Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Tá hevndarhugurin er fremri enn samfelagssinni TAÐ VAR ein óhugnaligur deymur eftir at hava lisið Dimmalætting týs- dagin, har hevuðspennur sambands- ins ger greitt, at nú skal skrúvast fyri so tað munar. Fólkið skal merkja tað fyri alla framtíð. Farma- og ferðaflutn- ingssiglingin við framtíðarskili í skal með alla undir flag. Við brestin skal seljast út av framtíðarætlanum før- oyinga. HENDAN SKRIVING er ikki at mis- skilja. Nýggja landsstýrissamgongan er longu gjørd, og áhugavert er at síggja hvussu teir borgarligu longu nú skera ætlanir sínar út í papp. Dupult áhugavert er, at formaður sjálvstýrisfloksins eyðsíniliga undan valinum hevur bundið seg til sambands- og fólkaflokkin, og hevur harvið frásagt sær at reka framburðs- politikk framyvir. Sjálvstýrisflokkur- in segði annars undan valinum, at hann ikki var ímóti framtíðar millum- landasiglingini, — heldur ikki um hitt almenna var uppii. JAVNADARFLOKKURIN legði herðslu á hetta mál, tí flokkurin metir hetta at vera ein ríkan møguleika fyri okkum. Flokkurin royndi leingi at fáa menn at sýna hesum samfelagsøki ans, uttan at nakar vildi kennast við tað. Einasti møguleikin var tí at tað almenna vísti vegin — og tá fór at bragda. TEIR PRIVATU eru nú vaknaðir við kaldan dreym. Nú ræður bert um at drepa spíran áðrenn hann reiðiliga er komin fyri seg. Sambandsflokkurin er amboðið, og hevur longu nú givið fyrstu eiturssprænuna gjøgnum fremsta penn sín. Ja so roynast menn tå hevndarhugurin er fremri enn samfelagssinni. DAPRAR OG DIMMAR sýnast fram- tíðarvánir okkara nú kapitalistiski jarnhælurin fer at traðka tey fram- takshugaði tiltøk hjá fráfarandi landsstýrinum undir fót. SOSIALURIN At eiga eina húsalon må vera livsins rættur Tað eru tey, ið lítlan pening eiga — tær ungu veiku herðarnar í samfelagnum — ið mugu merkja hendan ringa, rotna, kapitalistiska tannandan, sum rýkur á ungum fólki í dag íneyðstoðu, sum royna at seta bein undir egið borð, men ikki hava ráð til tess. Rópini frá tí yngra lið- inum um grundstykki, um hús — snekt sagt tak yvir hevdið — harðnar í hverj- um. Hesi gerast alt fleiri og fleiri og tað gerst tor- ferari og torferari at fáa meitt bél«, so tilveran gerst tryggari, meðan ferðast verður her á fold. Tað yngra liðið skal føra slektina víðari — tað eru tey, ið byggja skulu land- ið. Men at fáa tak yvir hevdið — umsteður at bú- leikast í, er fyri mong av teimum torførir stíggjar at fara uppum. Hervið máast lívsmótið — fera slektina víðari. byggja landið. Tikkar sum ein illa trekt klokka. Hvi? Mong fólk hava tey sein- astu årini sett pening i fastar ognir. Í hesum ráki verður sagt, at hann ella hon eiga hús her og hús har — ja, enntá sterri og minni lonir uttanlands eisini: Eigur tú fasta ogn, fæst inntøka, sum lítið og einki skal gjaldast av til tað al- menna. Tá ið komið verður at tirnuni er hetta inn- flættað: Tann maður ella kvinna — tey arbeiðandi, sum hava skapað teir lutir í t.d. eini hús eru upp bygd av, fáa lítlan og ongan vinning úr hesum fyritak- semi. Meðan tann, ið eigur ognina hevur sett pening í ognina — fær vinningin burtur úr hesum lutum — uttan so mikið at hava lyft hond frá síðu at skapa hesar lutir. Tann stersta uppspar- ing, ið fer fram, er ognar vinningur — vinnuligur av fastari ogn. Í Danmark er hon 2/3 av allari privatu, nominellu nettoupp- sparingini!!! Lukkuligur er hann ella hon, ið eigur húsini tvey ella trý. Ólukkuligur er hann ella hon, ið hverki eiga moldar- klump og enn minni okk- urt at verma seg ímóti vindi regni og »kulda«. Tað eru strang kor, ið tað yngra liðið má ganga undir fyri at fáa >moldar- klumpin«, so setast kann bein undir egið borð: Lang bíðitíð eftir grundstykki — ovurdýrt grundstykki dýr lán — og harvið dýrt hús. Eitt jótur, ið er skap- að av teimum, ið eiga real- kapitalin. Teir, ið t.d. selja hús, lata tey ikki fara til tey, ið minni eiga, men føra ognina — kapitalin — til tey, sum eiga pening. Tey ungu, mugu kenna koyrilin av hesi gongd. Tad eru i teirra kommun- um, at kapitaleigarin rótar; um so hetta er í heg- ari húsaleigu, vanligari sethúsabygging ella set- húsaselu. Vinningurin av fastari ogn hevur í mong ár skundað undir inflatión- ina. Tann, sum eigur ognina, og fær vinning burtur úr henni, fær møguleikar at brúka meira. Tey eru við í hesi ævigu kapping um for- brúk sum samfelagið gevur teimum, og harvið er ognarvinningurin við til at seta trýstið upp á hesi kókigrýtu, sum eitur for- brúk og verri vera gjalds váninar í sjálvari uttan landsskuldini. Tað eru tey, ið lítlan pening eiga — tær ungu veiku herðarnar í samfel- agnum — ið mugu merkja henda ringa, rotna kapita- listiska tannandan, sum rýkur á ung fólk í dag í neyðsteðu, sum royna at seta bein undir egið borð, men ikki hava ráð til tess Teir kapitalistisku hús- areyðrænarnir trína dans- in sum ongantíð áður í teirr Soria Moria slottum og gera tað torførari og torferari hjá ungum fólk- um at fáa tak yvir høvdiå. Mátti hin altvaldandi eis- ini rått her so all, øll her á landi komu undir tey vanl- igu mannarættindini: at liva og virka undir ódýr- um lonum so lívið gjørdist ein rættur — ein lívsins rættur í lukkuligum um- hvervi og góðum samfel- agstónalagi í allar ættir. Frits Johannesen Vandin við Sambandsflokkinum Seinastu dagarnar er nógv gjørt fyri at fáa fólk at trúgva, at Javnaðarfl. fremur kommunismu — t.v.s. ger Feroyar til eitt kom. land. Pauli E. gekk so langt í síni villeiðing, at hann ger kom. Polen til eitt sos. land, tí hann veit, at orðið sosialistiskt verður millum fólk her heima brúkt javnt við javnaðarpolitikk ella sosi- aldemokratar. Pauli hevur fyrr avdúk- að seg polittiskt. Hugsa bert um eitt tað seinasta, tá hann segði at var Jógvan Olsen fiskimála- ráðharri, so var fiskivinnupolitikkurin end- aliga loystur. Hetta sjálvt um fiskivinnan í dag er í stødugari utvikling. Pauli E., sjålvt danski fiskimad- urin, sum skuldi verið betur fyri enn okkara fiskimaður, veit ikki, hvar hann skal veiða í morgin. Polen sos. ella kom. Fría fakfelagið Polen verður tvungið at góðtaka leiðandi steðuna hjá kom. fl. í Polen. Einasti loyvdi flokkur í Polen er kom. fl. Pauli E. trýr at polski kom . fl. stjórnar einum sosia- listiskum Polen. Tvætl! Polen er limur i KOMINTERN og ikki Sosialistiska Internatio- nala. Lat meg nevna, at so góður javnaðarmaður sum Willy Brandt er formaður i Sosialistiska Internativ- nala. Og enn tryr Pauli E. at Polen er eitt sos. land. Nei. Pauli, lygn og aftur lygn. At tað kostar at verða javnaðarmaður, tað vita vit. Bestu demir eru at finna hjá fyrimyndini hjá Paula E. 1. Einastu menn, ið atkveddu ímóti, tá Hitler tók sær alt valdið persónliga í Týsklandi, vóru javnaðarmenn. 2. Willy Brandt og aðrir javnaðarmenn máttu rýma úr landinum fyri politikk sín. Tí Pauli, nyttar ikki at ræða við javnaðarmonn- um. Hesir eru einastu menn, ið kunnu verja móti sambandsflokkinum og kommunismuni. Politikk- ur sambandsins fremur kommunismu — jfr. lond sum Rusland — Afgha- nistan — Etiopia og onnur kom. lond, ið vórðu stjórnað eftir somu upp- skrift, sum Sambands- flokkurin arbeiðir eftir. Nei Pauli E. er sanniliga okkara polittiski biomatur. Hvar er tín um- bering um Polen? Tí Pauli E. tu leyg um Polen. Jallur DEDE Ikki til fånytis Ikki kann sigast annad enn, at vid javnadarfloks- ins luttøku í Tórshavnar byråd er hent nógv. Vit kunnu byrja við oljutangunum. Tað var í 1979. at oljufelagið Esso sekti um at leingja sátt- málan í so og so nógv ár, men tann einasti, sum stríddist í móti, var Jona Henriksen, táverandi býráðslimur javnaðar- floksins. Havnarfólk, hverjum líkist tað, at oljutangar skulu standa so tætt við hús? Ongum ! Okkara menn mugu virka fyri, at teir verða fluttir ongatíð ov skjótt. Allir hinir runnu á leist- unum fyri hesi multinatio- nalu, kapitalistisku fyri- tekuni. So koma vit til SMS. Í samband við tað málið, mæltu javnaðarmenninir í býráðnum heldur til at geva handilsmonnum i býnum byggiloyvi, soleið- is at ein minni handilsbý- lingur við getum og torgum í millum kundi byggjast, í staðin fyri nú- verandi loysn, sum ikki bara hevur havt hepnar fylgjur. Eitt tað besta, hetta býráðið hevur gjørt, er Bussleiðin. Tað er tekniska deildin hjá bý- ráðnum, sum skilagott hevur skipað fyri. Nevnd- arformaður er Jákup Sune Jacobsen úr javnaðar- flokkinum, sum veruliga hevur fingið skil á alt tað tekniska. Hin býráðslimurin, Leivur Johannesen, hevur eisini roynst væl. Hann hevur fingið nógv burtur úr á tí sosiala økinum, men vóru tað fleiri javnað- arsinnaðir menn í býráð- num, so er einki at ivast í, at vit vóru komin nógv nærri eini loysn á dag- Framhald á síðu 7