Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 150 - 9. august 2002 Nr. 150 - 9. august 2002 11 Tað er synd at siga, at Sjónvarp Føroya hevur havt eina glæsiliga tilveru. Ein landsstýrismaður setti sjónvarpið á stovn, uttan at landsstýrið hevði gjørt sær greitt, hvat tað merkti at stovna eitt sjónvarp. Síðani hevur tað havt eina skinklandi tilveru uttan nakra serliga játtan á fíggjarlógini, og fyri tveimum árum síðani fór tað mera ella minni av knóranum. Hetta fekk heldur ikki politikarar okkara at rakna við, og nú fær tað nærum mønustingin, tí Føroya Tele nú fer at ávirka, hvat Føroya fólk fer at síggja av fremmandum sjónvarpsrásum. Í grundini er hetta stigið ikki so kollveltandi, tí Føroya Tele bindur bara nakrar ræsur saman og gevur okum eitt tilboð. Og so kunnu vit sjálv gera av, um vit taka av tilboðnum ella ikki. Men henda nýggja skipanin kemur so at siga gjøgnum bakdyrnar og er ikki partur í eini meting um sjónvarps- og mentanarpolitikk okkara. Tórshavnar kommuna hevur í eini 13 ár rikið Rás Tórshavn við fimm rásum, men í fjør stungu nakrir trupulleikar seg upp. Kommunan letur, sum skilst, Føroya Tele taka sær av trupulleikanum, og so fer steinurin á rull. Vinnumálastýrið gevur Føroya Tele loyvi at arbeiða við málinum. Væl er arbeitt, og nú royndarsendir Televarpið við heili 20 sjón- varpsrásum. Frálíkt hjá okkum sjónvarpshyggj- arum, men ikki so stuttligt hjá Mikkjali Helmsdal og hansara manning á Abbatrøð. Trupulleikin verður nú handaður Mentamála- stýrinum og nýggju landsstýriskvinnuni. Orsøkin er einfalt hon, at meginparturin av tí, sum Sjónvarpið sendir, í dag, kemur frá teimum rásum, sum vit í framtíðina fara at fáa beinleiðis inn í sjónvarpsstovurnar. Hevur SVF havt lítið at bjóðað frammanundan, so verður útboðið upp aftur minni. Skal SVF hava ein livandi kjans, má SVF økja útboðið á føroyskum tilfari, og tað kostar pening. Tann pening, sum Føroya Løgting ongatíð hevur kunnað játtað sjónvarpinum. Tilvildin ræður eisini á hesum øki. DAGSINS MEINING Sosialurin Tilvildin ræður VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Oddvør Johansen Í hesum døgum fer ein stórfingin listastevna fram í Føroyum. Satt at siga hevði eg glett meg nógv til alt hetta stórbara, sum nógv fólk hava arbeitt við í ára- vís, sjónleikir, konsertir, filmar og framsýningar, og vóru tað einar tíggju fram- førslur, eg hevði í kikaran- um. Men tá ið avtornar má eg viðganga, at eg havi ein stóran trupulleika: eg haldi, at nógv av hesum stórbara er ov kostnaðarmikið. Tað krevur eitt vist mót at siga tað hart, men eg ivist ikki í, at tað fer at síggjast á áskoðaratalinum, at at- gongumerkjaprísirnir eru ov høgir. Hetta fær meg at spyrja, hvat tað er fyri ein verð, fyrireikararnir liva í. Er henda listastevna einans fyri Yvir-Føroyar, t.v.s. yvirklassan í Føroyum, ella er hon fyri øll, ung, gomul, láglønt ella hvat? Longu tað fyrsta kvøldið merkti eg inni hjá okkum, har fleiri ung vóru samlaði, at flestøll aftraðu seg við at fara til konsert. Tey skuldu av við kr. 225 fyri at hoyra Týr og Runrig spæla í ítróttarhøllini á Nabb. Endin var, at eingin fór. Tey eldru og gomlu í Før- oyum eru nakrir av bestu og trúgvastu áhoyrarunum í landinum til klassiskar konsertir og sjónleikir. Hvat skal ein fólkapension- istur stilla upp, tá ið hann skal av við 150-200 kr. fyri eittans tiltak, tá ið hann kanska hevði ætlað sær til sjey? Eg veit við vissu, at nógv tímalønt fólk eisini elska sjónleik og konsertir. Tíma- lønin er, so ótrúligt tað ljóðar, runt roknað kr.85 fyri vaksið fólk (áðrenn skatt). Vit kunnu sjálvi rokna út í høvdinum, hvussu nógvar tímar eitt arbeiðsfólk skal arbeiða fyri at fara á konsert hjá Listastevnuni. »Slagorðið« hjá Lista- stevnuni er: Mentan skal kosta! Hetta ljóðar bein- leiðis undurfult. Mín spurningur er tó: hvar fara pengarnir? Hesin spurningurin er ikki ófólkaligur. Í nógv ár havi eg virkað sum eitt slag av mentanararbeiðara, og enn havi eg ikki lagt merki til, at hendan mentan kostar nakað av týdningi. Stand- andi orðini plaga at vera: ja, tú fært altso ikki nakað afturfyri. Bara tú riggar KONSERT Tíðindaskriv Leygarkvøldið fara MC- Hár á pallin í TB-húsinum fyrstu ferð nakrantíð. Teir níggju menninir, sum mynda bólkin, hava vant hart seinasta mánaðin. Konsertin leygarkvøldið verður triðja og seinasta konsertin í summar, og hevur bólkurin higartil spælt fyri næstan 4.000 áskoðarum. Konsertirnar á G- Festivalinum og Ólavsøku- konsertini, hava verið stak væleydnaðar og MC-Hár eru í topptrening. – Vit gleða okkum sum smábørn til leygarkvøldið, tí MC-Hár elskar suðuroy- ingar, siga teir, Eyðun, Rókur, Allan, Niels Uni, Jónas, Jens, Brynjolfur, Heri og Rani. MC-Hár í TB-Húsinum SJÓNARMIÐ Okkara framtíðar sjúkrahúsverk Jákup Petersen, yvirlækni Tórshavn 4. Aug. 2002 Markleysi marknaðurin sær ikki út til at lata seg støðga. Við turbo-kapitalismuni kemur okkara samfelag, sum vit kenna tað, at upp- loysast. Solidaritetur, mor- alsk ábyrgd, professionellur etikkur, mentan og traditi- ónir fara at reka aftur við borðinum, og vit fara inn í eitt samfelag við stórum mentunarligum og búskap- arligum gjáum. Hetta fer at skapa spenningar og rem- bingar, sum at enda kunnu kollrenna bæði kapatalismu og demokrati. Heilsuverk- ini verða í stóran mun privatiserað og rikin bert við vinningi fyri eyga. Tikarin durvar Tað sigst, at ein búskapar- ligur tikari liggur og durvar undir núverandi demokra- tiunum í Vesturheiminum. Við at avtaka allar forðing- ar fyri kapitalismuni fáa vit lív í tikaran. Trupuleikin og tann vaksandi spurningurin er, hvat vit gera um sosiali kostnaðurin fyri tann mark- leysa marknaðin er størri enn tann búskaparligi vinn- ingurin. Amerikanarar í døpurhuga Edward Luttwak er ameri- kanskur strategigranskari og limur í National Secur- ity Study Group of th U.S. Department of Defense. Bók hansara um turbo-kap- italismuna kom út í 1999 (Harper Collins) »Vit eru á veg at fáa samfeløg, sum eru til fyri búskapin í staðin fyri búskapir, sum eru til fyri samfelagið«, sigur hann og heldur fram: »Tá allur peningur effektivt kann flytast til, har hann gevur mesta vinningin, verður onki eftir til stovnar, sum stríðast við at taka sær av ikki lønandi virksemi, bygt á moralska ábyrgd, professionellan etikk, høg idealir og traditiónir«. Við turbokapitalismu meinar Luttwak tað sterku økingina í ferðini av kapi- talismuni, sum er í hesum døgum. Globalisering hev- ur verið fyrr, men ongantíð fyrr hevur tað verið gjørligt at flyta pening og íløgur so skjótt, sum nú á døgum. Frá einum landi til eitt annað, frá einum marknað til ein annan og frá einari íløgu til eina aðra. Og ongantíð fyrr hava hesar flytingar verið so væl stuðlaðar við stórum mongdum av informatión um vinning og íløgutreyt- um í stórum sum smáum fyritøkum um allan heim. Ongantíð fyrr hevur kapi- talisman havt so fríðar ræs- ur at fara eftir tí stórsta vinninginum. Hava mist tamarhald á heimsbúskapinum At kapitalisman hevur lyndi til at fara um øll mørk og støðugt skaka øll viður- skifti í samfelagnum, dugdi longu Karl Marx at síggja. Men hann undirmetti helst evnini hjá teimum ymisku londunum at tálma og stýra kapitalinum soleiðis, at bú- skaparligur vinningur kundi vigast mótvegis sosi- alum kostnaði, oyðilegging mótvegis varðveitslu og marknað mótvegis poli- tikki. Undir globaliseringini (eisini kallað amerikaniser- ingin) virka tó stýringsam- boðini hjá teimum ymisku londunum ikki. Til at stýra tí globala marknaðinum krevjast altjóða stovnar, og teir hava vit ikki. Harafturat sær Luttwak tað sum ein stóran trupulleika, at av- reguleringin og privatiser- ingin av kapitalinum er vorðin til politiska ideologi og praksis hjá teimum ym- isku londunum. Vinningur fram um alt annað Hetta at tey ymisku londini eru bakkað út úr marknaði- num hevur ført við sær, at vinningur er vorðin tann sterkasta megin í øllum viðurskiftunum í samfelag- num. Hesi viðurskifti hava eisini rakt skúlar og heilsu- skipanir har onnur motiv fyrr vóru tann drívandi kraftin. Vit síggja, hvussu sjúkrahús og røkt av goml- um og sjúkum verður latin upp í hendurnar á fyritøk- um sum bert hava vinning sum endamál. Hetta verður alt vanligari í okkara grannalondum íroknað Danmark. Globaliseringin hevur higartil ført við sær, at vinningur av kapitali er øktur munandi, men eisini at ikki-búskaparlig fyrilit og áhugamál hava verri við at koma framat. Luttwak heldur fram: »…um okkum ikki eydn- ast at støðga turbo-kapital- ismuni, so kemur samfelag- ið, sum vit kenna tað, at ganga tilgrundar. Hinvegin - at um okkum eydnast, so minkar okkara globala kappingarføri og framtíðar- vánirnar hjá okkara ung- dómi versnar«. Ongi amboð at stýra kapitalismuni við Okkara nationalstatir hava ikki politiskar pallar, sum kunnu bjóða turbo-kapi- talismuni av. Til hetta krevj- ast altjóða politiskir pallar, og teir eru ikki til. Borgarin verður alla tíðina bombaður við stórum mongdum av in- formatión um virkir og vinningar, og ein stórur partur av borgarunum hava longu gjørt íløgur í parta- brøv. Tá teir so koma í tað støðu at velja millum at nøkta tørvin hjá tí einstaka (í andsókn til kollektivið) og at leggja bond á tørvin hjá tí einstaka (fyri kollek- tivinum), ja so velur hann sjálvandi tað fyrra. Gamlar teoriir vakna aftur Bernard Mandeville skriv- aði longu í 1723 í fabluni um bina, at áhugamálini hjá tí einstaka eru heilt í tráð við áhugamálini hjá sam- felagnum (líkasum biurnar í bikubuni). Adam Smith varð hart ímóti hesi ideo- logi, men kom í bókini The Wealth of Nations í 1776 at geva tonkunum hjá Mande- ville ein menniskjaligan bjálva. At henda ideologi nú aft- ur er komin til heiður og æru er ikki tí, at hon hevur víst seg at verða álítandi. Tvørturímóti hevur tað víst seg, at hvørja ferð hon hev- ur verið brúkt ítøkiligt, hev- ur hon framkallað sosialar rembingar og politisk mót- tiltøk. Munurin nú er bert, at politisku móttiltøkini ikki hava nakran effektivan pall at røra seg á - og tað eru sostatt ongar effektivar politiskar mótrørslur møguligar longur. Uppskot til loysnir Spurningurin er so, um tað letur seg gera at seta á stovn teir altjóða stovnar, sum eru neyðugir eru fyri at forða turbo-kapitalismuni at gera enda á sær sjálvari, og har- við samfelagnum sum vit kenna tað. Tey frægastu uppskotini koma frá teimum, sum hava brúkt turbo-kapitalismuna innanífrá, og ein av teimum kendastu er búskaparmað- urin og valutaspekulanturin George Soros. Hann varð føddur í Budapest, Ungarn í 1939. Flyddi úr kommun- istiska Ungarn í 1947. Tók búskaparprógv í Onglandi í 1952 og hevur síðani 1956 verið í USA har hann hevur savnað milliardir gjøgnum ein altjóða íløgugrunn. Síð- ani 1979 hevur hann brúkt ein stóran part av sínum milliardum til hjálpararb- eiði í meira enn 50 londum. Hann hevur skrivað 7 bøk- ur, har tann seinasta "George Soros on Globali- sation" (PublicAffairs) kom út í mars í ár. Soros sigur í bókini on Globalisation, at tá kapital- urin nær sum helst kann røra seg hvar sum helst utt- an at hugsa um teir sosialu trupulleikarnar, so verður heimurin instabilur. Hann metir, at World Trade Org- anisation (WTO) og Inter- national Monetary Fund (IMF) kunnu reformerast og verða tól til at fylla gjáir og byggja brúgvar í tí syndraða landslagi, sum turbo-kapitalisman fer at lata eftir seg. Men hann er ivasamur um tað fer at eydnast. Trupuleikin bítir seg í halan. Tað krevst ein broyttur hugburður fyri at stovna neyðugu altjóða stovnarnar og altjóða stovn- arnir eru neyðugir fyri at broyta hugburðin. Joseph Stiglitz fekk í fjør búskaparvirðisløn Nobels. Hann varð búskaparligur ráðgevi hjá Bill Clinton og búskaparstjóri í Heims- bankanum. Hann roynir eins og George Soro og Ed- ward Luttwak at bjarga kapitalismuni frá sær sjálv- ari og metir, at tað skuldi verið gjørligt at demokrati- sera IMF og Heimsbankan. Soleiðis kunnu fátøk lond gera seg galdandi gjøgnum hesar stovnar. Teir meta all- ir, at globaliseringin er ynskilig og neyðug og meta eisini, at núverandi turbo- kapitalisma við at oyði- leggja sosialu og mentunar- ligu viðurskiftini, sam- stundis máðar støðið undan sær sjálvum. Hvussu verður við okkum Í okkara grannalondum síggjast longu árinini. Børn og ung ganga við troyggj- um, har prentaði eru uni- versitetnøvn úr USA, eta í McDonald, síggja ameri- kanskar filmir og ferðast á alnótini vitjandi ameri- kanskar heimasíður. Tey fitna spakuliga, og hug- burður og mentan broytast. Støðuga informatiónstrýst- ið skapar ein hugburð, har tørvur einstaklinga og vinn- ingur verður settur fram um alt annað. Í hesum umhvørvi er lættari at seta solidaritetin til viks og privatisera øll viðurskifti, eisini tey, sum viðvíkja børnum, gomlum, sjúkum og minni mentum. Svøríki og Danmark eru komin nakað áleiðis í pri- vatiseringini. Innan eldra- røkt og á ymiskum økjum á sjúkrahúsum eru privatiser- ingarnar byrjaðar. Úrslitini, sum at byrja við vóru posi- tiv, hava seinastu tíðina mest verið negativ. Fleiri gølur hava verið, og tær benda allar á, at trupulleik- in varð jakstran eftir vinn- ingi. Og vit síggja eisini byrj- anina til harðskap móti globaliseringini. Vit sóðu hann í Gøteborg og so eis- ini í Genua. Á teimum ser- støku økjunum prutlar und- ir lokinum, og sum oman- fyri nevnt, er tað helst bert ein spurningur um tíð, til tað festir í av álvara. Føroyar eru enn í stóran mun eitt solidariskt sam- felag, og tað er av stórum týdningi at varðveita tær soleiðis. Tað solidariska sæst í nóvum av okkara viðurskiftum, heilt frá fiskiskapi og hvalaveiðu yvir arbeiðslív til átrúna, familjulív og umsorg fyri sjúkum, gomlum og minni mentum. Hetta verður ikki varðveitt av sær sjálvum, og taka vit ikki støðu í góð- ari tíð, kann tað skjótt enda við, at vit til dømis hava eitt heilsuverk, sum hevur vinning sum einasta enda- mál, og har moralsk ábyrgd, professionellur etikkur, høg idealir og traditiónir hoyra fortíðini til. Eitt tílíkt heilsuverk hevur ikki trygga framtíð. C M Y K 11 10