mikudagur 29. oktober 1980síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Tað almenna
spennir ikki
bein fyri
teimum privatu
Richard Johansen
valevni
í Eysturoynni
a ——————
Tað verður ofta sagt,
at javnaðarflokkurin
vil keva tað privata
fyritaksemi og leggja
alt undir tað almenna
Hetta er ikki so. Javn-
aðarflokkurin hevur
altíð og vil framvegis
stuðla ellum góðum til-
tøkum, sum eru heild-
ini at gagni. Vit hava
brúk fyri fólki, sum
hava dirvi og áræði at
seta nýggj virki á
stovn, og tey vil javn-
aðarflokkurin fram-
haldandi stuðla. ell vita
eisini, sum vilja vita
tað, at hevur tað priv-
ata 10% í eginpeningi,
so kann t.d. flakavirki
fáast upp, tí tað
almenna, tað er
kommunan, ger grund-
eki byggibúgvi, lands-
stýri stuðlar við parta-
peningi studningi og
lánum. So at siga, at
bein verða spent fyri tí
privata fyritaksemin-
um, er also ikki rætt.
At tað finnast demi,
har tað almenna ikki
við stuðla, orsaka av
vánaligum megulieik-
um at bera seg, ivist eg
tó ikki í.
Somuleiðis hevur
Strandferðslan verið
fyri herðum
ábreiðslum, men øll
vita, sum vilja vita tað,
at tað almenna ikki
hevur tikið nakra rutu
frá teimum privatu,
men harafturímóti
hava teir privatu givið
ruturnar til tað
almenna, tí ruturnar
ikki kastaðu nokk av
sær, og tí ikki vóru
førir fyri at geva ta
servisu, sum fólk hava
krav uppá í einum
framkomnum samfel-
ag. Vit vita eisini, at
tað er tað privata
vinnulívið, sum fær
mestu nyttuna av eini
góðari samferðslu. Vit
hava tí í dag eina
rættuliga góða sam-
ferðslu sjóvegis.
Uppi á landi er tó
langt eftir á mál. Vest-
urarmurin á Skála-
fjorðinum hevur ligið
uttan rutusamband í
fleiri ár. Tú kanst koma
við Tróndi úr Havn inn
á Strendur, men tú
sleppur ikki víðari,
uttan tú hevur bil. Her
má tað almenna skipa
so fyri, at vit fáa eina
bilrutu, so ferðafólkini
sleppa víðari, bæði til
Selatræar og bygdirnar
innan fyri.
Allarbest hevði
verið, um henda ruta
varð samskipað við
tann dýra skúlabarna-
flutning.
Hetta kann tó bert
verða gjert, um javnað-
arflokkurin kemur
sterkur inn á ting, tí
teir borgarligu flokk-
arnir eru jú ímóti, at
tað almenna ger nakað
sum helst.
Vit vilja skapa
sosiala trygd
Óla Jákup Jacobsen
valevni
í Eysturoynni
OT
Føroya Javnaðarflokkur
er ein sosialdemokratiskur
flokkur. Flokkurin hevur
síðani hann varð stovnað-
ur barst fyri betri korum
hjá arbeiðarum, fiski-
monnum og teimum
gomlu.
Flokkurin hevur sitið
við politiskari ábyrgd her
á landi í mong ár. Í hesi ár,
hevur flokkurin víst at
hann hevur evnað at slóða
fyri einari heilsu- og soci-
allóggávu, ið eru stór stig
á leiðini rætta vegin. Vit
hava vunnið nógv, men
enn eru tung tek at taka,
ja hyggja vit at londunum
rundan um okkum, so er
ágangur ímóti einari væl-
útbygdari sociallóggávu
Vit mugu umframt at
arbeiða fyri enn betri
korum, eisini halda tern
fyri at verja tað vunna.
Hendan skipan var eitt
munandi framstig. Skip-
anin skal útbyggjast enn
meir, soleiðis at eisini
feriuprocenti, sum í ver-
andi skipan ikki er roknað
í verður tað í framtíðini.
Her vil Javnaðarflokkurin
fáa skipanina at virka so
væl sum gjerligt.
Heimahjálpaskipanin er
eisini eitt mál ið Javnaðar-
flokkurin hevur skipa fyri.
Skipanin er nógv útbygd
síðani hon fór at virka, og
viðferir í dag, at enn fleiri
kunna vera longri í sínum
uppruna umhvervi. Hetta
vil tryggja ein betri
trivnað hjá teimum ið
eldri eru.
Fólkapensiónin hevur
altíð verið eitt av høvuds-
málum javnaðarmanna
Flokkurin slóðaði fyri teir-
ra lóggávu vit hava í dag,
men flokkurin arbeiðir
framhaldandi fyri út-
byggjan av hesi lóggávu
soleiðis at ein munandi
betring verður at fremja.
Hesi mál eg havi nevnt
eru nekur av teimum
flokkurin hevur stríðst
fyri. Javnaðarflokkurin vil
framvegis og áhaldandi
skapa best megulig kor
fyri øll í hesum oyggjum
Ein sociallóggáva ið veitir
trygd fyri ein vinnupoli-
tik, ið ger tað meguligt hjá
ellum at virka á tí plássi
tey búgva á
Skal hesin politikkur
gerast veruleiki, verður
SOSIALURIN
tað fyrst og fremst við at
stuðla > javnadarflokkin.
Flokkurin hevur sýnt í
verki hvat hann hevur
kunna.
Far á val, og gev Javn-
aðarflokkinum tína
atkveðu, ein atkveða fyri
trygd í okkara samfelag.
Enn nógvar
uppgåvur at loysa
Javnaðarflokkurin fer
aftur til hettar valið,
hin 8. nov. við sama
treysti eins og til
undan farin val.
Javnaðarflokkurin vil
ikki, sum aðrir vilja
siga, snúgva : sær
undan ábyrgd, og vil
aftur, aftaná hettar
valið taka við landsins
stýri.
Javnaðarflokkurin fer
framvegis, at arbeiða
fyri, at vit ell hava
sama rætt, at liva og
virka í hesum landi, og
at tey sum av eini ella
aðrari oråsøk íkki
megna at arbeiða, tað
verði seg av sjúku ella
á annan hátt, skulla fáa
neyðugan stuðul til
lívsins uppihald, og
hesin stuðul skal ikki
verða nekur
»ålmussa«, men verða
ein rættur at fáa.
Javnaðarflokkurin vil
eisini virka fyri, at
allur okkara
ungdómur, skal kunna
nema ta útbúgving, ið
hann ella hon ynskir,
uttan mun til, hvaðani
tú kemur ella hver tú
er. Javnaðarflokkurin
vil eisini vera við til at
stuðla teimum, sum
vilja virka fyri at finna
fram til nýggjar inn-
tøkumøguleikar, tað
verði á sjógvi ella á
landi.
Javnaðarflokkurin
metir, at nógv er vunn-
ið á tí sosialistiska
økinum, síðan javnað-
arflokkurin tók við
landsins stýri, men enn
eru nógvar uppgávur
eftur at loysa, tí metir
javnaðarflokkurin ikki,
at tíðin er komin hvar
ið tann sosialistiski
politikkurin kann
beinast burtur, sjálvt
um vit liva í einum val-
ferðar-samfelagi og
ikki í einum tilafturs-
komnum landi.
Fari tí á val hin 8.
nov. og setið krossin
við lista C — javnaðar-
flokkin.
Lesnaður
til alla
familjuna
ET
H. J. í Kollsbyrgi
valevni
í Eysturoynni
A—T—Æ—Á
: