fríggjadagur 9. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 150 - 9. august 2002
Nr. 150 • fríggjadagur • 9. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Øssur gevst á landsliðnum
31 ára gamli B68 vete-
ranurin hevur ikki
longur umstøður at
brúka tíð til lands-
liðsfótbólt, og tí verð-
ur hann standandi á
49 landsdystum
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Henrik Larsen, landsliðs-
venjari, boðaði í gjár frá,
hvørjar spælarar hann ætlar
at hava á átjan manna lið-
num, sum mikudagin í aðru
viku fer at spæla vinardyst
ímóti Liktinstein, er ta.
Tann dysturin verður ein-
asti fyrireikingardysturin til
EM undankappingina, sum
tað verður farið undir
seinni í summar, og sum
verður á skránni til í oktob-
er komandi ár.
Ein av føstu monnunum á
landsliðnum seinastu tíggju
árini er ikki longur tøkur á
landsliðnum. Tað er Øssur
Hansen úr B68. Hann hevur
í hesi vikuni boðað Jógvani
Martin Olsen, hjálparvenj-
ara hjá landsliðsvenjara-
num, frá, at hann ikki long-
ur hevur umstøður at spæla
á landsliðnum.
Øssur Hansen var fyrstu
ferð á landsliðnum í vinar-
dystinum á útivølli ímóti
Noregi 13 mai í 1992, og
hann hevur spælt 49 lands-
dystir og skorað tvey mál.
Bara tríggir spælarar eru
skrásettir fyri fleiri lands-
dystir enn Øssur Hansen.
– Alt hevur tíð sína, og nú
er mín tíð á landsliðnum
liðug. Eg havi familju og
gangi við ætlanum um at
fara undir at byggja. Tað
hevði kanska borið til at
spælt á landsliðnum, men
hugurin er ikki so góður
longur, at eg vil ofra ta tíð-
ina og orkuna, sum skal til,
tá tú spælur á landsliðnum,
sigur Øssur Hansen. Hann
veit, hvat hann tosar um, tí
hann hevur verið á lands-
liðnum í tíggju ár. Dagliga
yrki hjá honum er at vera
landformaður hjá einum av
óføru útróðrarbátunum á
Toftum, og so arbeiðir hann
viðhvørt sum elektrikari.
Men tær restar bara ein
dyst í teir hálvt hundrað?
– Tað hevði sjálvandi ver-
ið stuttligt at spælt lands-
dyst nummar 50, men so-
leiðis verður tað ikki. Við
einum nýggjum venjara
verður sjøtul nú settur á eitt
nýtt tíðarskeið á landslið-
num. Eg fekk um endan á
fyrsta tíðarskeiðnum, sum
var tað hjá Páll Guðlaugs-
son, og eg havi havt møgu-
leika at vera við alt tíðar-
skeiðið, sum Allan Simon-
sen var venjari. Tað hevur
verið sera hugaligt og spen-
nandi. Nógvir ungir og
evnaríkir spælarar eru klár-
ir at taka við. Soleiðis skal
tað vera, og eg ynski venj-
arum og spælarum alt tað
besta, sigur Øssur Hansen,
sum framvegis fer at spæla
í B68.
Hvør av teimum 49
landsdystunum, sum tú hev-
ur spælt við í, stendur
fremst í huganum?
– Tað eru fleiri. Tað hevur
verið hugaligt at vunnið, og
tað hevur verið spennandi
at spælt ímóti stóru fót-
bóltstjóðunum sum eitt nú
Spania, Russlandi og Jugo-
slavia.
Heimadysturin
ímóti Slovenia á Svanga-
skarði í 2000 var nakað
heilt serligt. Í síðstu løtu
megnaðu vit at venda tí,
sum sá út til at verða trygt
2–0 tap til 2–2, og eg var so
heppin at skora útjavnandi
málið upp á fríspark, tá
vanliga leiktíðin var farin,
minnist Øssur Hansen, sum
eisini skoraði 30. apríl í
1997, tá Føroyar vunnu 2–1
á Malta. Ta ferðina javnaði
Øssur við brotssparki til
1–1.
Oddbjørn Joensen,
sum hevur drúgvar
royndir bæði sum
leikari og venjari, er
nú settur sum hjálp-
arvenjari á besta
mansliðnum hjá
B36
NÝGGJUR
HJÁLPARVENJARI
Páll Holm Johannesen
Til dystin hjá B36 ímóti
Skála sat nýggjur maður
á beinkinum. Talan var
um Oddbjørn Joensen,
sum B36 hevur sett sum
hjálparvenjara hjá 1.liði
hjá felagnum.
Ætlanin er, at Oddbjørn
skal verða hjálparvenjari
burturav hjá besta lið-
num, meðan fyrrverandi
hjálparvenjarin, Sigfríður
Clementsen,
framyvir
skal verða høvuðsvenjari
hjá øðrum liði.
Um orsøkina til brád-
liga skiftið av hjálpar-
venjara, sigur formaðurin
í B36, Kristjan á Neysta-
bø, at felagið metti, at
tveir venjarar var ov lítið
til bæði 1. og 2.deild.
– Tað er ein sannroynd,
at hópurin hjá okkum er
somikið stórur, at neyð-
ugt var við einum venjara
afturat, sigur Kristjan á
Neystabø.
Formaðurin í B36 vísir
á, at fyri at spælarar í fel-
agnum ikki skulu detta
niður ímillum, so er
neyðugt við trimum venj-
ararum til 1. og 2. lið.
Spurdur um, hví skiftið
er komið so seint í kapp-
ingarárinum,
svarar
Kristjan á Neystabø, at
felagið vil til ein og
hvørja tíð fremja broyt-
ingar, so at viðurskiftini í
felagnum eru so góð sum
gjørligt.
Royndur
hjálparvenjari
Nýggi hjálparvenjarin í
B36
hevur
drúgvar
royndir sum bæði leikari
og venjari. Oddbjørn
Joensen er klaksvíkingur,
og hevur hann spælt við
KÍ, LÍF, og HB.
Oddbjørn vandi HB í
1997, og árið eftir var
hann hjálparvenjari hjá
B68. Í 1999 gjørdist Odd-
bjørn venjari hjá AB, og
var við at tryggja argja-
monnum uppflyting í
3.deild.
Oddbjørn skal hjálpa Piotr
Øssur Hansen gevst á landsliðnum, eftir at hava umboðað Føroyar 49 ferðir.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
21
20