mikudagur 10. september 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lysingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Vinir og kenningar
AV OG Å ERU vit varug vid at ein av
okkara politikkarum tosar og skrivar
um vinar— og kenningarpolitikk.
Hesin er sjálvur formaðurin í
Sambandsflokkinum Pauli Ellefsen.
HANN HEVUR nýtt orðini vinar— og
kenningarpolitikkur í sambandi við
landsstýrisins viðgerð av umsóknum
um veðhald og stuðulslán til skipa-
bygging, í sambandi við landsstýris-
ins viðgerð av umsóknum um veð-
hald fyri kreppulánum til skip og nú
eisini í sambandi við landsstýrisins
viðgerð av umsóknum um serlán til
fiskifør.
SUM VIT NEVNDU i oddagrein
okkara leygardagin, so hevur
sambandsflokkurin, sambært egnu
orð sambandsmanna, av ideologisk-
um og principiellum orsøkum, verið
hart ímóti, at vit gera fiskiveidusått-
málar við Sovjetrussland. Orsøkin til
hetta er tann, at russar liva undir
aðrari samfelagsskipan enn vit og
vesturheimurin.
ÁÐRENN TINGIÐ fór heim fríggja-
dagin, varð uppskot landsstýrisins
um ískoyti til fiskiveiðusáttmálan
við Sovjet, endaliga avgreitt av ting-
inum. Har hendi tað løgna, at tveir av
tinglimum sambandsfloksins, nevni-
liga floksformaðurin, Pauli Ellefsen
og tingmaðurin fyri Norðstreymoy,
Agnar Nielsen, atkvøddu fyri lands-
stýrisuppskotinum.
HYGGJA VIT SO eftir, hvørji tey
skipini eru, sum veiða í Eystursjón-
um, og sum nú eisini skulu veiða í tí
russiska partinum av Eystrasalti, so
koma vit skjótt eftir, at millum hesar
skipaeigarar finnast vinir— og kenn-
ingar hjá ávikavist Paula Ellefsen og
Agnar Nielsen.
ALT TOS OG ØLL skriving um ideolo-
giskar og principiellar orsøkir til at
vera ímóti fiskiveidusåttmålum við
russar vórðu sekt í gloymskunar hav.
Hjá teimum báðum sambandsting-
monnunum taldu vinir og kenningar
nógv meir enn ideologi og princippir.
SANNILIGA EIGA vit politikkarar,
sum duga at reka vinar— og kennin-
garpolitikk, eisini tá tað gongur beint
ímóti teirra egnu ideologi og teirra
egnu princippum.
við-
merkingar
Lærlingaviðurskifti
i 1980: hvat nu!
Tann 6. apríl 1979 settu
legtingslimirnir Agnar
Nielsen, Sverri Midjord og
Óli Breckmann uppskot
fram í legtinginum í lær
lingamálinum.
Hetta bleiv gjørt fyri at
fáa gongd á aftur lærlinga-
læruna, og út frá tí sjónar
miði, at tað at handverks-
meistarar ongar lærlingar
tóku, gekk út yvir foreldur,
sum av hesum ikki kundu
fáa børn síni í læru.
Uppskot okkara fekk
eina harða viðferð — ikki
bara á løgtingi, men eisini í
blødunum. Tað bleiv nevnd
hegravent. Tað bleiv ikki í
atfinningunum tíkið við, at
tað vóru lærlingar og for
eldur sum lógu ímillum.
Tey somu, sum tá í lógar
nevndini, vóru í móti
uppskoti okkara, taka í dag
einmælt undir við tí upp-
skoti, sum í dag er sett
fram. Var okkara uppskot
eitt stig til høgru, er hetta
bara eitt nógv størri stig
tann vegin, tí har vit søgdu
møgulig løn ella studning-
ur verður latin í skúlatíðini
Landsstýrið endurrindar
lærumeistarunum 50 pst
av lógásettari lærlinga
løn, medan lærlingur er å
tekniskum skula.
Í viðmerkingum til hetta
mál verður sagt
»Tingid hækkaði lærlinga
lønirnar i oktober 1978«, og
ti verður hildið rimuligt, at
meistararnir fåa endurgold-
ið part av ti løn, ið hann
letur lærlingunum, meðan
hesin er á tekniskum skúla
Hvussu verður hetta gjørt
í grannalondum okkara?
Lógarnevndin hevur
kannað tað, og sigur fram
haldandi í viðmerkingunum
til málið, at í Danmark veitir
meistarin lærlingunum
vanliga lærlingaløn, meðan
hann er á tekniskum skúla
Men meistarin fær endur
goldið peningin frá Arbejds
givernes Elevrefusion, ið er
grunnur, ið er fíggjaður av
øllum meistarunum við
åvisum oyratali fyri hvømm
arbeiðstíma, uttan mun til,
um meistarin hevur lærling
ar ella ei.
Í Danmark betalir meist
arin, meðan her hjá okkum
skal landið betala.
Og hetta er fyri meg tann
stóri munurin. Bert eitt ár
aftaná, at vit segdu møgu-
liga løn í skúlatíðini, og tað
bleiv felt, sigur nú lógar
nevndin, ein samd lógar
nevnd við somu grundsjón-
armiðum, sum vóru óbrúk
lig og hegravend fyri einum
ári síðani:
meistaranum verður
endurgoldið 50 pst. av løn-
ini í skúlatíðini
Ikki eitt orð um endurgjald
til lærlingar ella foreldur
Men meistarin verður pri
oriteraður. Hvat sigur hin
parturin, lærlingafelagið, í
brævi til løgtingid, dagsfest
30.8.1980 ?
Eg taki nøkur brot
»Vit kunna ikki góðtaka
at meistararnir skulu hava
fígglarliga hjálp frá tí al
menna, har vit handverks
lærlingar verða brúktir sum
orsøk til at fremja hesa
ætlan, sum óneyðugt fer at
kosta skattaborgarunum
árliga millién —upphædd
Serstakliga kunnu vit ikki
góðtaka tað, ti vit i veruleik
anum sjálvir figgja okkara
løn, meðan vit eru í skúla
gjøgnum ta lágu løn, vit fáa
fyri okkara arbeiðið
Hinvegin halda vit tað
vera legið, um ikki løgtings
menn krevja prógv fyri, at
fíggjarligur stuðul til meis
tararnar er neyðugur. Løg
tingið hevur heilar tvær
ferðir samtykt, at lærlingar
skulu hava fulla prísviðbót
Men tað er ongantíð
framt.“
Hetta er hvat lærlinga
felagið sigur. Men hvat er
Sverre Midjord, legtings-
maður: — Eg fíggjarligt
staðið undir at geva meist-
arunum studning, er eisini
fíggjarligt steðið undir at
rætta skeivleikan, sum varð
gjørdur móti arbeidarafel-
øgunum i mars 1980
so víðari hent?
Legtingslóg um pristals-
viðgerð av arbeidaralønum
varð framløgd av Jákup
Lindenskov 18. april 1975.
Í álitinum verður sagt, at
hon umfatar lærlingalønir
Seinri seta Íegtings-
limirnir Heðin M. Klein,
Jákup Mortensen, Hilmar
Kass og Sverre Midjord
uppskot til samtyktar:
»Ålagt verður landsstýrin-
um at virka fyri at lærlingar
koma undir somu skipan
fyri prístal, sum galdandi er
fyri prístalsviðgerð av arb-
eidaralønum.«
Uppskotið varð samtykt
við 18—0 atkvødum.
Í dag fyriliggur eitt uppí-
skoytisuppskot frá for
manninum i láógarnevndini,
Karin Kjølbro, ið ber á sama
bógv, sum tað, sum longu
er samtykt.
Og meðan eg eri við prís-
talið tykist tað í hvussu er
mær meira enn legið, bert
fimm mánaðir aftaná at
prístalið fyri arbeidaralønir
bleiv flutt aftur til 100
Grundin vit fingu fyri at
gera hetta, var at búskapur
in toldi ikki prístalshækk
anina. Sagt bleiv eisini, at
arbeiðarafelggini vóru ori
enteraði og lítlar og ongar
viðmerkingar høvdu — út
ffa hesum stemmaði eg —
men í útvarpinum sama
kvold segði formaður
Føroya Arbeidarafelags
nakað annað
Og nú skulu vit uttan víð-
ari gjalda til meistararnar
Landið skal gjalda, men
meistarafelagið skal valda.
Er tað veruliga so, at vit
hava fíggjarligar umstødur
at gjalda meistarunum fyri,
at teir skulu hava lærlingar í
læru ?
Er fíggjarligt staðið undir
hesum í dag. er tað eisini til
at rætta tann skeivleika
sum bleiv gjørdur í móti
arbeiðarafelggunum í mars
1980
SMS og Postverk Feroya
Lesarabræv í Sosialinum
og í 14. September um
risafyritøkuna SMS
gjørdi, at eg fekk mót til
eisini at siga mína hugsan
I brævinum í Sosialin-
um verður tikið nakað sol-
eiðis til, at SMS fer
kanska at forkoma fólks-
ins handli, FK. Um hetta
verður so ella ei, verða vit,
sum eru limir i FK, at av-
gera. Fara vit at brúka
pening okkara í krambúð,
har vit einki hava at siga
har bert ein maður ræður
yvir ollum, har vinningur-
in verður býttur í millum
nøkur fá, har alt verður
gjørt fyri at lumpa og
lirka peningin frá brúkar-
anum bingo — burturlut-
ing — sparidagar — kon
sertir — 0.s.fr.), ja, so eru
vit vid til at forkoma FK
Eg ivist tó í, at so verður,
tí tað verða alt fleiri og
fleiri, ið duga at síggja,
hvenn stóra týdning tað
hevur at vera limur í hes-
um felagsskapi og tí bert
keypa í síni egnu kram-
búð
Tað, ið harmar meg
mest, er, at tað almenna er
farið upp í spælið at lirka
fólk inn í SMS at brúka
pening sín
At lesa i blødunum, at
Postverk Føroya skuldi
lata upp avgreiðslu og
girodeild í SMS, var sum
SOSIALURIN
Eg var vid at gera hann,
men formaðurin i lógar
nevndini, Karin Kjølbro,
stemmaði ikki fyri tá. Hava
vit ráð at keypa lærupláss,
hava vit ráð at geva ta løn,
sum arbeiðsmenn og
—kvinnur hava rætt til.
Er tað veruliga so galið á
Føroya Legtingið, at tá tað
viðvíkur meistarafelagnum
og læknafelagnum, sum
hava biokerað størvini, og
harvið brotið landsins lágir,
tá verður lopið á leistum ?
Men tá viðvíkur arbeið-
arafelggunum, tá hava vit
ikki ráð. Tá verður kappað á
stokkinum! Hesa skipan
góðkenni eg ikki og henni
fari eg at berjast í móti —
bæði í tingi og aðrastaðir
við.
Grundarlagið undir
uppskotinum hjá lógar
nevndini í dag er tað sama,
sum fyri einum ári síðani
bleiv skýrt hegravent og
óbrúkligt !
Sjálvandi skulu lærlinga
viðurskiftini greiðast, men
ikki upp á handan mátan.
Ein gongd leið hevði verið
at studningur varð latin
foreldrum og lærlingum
heldur enn tað almenna nú
letur studning til hand
verksmeistararnar
Við hesi løgtingssamtykt
hevur Føroya løgting 3. sep-
tember 1980 opnað hurðina
til studningar til allar meist-
arar — uttan tryggleika fyri
nakrari veruligari lærlinga-
læru.
Eilif Samuelsen, umboð
fyri sambandsflokkin,
mælti til at lærlingalæran
bleiv løgd undir skúlaumsit
ingina, sum frammanundan
er yvirbyrjað orsakað av
blokering av størvum. Blok
adan er frå Føroya Lærara-
felag, sum Eilif sjålvur er
formaður fyri, so viljin at
loysa lærlingalæruna er
sjónskur
Sverre Midjord
at fáa ein vátan vøtt
frammaná. Hver er orsek
in til hetta, er tað bíligari
at leiga seg inn har enn at
byggja? Eg spyrji bara!
Eg gangi ut frá, at tað
almenna skal góðkenna
slíkt leigumál, og hver er
so tað almenna, jú javnað-
arflokkurin, tjóðveldis
flokkurin og fólkaflokkur
in eg trúgvi ikki, at teir
vilja forkoma privatu
Framhald á síðu 11
BO