leygardagur 1. november 1980síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
„Síða 14
Dagblaðið loypir á partamannin Gunnar Vestergaard:
Andstoðan atkvott
fyri nærum ollum
Í Dagblaðnum 24.10.1980
stendur ein grein nevnd
Tveroyri — ein royndar-
túrur í sosialismu.
Greinin sum enda úr
annan er ein fantastisk
neydtøka av sannleikan-
um, tekur upp ' -áðin, sum
Oddmar við Sílánna undir
navninum »NEMESIS«
slepti beint fyri valið í
1978.
Greinin inniheldur sum
flestu greinirnar í Dag-
blaðnum um politisku við-
urskiftini á Tveroyri æru-
meiðandi pástandir í besta
„Stúrmer< stil. Tvøroyri
er ikki nakad dømi um
royndarkoyring av sosi-
alismu. Tiverri. So langt
eru vit ikki komnir enn.
Men hon er eitt skúla-
dømi uppá stríðið ímillum
skapandi sosialdemokrat-
iskar kreftir og aftur-
haldskreftirnar, stuðlaðar
av landspolitikarum, vald-
ir inn av borgarligu fylk-
ingini íroknað tjóðveldis-
flokkinum.
Greinskrivarin spyr so
forharmaður um, hvussu
tað kann bera til at fólkið
á Tvøroyri ikki hevur
fingið eyguni upp fyri tí
»Sosialistisku vald-
tøkuni«. At greinskrivarin
ikki skilur hetta er onki
merkiligt. Tað er jú van-
liga kent, at ein 14 ára
unglingi á Tveroyri veit
meira um politik enn
flestu fólkaflokksmenn
aðrastaðni í Feroyum, og
tí lata tey seg ikki villeiða
av slíkum vavstri sum
stóð í Dagblaðsgreinini.
Tað er snegt sagt vón-
leyst hjá borgarligu press-
uni at heilatváa tey til at
venda fía javnaðarhug-
sjónini.
Síðan fyrra heimsbar-
daga hava á Tveroyri
verið tríggjar periodur við
stórum vinnuligum aktivi-
teti.
Tann fyrsta (og tann
Tveráfólk lærdu av) var
aftaná Mortensens tíðina,
og vita øll, at hetta fyri-
brigdi lå so nær ófrælsi
sum hugsast kann og har
tað at liva var ein náði frå
»Stérmonnunum«.
Tá varð Isvirkid skapt
av javnadarmonnum —
fyrsta frysti og flakavirki
i Føroyum. Tó helst eini
15—20 ár ov tíðliga.
Hin seinra kom meðan
»godfather« — sum grein-
Hetta var AT-tíðin. Tá var
arbeiði til øll.
Men øll á Tvøroyri vita í
hvussu so er, hver knústi
hesa blómandi fyritøku,
alt meðan fólkaflokks
kapitalistiskar fyritekur
aðrastaðni — sum av
svinnsótt vóru um at
doyggja stráðdeyða —
vóru oystar undir í hjálp
til fánýtis.
Politikkurin hjá teim
borgarligu hevur júst
verið tann tápuligi at vilja
raka javnaðarmenn her
við at kvala teirra fyri-
tekur.
Øll vita tað, ongin hevur
gloymt tað, og tí standa
vit so sterkir her á Tver-
oyri.
Triðja vinnuliga upp-
gangstíðin byrjaði tá
Tveroyrar býráð við Poul
Eli Bærentsen sum borg-
meistara viðtók at fara
undir byggjan av Tvør-
oyrar Flakavirki og øll
hini tiltekini í samband
við h etta, m.a. byggingin
av »Sudringi«. Hesi tiltøk
hava so ført vid sær, at å
Tvøroyri er i hvussu so er
líka nógv arbeiði sum
aðrastaðni, kanska heldur
meira.
Privata initiativið hevur
so sanniliga fingið loyvi at
royna seg her á Tveroyri,
og hetta sama javnaðar-
býráð hevur sett pening í
og veðhildið fyri tey flestu
av teim sokallaðu privatu
fyritøkum, nú seinast ið
tjóðveldisskipið >Fleyr<
fekk betri semdir enn t.d.
»Sirius«.
Urslitini hjå ti privata
fyritakseminum hevur
ikki altíð verið glómandi
og tí vil býráðið framyvir
stuðla hetta.
Nei, samarbeiðið
ímillum javnaðarbýarstýr-
ið, fakfeløgini og borgar-
arnar hevur harafutrímóti
givið úrslit.
Eg skal nú viðgera
nekur av teim
ósannindum sum standa í
nevndu grein.
1. »SIRIUS« varð keypt-
ur á tvingsilsuppboðið fyri
at bjarga peningi hjá
býráðslimum, sigur Dag-
blaðið.
Til hesa lygnina er at
siga, at undirritaði setti
15.000 kr. í Sirius. Hesin
peningur er mistur, tá fel-
agið fór á húsagang, og eg
havi sjálvandi ikki fingið
nakað av hesum aftur frá
kommununi og fái tað
heldur ikki. Eg meti hesa
skuldsetingina í Dagblað-
num fyri at vera eina
skuldseting um korrupt-
ión og havi tí saman við
eðrum býráðslimum
stevnt Dagblaðnum fyri
ærumeiðandi skriving.
2. »Arbeidsfolkid verður
útpínt eftir peningi at
gjalda undirskot við<É.
Her lýgur greinskrivar-
in aftur tí tann peningur
sum arbeiðsfólkið frívill-
iga hevur latið — tað eru
fleiru sum ikki gera tað og
tey fáa eins væl arbeiði
sum hini — stendur á
bankabók (sí niðanfyri-
standandi váttan frá
Gunnar Vestergárd banka-
stjóra“ og er ætlaður til
partapening í samband
við komandi útbyggjan av
virkinum og er ikki eitt
tveyoyra av hesum
peningi nýttur til tað
endamál sum greinskriv-
arin pástendur.
Annars kundi eg hugsað
mær at spurgt greinskriv-
aran, um hvussu hann
kann tilláta sær at lasta
býráðsarbeiðið í tann
mun, hann ger, tá ið tað er
eitt faktum, at bert í
tveimum førum hevur
andsteðan atkvett ímóti
uppskotum frá meirilutan-
um, nevniliga tá parta-
peningur skuldi setast í
>Suðring< (tá atkveddi G.
Vestergárd ímóti !) og tá ið
»Sirius« varð keyptur á
tvingsilsuppboði. Alt
annað hava vit verið
samdir um, og eg kann
leggja afturat, at eg illa
kann hugsa mær, at grein-
in er skrivað frá Tveroyri
av, tí at ein hóast alt má
siga, at samarbeiðið í
millum andsteðuna og
meirilutan i Tveroyrar
Býráð hevur verið framúr
gott og tað hevur sum
nevnt bert verið heilt fá
mål, vit hava verið ósamd-
ir um.
So, heldur greinskrivarin
at tann førdi politikkurin
hevur verið skeivur, hvat
hann sjálvandi ikki hevur
verið, so er ábyrgðin lika
so stór hjá andsteðuni
sum hjá meirilutanum.
Hóast vit landspolitiskt
eru hugsjónarliga ósamdir
við bæði tjóðveldisflokkin
og fólkaflokkin so hava
tey umboðini, sum hava
sitið í býráðnum fyri
nevndu flokkar, nevniliga
Hermundur Michelsen og
Gunnar Vestergárd, als
ikki latið seg ávirkað av
hesum, men hava stuðlað
so at siga hverjum einasta
»Sosialistiskum« tiltaki
her í bygdini.
Eitt áhugavert mótset-
ningsforhold liggur júst í
tí, at Gunnar Vestergárd,
umboðandi fólkaflokkin,
sum jú er í móti øllum al-
mennum vinnulívsinitia-
tivi, kravdi at Tveroyrar
Býráð skuldi hava av-
gjørdan meiriluta — t.v.s.
1,2 mill. kr. — í umredda
>kavablaki í hel-
heiminum“ (nýggi Suð-
ringur)!
Sami fólkaflokksmaður,
sami liberalistur, sama
umboð fyri fólkafloksins
FOROYA BANKI
JTBANKIN Í SUÐUROY
TELF mon
Viðv. ínnlánsbók 7046132,
'7/10-80
/
Partapeningur til vfAkan
av Tvørovrar Flakavírki (arbeiðsfólk og starvsfólk)
Við hesum verður våttad,
at innistandandi á oman
fyri nevndu bók er í dag kr.369.173,61 og at
ongantíð er tikid út
av nevndu bók.
Pit FØROYA BANK“
ve — ÚTBANKIN ON
privata initiativ hevur
ferð eftir ferð skotið upp,
at Tveroyrar býráð skuldi
lána 1,5 mill. kr. at seta í
»sosialistisku« fyritøkuna
Tvøroyrar Flakavirki.
Annars eru eg hart i
móti, at fólkafloksmenn
gera Tvøroyrar Flakavirki
1 f Øe aL,
til eitt politiskt mål. Tvør-
oyrar Flakavirki er ikki
nøkur javnadarfyritøka.
Øll bygdin uttan mun til
politiskan lit hava styðjað
hesa fyritøku og koma
vónandi at gera tað í fram-
tíðini, hóast útspillingina í
Dagblaðnum.
SOSIALURIN
Tað er einaferð soleiðis,
at tá samarbeiði í millum
andsteðu og meiriluta er
so gott, sum tað hevur
verið í Tveroyrar Býráð,
so hoyrist lítið til stríð
og kjak ímillum valini.
Ein vandi kann vera í
hesum, serliga soleiðis at
javnaðarmenn á Tveroyri
á tí landspolitiska planin-
um sum ávirkar lokalpoli-
tikkin.
Men lukkutíð, so er tað
áðrenn hvert val komin
ein skarnbytta antin í 14.
september ella fyri ikki at
tosa um Dagblaðið, sum
hevur fingið veljararnar at
rumsast við, og hevur
kallið minnini fram um
farnan órætt, og hevur
fingið tey at fara fjølment
á val, hvat tey eisini fara
at gera aftaná hesa
spygguligu skoluna í
Dagblaðnum.
Tveroyri 29.10.1980
Signar Dam
Sverri Midjord svarar grein í Dagblaðnum, Tvøroyri —
ein sosialistisk royndarsigling:
Borgarlig sigling
koyrdi Foroya land
á húsagang
Hesir sum skriva, trúgva
at fólkið er stuttmint, men
tað eru tó enn nekur sum
minnast at »borgarligu
royndarsiglingina sum
nærum kostaði lands-
húsargangi<.
Við at lesa hesa skriv-
ing, fær ein veruliga eyg-
uni upp fyri hverjir tankar
hesi fólkafloksumboð
hava um onnur.
Os os má ein vurdera,
um hesi umboð veruliga
eru so væl at sær komin,
at tey kunna bjóða sær at
umboða fjeldina.
Tann útspillan av sókn
míni er tað lægsta, sum eg
nakrantíð havi sæð ella
lisið. Ein útspillan, ein
runidálkan, av einum heil-
um bygdasamfelag ! Hevur
tað nakað við politikk at
gera, ella hvat er ætlanin.
Eitt stendur greitt: hesi
umboð fólkafloksins á
Tvøroyri muga hava
beiskan smakk i munnin-
um, um tey veruliga
standa aftanfyri hetta. Tá
má eg ávara mínum
bygdafólki ímóti hesum
persónum, tí um handan
linjan verður ferd í tí prak-
tiska politikkinum, má ein
ógvast.
At vandi er fyri tí, er
sjónligt, tí allir flokkar
hava nú líkasum tikið
saman um og gjert felags
lista til býráðsvalið fyri
líka sum at taka borg.
Tað eru Sambandsflokk-
urin, Fólkaflokkurin,
Tjóðveldisflokkurin, Sjálv-
stýrisflokkurin, ja sjálvt
Fiski- og Framburðsflokk-
urin eru í einum leypið.
Er tað so at teir góð-
kenna skriving Fólka-
floksins, tá má ein ógvast.
Um teir góðkenna hetta,
eru teir við í perfidu út-
spillan av Tvøroyri, og
hetta er tað eg má ávara
mítt býgdafólk ímóti.
Til seinasta legtingsval
legði Dagblaðið eftir tí
landastýrismanni, sum
umsat sosial mál. Hann
bleiv skýrdur >Ministarin
fyri neyð og elendigheit<.
Hesaferð er tað ein heil
bygd, sum skal leggjast
undir óhugnaligu skriving
Dagblaðsins.
Í samband við tað sosi-
ala er at siga, at væl hava
fólkaflokkskvinnur og
menn fingið hjálp. Tað er
teirra rættur, tað er eing-
in, sum setur niður á tey,
uttan Dagblaðir.
Nú er tað Tveroyri og
navngivnir persónar, sum
skulla ærumeiðast. Hetta
veit eg, at mítt bygdafólk
so væl vil vísa aftur við
valborðið, tí av tí sum er
framt, hava sanniliga
eisini fólkaflokkskvinnur
og menn fingið sín ágóða,
og hví ikki, tey eru borarar
í sama samfelagið. Tey
hava ikki kastað aftur.
Mína persónligu erfar-
ing av umboðum Fólka-
flokksins skal eg hava hjá
mær sjálvum, tí eg ætli
ikki at ríða so niðarliga, at
eg fari at kunngerða mínar
rokfundir í nevndum og
ferðingar við umboðs-
monnum Fólkaflokksins.
Tað vil eg hava hjá mær
sjálvum.
Eg hava á legtingið veri
í samvinnu við Fólka-
flokkin og eg má sanna, at
ikki kennur tú mannin
longur enn til tanna.
Um verandi formaður
floksins, Jógvan Sund-
stein, góðkennir hesa
skriving í floksblaðnum,
so má sannast, at prísurin
fyri formanssesin var
hegur, Jógan.
Annars kann vísar til
bóklingin »Reyda b6ék«,
sum viðgerð ikki tað
»Sosialistisku royndar-
siglingina á Tvøroyri !«
Men eina borgarliga
sigling sum nærum koyrdi
Føroya land á húsagangi í
50-unum.
Lesið bókina! Hon er til
skjals á Landsbókasavn-
inum og eg ivist ikki í, at
Fólkaflokkurin kennir seg
aftur har.
a
A