fríggjadagur 9. august 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 150 - 9. august 2002
Nr. 150 - 9. august 2002
23
Tveir nýggir nærkast landsliðnum
Umframt teir átjan,
sum eru úttiknir til
landsdystin ímóti
Liktinstein, hevur
venjarin sent boð eft-
ir fýra øðrum spælar-
um
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Millum tey átjan nøvnini,
sum eru á listanum hjá
Henrik Larsen undan fyrsta
landsdystinum – hann verð-
ur ímóti Liktinstein annan
mikudag – er einki spildur-
nýtt navn. Allir, sum hava
fingið boð, hava verið við í
altjóða skrásettum lands-
dystum.
Men umframt teir átjan
hevur venjingar biðið fýra
spælarar afturat um at venja
saman við landsliðnum.
Tveir teirra – Arnbjørn
Danielsen
og
Jóhannis
Joensen – hava áður spælt
landsdystir, meðan hinir
báðir ikki áður hava verið
saman við a-landsliðnum.
Teir báðir spildurnýggju
menninir, sum eru úttiknir
at venja, og harvið kunnu
koma nærri átjan manna
hópinum, eru Ove Nysted
og Atli Danielsen, sum báð-
ir eru úr KÍ.
Jógvan Martin Olsen
undirstrikar, at hesir báðir
ikki eru úttiknir til landslið-
ið, men at teir bara skulu
venja við undan landsdysti-
num. Men tað er klárt, at tá
venjarin og hjálparvenjarin
í fýra dagar fara at hava
spælararnar undir hond, so
verða teir vigaðir.
Jógvan Martin Olsen
kennir væl Atla Danielsen,
sum hann hevur verið venj-
ari hjá á U–17 og U–19
landsliðunum. Serliga hesi
bæði seinastu árini hevur
Atli Danielsen, sum er nítj-
an ára gamal, ment seg til at
vera ein av stuðulsspælar-
unum á liðnum hjá KÍ.
Toppliðini
eiga teir flestu
Teir átjan spælararnir, sum
eru úttiknir til dystin ímóti
Liktinstein,
eru
kendir
menn. Tveir teirra – Jákup
Mikkelsen og Christian
Høgni Jacobsen – spæla
fótbólt uttanlands. Allir
hinir eru úr føroysku feløg-
unum, og burtursæð frá Óla
Johannesen úr TB, so um-
boða allir hinir tey fimm
seks feløgini, sum eru ovast
í landskappingini.
Málverjar eru Jens Mar-
tin Knudsen, NSÍ, og Jákup
Mikkelsen, Molde. Úti-
spælararnir eru Óli Jo-
hannesen, TB, Pól Thor-
steinsson, NSÍ, Hans Fróði
Hansen, B68, Jón Rói
Jacobsen, HB, Súni Olsen,
GÍ, Heðin á Lakjuni, KÍ,
Hjalgrím Elttør, KÍ, Julian
Johnsson,
B36,
Sámal
Joensen,
GÍ,
Fróði
Benjaminsen, B68, Jákup á
Borg, B36, John Petersen,
B36, Andrew av Fløtum,
HB, Helgi L. Petersen, NSÍ,
Rógvi Jacobsen, HB og
Christian Høgni Jacobsen,
Vejle Boldklub.
Merkisvert er tað, at
eingir spælarar úr Suðuroy
eru millum teir fyrstu átjan,
og at heldur eingin er mill-
um teir fýra, sum skulu
venja saman við hinum.
Palli Augustinussen úr VB
var við á venjingarleguni á
Kýpros, og Dan Mortensen
úr TB hevur viðhvørt verið
nevndur
sum
møguligt
landsliðsevni.
VB
er
nummar sjey, og TB er
nummar níggju í lands-
kappingini, og hesa ferð
varð ikki pláss fyri spælar-
um úr hesum feløgunum.
Landsliðið skal eftir ætl-
an savnast annan leygar-
dag, og dysturin ímóti Likt-
instein verður mikudagin í
aðru viku.
Ungi klaksvíkingurin Atli Danielsen er annar av nýggju monnunum á landsliðnum, sum skal á
venjingarlegu í næstum. Hin er eisini úr Klaksvík, nevnliga Ove Nysted
Mynd: Savnsmynd
Yvirmennirnir hjá B36 úti av Champions League
Sparta Prag møtir nú
Genk um sess í
Champions League-
bólkaspælinum
CHAMPIONS LEAGUE
Páll Holm Johannesen
Georgiska liðið Torpedo
Kuitaisi, ið sendi B36 úr
Champions League kapp-
ingini, er nú eisini úti av
kappingini. Í øðrum undan-
umfarið skuldið Torpedo
Kuitaisi møta Sparta Prag,
og eftir teir dystirnar eru
avgreiddir, er tað greitt, at
tað er kekkiska liðið, sum
er víðari til triðja undanum-
farð í Champions League.
Fyrra dystin ímóti georg-
iska liðnum vann Sparta
Prag 3-0 á heimavølli, og
fyrradagin vunnu kekkarnir
2-1 í Georgia, so kekkiska
meistaraliðið er víðari við
einum 5-1 samanløgdum
sigri.
Sparta Prag skal nú møta
belgisku
meistarunum
Genk um ein sess í Champ-
ions League- bólkaspæli-
num.
Torpedo Kuitaisi, ið sendi B36 úr Champions League kappingini, er nú eisini úti, eftir at
kekksiska meistaraliðið Sparta Prag vann samanlagt 5-1 á georgiska liðnum .
Mynd: Finnur Justinussen
Triðja undanumfarð í Champions League. Umfarið er eisini síðsta
undanumfarð, áðrenn farið verður undir bólkaspælið
- Sporting Lissabon (Portugal) ímóti Inter Milan (Italia)
- AC Milan (Italia) ímóti Slovan Liberec (Kekkia)
- Rosenborg (Noreg) ímóti Brøndby (Danmark)
- Shakhtar Donetsk (Ukreina) ímóti Club Brugge (Belgia)
- Apoel Nicosia (Kypern) ímóti AEK Athens (Grikkaland)
- Barcelona (Spania) ímóti Legia Warsawa (Póland)
- Levski Sofia (Bulgaria) ímóti Dynamo Kiev (Ukreina)
- Zeljeznicar Sarajevo (Bosnia) ímóti Newcastle United (England)
- Partizan Belgrade (Jugoslavia) ímóti Bayern Munchen (Týskland)
- Genk (Belgia) ímóti Sparta Prague (Kekkia)
- Maccabi Haifa (Ísrael) ímóti Sturm Graz (Eysturríki)
- Celtic (Skotland) ímóti FC Basel (Sveis)
- Feyenoord (Holland) ímóti Fenerbahce (Turkaland)
- Zalaegerszegi (Ungarn) ímóti Manchester United (England)
- Boavista (Portugal) ímóti AJ Auxerre (Frakland)
- Lokomotiv Moscow (Russland) ímóti Graz AK (Eysturríki)
Fyrru dystirnir verða spældir komandi týsdag, 13. august og mikudag 14.august.
Seinnu dystirnir verða leiktir týsdag 27. august og mikudag 28. august.
35 ára gamli Arnfinn
Langgaard roknar
kortini ikki við, at
hann fer at teljast
millum spælararnar,
tá NSÍ komandi ár fer
at taka lut í Europa
Cup kappingini
Á ALDUKAMBINUM
Jóannes Hansen
Fótbóltslagið og harvið fót-
bóltsprátið í Runavík er
meiri, enn tað nakrantíð
áður hevur verið, og tað er
hugaligari at spæla við NSÍ
nú, enn tað áður hevur
verið.
Eingin er betri førur fyri
at meta um hesi viðurskift-
ini enn Arnfinn Langgaard,
35 ára gamli miðverjin hjá
NSÍ. Síðani í 1988, tá hann
var 21 ára gamal, hevur
hann á hvørjum ári spælt
við NSÍ – burtursæð frá tá
hann orsaka av skúlagongd
legði eitt hálvt ár burtur
ímillum.
Tað er sigurin í steypa-
kappingini og góða støðan í
landskappingini, sum er
orsøkin til stóra áhugan fyri
NSÍ. Spurningurin er so,
hví tað júst er í ár, at tað er
gloppið hjá teimum, eftir at
tað onkra ferðina hevur
verið tætt við, og eftir at
vónbrotini hava verið mong
seinastu fjórðings øldina.
– Spurningin ber tað ikki
til at svara einfalt uppá.
Fleiri viðurskifti hava gjørt
seg galdandi. Um hugburð-
urin hevði verið, sum hann
onkuntíð hevur verið, so
høvdu vit longu nú meiri
ella minni havt lagt árarnar
inn, tí vit hava vunnið løg-
manssteypið. Men tað kem-
ur ikki upp á tal nú. Vit
gleðast sjálvandi um veru-
leikan, at vit eru steypa-
vinnarar, men tað fyllir lítið
ella einki í venjingini og í
fyrireikingunum til lands-
kappingardystirnar.
Vit
taka ein dyst í senn, og vit
eru heilt víst framvegis
svangir eftir at vinna og
harvið at standa okkum
betri í landskappingini, enn
vit áður hava gjørt.
Arnfinn Langgaard hev-
ur ikki vunnið nógvar veru-
ligar sigrar.
– FM heitini vórðu vunn-
in í smádreingjadeildini í
1981 og í dreingjadeildini í
1983. Vit vóru fleiri frá
1967 og 1968 árgangunum,
sum vóru á liðnum, ið vann
hesi meistaraheitini og sum
seinni komu á 1. lið, sigur
Arnfinn
Langgaard
og
nevnir eitt nú Jens Martin
Knudsen, Trygva Morten-
sen, Terja Hansen, Sverra
Justinsusen og Oddfríð
Gaardbo.
– Fleiri av hinum komu
tíðliga á 1. lið, men eg
gjørdist ikki fastur maður
fyrrenn í 1988. Tá høvdu
vit møguleikan at vinna
steypafinaluna, men HB
vann 1–0, og síðani havi eg
bara verið við til at vinna 2.
deild tríggjar ferðir. Tað er
ikki meiri enn troystpremi-
an.
Men hvørjar heldur tú
orsøkirnar vera til, at tað
gongur so væl nú?
– Ein orsøk er samanset-
ingin av liðnum. Vit eru
nakrir omanfyri 30 – um-
framt Jens Martin, sum vit
líta eitt hundrað prosent á,
og meg hugsi eg um Eddie
Mikkelsen, sum er 33, Gert
Langgaard og Djóni N.
Joensen eru 30, og Pól
Thorsteinsson er 29. So eru
tað nakrir, ið vóru á góða
unglingaliðnum, sum vann
FM fleiri ferðir í níti árun-
um. Nú eru teir umleið 25
ára gamlir og væl fyri. Her
sipi eg til Óla Hansen,
Mortan Hansen, Ian Høj-
gaard, Helga L. Petersen,
Jónstein Petersen og Sjúrð-
ur Jacobsen, og so eru
nakrir uppaftur yngri eitt
nú Sonni L. Petersen, Ken
Nónklett, Bergur Djurhuus
og Bryynjolvur Nielsen.
Talan er um eina góða
blanding.
Arnfinn Langgaard hel-
dur, at menningin er komin
so líðandi bæði á sjálvum
liðnum og eisini kring liðið
og í felagnum sum heild.
– Í ár hava vit fingið fleiri
spælarar, sum hava spælt
og harvið vant aðra staðni,
og tað hevur verið góður
íblástur. Og hóast tað skjótt
kann tulkast sum snobbarí
fyri at styrkja um møgu-
leikarnar hjá einum sjálv-
um at vera á liðnum, so
sleppa vit ikki uttanum at
nevna venjaran. Jógvan
Martin Olsen er ein vinn-
aratypa. Hann trýr uppá, at
tað skal bera til, og hann
hevur megnað at flyta sín
hugburð yvir á okkum.
Hann er altíð sera væl fyri-
reikaður til venjingar og
dystir, og úrslitið av øllum
hesum er, at tað higartil
hevur hilnast væl, og at vit
framvegis hava fokus á
næstu uppgávuni. Tað ber
væl til at brúka nógva tíð
uppá fótbóltin og kortini
ikki at fáa so nógv burturúr.
Í ár venja vit fýra ferðir um
vikuna, og tað er nógvur
intensitetur í.
Søgan og framtíðin
Tá vit lufta møguleikan, at
NSÍ í síðsta umfarinum
kann spæla fyri at vinna
fyrsta FM heitið í Klakvík,
dettur tosið beinanvegin
niður á støðuna í 1988, tá
Arnfinn Langgaard fyrstu
ferð var fastur maður í 1.
deild.
– Tá vóru átta feløg í 1.
deild, og bara aftasta liðið
flutti niður. Í síðsta umfar-
inum spældu vit ímóti KÍ í
Klaksvík fyri at sleppa
undan aftasta plássinum.
KÍ skuldi vinna, meðan vit
varðveittu plássið, um vit
megnaðu javnleik. Minnist
meg rætt vóru vit á odda
bæði 1–0 og 2–1, men teir
vunnu 3–2. Í síðsta minutt-
inum stútaði eg horna-
sparksinnlegg í tvørtræið
og niður á strikuna, men vit
fingu ikki mál og fluttu
niður. Um vit fara at stríð-
ast um FM heitið í Klaks-
vík, so kunnu vit ikki siga
annað, enn at talan verður
um eina heilt øðrvísi støðu,
enn hon var fyri fjúrtan
árum síðani.
Men um tað ikki eydnast í
ár, so verður ein nýggjur
møguleiki at vinna FM
komandi ár?
– Ikki hjá mær. Eg havi
gjørt av at gevast í 1. deild,
tá hetta árið er liðugt. Vit
eiga trý børn, og tað ber
ikki til framvegis at brúka
so nógva tíð upp á fótbólt-
in. Tað gongur bara, tí kon-
an bakkar hundrað prosent
upp. So bakki eg hana upp
um vetrarnar, tá hon spælir
hondbólt.
Tað er ikki tað, at tú ert
bangin
fyri
at
missa
plássið?
– Um venjarin heldur, at
eg skal út á beinkin at sita,
so havi eg einki ímóti tí.
Plássið í miðverjuni havi eg
spælt á síðani í 1997, tá
Petur Mohr broytti til
4–4–2. Frammanundan var
eg á miðvøllinum. At eg fór
longri aftur á vølllin hevði
við sær, at spælið hjá mær
varð lagt heilt um. Nú ber
ikki til at taka kjansirnar,
sum tað bar til at taka
longri frammi á vøllinum.
Men kennir tú, at orkan
gongur undan?
– Avgjørt ikki. Eg eri
lættur á mær, og – eg skal
ikki hava orðið av mær – eg
havi einki kent til vødda-
skaðarnar, sum fleiri av
teimum yngru hava verið
plágaðir av. Tá vit kapp-
renna, eru tað onkrir, sum
eru skjótari enn eg, men
teir eru ikki nógvir. At eg
rokni við møguleikanum at
enda á beinkinum kemst av,
at vit eru tríggir, sum røkja
tvey pláss. Tá vit byrjaðu at
venja, roknaði eg við, at
Pól Thorsteinsson og Djóni
N. Joensen fóru at røkja
plássini í miðverjuni, men
umstøðurnar hava lagað tað
soleiðis, at tað hvørja ferð
hevur verið brúk fyri mær.
Teir hava báðir verið skadd-
ir, og so hava leikbann eis-
ini verið uppií, og venjarin
royndi
eisini
við
Pól
Thorsteinsson á miðvøllin-
um og á vongverjanum í
høgru. Men eg varð skjótt
greiður yvir, at tað skuldi
nógv stríð til fyri at hanga í.
Eg ætlaði at leypa venjing-
ina mánakvøld um, men tað
var bara onkra hendinga
ferðina í fyrstuni, at tað
varð aktuelt. Síðani havi eg
vant so at siga hvørja ferð.
Men freistar tað teg ikki
at halda fram, tá Europa
Cup verður á skránni kom-
andi ár?
– Aldrinum kanst tú ikki
renna undan, og eina ferð er
nóg mikið. Tá hetta árið
verður liðugt, havi eg verið
fimtan kappingarár á besta
liðnum, og tað eru ikki so
nógvir aðrir, sum hava
spælt so leingi í NSÍ. Í løt-
uni komi eg í tankar um
Eyðun og Oddfríð Gaard-
bo, og um Trygva Morten-
sen. Teir komu allir blað-
ungir á 1. lið, men teir eru
givnir fyri fleiri árum síð-
ani. Eg ætli mær við til
Europa Cup á útivølli, men
tað verður sum áskoðari.
Og so fari eg sjálvandi at
luttaka í nógva fótbóltsprát-
inum, sum er her á leið, og
sum tað vónandi verður
orsøk at halda fram við
komandi ár.
Tá dysturin í átjanda um-
farinum í Klaksvík leygar-
dagin 5. oktober verður av,
verður greitt, um Arnfinn
Langgaard
verður
FM
vinnari við NSÍ, tá hann fer
at gevast á hægsta støði,
ella um hann í gásareygum
bara verður steypavinnari.
Men tann sigurin, sum
hann var so tætt við at
vinna fyrsta árið í bestu
deildini – í 1988 – og sum
hann hevur verið við at
vunnið í ár, kann eingin
taka frá honum og liðfeløg-
unum. Tað smakkar teim-
um væl.
Sigrarnir smakka av meiri
Arnfinn Langgaard hevur spælt fimtan ár á besta liðnum hjá NSÍ, og eftir hetta kappingarárið, ætlar hann sær at gevast, sjálvt
um Evropa Cup-fótbóltur er á skránni hjá runavíkingum komandi ár.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
23
22