Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 9. august 2002 15 Tað er hugstoytt at verða lagdur undir at koma bátastevnuni á Tvøroyri í trupulleik- ar, sigur nevndarlim- ur í Hósvíkar Róðrar- felag, sum vísir aftur, at samband hevur verið millum fyrireik- ingarnar til báta- stevnuna á Tvøroyri og regattaina í Sunda- lagnum SIGLING Edvard Joensen Fyrireikararnir av teimum báðum bátastevnunum, sum hildnar verða hetta vikuskiftið, hava ongatíð havt samband hvør við ann- an, sigur Hans Jacob Djur- huus, sum er nevndarlimur í Hósvíkar Róðrarfelag. Av Tvøroyri hevur annars verið sagt, at tað er keðiligt, at báðar stevnurnar falla saman, tí tað hevur helst gjørt, at so fáir føroyingar koma til stevnuna á Tvør- oyri. Hildið hevur verið fram, at tey hava tosað við hósvíkingar um hetta, og vóru tá samd um, at hava stevnurnar hvør sítt viku- skifti, júst fyri at sleppa undan slíkum samanfalli. Men hesum vísir nevnd- arlimurin í Hósvíkar Róðr- arfelag aftur. Hann sigur, at tey gjørdu av longu í fjør, at regattain í Sundalagnum skuldi verða eitt árliga afturvendandi tiltak, sum haldast skuldi í samband við Ovastevnuna í Nólsoy. Hann dugir ikki at skilja uppáhaldið av Tvøroyri, sigur Hans Jacob Djurhuus, sum heldur tað vera keði- ligt at verða lagur undir at vera orsøk til eina kanska miseydnaða stevnu á Tvør- oyri. Annars sigur hann um regattaina í ár, at undirtøk- an er góð, og at hon verður hildin á sama hátt, sum andanfarnu árini. Siglt verður fríggjakvøldið av Eiði til Hósvíkar, har veitsla verður. Leygardagin veðrur so hildið fram til Nólsoyar. Hans Jacob Djurhuus sigur, at hesaferð fara samarittar frá Reyða Krossi at vera við í regattaini. Tað er Hósvíkar Róðrar- felag, sum einsamalt skipar fyri regattaini í Sundalag- num í ár. Tað eru ikki fyrireikararnir av regattaini í Hósvík, sum hava skuldina av, at tiltøkini falla saman, sigur nevndarlimur í Hósvíkar Róðrarfelag Einki samband 15 14 Nr. 150 - 9. august 2002 Føroya Banki heldur tørn Á niðastu linju á hálvársroknskapinum hjá Føroya Banka stendur nett tað sama sum fyrra hálvár í fjør. ROKNSKAPUR Heri á Rógvi Føroya Banki hevði fyrra hálvár í ár 93 mió. kr. í av- lopi áðrenn skatt. Hetta júst tað sama sum fyrra hálvár í fjør. Árið í fjør varð av Janusi Petersen, stjóra fyri Føroya Banka, kallað fyri tað besta árið nakrantíð hjá banka- num. Roknað var tá heldur ikki við, at 2002 fór at ger- ast eins gott, men higartil hevur bankin megnað at hildið tørn. Forstjórin, Jørn Astrup Hansen, letur væl at hálv- ársúrslitinum hjá banka- num. Hann roknar tó ikki við, at úrslitið fyri alt árið fer at vísa eitt eins stórt av- lop fyri Føroya Banka sum undanfarna árið. Eftir skatt góvu fyrstu seks mánaðirnir Føroya Banka 74 milliónir at leggja afturat eginpeningi- num. Ein stórur partur av hesum peninginum verður væntandi latin Fíggingar- grunninum hjá landsstýri- num í vinningsbýti. Rentu- og kostnaðarinn- tøkur bankans fevndu fyri 1. hálvár 2002 um 124 mió. kr. ímóti 140 mió. kr. fyri sama tíðarskeiðí 2001. Henda minking stavar í høvuðsheitum frá, at bank- in í 1. hálvári hevur verið noyddur at seta eitt sera stórt nettogjaldføri, uml. 1,8 mia. kr., í peninga- og virðisbrævamarknaðirnar við lutfalsliga lágari rentu, nevniliga uml. 1,5 pst. stig lægri enn støðið sama tíðarskeið í fjør. Afturat hesum kemur, at ríkiliga gjaldførið í samfel- agnum hevur havt við sær eina ógvuliga lívliga prís- kapping peningastovnanna millum. Tað er fatanin hjá Føroya Banka, at verandi rentumunur fer at roynast ov trongur, tá verandi sera stóra uppgongd í búskapi- num fer at hasa av, og pen- ingastovnarnir aftur skulu standa ímóti vanligum tap- um av skuldarum sínum. Fyri stórar partar av før- oyska fíggjarheiminum røkkur hesin vinningur ein- ans til eitt sera lítið avkast av eginpeninginum, skrivar Føroya Banki í tíðinda- skrivi. – Afturgongdin í rentu- inntøkum bankans er fyri ein part vunnin innaftur á marknaðinum fyri rentu- og gjaldoyratryggingarsátt- málar. Soleiðis hevði Før- oya Banki í 1. hálvári 2002 ein vinning av vir_isjavnan uppá tilsamans 9 mió. kr. Eftir virðisjavnan og aðrar vanligar inntøkur uppá 8 mió. kr. gjørdist úrslit bankans av fíggjarpostum 141 mió. kr. fyri 1. hálvár 2002. Hetta er 4,6 pst. minni enn undanfarna ár, skrivar Bankin í tíðinda- skrivi. Afturføringar Sum úrsliti av kreppuni fyrst í nítiárunum fekk Før- oya Banki eina kraftiga innspræning frá myndug- leikunum uppá fleiri milliardir. Ein stóran part av hesum peningi hevur bankin kunnað afturført seinnu árini, og hetta hevur eisini verið høvuðsorsøkin til, at bankin hevur kunnað víst á ovurstór avlop. Tá roknskapurin fyri 2002 varð mett, at bankin nú var liðugur við afturføringar, og byrjast kundi at tosa um »veruligan« vinning hjá bankanum. Í hálvársrokn- skapinum sæst, at bankin inntøkuført 13 mió. kr. í burturleggingum. Stjórin heldur tó ikki, at hetta broytir teirra áður nevndu metingar. Føroya Banki hevur í 1. hálvári 2002 afturført (inn- tøkuført) 13 mió. kr. í burt- urleggingum (netto). Hetta eigur ikki verða tulkað sum eitt tekin um, at bankin hevur broytt metingina av millumverandum sínum. Heldur er talan um, at ein ávís flyting av millumver- andum er peningastovn- anna millum, og Føroya Banki hevur í hesum sam- bandi kunna_ afturført lut- falsliga stórar upphæddir, sigur Jørn Astrup Hansen. Tølini í hálvársrokn- skapinum siga okkum eis- ini so mikið, at bæði út- lánini og innlánini er voks- in við ávíkavíst 4,4 og 7,3%. Hetta er eisini í tráð við góðu gongdini í bú- skapinum og samfelagnum. Tað hevur merkt bankan, at útreiðslurnar til starvs- fólk og annað eru voksnar so mikið, at teir fyri hvørja útreiðslukrónu nú vinna 2,27 kr. móti 2,64 í 2001. Eginpeningurin hjá banka- num er nú góða hálvaaðru milliard. Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, letur væl at hálvársúrslitinum hjá bankanum, sum vísti eitt avlop áljóðandi 93 mió. áðrenn skatt. Leygarkvøldið fer eitt av høvuðsnøvnunum á Listastevnuni á pall- in í Norðurlandahúsi- num LISTASTEVNAN Heri á Rógvi Leygarkvøldið fer brasili- anski Egberto Gismonti á pallin í Norðurlandahúsi- num. Sambært Listastevn- uni er talan um einki minni enn ein heimskendan tón- leikarar, sum tað hevur eydnast at fáa hendanvegin. Gismonti hevur á einum festivali í Danmørkini spælt saman við Edvardi Nyholm Debes. Kontaktin teirra millum gjørdi tað eis- ini møguligt at fáa Gis- monti hendanvegin í sam- bandi við Listastevnuna. Upplýst verður, at tað ikki bara er sum at siga tað, tá tú skalt fáa sovorðnan kendan mann til landið. Hann hevur víst stóran væl- vild og sagt ja til at koma til Føroya at spæla. Konsertin leygarkvøldið, sum byrjar kl. 19.30, verður í tveim- um. Fyrst spælir Gismonti sjálvur; síðani spælir hann saman við sínum bólki, Gismonti Project. Egberto Gismonti hevur yvir tretivu ára royndir inn- anfyri tónleik, og hann hev- ur verið ein stórur partur av menningini innan brasil- ianskan tónleik seinnu ár- ini. – Tað er fatan bank- ans, at týðiligir fløskuhálstrupul- leikar eru á arbeiðs- marknaðinum, og at klár tekin eru um byrjandi ovurhitan av búskapinum, sig- ur Jørn Astrup Han- sen, forstjóri í Før- oya Banka BÚSKAPUR Heri á Rógvi Føroya Banki hevur hetta seinasta hálva árið merkt tað á egnan krop, at tað er vorðið dýrari í Føroyum. Undanfarin ár hevur bankin megnað at hildið rímiliga stabilum út- reiðslum, men hesar fyrstu seks mánaðirnar í ár eru útreiðslurnar voks- nar 12,1 prosenti. –Útreiðsluhækkingin stavar tó serliga frá eini sera stórari hækking í lønar- og kostnaðarstig- num í samfelagnum sum heild. Tað er fatan bankans, at týðiligir fløskuhálstrup- ulleikar eru á arbeiðs- marknaðinum, og at klár tekin eru um byrjandi ovurhitan av búskapi- num, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka. Forstjórin sigur, at vit í Føroyum í løtuni uppliv- að ein eksplosión í for- brúki, og hetta sæst aftur í eitt nú talið av nýggjum bilum. Jørn Astrup Hansen iv- ast ikki í, at tað er meira skil á nú enn á fýrsunum, men hann heldur tað kort- ini líkjast einari ov skjót- ari ferð Rentimarginalur Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so hevur Føroya Banki merkt, at eina ógvuliga lívliga kapping millum peningastovnar. Forstjórin vísir á, at rentumarginalurin, t.e. munurin á útláns og inn- lánsrentuni, í miðal er fýra prosent í Føroyum. Hetta er millum eitt og tvey prosent minni enn í Danmark. –Seinastu árini hava verið mestsum uttan tap fyri okkum, og er hetta heilt óvanligt. Í framtíðini – undir normalum for- holdum – mugu vit rokna við, at bankan fer at tapa meiri pening, sigur Jørn Astrup. Tað kostar tvey prosent at reka bankan, og undir vanligum umstøðum vildi bankin merkt eitt tap um- leið 1,5 %. Tískil verður bert 0,5% eftir m.a. í vinningsbýti til partaeig- arnar, og hetta er ov lítið, heldur bankastjórin. Fylgjurnar kunnu vera ein tveimum: At ómaks- gjøldini veksa ella at út- lánsrentan veksur. Sann- líkur er ein lítil vøkstur í útlánsrentuni. Tvær milliardir Spurdur um virðið á Før- oya Banka havandi nýggjasta úrslitið í huga, svara Jørn Astrup Han- sen, at teir meta virðið á Føroya Banka vera á leið tvær milliardir krónur. –Eitt er virðið á banka- num, men eitt annað er, hvussu nógv nakar vil keypa hann fyri, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann grundar sína met- ing á, at bankin hevur ein eginpening aljóðandi góðar 1,5 milliardir. Rest- in av virðinun kann ein so meta um, og stjórin metir virðið á bankanum liggja um tær tvær milliardirnar. Hann vísir harafturat á, at teir eisini liva av rentu- støðini, tí teir seta eisini part av sínum eginpen- ingi í peninga- og virðis- brævamarknaðir. Jørn Astrup Hansen: Tekin um ovur- hitaðan búskap Gismonti komin til landið Egberto Gismonti er millum høvuðsnøvnini á Listastevn- uni í ár, og leygardagin trín- ur hann á pallin í Norður- landahúsinum. C M Y K 14