Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN — Skulu vit drepa hann, segði hann, og rætti mær knívin Hann spurdi, um vit skuldu drepa hann, og rætti mær samstundis felliknívin, sum var opin. Eg svaraði ikki og tá segði hann: drepur tú hann ikki, so drepi eg teg beinanvegin! So fór eg yvir og stakk hann (Bent Gabrielsen) í hálsin. Nakað soleiðis greiddi ein 20 ára gamal maður frá í nevningatinginum hósdagin. Maðurin er saman við tí, sum hann sigur bað seg um at drepa Bent, ákærdur fyri manndráp. Hann hevur játtað seg sekan. Tann 20 ára gamli hevur undir øllum av- hoyringum í sambandi við drápið sagt, at tað var hann, sum stakk Bent Gabrielsen í hálsin. Hann hevur eisini játtað at hava sett knívin í lærið á honum, men stunguna í bringuni sigur hann seg onki kenna til. Í mun til hin ákærda, sum segði seg minnast lítið og onki um náttina millum 21. og 22. dec- ember í fjer, so tóktist tann 20 ára gamli at minnast rættiliga væl, hvat var fyrifarist í og uttanfyri TB-húsið hesa náttina. Hann gav nev- ningatinginum eina ná- greiniliga frágreiðing um hendingarnar, sum hann segði seg minnast tær Orsekin til, hann bleiv verandi við TB-húsið eftir at dansurin var lið- ugur klokkan gott eitt, var hon, at hann ikki fekk fatur á bili at koyra seg heim. Hann kom tá fram á hin ákærda, sum tá fekst við at dragsa Bent afturum TB-húsið. Hann hjálpti honum við hesum og stutt eftir var tað, at hann bleiv biðin um at drepa hann. Ann- ars skuldi hann sjálvur blíva dripin. Seinni um náttina bleiv hann aftur hóttur av tí 21 ára gamla. Hann segði tá, at hann skuldi skjóta øll í húsinum, har hann búði, um hann segði nakað um tað, sum var hent við TB-húsið. Ætlaði at krógva seg í fjøllunum — Báðir teir åkærdu søgdu fólki frá, hvat teir høvdu gjørt á Tvøroyri, beint, teir vóru komnir heimaftur haðani Tað var ætlanin hjá tí 21 ára gamla ákærda at rýma upp á Grímsfjall og krógva seg har Hetta kom fram á nev- ningatinginum hósdag- in. Tá teir báðir ákærdu vóru komnir heim aftur av Tveroyri um náttina, royndi tann 21 ára gamli at fáa fatur á einum kjógvi at hava við sær niðan á fjallið. Nógv vitni blivu avhoyrd hósdagin og av vitnisfrágreiðingunum skilst, at báðir teir ák- ærdu beinanvegin, teir vóru afturkomnir av Tvøroyri, segdu fólki frá, hvat var hent. — Teir segdu, at nakað ræðuligt var hent á Tveroyri. Teir hevdu dripið ein grenlendara. Soleiðis segði eitt av vitnunum, sum teir høvdu vitjað um náttina. Onnur vitni, sum teir hevdu hitt úti, høvdu fingið nakað tað sama at vita frá teimum báðum. 11 nevningar skuldu seinnapartin í gjár avgera, um menninir, sum eru ákærdir fyri manndrápið á Tvøroyri tann 22. december í fjør, eru sekir. Annar av teimum ákærdu, tann yngri, hevur játtað seg sekan. Hin noktar at hava tikið lut í drápinum av ti 37 ára gamla grønlendska sjómann- inum Bent Gabrielsen. Vildi ikki kennast við tað hann áður hevði játtað Síða 5 Ákæra er íkki reist móti einum triðja manni, sum bleiv handtikin eftir drápið. Men hann er tó framveg- is skuldsettur fyri manndráp. Fútin hevur avgjørt at bíða við at taka støðu til åkæruspurningin til nev- ningatingið hevur vidgjørt åkærurnar måti hinum bådum. = Bj — Orkaði ikki fyri avhoyringunum. Jåttadi fyri at fáa frið HER BLEIY LIKIÐ FYNNIÐ =|P:ssHúsia N —— —- — DYRNAR N H Øvues-EPFTREDN Likid av Bent Gabrielsen bleiv funnið við utnyrdingshornid á TB-húsinum. Annar av teimum åkærdu hevur dragsað tann eftir øllum at døma avdotna mannin frá høvuds- dyrnum afturum húsið, segði ákærin á nevningatinginum Kaldur og róligur vísti ein 21 ára gamal maður, sum er ákærdur fyri manndráp- ið á Tveroyri 22. december í fjør, aftur tí mesta, hann undir fyrru avhoyringum hevur sagt. Hetta hendi tá ákærin á nevningatingin- um mikudagin gjerdi hann varugan við inni- haldið í frágreiðingunum frá hesum avhoyringum. — Eg var so keddur av at svara øllum hasum spurningunum, so hatta er bara nakað, eg fann uppá fyri at fáa frið, segði hann hverja ferð, ákærin hevði lisið brot úr frágreiðingun- um frá politinum og Feroya rætti og spurt, um tað var rætt, sum stóð í teimum. Sparkaðu, slógu og stungu Tað, sum tann ákærði segði seg hava funnið uppá fyri at sieppa undan drúgvari avhoyringum, er, at hann ella ein annar, sum upprunaliga eisini bleiv skuldsettur sam bandi við drápið, hevur deilt inn á Bent Gabriel- sen eftir dansin í TB-hús- inum. Komnir útum dettur Bent, helst, tí hann var so drukkin, (ein blóð- roynd, tikin av líkinum, vísti eina promillu uppá 4!). Teir dragsa so Bent afturum TB-húsið og tveita hann frammanfyri pisshúsið, har er. Meðan hann liggur, sparka teir hann og åkærdi slær hann tvær ferðir í hevdið. Síð- ani fara teir og ætla inn aftur í húsið. Men tað sleppa teir ikki og fara so afturum aftur, har Bent framvegis liggur. Aftur verður hann sparkaður, eisini í hevdið. Akærdi hevur nú ein knív í hond- ini og spyr, um teir skula drepa hann. Ein 20 ára gamal maður, sum eisini er ákærdur fyri dråpid, svarar, at tað kann hann væl gera. Hann fær knívin og boyggir seg yvir Bent. Samstundis fer triðji mað- arin at leita eftir einum bili til teir. Tann 21 ára gamli fer út á húsarhornið fyri at vita, um nakar kemur. Tá hann kemur aftur, lýsir hann við tend- rara og hin spyr, um hann skal skera meira. | Tann, sum er farin eftir bili, kemur nú aftur og sigur seg hava fingið fatur á einum. Teir fara í hýru- vognin og biðja bilføraran koyra skjótt. Sá blóð Tann 21 ára gamli hevur fyrr eisini játtað at hava stungið Bent Gabrielsen í bringuna. I fyrstani noktaði hann, men tá hann bleiv tráspurdur, segði hann ja fyri at fáa frið. Somuleiðis var motivið til drápið eisini nakað, hann fann uppá, segði hann nevningatinginum miku- dagin. Hann hevur sagt við politiið, at grenlend- ingar eru falskir og tað Sárini á hálsinum vóru orsekin til deyða Bent Gabrielsens. Hann bleddi burtur sigur Retslægerådet í eini frá- greiðing. Sama niður støda er at finna í ob- duktsjónsúrskurðinum. Politiið á Tvøroyri fann Bent Gabrieisen illa viðfarnan og myrdan aftanfyri TB-húsið kli. 03,25 leygardagin 22 december í fjør. Politiið hevði trý korter frammanundan frá ein- um hýruvognskoyrara fingið at vita, at tað lá ein avdottin greniend- ingur aftanfyri TB-húsið Tað var ein óhugnalig sjón, sum metti teimum við útnyrðingshornið á | TB-húsinum. Har lá Bent Gabrielsen skorin á håls | og stungin í bringuna Buksurnar vóru drignar nidurum og lærinum stóð ein felliknivur til skaftið skaftinum vóru skornir tveir bók stavir, teir somu sum fornavni og eftirnavni hjá tí 21 ára ákærda gamia skuldi drápið Undir avhovringini nevningatinginum segði ákærdi seg minnast lítið »g onki frá náttini millum 21. og 22. december í fjør "Hann segði, hann hevði drukkið nakrar øl, tá hann saman við trimum eðrum um kveldið fór úr Hvalba í dansin TB-húsinum Hann sá ikki Bent Gabri- elsen, sum hann kendi, hetta kveldið. — Tað næsta, eg minn- ist, er, at eg lýsti við einum tendrara og sá blóð við hálsin. Meira mintist hann ikki, uttan at hann saman við hinum ákærda gekk oman til ein bil. Tað var vestanfyri TB-húsið Teir fóru til Hvalbiar, har teir m.a. brutu inn í an vera TSØKIN skul- Tå hann bleiv handtikin dagin eftir vid, hann skuldi geva eina roknaði hann frágreiðing um tann blóð- uga hálsin, hann hevði sæð