leygardagur 20. september 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
telf. 14720. 1 1820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Fyri teim fáu
FÅ = = Á
moti teim nogvu
MIKUDAGIN Irgði løgmadur, vegna
teir tríggjar samgonguflokkarnar,
uppskot á ting um at tingið upp-
loysir seg sjálvt.
Í gjár skuldi uppskotið koma til 1.
viðgerðar og møguliga avgreiðast
endaligt. Av tí at Sosialurin verður
prentaður fríggjadag fyrrapartin, er
í skrivandi stund ikki gott at meta,
hverja lagnu hetta uppskot fekk.
Men lagið skuldi verið, um uppskot-
ið fall.
SUM KUNNUGT var tað Fólkaflokk-
urin, sum ikki longur kundi halda
seg til tann setning, sum sam-
gonguflokkarnir vóru samdir um, tá
landsstýrið varð skipað av nýggjum.
Um hetta kunnu vit bert harmast
um. Ikki bert, tá vit hugsa um sigl-
ingarmálið, men eisini um onnur
mál, sum núverandi landsstýrissam-
gonga setti sær fyri at fremja, og
sum enn ikki eru framd.
MANGAN HEVUR verið torført at
fingið greiðu á, hver í veruleikanum
hevur stýrt Fólkaflokkinum og av-
gerðum hansara. Í siglingarmáli-
num er tað nú heilt greitt, at teir,
sum hava tikið avgerðina fyri henda
flokk, eru nakrir ávísir vinnulívs-
menn, og sum Fólkaflokkurin ger
seg til talsmann fyri.
AT TAÐ KEMUR at týða nógv fyri
alt føroyska samfelagið at skapa al-
ternativar vinnuvegir, skapa vinnu-
møguleikar, sum vit ikki áður hava
roynt, skapa fleiri arbeiðspláss 0.s.
fr., hevur ongan áhuga hjá Fólka-
flokkinum — flokkurin, sum er tals-
maður teirra fáu og móti teimum
nógvu.
LAT OKKUM bert fáa eitt val. Javn-
aðarflokkurin er til reiðar. Javnaðar-
flokkurin vil heldur lata fólkið tala,
enn at ganga undir trongskygdu
landsskadiligu og fullkomuliga
tápuligu treytir Fólkafloksins. Eftir
eitt val vil Javnaðarflokkurin lata
allar samgongumøguleikar standa
opnar.
Rithøvundafelag
Føroya
boðar til limafund á byarbékasavnin-
um í Havn månakvøldid 22/9 kl. 21,00
|
Hans Jørgen Lembourn, formaður í |
danska rithøvundafelagnum vitjar. |
Nevndin
Kaðalmeistari
Sekt verður eftir manni við hollari
tekniskari útbúgving ella verkfrød-
ingi.
Tann, ið settur verður, skal arbeiða
innan linjudeildina sum kaðalmeist-
ari.
Arbeiðsplássið er Tórshavn.
Um settur verður verkfrødingur,
verður lénin samb. galdandi sátt-
mála. Annars verður viðkomandi
lentur samb. sáttmála millum Starvs-
mannafelagid og Føroya Landsstyri.
Skrivlig umsókn verður at sendast i
seinasta lagi tann 5. okt. 1980 til
Telefonverk Føroya Løgtings
postboks 27
3800 Tórshavn
SOSIALURIN
!
i
|
i
i
|
Plast — Takrennur
Fýrkantaðar, svartan við øllum til-
hoyrandi deilum, hava vit á goymslu.
|
P/f North Atlantic Plast
| Tif. 12151 |
Føroya Læruråd
1. oktober 1980 flytir Føroya Læruráð
til
Jónas Broncksgøtu 27
Térshavn
Opid: mánadag— fríggjadag kl.
10—12 og 13—16 týsdag eisini kl.
17—18.
Læruráðið
Føroyska
Sjómansheimið
í Reykjavík
Av lutaseðlunum sum vóru seldir til
frama fyri Føroyska Sjómandsheimið
í Rekkjavík, hava hesi nummur
vunnið
Bilur 24976
ferð við smyril 12130 - 28489
gávukort 3914 - 4059 - 4892 - 8334 -
10117 - 15855 - 16207 - 18887 - 22566 -
28750.
Johann Olsen
TIf. 47636
Vita tygum,
at tygum kunnu leiga orgul og blási-
instrumentir?
=
Leigað verður í 3 mánaðir í senn, og leigan
er 8% av prísinum um mánaðin.
Mmusikkhús
STOYNAÐ 1959
TLF. 12635
BOX 166
SMS
3800 TORSHAVN