Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 150 - 9. august 2002 Nr. 150 - 9. august 2002 19 At bora og spreingja burtur grót er eisini at byggja, og tí eiga byggilistarlig atlit eis- ini at vera tikin í sam- band við eitt nú grót- brot og tunnilsbygg- ing, metir Eyðun Elia- sen, arkitektur, sum rættiliga hevur gjørt vart við seg við einari visiónsríkari verkætl- an, um at gera rúm inn í grótveggin í Álvagjógv í Hesti. Og meðan ongin enn hevur tikið ítøkilig stig fyri at fremja ta verkæltanina í veru- leikanum, so kann hon brúkast sum grundarlag fyri ein- um nýggjum hátti at hugsa um Føroya ein- asta nátúrliga byggi- tilfar, basalt BYGGILIST Rúnar Reistrup Tú ert á gongutúri kring Hestoynna. Hendan summ- arferiudagin hevur tú valt at vera ferðamaður í Føroy- um. Veðrið er vorðið eitt sindur verri enn tað var, tá tú fórt niðan úr bygdini fyri tveimum tímum síðan, og tú kennir teg ikki so lættan á fótum, sum tá tú fórt hálvrennandi niðaneftir. Tú gongur vanligu leið- ina fram við tromini og alt í einum sært tú niður í havið ígjøgnum eina djúpa gjógv. Hetta er Álvagjógv, sum liggur fjald fyri tær meðan tú gongur ímóti henni, men knappliga liggur opin og lokkandi. Komin nærri varnast tú eina gongda leið oman í gjónna. Eina leið gjørd av mannahond. Tú sært ikki hvar hon endar ella hvat liggur fyri endan á henni, men verður mestsum drigin at royna at fara om- an. Tú gongur á púra sløttum gróttrappum allan vegin oman. Við jøvnum millum- bilum kemur tú oman á grótplattar, har tú hevur hug at steðga á og eygleiða ta stórslignu gjónna niðri- frá. Men hví er hendan gøt- an her, og hvat leiðir hon til? Tú veitst tað ikki, tí tú sært einki. Men fer kortini víðari. Knappliga varnast tú eitt hol - eina inngongd - í høgru síðu av gjáarveggi- num. Inngongdin leiðir inn í eitt myrkt rúm, høgt út úr grótinum, men longur inni hómast ljós. Títt forvitni noktar tær at venda nú. Tú fert inn í myrka rúmið og gongur eftir ljósinum inn í tað næsta, og stendur áðr- enn tú varir í einari 17 metrar høgari gróthøll, har ið aukustikkurin fær sjálvt tína veiku tivan at ekkóa. Høllin er ljós, tí ovast í horinum eitt stórt op, har nátúrliga ljósið sleppur inn. Longur inni sært tú ein pall, sum við nærri kanning vísir seg eisini at vera inngongd- in til enn eitt myrkt rúm, við hálvan metur hægri gólvhædd. Úr hesum rúmi- num hómast enn eitt rúm. Hetta rúmið er bølamyrkt, so tú sært ikki, hvussu djúpt tað er, og inngongdin liggur so høgt, at ikki er hugsingur um at koma til rúmið. Her endar tín leið, og tú setist at hvíla í einum myrkum horni í ljósu høll- ini, til nýbyrjaða ælið er av. Ælið gevst, og seinna- partssólin dagar fram í opi- num og kastar sínar geiðsl- ar beint á pallin. Nú vanta bara tónleikararnir, hugsar tú. Ein møguleiki Hesin túrur oman í Álva- gjógv og inn í rúmini inni í gjáarvegginum er ongantíð gjørdur enn. Tí enn finst eingin gøta oman í gjónna ella nakað mannaskapt rúm í vegginum. Men hetta kann gerast ein vanligur túrur hjá føroyskum og út- lendskum ferðafólki. Hug- skotið liggur klárt. Tað hev- ur longu vunnið sær stóra viðurkenning bæði her heima og uttanlands, og verður mett at vera møgu- ligt at fremja í veruleika- num, hóast tað kann ljóða sum óðamannaverk at fara undir. Men bíligt verður tað ikki, og tí er ivasamt um ein slíkur túrur nakrantíð verð- ur veruleiki, hóast hug- skotið og ætlanin verða mett at vera framúr. Huld rúm Tað eru nú góð trý ár liðin, síðan tann tá arkitektsles- andi fuglfirðingurin Eyðun Eliasen byrjaði at arbeiða við tankanum um at skapa rúm í føroyska grundstøði- num, basaltinum. Hesin tankin menti seg til eitt hugskot um huld rúm, rúm sum ikki síggjast við fyrsta eygnakasti, men sum koma fram, um ein leitar eftir teimum. Tankin fekk part- vís íblástur úr føroyskum sagnum og kvæðum, har yvirnátúrligar verur sum huldufólk og álvar sigast at liva í náttúruni, men fjalt frá mansins eyga. Tann bergtakandi og eitt sindur huldisliga Álvagjógv í Hesti gjørdist nátúrliga út- gangsstøðið fyri hugskoti- num, sum menti seg til frá- faringarverkætlan hjá Eyð- un Eliasen á Arkitekta- skúlanum í Århus, har Eyð- un á sumri 2000 legði hana fram og fekk avbera góð skotsmál. Verkætlanin fekk heitið »Huld rúm«. Ein av høvuðstonkunum aftanfyri hesi huldu rúmini var, at tey skuldu vera ein partur av náttúruni. Soleiðis skuldu eingir nútímans, ónátúrlig- ir, hentleikar vera í rúmun- um. Síðan hevur verkætlanin vunnið 2. virðisløn í altjóða arkitektakapping hjá UNESCO fyri náttúru- bundnan burðardyggan arkitektur, og í løtuni stend- ur verkætlanin á framsýn- ing í nýggju norðurlendsku sendistovuni í Berlin. Før- oyska Arkitektafelagið varð boðið at sýna tvey føroysk dømi um náttúruburðar- dygga tilgongd til byggilist fram á hesi framsýning og Gróthørð byggilist - Tú fert inn í myrka rúmið og gongur eftir ljósinum inn í tað næsta, og stendur áðrenn tú varir í einari 17 metrar høgari gróthøll, har ið aukustikkurin fær sjálvt tína veiku tivan at ekkóa. Mynd: Eyðun Eliasen valdi at taka verkætlanina um tey huldu rúmini í Álva- gjógv við. Í fjør vár varð verkætlan- in sýnd fram í Norður- landahúsinum, har hon fekk nógv rós, og um sama mundið lat Mentunar- grunnurin Eyðuni tríggjar mánaðar starvsløn til at arbeiða víðari við verkætl- anini. Stórur almennur áhugi Men meðan viðurkenning og rósandi orð um verkætl- anina soleiðis ikki hava vantað, so er tað kortini ikki víst, at hon nakrantíð fer at gerast veruleiki. - Eftir at áhugin fyri verkætlanini vísti seg at vera so stórur valdi eg at kanna hvørjir møguleikar vóru fyri at gera hana til veruleika, greiðir Eyðun Eliasen frá. Sambært teimum ser- frøðingum, sum hann hevur latið mett um møguleikan at gera rúmini í Álvagjógv, kann hetta væl lata seg gera. Grótið í gjáarveggi- num er rættiliga fast, og eitt nú í Noregi og Italia, har serfrøðin innan berghols- gerð er sera frammalaga, finst útgerð, ið ger tað møguligt at bora rúmini inn í gjáarveggin. Ígjøgnum fundir við Norðurlandahúsið, Ferða- ráðið og Tórshavnar Býráð hevur Eyðun roynt at lodda dýpið á áhuganum, og eftir fund við vinnumálaráðið hevur Eyðun fingið vissu fyri, at eisini landsumsit- ingin er áhugað í verkætl- anini. - Á vinnumálaráðnum sóu tey stórar møguleikar í verkætlanini. Tey mettu at ein tílík verkætlan kundi geva Føroyum eitt nýtt kennimerki og vera eitt ak- tiv fyri ferðavinnuna. Men at vinnumálaráðið heldur tað vera áhugavert er ikki tað sama sum, at tey eru til reiðar at gjalda fyri at gera rúmini í Álvagjógv. Fyri meg er tað tó áhugavert, at áhugin er til staðar, hóast eg ikki skal vænta mær at almennu Føroyar fara at bera kostnaðin fyri at gera verkætlanina til veruleika, sigur Eyðun Eliasen. Rindar seg ikki aftur Hann hevur fingið verk- frøðingar at meta leysliga um kostnaðin av verkætlan- ini, og hevur fingið at vita, at skal alt gerast júst so sum upprunaverkætlanin sigur, so kunnu rúmini gerast fyri millum 30 og 35 milliónir krónur, men um verkætlan- in verður rættað til eftir praktisku umstøðunum kann hon helst gerast fyri einar 10 til 15 milliónir. Og tað er Eyðun til reiðar til. Hann heldur tað eisini vera ein møguleika at gera líknandi rúm aðrastaðni enn júst í Álvagjógv. - Trupulleikin er, at hetta er ikki ein íløga, sum rindar seg aftur í peningi eftir tjúgu árum. Tí er tað sera torført at ímynda sær, at nakar annar enn kanska onkur stórur útlendskur grunnur vil lata pening til at gera rúmini, heldur Eyð- un Eliasen, sum hevur slig- ið seg til tols við, at meðan áhugin fyri verkætlanini ikki vantar, so er tað ikki víst, at hon verður framd í verki í júst tí líki, hon upp- runaliga er í. - Men nú finst hon so sum gjøgnumarbeitt hug- skot, og hevur onkur hug at brúka hana í framtíðini ella brúka hana sum íblástur, so liggur hon har, og sjálvur eri eg eisini áhugaður í at vera við í onkrum líknandi verkætlanum, sigur Eyðun Eliasen, sum heldur at í Føroyum er sjálvur tankin um at hugsa byggilistarliga um rúm í basaltinum enn alt ov ótroyttur. - Í Føroyum er tað eitt nokkso ókent fyribrigdi at hugsa arkitektoniskt og vistfrøðiligt, tá farið verður undir eitt grótbrot, ein tunnil ella onnur grót- spreingjandi arbeiði. Slík arbeiðir verða vanliga gjørd við lítlum ella ongum fyri- liti fyri tí æstetiska. Og um man hevði gjørt eitt 17 metra høgt rúm inni í ein- um grótveggi, høvdu fólk helst rist á høvdinum og spurt um tað ikki var betri at gera tað 9 metrar høgt og helvtina so bíligt. Men ba- salt er eitt sera spennandi byggitilfar, og kann brúkast til mangt annað enn brim- garðar og gróthús, sigur Eyðun Eliasen og nevnir sum meira ella minni til- vildarligt dømi grótbrotið í Norðagøtu. - Har hevur man einaferð havt brúk fyri gróti til havn- arlagið, og so hevur man tikið tað har, sum best bar til, so tætt við sum gjørligt og beint inn í fjallið. Nú er tað fyrsta, ið møtir eyga- num á veg norðureftir til Norðagøtu, eitt grefligt sár, sum misprýðir bygdina. Har kundi man havt verið bara eitt lítið sindur meira umhugsin og kanska fingið okkurt spennandi burturúr tí staðnum, har man tók grótið frá. Tað hevði kanska verið nakað dýrari, men so hevði man ikki havt tað ljóta sárið í fjallinum nú og kanska enntá havt okkurt nógv betri, har sum grótið var tikið frá, heldur Eyðun Eliasen, sum vónar onkun- tíð at fáa møguleikan at seta sín fingur á eina tunn- ilsgerð ella eitt nýtt grót- brot, soleiðis at nakrir av tonkunum, ið verkætlanin í Álvagjógv byggir, kunnu gerast til veruleika eitt stað, har grót kortini skal borast og spreingjast burtur. - Tað fer framhaldandi at vera brúk fyri gróti í Føroy- um til nýggj havnarløg, brimgarðar og skerv, og teir seinastu tunnlarnir eru langt frá borðaðir enn. Vilja vit okkara náttúru væl, so er neyðugt at vit broyta hugburð og ikki bara taka grót úr tilvildarligum støð- um og spreingja soleiðis sum best ber til. Og hugsa vit okkum betri um, kunnu vit enntá fáa nøkur ógvu- liga spennandi rúm burtur- úr framtíðar grótbrotum og tunnilsgerðum, sigur Eyð- un Eliasen, arkitekturin handan eina rættiliga fram- skygda, men ikki ómøgu- liga, byggilistarliga ætlan um at brúka Føroya jarðar- grundstøði, basaltið, sum byggitilfar. - Hetta er Álvagjógv, sum liggur fjald fyri tær meðan tú gongur ímóti henni, men knappliga liggur opin og lokkandi. Komin nærri varnast tú eina gongda leið oman í gjónna. Eina leið gjørd av mannahond. Tú sært ikki hvar hon endar ella hvat liggur fyri endan á henni, men verður mestsum drigin at royna at fara oman. Mynd: Eyðun Eliasen - Í Føroyum er tað eitt nokkso ókent fyribrigdi at hugsa arkitektoniskt og vistfrøðiligt, tá farið verður undir eitt grótbrot, ein tunnil ella onnur grótspreingjandi arbeiði. Slík arbeiðir verða vanliga gjørd við lítlum ella ongum fyriliti fyri tí æstetiska, sigur Eyðun Eliasen, akitektur handan verkætlanina um Huld Rúm í Álvagjógv. Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 19 18