leygardagur 15. november 1980síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
£
SOSIALURIN
tryggjað fyri maskin-
skaða. Bremsiskipanin er
so trygg, at einki kann
henda sjálvt í ringasta
ódnarveðri.
Í Danmark fer fram
steðug útbygging við
vindmyllum. Tað eru
serstakliga búnaðarmenn
úti á landinum, ið fáa sær
myllur. Teir fáa allir
stuðul til at keypa og seta
myllurnar upp.
Sjálvir metir Birgir, at
hevði tað almenna í Fer-
oyum stuðla vindmyllu-
projektum í eini bygd,
einum býlingi ella hjá
einstaklingum, so hevði
meguliga komið gongd á
henda so týðandi tátt.
Afturgoldið eftir
5 árum
Tað er so at ílegan í eina
vindmyllu er afturgoldin
eftir fimm árum. Aftaná
fær ein alla orkuna, sum
myllan framleiðir,
ókeypis. Umvælingar-
arbeiði er so gott sum
einki, og myllan skuldi
hildið í rættiliga nógv ár.
Tær gomlu vindmyllurnar
hildu í meira enn 300 ár.
Tað skal heldur einki
fólk arbeiða fast í sam-
band við eina tílíka myllu.
Har er alt automatiskt.
Tað einasta teir báðir
Ennibreðurnir hava gjert
síðani í juni í ár er at lesa
av á málararnum, hvussu
nógva elorku myllan
hevur framleitt.
120.000 kwt. um árið
— Hvussu nógv framleiðir
vindmyllan á Hváli í
letuni?
Vindmyllan hevur nú
koyrt síðani í juni í ár.
Hon framleiðir umleið
1000 kwt um samdegrið,
og tá mesti vindur er
umleið 1500 kwt. Eg rokni
við at myllan kann fram-
leiða 120.000 kwt um árið.
Sammeta vit við donsk
viðurskifti so framleiða
myllurnar har munandi
minni. Ein mylla av
hesum slagnum framleiðir
100.000 um árið.
Birgir Enni leggur tá
aftrat, at stóð myllan
longri uppi í fjøllunum, so
hevði úrslitið uttan iva
verið uppaftur betri.
Eysturættin og land-
nyrðingurin geva ikki
mesta vindin uppi á Hvál-
inum.
Lættliga koblast
á elnetið
— Men hvussu riggar at
kobla vindmylluna inn á
vanliga elnetið ?
— Eg veit væl, at nógvir
verkfreðingar eisini her
heima hava verið í iva um.
um tað yvirhevur fór at
lata seg gera at kobla
mylluna til einetið. Men
tann kvaliteturin, sum
myllan framleiðir, er júst
av sama slag sum tann, ið
er á elnetinum. Vindmyll-
an koblar út og inn á netið
uttan nakað stoyt ella
blink.
Í Danmark seta elverk-
ini rættiliga strong krev
til vindmyllurnar um júst
hetta. Hesum krevum
kunnu myllurnar eisini
ganga á meti. Allar
danskar vindmyllur skulu
eisini góðkennast av kann-
ingarsteðini í Rise.
Myllan á Hválinum er góð-
kend.
Vit spurdu at enda
Birgir Enni, hvussu hann
heldur, at vit best kunnu
útbyggja vindorkuna í
Føroyum?
Ein tann besta
í heiminum
— Tað er ein sannroynd.
at mótsteðan millum fólk
móti nýggjum oftani er
stór. So var tá elorkan
kom inn í hvert heimið, og
so var tá telefonin var
uppfunnin. Enn seta
nógvir spurnartekin við
vindmyllurnar.
— Men tað kann nú ikki
burturforklárast, at henda
myllan veruliga koyrir
uttan trupulleikar av
nekrum slag. Henda
myllan er kanska ein tann
besta av sínum slag í
heiminum. Hetta er ikki
reyp. Vit mugu síggja í
eyguni, at henda royndin
hevur eydnast til fulnar.
Vindorka og
kaðalsamarbeiði
— Nú er so eftir at fara
víðari og brúka tær
royndir, sum longu eru
fingnar við hesi mylluni.
Tað verður trupult at gera
eina orkuætlan fyri Fer-
oyar á hesum eki, men eg
haldi, at vit eiga at
útbyggja fyrst tær smærri
bygdirnar við smærri
vindmyllum, soleiðis at
tær fáa ljós og hita frá
myllunum, tá vindur er.
Hetta kann m.a. gerast
við at seta eitt hitalikam í
oljufýringina. Tá myllan
so fer í gongd koblar hon
automatiskt so nógv hús
til, sum hon orkar
— Tað er at vóna, at vit
foroyingar kunnu fáa
meira nyttu av tí vindi,
sum kanska higartil hevur
verið meira til ampa.
Fyri samfelagsbúskapin
er tað alt, sum talar fyri,
at vit skulu útbyggja
vindorkuna í Feroyum.
— Eg síggi eisini ein
stór:1 meguleika í einum
fram.iðan kadalsamarb-
eiði millum norðurlond,
har vit kunnu koyra óav-
markað av vindorku inn á
netið, endar Birgir Enni
Síða 9
Varð myllan sett upp í dag høvdu teir ikki ivast í at sett hana upp heilt uppi á sjálvari fjallarødini, sum er
eystanfyri Tvøroyri. Har hevði hon kunnað framleitt munandi meira av streymi
Ætla at byggja vind-
myllur í Føroyvum
Ætlanin er at framleiða
vindmyllur í Feroyum.
Ein av stigtakarunum
Birgir Enni á Tveroyri
sigur, at tað í letuni
verður kannað, um heli
kunnu fáast til at hava
ein verkstað í. Á hesum
verkstaðnum er so ætl-
anin at byggja tær
fyrstu føroysku hóp-
framleiddu vindmyll-
urnar.
Tað er tað avbera góða
úrslitið við vindmylluni
hjá Birgiri og Helga
Enni á Tveroyri, sum er
orsekin til, at teir nú
umhugsa henda nýggja
meguleikan. Birgir Enni
upplýsir, at verður farið í
gongd, so verður tað í
samarbeiði við danska
myllubyggjaran, Chris-
Birgir Enni vísir okkur: hvussu trygt myllan stend-
ur. Masturin er gjørd úr massivum stáli "53
mm tjúkt.
ið er 65
tian Rissager.
Danir framleida
rættiliga fitt av vind-
myllum, og
eftirspurningurin er
stórur. Birgir Enni
sigur, at verður fram-
leiðsla byrjað í Føroyum
so er henda eisini ætlað
til útflutnings.
Hann sigur annars, at
tað verður lættari hjá
monnum her heima at
fara undir vindorkupro-
jekt, um vindmyllurnar
verða framleiddar her
Tað er Idnadarstovan,
sum ger tær ymsu
kanningarnar við ætlaðu
framleiðsluni. Gerst hon
veruleiki = verða her
nekur nýggj arbeiðs
pláss.
Birgir Enni á veg upp í mylluna at hyggja eftir um
alt er sum tað skal. Síðani í juni
trupulleikar havt.
í ár hava teir ongar
a ——— UTAN ÆR 5 AVS SENEVUN-TOSUTRIIMEDDIE FUE 7 DOS