Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 150 - 9. august 2002 Nr. 150 - 9. august 2002 17 Gamlar myndir úr Vágunum Hesar myndir eru úr savninum hjá Karl Joensen og Valborg Svaðabúð í Miðvági. Fólk eru vælkomin at gera viðmerkingar til myndirnar, kontaktpersónur er Georg Hansen, hann hittist á telefon 333066 A 7: Jóhanna Kathrina, Elsba Sofía, Elsba Olsen, Hans Chr., Heini Joensen og Jógvan Joensen, bóndi á Ryggi A 8: Elspa Kathrina Niclasen og Tummas Johansen (Boys) A 9: Ólavur Guttesen, Bø. Hann fórst við Bíggjarbátinum í 1937 A 6: Mikkjal á Ryggi og Jógvan Joensen, bóndi á Ryggi (1839-1921) A 5: Arbeiðskona Jóhanna Kathrina, Elspa Sofía, Heini, Hans Christian, Jógvan og sonurin í bóndahavanum 2. partur Agnes Mols Morten- sen hevur á Fróðskap- arsetrinum skrivað BS-ritgerð. Hon snýr seg um tara. Agnes er von at kava og hevur nýtt hetta frítíðarítriv í rannsókini eftir tara og viðurskiftum hesum viðvíkjandi í Føroyum. Hon kavaði ymisk støð í Suður- oynni og m.a. kom hon fram á tvey tarasløg, ið bert eru skrásett einferð áður í Føroyum NÁTTÚRUVÍSINDI Dagfinn Olsen At kanna tara er ivaleyst ikki tað, ið leggur teim flestu fremst í huga. Tarin er har og hevur verið tað leingi. So leingi brot um klettar slær verður tarin helst eisni. Og hvat so?, spyrja helst mong. Tað gjørdi Agnes Mols Mortensen av Tvøroyri eisini. Men hon tók spurn- ingin í álava og setti sær fyri at kannað hetta nærri. Agnes M. Mortensen hevur kavaraprógv og hev- ur kavað í nøkur ár. Hetta frítíðarítriv hevur hon sett saman við lestri sínum. Hon hevur í tvey ár lisið lívfrøði í Keypmannahavn. Síðsta árið hevur hon lisið á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta var liður í ætlanini at tvinna saman áhugan fyri kavaraítrivinum og tara. Nú hevur hon skrivað BS-ritgerð um tara í Føroy- um. Hon hevur kavað yms- ar staðir í Suðuroynni í ar- beiðinum at kanna og skriva um ymsik viðurskifti viðvíkjandi tarasamfeløg- unum. Tvey sjáldsom sløg BS-uppgávan hjá Agnes ber heitið Sublittoral tara- samfeløg í Suðuroy. Trý pláss við ymiskari styrki á aldubrotum. Kanningararbeiðið var skipað soleiðis, at kavað varð 3 ymisk støð í Suður- oynni. Støðini valdi Agnes útfrá eksponeringsgradini, aldustyrkini. Kavað, kann- að og savnð varð á 5, 10 og 15 metra dýpi. Hugt var eftir slagsamanseting og hvussu nógv ymsu sløgini fyltu í økinum. Eisini býtið milum grøn-, reyð- og brúntara varð kannað. Støðini vóru vald soleið- is, at tey nevndust vart, miðal og ábart. Á Tvøroyri var eitt stað, ið var vart, tað vil siga sera stilt. Á Markn- oyri í Vági var meira alda, miðal. Við Prestgjógv í Famjin var meira alda, hav- alda, og var tað ábart, tað vil siga sera nógv alda. Á hvørjum stað vóru so fleiri støðir, har hugt var at eftir ymsu viðurskiftunum. Eitt taraslag fanst bert í varda staðnum. Tað var Laminaria faroensis. Eisini varð komið fram á tvey heldur sjáldsom tara- sløg, sum bert eru skrásett einaferð áður í Føroyum. Sløgini eru Aglaothamnion bitinatum, funnin í Vági, og Tilopteris mertensii,, ið varð funnin á Tvøroyri. Agnes fann eisini útav, at á eksponeraðu støðunum, við nógvari aldu, vaks væl í dýpinum. Á varda staðnum var nærum einki á 10 metra dýpi. Ein frágreiðing er, at botnurin er bleytur á varda staðnum og tari veksur á hørðum botni, tí hann skal hava okkurt at halda fast í. Tari upptekur føði ígjøgn- um bløðini. Eisini ger tað seg galdandi, at er ikki út- skifting í sjónum, so eru nógvir partiklar og harvið lítið ljós, og so eru vakstr- armøguleikarnir minni, størri dýpið er. Sostatt vóru sera góðir møguleikar, har ábart var, nevniliga í Famjin. Har er hartil klettur, so líkindini hjá tara eru góð. Kanningarnar fóru bert fram í sonevndu sublittor- ala økinum. Hetta hevur við flóð og fjøru at gera og merkir, at kannað varð bert frá tí stað, har vatnskorpan er, tá fjøra er, og niðureftir. Kavar sjálv Agnes M. Mortensen sigur, at aðrar kanningar eru gjørdar áður, og at hennara kanningar tí í sær sjálvum ikki eru slóðbrótandi. Men stuttligt er at merkja sær, at tvey sjáldsom tarasløg eru skrásett og at funnið er útav ymsum nýggjum viðvíkj- andi málsetniginum við uppgávuni, tað vil siga samanburði millum ymsu støðini, ið jú vóru ólík. Agnes nevnir umfatandi kanningarnar hjá Bio-far í áttatiárunum og aðra kann- ing, ið gjørd var fyri fáum árum síðani. Agnes sigur, at orsøkin til, at hon valdi at hesa upp- gávuna var, at áhugin fyri tara er til staðar og at gylt- ur møguleiki so eisini var at tvinna saman lesna og ítriv. Agnes er nevniliga kavari í frítíðini og tók fyri nøkrum árum síðani kavaraskeið. Um orsøkina til valdu støðini sigur Agnes, at tað fall náttúrligt at velja Suð- uroynna, har hon hevur sín- ar røtur. Agnes hevur lisið lívfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í tvey ár og hevur so tikið eitt ár í Føroyum og skrivað BS- uppgávu sína. Hetta merkir, at hon er liðug við fyrsta partin av útbúgvingini. Úr føroyska taraskógin- um gongur leiðin so aftur til Danmarkar, har síðsrtu 2 árini av útbúgvingini bíða og so sjálv kandidat upp- gávan. Ætlandi tekur Agnes hesi tvey árini nú komndi tvey árini og skrivar høvuðsupp- gávnua, men um tað gongst sum ætlað, tað fáa vit at síggja, sigur Agnes Mols Mortensen, kavari, serfrøð- ingur í tara og lívfrøðingur. Uppgávan hjá Agnes kann lesast á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum við at trýsta á www. sleipnir.fo/setur/nvd/bs_up pg/tari.html Kavað og kannað: Fann tvey sjáldsom tarasløg Agnes Mols Mortensen tók møguleikan at tvinna saman lesna og ítriv. Hon er lívfrøðislesandi og áhugin fyri tara er stórur og Agnes hevur tikið kavara skeið og kavar í fríløtum (Mynd: Áki Bertholdsen, myndaviðgerð: Álvur Haraldsen/Jón T. Einarsson) C M Y K 17 16