Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 150 - 9. august 2002 Nr. 150 - 9. august 2002 13 UTTAN ÚR HEIMI Bløð í Bretlandi lova nú 11 milliónir krónur í finningar- løn, um onkur kann siga, hvar tvær horvnar tíggju ára gamlar gentur eru BRETLAND Árni Joensen: Tær báðar genturnar hvurvu seinasta sunnudag, og løgreglan ber ótta fyri, at Jessica Chapman og Holly Wells eru burturfluttar. – Í fyrstani hildu vit, at tær royndu at ræða foreldr- ini og okkum. Síðani hildu vit, at hetta mundi vera eitt ella annað slag av einum óhappi, men sum dagarnir eru gingnir, noyðast vit tí- verri at viðganga, at hetta líkist meiri og meiri einari burturflyting, sigur løg- reglumaðurin David Hankins. Blaðútgevarafelagið Express News-papers, sum gevur út bløðini Daily Ex- press, Sunday Express og Daily Star, hevur boðið sær til at rinda 11 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kann koma við upp- lýsingum um, hvar gent- urnar eru. Hetta er nógv tann størsta finningarlønin í Bretlandi í sambandi við mál sum hetta. Mikudagin legði løgregl- an hald á ein hvítan vøru- vogn, tí onkur segði seg hava sæð bilin á staðnum, sum genturnar vóru á, tá tær vórðu sæddar seinast sunnukvøldið. Jessica Chapman og Holly Wells vóru í troyggj- um hjá fótbóltsferlagnum Manchester United, tá tær hvurvu. Á rygginum stóð eftirnavnið hjá tí kenda David Beckham, og tað fekk týskvøldið Beckham til alment at biðja genturnar koma heimaftur. Løgreglan hevur leitað við hundum og tyrlum, men higartil uttan úrslit. Nógvir løgreglumenn og fleiri hundrað sjálvboðin hava tikið lut í leitingini. Jessica Chapman var og vitjaði vinkonuna Holly Wells sunnudagin. Seinna- partin ringdi hon til hús og spurdi, um hon kundi eta døgurða saman við vinkon- uni, og tað fekk hon loyvi til. Samstundis avtalaðu hon og foreldrini, at hon skuldi ringja, áðrenn hon kom til hús, so pápin kundi koma ímóti henni. Men hon ringdi ongantíð. Løgreglumenninir, sum fyri tveimum árum síðani leitaðu eftir gentuni Sarah Paynes, leita eisini nú eftir Jessicu Chapman og Holly Wells. Sarah Paynes hvarv í Sussex í juli í 2000, tá hon var og vitjaði ommuna og abban. 17 dagar seinni varð hon funnin myrd og grivin niður. Hátíðarløtan, tá nýggi forsetin í Kolombia varð tikin í eið, varð órógvað av granat- brestum. 14 fólk lógu eftirá KOLOMBIA Árni Joensen: Nývaldi forsetin, tann høgrasinnaði Alvaro Uribe, varð tikin í eið í tinghús- inum í høvuðsstaðnum Bogota. Um somu tíð brustu tríggjar granatir í einum fátækrabýlingi tætt við tinghúsið. 14 fólk, teirra millum trý børn, doyðu. Kolombisku myndug- leikarnir høvdu framman- undan fingið eina ávaring frá teirri vinstrasinnaðu rørsluni FARC, og tí vóru 20.000 hermenn og løgreglumenn á varðhaldi kring tinghúsið og aðra- staðni í høvuðsstaðnum. Kortini eydnaðist tað FARC at skjóta granatirnar inn í fátækrabýlingin, men myndugleikarnir ivast ikki í, at ætlanin var at raka tinghúsið. Nývaldi forsetin helt júst røðu fyri tjóðartinginum, tá granatirnar brustu. Brest- irnir hoyrdust ikki inni í tinghúsinum, men embæt- ismenn forsetans tutlaðu honum í oyrað, hvat var á vási uttanfyri. Í røðuni hevði forsetin júst umrøtt stríðið millum myndugleikarnar og ta vinstrasinnaðu uppreistrar- rørsluna. Uribe segði, at hann ætlar sær ikki at slaka fyri uppreistrarmonnunum, og at hann fer einans at samráðast við FARC, um rørslan leggur vápnini. – Vit bjóða teimum demokrati, soleiðis at orða- skifti kann koma ístaðin fyri vápn, segði Alvaro Uribe. Júst bardagin ímóti harð- skapinum var høvuðsevnið hjá Alvaro Uribe undir val- stríðnum. Hann lovaði at fáa enda á bardøgunum, sum hava herjað Kolombia seinastu 38 árini. Støðan í Saudiarabia er ótrygg, og vandi er fyri, at tann ráðandi greinin av kongs- ættini verður koyrd frá, siga vesturlendsk- ar fregnartænastur SAUDIARABIA Árni Joensen: Seinastu mánaðarnar hava fleiri mótmælisgongur ver- ið í Saudiarabia, har fólk hava mótmælt teirri grein- ini av kongsættini, sum sit- ur við valdið. Vesturlendsk- ar fregnartænastur, sum fylgja við gongdini, siga vanda vera fyri, at virkandi kongurin, Abdullah krún- prinsur, kann verða koyrdur frá, og at aðrar kreftir í kongsættini fara at taka við. Lagt verður afturat, at hesar kreftirnar hava sam- huga við yvirgangsfelags- skapinum al-Qaeda hjá Osama bin Laden, sum er ættaður úr Saudiarabia. Higartil hevur júst Saudi- arabia verið roknað sum eitt av teimum fremstu sameindu hjá USA í bar- daganum ímóti yvirgangi. Mótmælisgongurnar ímóti teirri ráðandi kongs- ættini byrjaðu í mars, eftir at 14 ungar gentur brendu í hel í einum skúla, tí tann serliga átrúnaðarløgreglan sýtti fyri at hjálpa gentun- um úr tí brennandi skúlan- um. Bretska blaðið The Observer veit at siga, at seinastu mánaðarnar hava mótmælisgongur verið um at kalla alt landið, og at løg- reglan hevur bart tær niður við harðari hond. Bumbuatsóknir Tann fremsti avbjóðarin hjá Abdullah krúnprinsi er Sultan prinsur, sum er verjumálaráðharri, og hann hevur fleiri ferðir funnist at krúnprinsinum, sum hann heldur vera alt ov vinarliga sinnaðan ímóti Vesturheim- inum. Hildið verður, at innan- hýsis fíggindarnir hjá Ab- dullah krúnprinsi hava skipað fyri fleiri bumbuat- sóknum at vesturlendskum málum, og at tað eru víð- gongdir menn við tilknýti til al-Qaeda, sum hava framt sjálvar atsóknirnar. Eingin saudiarabi er tikin í sambandi við atsóknirnar, men myndugleikarnir hava ístaðin tikið fimm bretar, ein kanadiumann og ein belgiumann og lagt teir undir at hava havt samband við bumbuatsóknirnar. Vesturlendsku fregnar- tænasturnar siga, at skuldi Fahd kongur doyð, fer tað at økja innanhýsis spenn- ingin í saudiarabisku kongsættini. Kongurin ligg- ur á einum sjúkrahúsi í Sveits. Smágentur horvnar Blóðug forsetainnsetan Vandi fyri statskvetti í Saudiarabia Alvaro Uribe, forseti heilsar formanninum í tjóðartinginum beint aftan á innsetanina, sum varð órógvað av trimum granatspreingingum, sum kostaðu 14 mannalív Í hesum døgum eru rógvarar úr Aith Row- ing Club í Hetlandi staddir í Føroyum. Tey skulu luttaka í kappróðrinum á bátastevnuni í Suður- oy, sum verður um vikuskiftið. Tey eru stødd í Klaksvík, har tey eru á vitjan hjá Stuðulsfelagnum Draganum SUMMARGESTIR Solby A. Eliasen Klaksvík: Ian Davidge, sum er ferðaleiðari hjá ferðalagnum úr Hetlandi, heldur, at tað er sera huga- ligt at síggja, hvussu trú- fastir føroyingar eru móti kappróðrinum. Hann sigur, at tað er stórur munur á, hvussu undirtøkan fyri kappróðri er í Føroyum og so í Hetlandi. Eina av høvuðsorsøkun- um til hetta, heldur hann vera, at í Hetlandi snýr so at siga alt seg um fótbólt. - Fótbólturin hevur ovur- hondstóran áhuga millum hetlendingar, og tað letur til at ganga út yvir kappróður- in hjá okkum millum ann- að, sigur Ian. Hann vísir á, at eitt nú í Lerwick, sum er høvuðs- staður í Hetlandi, megna tey ikki at manna meira enn eina kvinnumanning. Onk- untíð hevur ein mannfólka- manning eisini verið, men tað er so eisini alt. Hann samanber tað við undirtøk- una fyri kappróðri í Havn, har ikki minni enn trý kappróðrarfeløg eru og nógvar manningar bæði við kvinnum og monnum. - Tað er merkisvert, at tað ikki kann lata seg gera at manna meiri enn ein bát í Lerwick, serliga tá verður havt í huga, hvussu mong rógva í tykkara høvuðs- staði, heldur Ian, og hann leggur afturat, at tað eisini er stuttligt at síggja at so nógvar smábygdir eisini hava manningar við í før- oyska kappróðrinum. Hvalvík/Streymnes íbirtarar Ian Davidge greiðir frá, at tað hevur ikki altíð verið so í Hetlandi, sum tað er nú. - Fyrr var áhugin fyri kappróðri í Hetlandi eisini sera stórur, men eg haldi, at vit hava sjálvi ein part av skuldini fyri, at áhugin dal- aði tað eina tíðarskeiði, sig- ur hann. - Tað er nú einaferð so, at hetlendingar taka ikki kappróðurin í so fullum álvara, sum føroyingar. Tað vil siga, at okkum dámar væl at fara ein túr í býin at hugna okkum, tá vit eru lið- ug at rógva – eisini mitt í kappingarárinum. Og tað gav pubbeigarunum og teimum, sum annars skip- aðu fyri regattakappingun- um blóð upp á tunguna, tí kappingarnar vístu seg at geva nógvar pengar í kass- an. So tað endaði við, at tað vóru ikki minni enn 14 regattakappingar í einum kappróðrarári, og tað bleiv ov nógv av tí góða fyri nógvar rógvarar, sum so ikki tímdu meira. Ian sigur tó, at støðan er batnað nógv síðani, og hon batnar støðugt enn. Í dag eru átta regattakappingar í Hetlandi um árið, og tað vísir seg at vera passaligt. Ian sigur, at áhugin fyri kappróðri í Aith av álvara byrjaði at blóma aftur eftir at róðrarfelagið í Hvalvík/- Streymnesi hevði verið ein túr í Hetlandi í 1993. - Tað var so at siga tey, sum góvu okkum eitt skump í baki at byrja at rógva aftur, so ein kann gott siga, at tey vóru íbirtararnir til at menna áhugan fyri kappróðri aftur í Hetlandi, sigur Ian og smílist. Møttust í Hetlandi Vinarlagið millum Ian og hansara fólk og fleiri av limunum í stuðulsfelagnum Draganum hevur eina skemtiliga søgu. Hetlendingarnir og limir- nir úr Draganum vóru úti og ótu saman við umboðum frá Klaksvíkar Róðrarfelag mikukvøldið. Og tá nýtti Hans Eli Hansen, formaður í stuðulsfelagnum, høvi til at greiða frá, hvussu teir møttust. Hann greiddi frá, at teir vóru nakrir frá Draganum farnir niður til Hetlands til eina seglbáta regatta, sum var har. Teir fóru bert fyri at eygleiða og fregnast. Ein dagin, meðan teir gingu ein túr og avmynd- aðu allar seglbátarnar, komu teir inn á eitt øki, har nógvir kappróðrarbátar stóðu. Tá fingu teir tað hugskotið, at fara og spyrja ein av bátaeigarunum, um teir ikki kundu læna ein bát til at fara út og avmynda seglbátarnar frá sjósíðuni. Teir spurdu onkrar aðrar, áðrenn teir komu til Ian, sum teir sjálvandi ikki kendu tá. Ian var blíður og lat teir læna ein av bátun- um. Tá teir vóru lidnir at taka myndir, kom ein bátur har og bjóðaði seg til at sleipa teir. Teir ánaðu ongi óráð og tóku gleðiliga av. Teir hildu, at teir fóru at verða sleipaðir innaftur, men har fóru teir skeivir. Við eitt varnaðust teir, at teir vórðu sleipaðir út á 2.000 metra málið, har ein kappróður var um at byrja. Og so teir at rógva. Miðal- aldurin á kappingarneytun- um hjá teimum var mettur at vera um 20 til 22 ár, meðan hesir føroyingarnir vóru allir omanfyri 40 ár, so tað bleiv flent at teimum, tá teir komu har. Men Hans Eli segði, at ikki bleiv flent líka nógv, tá róðurin var av, tí teir end- aðu sum nummar 15 av 20 bátum. Leggjast skal tó aftur at, at Ian helt, at teir bóðu um at læna ein bát, tí teir ætl- aðu sær at rógva. Men eftir henda dag vóru føroyingarnir saman við Ian og hansara fólki so gott sum hvønn dag, og eitt vin- arlag fyri lívið var funnið. Fingu gamla Klaksvíking Ian og teimum dámar væl tann føroyska kappróðrar- bátin. Og síðst í 2001 løgdu teir ætlanir um at fara at royna at byggja ein før- oyskan kappróðrarbát í Hetlandi. Men teir høvdu ikki mátini, so Ian ringdi til Fischer H. Johannessen í Klaksvík og spurdi hann, um hann kundi skaffa teim- um teir neyðugu upplýsn- ingarnar. Fischer setti seg so í sam- band við Klaksvíkar Róðr- arfelag og spurdi tey til ráðs. Men í Klaksvíkar Róðrarfelag gingu tey so spent júst tá og bíðaðu eftir, at tann nýggi Klaksvíking- urin skuldi koma frá báta- smiðjinum. So tey gjørdu ikki mætari enn at biðja Fischer spyrja sínar het- lendsku vinir, um tey ikki bara vildu hava gamla Klaksvíking, tí hann hekk sum eitt húsaskor í neysti- num, og felagið hevði ikki pláss fyri honum, tá tann nýggi Klaksvíkingur fór at koma. Hetlendingarnir tóku gleðiliga av. Og Ian kom til Føroyar eftir honum. Ian var staddur í Havn og bíð- aði eftir, at báturin skuldi koma, men Dúgvan sigldi ikki vegna veður, so Ian fór einsamallur heim aftur við Claire. Men í januar 2002 fór so Fisher við Claire til Hetlands við gamla Klaks- víkingi sum viðføri. Og glaðir vóru hetlend- ingarnir, tá teir fingu bátin. Til bátastevnu í Suðuroy Sum sagt, so eru hetlend- ingarnir her í samband við bátastevnuna í Suðuroy. Hendan ferðin kom upp á tal tíðliga í ár, og tá bað Ian Fisher kanna møguleikar- nar fyri at sleppa at rógva á Ólavssøku, men tað lat seg ikki gera, so tey tóku bein- anvegin avgerð um, so at koma og verða við í báta- stevnuni. Men Ian sigur, at hann kemur ikki til Føroyar uttan at vitja í Klaksvík, tí hann hevur fingið so nógvar og góðar vinir har. Og eftir sum at Róðrar- felag er í Klaksvík, so er tað so líka til, at tað verður skipað fyri kappróðri í Klaksvík hóskvøldið klokkan sjey millum kvinn- ur og menn frá Aith Row- ing Club og Klaksvíkar Róðrarfelag. Hetlendingarnir fara til Suðuroyar fríggjadagin, og tey fara heimaftur til Het- lands mánadagin við Norr- ønu. Ferðalagið hjá teimum telur eini 30 fólk. Ian Davidge úr Aith: Føroyingar eru so trúfastir móti kappróðrinum Ian Davidge heldur, at føroyingar eru so trúfastir móti kappróðrinum Hesir báðir hava knýtt sterk vinarbond, síðani Fischer og aðrir frá Draganum vóru ein túr í Hetlandi C M Y K 13 12