Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1980síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Er tað min skyld? Eg havi einki vid hetta val- strid at gera, og havi eg ikki ætlað mær at leggja uppí stríðið, men tá Pauli Ellefsen í Dimmalætting 23. oktober saman við eðrum gevur mær skyldina fyri, at veljararnir ikki kunnu fáa at vita hver »alternativi politikkurin« hjá sambandsflokkinum er, vil eg tó gera eina viðmerking. Tað er rætt, at eg var við í samráðingarnevndini hjá javnaðarflokkinum, sum var á fundi við sambandsflokk- in, tá Pauli Ellefsen ikki slapp at lesa upp úr sínum »samrååingaruppleggi«. Tað er ikki rætt, at vit ynsktu at samráðast um eitt dulnevnt lesarabræv, men tað er rætt, at vit ynsktu, at leiðslan í sambandsflokkinum skuldi siga, at hon ikki tók undir við innihaldinum í hesum lesara- brævi. Tað var einasta treyt- in sum sett varð fyri at sam- ráðast við sambandsflokkin um eitt politiskt samarbeiði. Tá leiðslan í sambandsflokk- inum ikki vildi hetta, mettu vit, at tað var nyttuleyst at samráðast um eitt sam- arbeiði, tá hetta neyvan kundi verða alvorliga meint frá sambandsflokkinum. Eitt samarbeidi kann nevnliga ikki byggjast uppå illgit- ingar. Tað eru tey, sum halda, at tað hevði nú verið stuttligt at fingið at vita hvat stóð í sam- ráðingarupplegginum frá sambandsflokkinum, tí javnaðarflokkurin kundi jú altíð siga nei til samarbeiðið aftaná aftur. Hertil er tó at siga, at um eingin samgonga varð blivin burturúr kortini, meti eg, at vit ikki høvdu rætt at fara til almenningin við upplegginum frá sam- bandsflokkinum. Harímóti kann eingin forða fyri, at Pauli Ellefsen alment kunnger innihaldi í samráðingarupplegginum. Eg haldi ikki, tað er rætt at skuldseta meg fyri at hava ábyrgdina av, at veljararnir, tá teir skulu fara til valborð- ið, ikki vita hver »alternativi politikkurin« hjá sambands- flokkinum er. Í einum eðrum blað hevur eitt annað valevni hjá sambandsflokkinum boðað frå, at tann »alternat- iva politikkin« skulu veljararnir fåa at siggja, tå sambandsflokkurin er komin ilandsstyri. Mær tykir, at hetta er i seinra lagi, tå flokkurin nu hevur havt umleið 2 år til at greiða frá hesum politikki. Eg kundi hugsa mær, at teir veljarar, sum ynskja ein annan politikk enn tann, sum ferdur hevur verið, hava stóran áhuga fyri at fáa kunnleika til hvat tað er sam- bandsflokkurin vil, og tað er tí skeivt ímóti hesum fólkum ikki siga teimum frá tí, so tey vita hvat tað er tey velja. Tórshavn, 27. oktober 1980 Kári D. Petersen, advokatur Viðmerking til O. F. Joensen Nu havi eg lisi3 nakrar av teimum eftir hondini nógvu greinunum, sum O. F. Joen- sen hevur skrivað upp undir valið, og eg má siga, at lítið innihald er í, og ógvuliga sjálvmótsigandi er. Í einari grein finst hann at tjóðveldisflokkinum, sum hann sigur einki ítekiligt hevur at vísa á av loysingar- programmi sínum eftir seks árum í landsstýrissamgongu, meðan hann í eini aðrari grein brigdar javnadarflokkinum og tjóðveldisflokkinum fyri at hava framt nógvar yvir- tekur. Hvussu skal hetta skiljast ? Hvar er logikkurin ? Av sonnum ein paradoksalur hugsanarháttur. Í eini aðrari grein finst hann at tí, sum sagt varð í eini oddagrein í Sosialinum, at í teimum londum, har javnaðarflokkurin var sterk- ur og hevði leiðsluna um hendi, vóru kommunista- flokkar smáir ella ongir. Hattar váttar O. F. Joensen og fantaserar víðari, at tað er tí at javnaðarflokkurin er ein kommunistiskur flokkur. Hetta er ikki beint. Javnaðarflokkurin er ein sosial-demokratiskur flokkur. Eir kann tí venda spurning- inum á høvdiå: Hvussu so við teimum fasistisku, nasistisku og rasistisku kreftunum? Kenna hesir seg nóg væl um- boðaðar í sambandsflokkin- um, fólkaflokkinum og hinum hegravendu flokkunum ? Óivað!!! Í eini aðrari grein, sum nevnist »Liberala hugsjónin í menning millum tey ungu«, skrivar O. F. Joensen m.a.: »Sosialisman er góð í tilafturskomnum londum til at fáa slík at koma upp undan fåtækradøminum«. Her er O. F. Joensen á rættari leið! Tað gleðir meg, at O. F. Joensen sær tað góða í sosialismuni. Um tað bara er í tilafturskomnum londum, at sosialisman er góð, loyvi eg mær at ivast í at trúgva. Men kanska hann meinar, at Føroyar eru eitt tilafturs- komið land, eftir at sam- bandsflokkurin ella fólkaflokkurin — uttan javn- aðarfloksins medvirkan — hava stýrt? I tilikum føri vil eg siga, at O. F. Joensen hevur rætt. Tå krevst eitt stýri við javnaðarflokkinum við róðrið at rætta alt upp- aftur.i Annars rennur mær tað í huga, sum O. F. Joensen segði fyri nekrum degum síðani: >Tað ræður um, at tað ein skrivar, hevur so lítið innihald sum meguligt, so at eingin leggur í at svara aftur«. Hetta synist mær at vera hevuðssjónarmið sambands- floksins og vil eg mæia øllum Føroya fólki til at seta kross við javnadarflokkin ! PÍ — Hugskot — itriv Líka síðan 1906 hevur tað verið klandur millum Sam- bandsflokkin og Sjálvstýris- flokkin, um vit skulu vera saman við Danmark ella um vit skulu ríva leyst frá Dan- mark. Og tað bleiv lítið og einki gjert við Feroyar av somu orsek. Í 1928 kom Javnaðarflokk- urin inn á ting, og segði, at nú kundi vera nóg mikið við tí klandrinum, og legði eitt uppskot fyri og annað eftir til frama fyri Føroyar, men øll fullu. Í 1948 fekk so Javnaðar- flokkurin — við hjálp frá eðrum — ta heimastýrislóg, sum vit hava í dag. Hevði Javnaðarflokkurin ikki verið so íðin tá, so kanska heydu vit loysing — ella framvegis amtssteðuna — í dag. Undir krignum fekk Javn- aðarflokkurin við hjálp frá eðrum sett ein landshandil á stovn. Hesin landshandilin kundi selja tær sokallaðu neyðsynjarverurnar nógv bíl- igari við tað at legtingið gav studning. Men tað munnu hinir flokkarnir hava hildið vera ov gott, tí tá kríggið var av, bleiv hesin haldil avtikin við hjálp frá ellum flokkum so legið tað ljóðar — eisini Tjóðveldisflokkinum, meðan Javnaðarflokkurin vildi varð- veita landshandilin. Tann núverandi Landshandil er sum kunnugt ein privatur handil. Tað, sum Dimmalætting skrivar um kommunismu, passar ikki. Javnaðarflokk- urin er ein sosialdemokratisk- ur flokkur við tí vakra fer- oyska navninum »Javnaåar- flokkurin«. Tann, sum ikki veit munin millum kommu- nismu og sosialdemokratis- mu, hevur ikki skil upp á politikk. Tað, at Smyril skal sigla uttanlands er so líkatil. Hinir flokkarnir vilja hjálpa nekrum stórmonnum, meðan javnaðarflokkurin vil hjálpa tí minnimenta. Aldursrentan var, tá Sam- bandið og Gamla-sjálvstýrið ráddi, ein táta. Ikki fyrr enn Javnaðarflokkurin kom sterkur inn á ting í 1958 við átta monnum, eydnaðist tað at fáa sosiallóggávuna, sum nú er i gjøgnum. Tjóðveldisflokkurin vil ikki hava pengar úr Danmark til sosiallóggávuna — um nakar ivast, kann hann lesa l4anda nr. 68 frá í ár. Um so skuldi blivið, bleiv fólkapensiónin tað hon var, tá Sambandið og Gamla-sjálvstýrið ráddu í Feroyum. Javnaðarflokkurin hevur Síða 13 Sálarlig neyðtoka »Måtaframsyning« í SMS. Í goðveðrinum leygardag in spákaðu vit okkum, dótt- urin og eg, niðan í SMS. Or søkin var, at har skuldi verða mótaframsýning. og tá onkur vinkona hjá dótt- rini skuldi ganga manne- quin henda dagin, vildi hon fegin síggja hetta. Nú er mótaframsýning av tí = slagnum,sum verður framført í SMS nakað av tí mest andstyggiligasta eg havi verið fyri, men kortini vildi eg ikki forða dóttur míni í at síggja og gera sær sínar egnu metingar um hetta. Hópin av fólki var saman- komin í hellini, har eisini er møguleiki at seta seg niður og fáa okkurt til matna eila ein kaffimunn. Leygardagur var, og partur av teimum sum sótu við borðini vóru mannfólk, sum skilliga høvdu verið úti og stutt- leika sær um náttina, og kanska onkur teirra íkki hevði havt stundir at fáa blund í eyguni, tí nú sótu teir í hvussu so er og små- durvaðu Brølandi tónleikur frá há talarnum settu mótafram- sýningina og vaktu teir durvandi við ein brest. Tað gjørdist so hvirt sum í grøv- ini, tá ein danskur frásegu- maður byrjaði at tala í eini mikrofon, samstundis sum tað fyrsta konufólkið kom bóitandi inn á pallin. Við starandi eygnabrá og ívnum hári, sum var sett á sneið omanfyri annað oyra, smástetlaði hon aftur og fram á pallinum, alt meðan hon royndi at finna stevid í brølinum frá hátalarnum. Yvaleyst var gongulagið so ónáttúrligt, tá tann fótbúni sum »måétin« í SMS fyri- skrivaði, ikki var av tí slagnum, sum fólk annars eru von at ganga í. Sum sagt var hvirt í nannamúgv- uni, alt meðan fleiri og fleiri komu til av larminum frá há- talara og frásegumannin- um. Ein maður, sum kom gangandi við einum kóki av knettum og eini háivari gulløl í hondini, slapp sær til borðs, uttan at nakar gáðaði eftir tí. Tá konufólk ini við ísnum hári, stívum starandi eygum og gjørt nógv fyri Føroyar Hann hevur við stríð og strev fingið hjálp frá eðrum flokkum. Allir flokkar uttan Javnaðarflokkurin eru borg- arligir flokkar. Stríðið stendur millum teir borgarligu flokkarnar eðru- megin og javnaðarflokkin hinumegin. Stríðið stendur enn — sum á Danbjørg'sa døgum — millum sosialismu og kapita- lismu. So einkult er tað. Sambandið situr í and- steðu. Ætlar Sambandið at blíva við at sita í andsteðu ? Um so er, forstandi eg ikki við mínum besta vilja, at nakar velur Sambandsflokk- in. Eg hevði so ikki gjørt tað. Tí, tað veit man, at ein and- steðu flokkur fær púrt einki av skafti. Eg rokni við, at Javnaðarflokkurin kemur í landsstýrið og fær løgmannin tvørligum verumáta vóru farnar av pallinum, komu tvær smágentur inn. ikki so, at tær vóru ófittar á at líta, men bert so syrgiligt at síggja, hvussu tær hermdu eftir teimum vaksnu og royndu at snara kroppunum til eggjandi ténieikin, alt meðan tær royndu sítt besta, at vísa klæðini fram, sum tær vóru ílatnar. Prís- dømi og snið og evni var skrála yvir mannamugvuna, meðan vit fingu at vita, hvat var seinasta nýggja fyri smágentur at lata seg í. Eg undrist yvir, at foreldur vilja geva ioyvi til slíka mis- nýtslu av smáu bernum teirra. — Tað átti veruliga at verið sin vernd fyri børnum, sum bannaði, at slíkt kann fara fram í okkara tíð. Vón- andi er tað íkki so, at børnini eru lokkaði fram á pallin við tí fyri eyga, at tey kunnu ogna sær hesi klæðir afturfyri? Framvegis brølandi tón leikur og donsk rødd, sum hålovar uttlendsku leiddu vørurnar eingin feroysk hesum sinni Til slíkar framførsiur hendir tað altíð, at tå fyrsta forvitni er av, so byrja fólk aftur at tosa, tí nú eru sjón- og hoyrievnið doyvt av tí sum fer fram á pallinum. Soleidis var eisini hesuferð, og fólk byrjaðu at reika ftur og fram, onkur fór at keypa sær okkurt til matna eila at drekka, og tey minstu børn- ini, sum vóru koyrd oman at keypa sær sin is, so mamm- an eila barnagentan kundi sita í friði eina løtu, komu nú aftur í høllina. Men nú kom bráddliga vend í aftur, tí tveir fittir smádreingir umleið átta, tíggju ára gamlir komu mín sann á pallin! Eg bæði óg- vaðist og undraðist.. Hvat fær tveir raskar smádreing- ir í allarbesta veðri ein leyg- ardag fyrrapart av ganga mannequin í SMS? — Tank ar mínir ferðaðust í Havnar dal, niðan á ítróttarvellin og út á Bacaiao, har væl bar til at standa við trådu sin slík an góðveðursdag ??? Hetta var mær ovboðið, og eg haldi í álvara, at tað átti at verið eitt tjak um, fram- har var vera á so tær stemmurnar, ið Javn- hvert tað skal verða loyvt at misnyta småbørn til slíkar framfersiur Er tað ikki nøkur forðan fyri, hvet vit misnyta okkara børn til, — bæði av líkum og ólík- um ? Hver hevur ábyrgdina, tá foreidur ikki have skil fyri, at børn teirra verða út- nyttaði so stórliga? Onkur vil halda, at tá tey vaksnu ganga á odda í hesum hurlivasanum, sc kunnu b børnini eisini. men her er kortini ein munur. tí neyvan hevur eitt barn sterri áhuga at ganga mannequin í SMS ann at fara út at spæla. — Um so er, so undirbyggja foreldrini nakað í barninum, sum tað í hvussu so er íkki hevur nakað gott burturúr Er tað ólevnað í øllum førum, at gera slíkar mótaframsýningar ? Tað haldi eg kortini ikki, tá hetta hevur verið gjørt aðra- staðni áður. á meiri semiligan hátt Her vóru eisini ung og bern umboð- aði, men tá vóru eisini fólk í øllum aldrum av báðum kynunum við Henda framferðsian vísti at tá allir aldursbólkar og útsjóndir — tað veri seg eidri fólk, ung. tjúkk og kien vóru umboðað, eggjad! hetta íkki til ómennisiskajnsligar imynd- ir, eins og hendantvar bæði upplýsandi og undirhaid- andi, uttan at nakar persón- ur á pallinum varð gjørdur til óveruligar verur Hetta var tað, tú fekk burturúr mótaframsýningini í SMS. Tú fekk eins og ímyndað. at um tú keypti hesi klæðini, sum voks- dukkunar vóru ílatnar. so gjørdist tú sins undirføgur sum tær Sannieikin var heidur, at konufólkini á pallinum vóru stívar og énåtturligar. Tær vóru bert til eitt, nevniliga at selja ' Veruleikin var at konufólkið meira vísta tað. Várharra hevði skapt, enn klæðnapieggini, og hetta er eftir mini meting. sålarlig neyðteka. At bernini vóru við í hesi forgyklaða hand ilsliga umhvervinum, haldi eg vera forkastiligt Dagny Joensen Blaðkvinna ar fara á val tann 8. novem- aðarflokkurin fær, fara ikki ber og velja Javnaðarflokkin fyri onki, tað er sikkurt. Eg vil biðja allar feroving- anin fyri Sjómenn! Minnist til at velja áðrenn tit fara. Og veljið javnaðarflokkin. fiskivinnupolitikki! Javnadarmadur Borg- skynsamum