fríggjadagur 9. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 150 - 9. august 2002
Nr. 150 - 9. august 2002
9
Mikukvøldið vórðu
teir Norðurlendsku
Sjónleikaradagarnir
settir í Norðurlanda-
húsinum. Á setanini
var norðurlendska
dramatikaravirðisløn
in handað Jóanesi
Nielsen, rithøvundi.
Yrkingar vórðu lisnar
upp og mentamála-
ráðharrin setti sjálva
stevnuna
SJÓNLEIKARADAGAR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Fyri meir enn fullsettari
Klingru kundi Páll Daniel-
sen, formaður í Leikarafel-
ag Føroya, bjóða vælkomin
til setanina av Norður-
lendsku Sjónleikaradøgun-
um.
Sjónleikaradagar,
sum
verða pakkaðir við leikum
úr øllum Norðanlondum.
Páll Danielsen nam við
týdningin av sjónleiki í
samfelagnum,
og
eitt
sindur av søguni hjá sjón-
leikinum í Føroyum. Har-
afturat varð dreymurin um
Tjóðarpall Føroya eisini
tikin fram.
Eftir sjálva vælkomstrøð-
una slapp Annika Hoydal
framat. Hon las yrkingina
»Thi natten kommer« eftir
William Heinesen. Við ein-
um hátíðarligum dámi
resiteraði hon yrkingina
fyri Klingruni.
Og so var tíðin komin at
seta sjálva stevnuna. Ongin
minni enn mentamálaráð-
harrin, Annlis Bjarkhamar,
hevði fingið æruna av at
seta stevnuna.
Mentamálaráðharrin eis-
ini við týdningin av sjón-
leiki í okkara landi, og
nevndi hon tað stóru av-
bjóðing sjónleikurin fekk
av tí sokallaða sjónvarps-
miðlinum.
– Men sjónleikurin yvir-
livdi ikki bert, men stendur
heldur bara sterkari enn
hann nakrantíð hevur gjørt,
segði Annlis Bjarkhamar
millum annað í setanarrøðu
síni.
– Ein kann siga, at í
sjónleiki er tað einaferð fyri
allar, hvørja ferð. Sjónleik-
urin verður føddur, livir og
doyr, hvørja ferð hann
verður vístur.
Annlis
Bjarkhamar
nevndi eisini, at umstøð-
urnar hjá sjónleiki í Føroy-
um eiga at betrast, og
dreymurin um ein føroysk-
an tjóðarpall er ikki longur
bert ein dreymur, men er so
við at gerast til handling.
Eftir sjálva setanina kom
tann løtan nógv hava bíða
eftir. Salurin, sum var full-
settur av áhoyrarum, sjón-
leikarum, politikkarum og
meinigum borgarum, sat í
andakt og lurtaði meðan
Guðjón Pedersen, formaður
í Norðurlendsku Teatur-
uniónini, fortaldi øllum,
hví dramatikaravirðislønin
fall á Jóanes Nielsen.
Uttan Grímu – ongin
weekend
Seks leikir vórðu innstill-
aðir
til
norðurlendsku
dramatikaravirðislønina, og
har ímillum var »Eitur nak-
að land Week-end?« eftir
Jóanes Nielsen.
– Leikurin er eitt drama í
okkara
tíð.
Vit
hitta
Jóhannu og aðrar sjúklingar
á eini psykiatriskari deild,
har álvari og gaman er ein
av styrkjunum hjá rithøv-
undinum.
Teksturin
er
orginalur, er yvirraskandi
og opnar okkara sinn, segði
Guðjón Pedersen millum
annað áðrenn virðislønin
varð handað føroyska rit-
høvundinum.
Og tað vóru lógvabrestir,
sum
fagnaðu
Jóanesi
Nielsen tá dramatikaravirð-
islønin varð honum givin í
hendi.
Í stuttari røðu nevndi rit-
høvundurin millum annað,
at uttan Grímu, hevði leik-
urin helst ikki verið til.
Hann vísti á, at Gríma er
ein motiveraður bólkur av
sjónleikurin, sum eggjar
rithøvundinum.
– Jeg er beæret over at
modtage Nordisk Dramati-
kerpris,
segði
Jóanes
Nielsen at enda.
Eftir sjálva handina las
Hans Tórgarð yrkingina
Brúgvavakt eftir Jóanes
Nielsen á svenskum.
Og setanin endaði við at
Terji Rasmussen og Stamen
Stantchev á klaver, fram-
førdu yrkingina Kvøld, sum
Jóanes Nielsen eisini hevur
yrkt.
Fimm sjónleikamettaðir dagar
Klingran í Norðurlanda-
húsinum var meira enn
fullsett tá Norðurlendsku
Sjónleikaradagarnir vórðu
settir mikukvøldið
Annika Hoydal las yrkingina
»Thi natten kommer« eftir
William Heinesen
Meintamálaráðharrin, Annlis Bjarkhamer, hevði fingið æruna
av at seta stevnuna
Rok og fjøran í SMS
Síðani farið varð und-
ir umbyggingarnar í
SMS, er mangt og
hvat farið fram. Í løt-
uni er tann eina inn-
gongdin afturlatin,
meðan arbeitt verður
í sama partinum.
Ynskir tú at nýta toi-
lettini, so mást tú fara
út í túnið, har ein
vognur er settur upp
til sama endamál
UMBYGGING
Ragnhild Ellingsgaard
Hóast nógva rokanin í SMS
teir seinastu dagarnar kann
ørkymla kundarnar eitt
sindur, so er hetta ikki uttan
endamál. Fyri stuttum varð
farið undir stórar umbygg-
ingingar í størsta handils-
deplinum í Føroyum, og
tekinini um hesa umbygg-
ing eru nú rættiliga sjónsk-
ar.
Tann eina inngongdin í
deplinum er afturlatin, so tú
noyðist runt húsið, um tú
ætlar tær innar. Hevur tú
hinvegin tørv á at nýta toi-
lettini, meðan tú ert í húsi-
num, so mást tú út í túnið,
har ein vognur er settur upp
til sama endamál.
Stóru máltíðirnar, sum
Perlan vanliga borðreiðir
við, eru heldur ikki tøkar í
hesum døgum. Tó kanst tú
keypa tær okkurt lætt til
matna, og síðan seta teg
niður eina løtu í øllum
meldrinum.
Hóast hetta kann tykjast
eitt sindur rokaligt og ør-
kymlandi fyri okkum, ið
seta fótin inn í depilin fyri
at keypa og hugna okkum,
so er hetta ein liður í ætlan-
unum hjá leiðsluni um at
gera úrvælið inni í SMS
enn fjølbroyttari, enn tað
longu er í dag.
Í septembur mánaða letur
eitt stórt nýtt matstað upp,
sum fer at bjóða okkum
eina forkunnuga matarskrá.
Burger King og Sunset
Boulevard verður heitið á
matstovunum, og slíkar
hava ikki verið at sæð í Før-
oyum fyrr. Umframt hesar
letur Perlan eisini uppaftur.
Tó verður úrvalið í Perluni
ikki heilt tað sama, sum vit
eru von við.
Harafturat verður úrvalið
av handlum eisini munandi
broytt, tá onkur handil letur
aftur, meðan onkur nýggjur
letur upp.
Toilettviðurskiftini verða
eisini mundandi betraði, og
verða tey flutt yvir til økið,
har posthúsið hevur hildið
til.
Umbyggingarnar, sum nú
fara fram, eru liðir í eini
langtíðarætlan, sum leiðsl-
an í SMS er farin undir. Tal-
an er um tvey byggistig, og
er hetta soleiðis tað fyrsta
av hesum báðum. Væntandi
verður hetta byggistig lið-
ugt seinast í septembur
mánaða, og síðan ganga
eini tvey ár, áðrenn farið
verður í holt við næsta
byggistig.
Umframt alt hetta verða
eisini aðrar broytingar á
skránni. Tó er ikki komið út
fyri almenninginum enn,
hvørjar hesar verða. So nú
er einki annað at gera, enn
bara at bíða spent, til alt er
kom í rætta lagið aftur.
Seinastu vikurnar
hava menn frá Lands-
verkfrøðinginum
gjørt dýpdarmátingar
á botninum í vágni í
Klaksvík. Endamálið
er at fáa botnin kort-
lagdan, soleiðis at
Klaksvíkar Kommuna
kann fara í holt við at
dýpa ávís øki á botni-
num
KANNINGAR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Seinastu tvær
vikurnar hava ymsar kann-
ingar verið gjørdar á vágni í
Klaksvík. Tað eru menn frá
Landsverkfrøðinginum,
sum eftir áheitan frá býar-
verkfrøðinginum, hava ver-
ið í holt við at gjørt dýpdar-
mátingar av allari vágni,
sum hon er.
Endamálið er at finna út-
av, hvussu lendið á botni-
num er, soleiðis at Klaks-
víkar Kommuna kann fara
undir at betra um møgu-
leikan hjá teim størru
farmaskipunum at leggja at
bryggju á staðnum.
Nú eru mátingarnar so
komnar at enda, og úrslitini
verða kannaði. Endamálið
er at fáa allan botnin kort-
lagdan, og verður farið í
holt við hetta fyrsta dagin.
Eftir ætlan skal hetta arb-
eiðið verða liðugt longu í
hesu vikuni.
Lendið á botninum er,
sum teim flestu kunnugt,
ikki av tí besta, tá størri
skip skulu leggja at í Klaks-
vík. Stórir steinar stinga seg
upp ymsastaðni, og eisini er
dýpdin á økinum sera
ójøvn. Hetta førir í fleiri
førum til trupulleikar, tá
størri farmaskip, sum Clare
og onnur, skulu leggja at
bryggju.
Tí
hevur
Klaksvíkar
Kommuna avgjørt, at ávís
øki á botninum skulu dýp-
ast, soleiðis at sleppast
kann undan hesum trupul-
leikum.
- So skjótt, sum vit fáa
kortið
frá
Landsverk-
frøðinginum, fara vit í holt
við sjálva dýpdargeringina,
greiðir býarverkfrøðingurin
frá.
Enn er tó ikki avgjørt, um
arbeiðið verður gjørt við
sandbáti, prami ella øðrum.
Harafturat eru eisini ætl-
anir um møguliga at útfylla
ávís øki. Hetta verður tó
ikki gjørt, fyrr enn dýpdar-
geringin er komin at enda.
Nógv rokan er í størsta
handilsdeplinum í Føroyum,
og tekinini um stóru
umbygginga eru rættiliga
sjónsk
Mynd: Finnur Justinussen
Tann eina inngongdin er
afturlatin, so tú noyðist runt
húsið fyri at sleppa innum
Mynd: Finnur Justinussen
Vágin í Klaksvík verður kortløgd
Fyrsta dagin verður vágin í Klaksvík kortløgd, og síðan verður farið undir at dýpa ávís øki
C
M
Y
K
9
8