Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: »Eitt er frødi úr Íslandi komiða Soleiðis verður tikið til í mongum av gomlu kvæðum okkara. Hetta tiltak- ið hjá gomlu kvæðaskaldum okkara ber boð um tey mongu mentunnar- ligu bond, ið vóru millum íslendingar og føroyingar í gomlum døgum. Íslendingar hava, tykir tað, altíð havt ein serligan tokka til okkum føroyingar. Tað hava teir altíð sjálvir sagt og hvat betur er, teir hava sýnt í verki, at hetta ikki bert eru tóm orð. Tá talan hevur verið um at veita fremmandum fiskivinnulondum sømdir undir Íslandi, hava føroyingar altíð fingið betur semdir enn aðrir, og hetta uttan at vit hava latið teimum tilsvarandi aftur fyri. Aftur einaferð hava íslendingar sýnt seg sum okkara sonnu vinir. Teir hava av sínum eintingum latið Før- oyum og Føroya landsskjalasavni stórfingna gåvu við skjølum Før- oyum vidvikjandi. Vit meta, at hóast skjølini hava stóran søguligan og sidsøguligan tydning fyri okkara søgugransking, so hevur sjålvt tað islendska tiltakið størri tydning. Tað er fatan okkara, at íslendingar við hesum tiltaki vilja minna á og undirstrika, at føroyingar og íslendingar eru nær skyldir, at teir eru fegnir við henda skyldskap, og at teir við hesari gávu vilja vátta teirra vinskap við føroyingar. Vit eiga at gleðast yvir vakra tiltak íslendinga og nýta hevi til at um- hugsa stæðu okkara mótvegis Íslandi. Tey seinastu árini er ferða- sambandið til Íslands munandi batnað við tað, at tað nú ber til at Kanska áttu vit nú at umhugsað, um ikki tey mentunarligu bondini millum báðar frændatjóðirnar kundu verið nógv fleiri og sterkari enn tey eru. Gáva íslendinga er teimum til miklan sóma. Hon minnir okkum á orðini, vit á sinni settu á rammuna rundan um málningin, sum Feroya løgting gav íslendska Altinginum, tá hetta hevði túsundára hátíðarhald: „Gamlar getur og gamlar vinir eigur eingin at gloyma«. SOSIALURIN Eingin vist so stórt skilaloysi sum fólkaflokkurin Harra blaðstjóri. Tað, sum nú hendi við landstýrinum, mátti henda fyrr ella seinni — uttanlandssigling ella ikki uttanlandssigling. Var hon ikki, so vildi Fólka- flokkurin funnið eina aðra orsøk til at slitið »samarb- eiðið<. Tríggir flokkar við so diametralt mótsattari ideologi kunnu ikki bliva við at spæla hesa komediu ! Um rætt varð atborið í fjørð, og »Lasse II« — ella enn sterri skip — varð keypt, kundu vit í dag verið væl á veg móti einum munagóðum alter- nativum vinnuvegi, nevni- liga einum væl útbúnum farmaskipaflota, sum nú er nógv meir átroðkandi, enn nakrantíð, nú alt sum hevur við fiskivinnu at gera, hvílur á so ótryggum grundarlagi. Um ávísar kreftir ikki vóru so bangnar fyri orð- inum »alment«, kundi tað almenna og tað privata ( sum alla tíðina var ætlan- in) saman útbygt ein farma- og ferðafólkaflutn- ing, ið munagott kundi avlastað fiskivinnuna sum einasta tilverugrundarlag undir samfelag okkara. At hetta ikki eydnaðist, mugu afturhaldskreftirn- ar, fyrst og fremst Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin, taka hevuðs- ábyrgdina av ! Við hesum mista vinnu- meguleika — og eðrum átroðkandi málum við — í huga er tað óhugnaligt, at Fólkaflokkurin samvit- skuleyst nú steðgar øllum tingarbeiði og leypur frá ti, hann avtalaði í fjør. Tá var Jógvan Sund- stein tann sterki maðurin, ið setti teir stokkonservativu, út- brendu felagar í flokki sínum uppá pláss og har- við átti sín stóra lut í at bjarga einum rillandi sam- arbeiði og — ikki minst — flokksins andliti. Men síðan tá er hann syste- matisk niðurbardur av teim somu flokksfeløgun- um, og tann lógin, hann vísti í fjør, er nú køvdur so dyggiliga, at hann í dag bert tykist lesa orð upp, sum teir nú sterku innan flokkin hava dikterað honum. Ja, so fast á kneunum ekur hann, at hann við »kyshånd« tekur móti samráðingartilboð- um frá sínum argasta fígginda ! Við valinum til heystar kann úrslitið ikki verða annað, enn at Fólkaflokk- urin missir allar sínar menn í legtinginum. Tað, teir hava víst, man vera stersta skilaloysi, vit hava sæð frá nekrum politiskum flokki, íkki bert í i Feroyum, men fra politiskum flokki yvirhøvur ! Fyrst vóru teir við til at fella tað mest sjálvsagda keypið, uttanlandasigling- ini viðvíkjandi, nevniliga »Lassa Il<. Síðan ganga teir við til at keypa eitt skip álíkavæl, »Teistan«, sum eftir mínum tykki var størri »brølari«, enn ikki at keypa «Lassa II«. Sam- stundis eru teir partar i semju um at byrja uttan- landasigling um veturin. Tå so henda skal setast å stovn, ja, so leypa teir Gud hjålpi mær frå i sein- astu løtu. Hugsa sær, keypa skip til at binda fyri teym! Tad, teir hava ført fram hesa seinastu tíðina hevur stórt sæð bert verið vísan til Skipaferðslunevndina, sum man vera eitt tað stersta — um ikki tað stersta — mistakið hetta landstýrið hevur gjert. Ein slík nevnd eigur at vera samansett av objek- tivum limum og ikki av persónum, sum eru bein- leiðis innvolveraðir í tí sigling, talan er um. Sjál- vandi mátti úrslitið verða, sum tað varð: Teir frá Strandferðsluni mæltu til at sigla, og teir frá teimum privatu skipafelegunum mæltu frá. Teir kundu ikki fingið betur vápn til at fjálga um síni áhugamál, enn akkurát tað at verða limir í hesi nevnd. Objek- tiv deming kundi ikki koma uppá tal! Pauli Ellefsen hevur nú aftur fingið agn til sítt valsnerið. Soleidis sum hann hevur borið seg at á legtingi og í skriving, veit hann, at tað neyvan verður lætt hjá sambands- flokkinum at fáa samarb- eiði við nakran av núver- andi landstýrisflokk- unum, so hann kann uttan at váða annað við at rópa upp um samarbeiði, enn at vísa til sínar »g6åu roynd- ir«, tå val verður í nov- ember, og soleiðis fáa sær enn nakrar atkveður. At hetta ikki er tóm tala, vísir tað, at Pauli Ellefsen, nú samgongan slitnaði, legir enn sterkari — um gjørligt — við útspilling- ini. Soleiðis leggur ein ikki upp til samarbeiðissam- ráðingar ! Pauli Ellefsen ynskir ikki at fara til val nú, tí hann — eins og mong onnur — ber ótta fyri, at Sambandsflokkurin fær so nógvar stemmur, at hann ikki hesa ferð kann sleppa sær undan ábyrgdini, eins og hann gjerdi seinast við at nýta eitt lesarabræv sum orsek ! OHE NN Leggið tykkum hetta í Geyma! Tjóðveldska nationalisman rópar: Læknar fylkist við donsk- um læknum fyri at tit kunnu fáa meiri løn ! Sakferarar fylkist við donskum sakferarum fyri at tit kunnu fáa meiri løn ! Prestar, fylkist við donskum prestum fyri at tit kunnu fáa meiri løn ! Embætismenn, fylkist við donskum embætis- monnum fyri at tit kunnu fáa meiri løn ! Lærarar við hægru skúl- arnar, fylkist við donskum magistarum fyri at tit kunnu fáa meiri løn ! Sjúkrasystrar, fylkist við donskum sjúkrasystr- um fyri at tit kunnu fáa meiri len ! Arbeiðarar og fiskimenn, tit skulu vera so nationalir, at tit ikki undir nekrum umsteðum mugu svíkja sjálvstýris- og sambandshugsjónina við at fylkjast við donsk- um arbeiðsmonnum og fiskimonnum. Men gloymið ikki, at eisini sambandsmenn berjast við hond og fót í móti at slitmannafjeldin skal fáa nakran stuðul úr Danmark. Tí, síggja tit, skuldi tað hent seg, at vit fingu pen- ingaliga hjálp, so hevði hetta ikki komið væl við hjá okkara vinnulívs- monnum og arbeiðskeyp- arum, og hevði hjúnar- bandið millum hinar flokk- arnar og teir omanfyri nevndu bólkarnar slitnað. Tá eg havi tikið sam- bandsflokkin við, so er tað tí, at hann er ein av hond- langarunum hjá arbeiðskeyparunum ! Men hvussu leingi vilja arbeið- arar og fiskimenn lata seg lokka við falskari nation- alismu, sum einki annað endamál hevur enn at tela teir fyri at verja stór- mannainteressurnar ? Fylkist við javnaðar- monnum — arbeiðsmenn og fiskimenn. Teir verja tykkara interessur og berjast fyri tykkum ! Latið okkum tí taka lógvatak saman við teimum norðurlendsku, og ellum heimsins kammirát- um so langt og sterkt sum vit rekka. Fiskimaður Viðmerking og rættleiðing til útvarpstáttin >Lóg og rættura: Limir Føroya Keypssamtøku hava ikki solidariska åbyrgd! Í útvarpstáttinum >Lóg og rættur< 25. septembur, viðgjerdi Jógvan Páll Lassen, advokatur, ymisk sleg av felags- skapum og teirra lógar- uppbyggingar og munin millum ymsar felagsskapir annars. Ml.a. nevndi hann luta- feløg, ið høvdu solidariska ábyrgd (samåbyrgd), t.v.s. hver einstakur limur heftur fyri skyldum felagsins, og í hesum sambandi vóru so keyps- samtekur nevndar. Fyri at undirstrika hetta enn meira, segði hann »søguna« um ein