki so eff- ektivt skal tað almenna einsamalt standa fyri hesum — men okkurt al- ment eftirlit eigur at vera við teimum ymsu klekistødunum, sigur Bjørn Myrseth. Um ætlanina at ala laksayngul til smolt i vøtnunum sigur Bjørn Myrseth, at hetta er ein nytligur måti, sum i fyrstu atløgu visir seg kann gerast við minni il- egum. Royndirnar vísa har- afturímóti, at raksturin verður torferari. Hann verður dýrari, og svinnið verður stórt orsakað av sjúkum. Norska fram- leiðslan Í dag eru 250 laksa— og sílaalisteðir í Noregi. 248 av hesum alistødunum brúka flótihyljar, meðan tvær steðir ala fiskin í byrgingum og sundum, sum eru avbyrgd. Í 1979 var framleiðslan av aldum laksi 4000 tons og alabogasílum 2500 tons. Henda framleiðsla hevði eitt virði uppá íalt 216 mill. kr.