leygardagur 25. oktober 1980síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Tað almenna skal ikki
sita hendur í favn har
tað privata ikki rokkur
— Var tað nú tað
sonevnda siglingarmálið,
sum veruliga sleit sam-
gonguna — ella vóru tað
eisini onnur mål?
— Tað er greitt, at hevði
javnaðarflokkurin gingið
við til at taka rættin frá tí
almenna til at taka initia-
tivir — á ekjum har tað
privata ikki rekkur sum
t.d. her í siglingarmálinum
— so hevði verið trupult
hjá javnaðarflokkinum í
øllum framtíðar samarb-
eiði við tjóðveldisflokkin
og fólkaflokkin at gjert
tann rættin til veruleika,
sum var við í samgongu-
skjalinum millum flokk-
arnar.
Ikki hendur í favn
— Men snýr málið seg ikki
bert um eina uttanlanda-
sigling?
— Hetta mál snýr seg ikki
bert um eina uttanlanda-
sigling, men um tað prin-
cipiella í tí, at tað almenna
ikki eigur at sita hendur í
favn, har tað eru eki, sum
antin ikki verða nóg væl
røkt frá privatari síðu ella
als ikki verða rekt av
privatum.
Vit mugu eisini hugsa
longur fram í tíðina. Geva
vit eftir her, so verður tað
uppaftur torferari í fram-
tíðini frá almennari síðu at
stuðla tilikar nýroyndir
sum eitt nú uttanlanda-
siglingin er — og tá kemur
javnaðarflokkurin í ta
stødu, sum vit jú ongantíð
hava ynskt at koma í, at
vit bert umsita borgarlig-
an politik.
Almenna tók við,
har privat ikki rakk
— Eru onnur demi frá tín-
ari tíð í landsstýrinum,
har tað almenna hevur
gingið undan og loyst úr
lagdi, har privatir menn
ikki hava rokkið ?
Onkur demi eru. Td.
kunnu vit taka síla- og
laksaalingina. Tað vóru
privatir, sum tóku stig til
hesa vinnu. Men her rakk
tað privata ikki og í fullari
semju við privatu undan-
gongumenninar og móti
endurgjaldi varð alingin
yvirtikin av tí almenna.
Í flestu bygdum í Fer-
oyum hava vit demi um
virkir, ið eru sett á stovn,
útvegan av skipum osfr.,
har privatir einsamallir
ikki høvdu orkað. Har
hava kommunur, fakfeløg
og aðrir saman tikið stig
til at fáa bygt bæði flaka-
virki og fiskiskip. Hesi
tiltøk eru síðani aftur
stuðlað við peningi frá
landinum.
Lítið reint
privat í dag
— So er tað menni einki
nýtt, at tað almenna tekur
initiativir ?
— Tað er tað so avgjørt
ikki. Tí — fara vit at
hugsa okkum um, hvat er
so reint privat í dag! Hvat
hevði verið sett á stovn av
reindyrkaðum privatum
fyritakssemi í hesum sam-
felag: um ikki tað almenna
hevði veðhildið, givið
studning og borið åbyrgd-
ina, og hvat um eingir av-
skrivingarmeguleikar vó-
ru!
Um menn hava havt
10% i eginpeningi hevur
verid gjørligt at fremja
eitthvørt skilagott tiltak.
Tí haldi eg, at tað er so
reingjandi, at henda sosi-
aliseringskampanja verð-
ur sett í verk og kommu-
22
nistaskrímslið verður
drigið fram í ljósið. Hetta
er jú einki nýtt.
Sunn samvinna
millum alment
og privat
— Hvussu hevur tá sam-
vinnan millum alment og
privat verið øll hesi árini ?
— Tað hevur verið ein
sunn samvinna millum al-
ment og privat — sum eis-
ini hevur verið neyðug. Tí:
menn hava ásannað, at
reindyrkað liberalisma og
kommunisma hava ongan
tjans.
Vit mugu hava eitt
vinnulív, har annaðhvert
verkafólkið fult og heilt
eigur framleiðslutólini —
ella har tað er medánari,
og har reglur tryggja
verkafólkinum bæði med-
ávirkan og medavgerð um
egin viðurskifti.
Hetta vinnulív hava vit
í veruleikanum fingið og
fáa tað í størri og størri
mun. Har, sum privat fyri-
takssemi einsamalt hevur
rokkið, er tað eingin, sum
hevur ynskt at forkoma tí.
Eingin ruta er tíkin
frá teimum privatu —
teir hildu sjálvir uppat
— Tað hevur verið fert
fram av fólkaflokkinum,
at Strandferðslan eigur
bert at rekja innanoyggja-
siglingina — og lata teir
privatu rekja uttanlanda-
siglingina. Hetta er sum
skilst ikki tín áskoðan ?
— Júst her finna vit
tann grundleggjandi mun-
in í hugsanini millum teir
borgarligu flokkarnar og
javnaðarflokkin.
Eg dugi ikki at síggja
tann principiella munin
millum, at tað almenna
skal hava skyldu til at
rekja innanlandssigling-
ina — sum er tapsgevandi,
og sum eingin privatur
maður leggur í at taka
uppá seg aftur — og tað at
tað almenna ikki eisini
hevur skyldu í uttanlands
siglingini, har tað er ein
ónektaður servicetørvur.
Tað liggur eitt service-
element í innanoyggjasigl-
ingini, sum tað almenna
hevur skyldu til at rekja.
Men tað er eins væl eitt
serviceelement í uttan-
landasiglingini — hetta at
skula flyta ferðafólk. Tað
megu vit ikki gloyma.
Mugu slóða fyri...
Vit mugu slóða fyri nýggj-
um útflutningshættum,
slóða fyri hættum, sum
kunnu geva brúkarunum
bíligari verur og minka
um útreiðslurnar hjá út-
flytarunum.
Hetta má tað almenna
hava loyvi til, tá ið tað so
skilliga vísir seg, at teir
privatu ikki hava megnað
at loysa júst hesa uppgáv-
una.
Vit vita, at teir privatu
ætla sær ikki undir ferða-
mannaflutning. Vit vita
eisini, at siglingin við
Smyrli hevur sýnt, at
munandi peningur er at
vinna júst í ferðamanna-
sigling um summarið.
Tað er eisini ávíst í út-
rokningum, sum vórðu
gjørdar við Lassa 2 sum
fyrimynd ástaðin fyri
Smyrli, at meira enn
dupult so nógv kundi
verið vunnið seinasta
summar.
So her er eitt eki, har
teir privatu verða ógvuliga
lítið nervaðir.
— Men skulu tit tá als ikki
flyta farm við Smyrli ?
— Tað er greitt, at
nakað av farmi eisini verð-
ur fluttur. Men skal hetta
sindrið av farmi, sum
Smyril flytur, verða tað,
sum bjargar einum væl út-
bygdum farmaskipaflota
— so má ein siga, at tað
ikki eru teir meguleikar í
at sigla við farmi, sum
allir flokkar kortini hava
verið samdir um.
Pauli og veruleikin
—Ábreiðslurnar móti hesi
umreddu sigling hava ikki
Framhald á s. 12
Sosialurin byrjar í dag eina greinarød, sum
vit kalla „Prát við løgmann«. Ætlanin er at
skifta orð við Atla Dam, løgmann um ymisk
aktuel mál og um javnaðarpolitik mótvegis
borgarligum politikki. Greinarnar fara at
koma í teimum flestu av bleðunum fram til
valið 8. november. Vit leggja fyri í dag við
sonevnda siglingarmálinum
Fólkafloksins dupultmoralur:
Undirgravar samferåslu
sum privata vinnulivid
hevur størst fyrimun av
— Dagblaðið hevur ferð eftir ferð nýtt orðið
»Strandferåslan« í negativum týdningi í greinum
sínum. Heldur tú, at henda skriving kann skaða
virksemið hjá hesum stovni ?
— Tá ið Dagblaðið av og á her hesa meining
fram, so er tað tí Dagblaðið í stóran mun verður
misbrúkt til at umboða nakrar heilt forskrúvaðar
meiningar hjá Óla Breckmann persónliga, sum jú
í ellum samfelagsmålum er asosialt hugsandi
Eg hugsi ikki, at fólkafloksmenn sum heild eru
av somu áskoðan sum Oli Breckmann, men kort-
ini hava teir latið hetta ganga um seg — og hóast
teir hava verið við til at útbyggja ta samferðslu,
sum er í dag í Feroyum, so eru teir við at lata
henda politiska hvelpin sleppa at halda fram at
goyggja — við til at undirgrava steðið undir teirri
samferðslu, sum fyrst og fremst tað privata
vinnulívið hevur fyrimun av
— Vil tú við erðum orðum siga, at talan er um
dupultmoral innan fólkaflokkin ?
— Tá fólkafloksmenn lata Óla sleppa at hóv-
reiggja sær sum hann ger, so má ein siga, at teir
standa fyri einum dupultmorali. Teir vilja heysta
ágóðan av at skapa vinnulívinum góðar flutnings-
meguleikar samstundis sum teir vilja vinna sær
sjálvum atkveður við at upparbeiða eina miss-
negd móti Strandferðsluni hjá skattaborgarun-
um.
So virksemið hjá Óla Breckmann á hesum eki er
úttrykk fyri fólkafloks — dupultmoralin