leygardagur 15. november 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Birgir Enni, vindmylnubyggjarin á Tvøroyri:
— Vit mugu útbyggja
vindorkuna í Føroyum
við smærri myllum
Vindmyllan á Hváli
framleiðir nú streym til
húsarhald á Tvøroyri
Hóast vit eru fáir og liggja
fjarskotnir mitt í Atlants-
havinum so eru feroyingar
1 tær tjóðir í heim-
liggja sera
frammaliga hvat viðvíkur
við vindorku.
5
|
rum, Sum
tta var i hvussu so er
tann uppfatan, sum vit
fingu, tá Sosialurin
vitjaði uppi á Kváli beint
omanfyri Tverá bygd og
hittu Birgir Enni, sum
saman við beiggjanum
Helga Enni stendur fyri
einum vindorkuprojekti.
Eftir at hava arbeitt í
meira enn tvey ár við at
gera kanningar, fyrireik-
ingar og byggja eina
vindmyllu kunnu teir nú
vísa á verulig úrslit. Vind-
myllan á Hváli á Tveroyri
framleiðir nú streym, sum
verður koyrdur beinleiðis
inn á elnetið hjá SEV.
Birgir til
Danmarkar
Tað var í 1978 at Birgir og
Helgi Enni fóru at kanna
meguleikan at gera okkurt
so vit kundu sleppa burtur
úr tí oljukreppu, sum nú í
nógv ár hevur nervað út-
viklingin í fleiri av heims-
ins londum. Teir báðir
hildu, at tað mundi vera
onkur onnur orkukelda,
sum vit vórðu minni
bundnir av enn tann inn-
flutta oljan
Hvergin av Enni-breðr-
og kundi bert vera talan
um vindorku — at gera
nýtslu av tí nógva og
kraftiga vindinum, sum so
mangan leikar á |
oyggjarnar.
Birgir, ið dagliga arbeið-
ir sum kavari, fór tískil til
Danmarkar at arbeiða hjá
tí víðagitna mylnubyggj-
aranum, Christian
Rissager. Hann hópfram-
leiðir í dag vindmyllur, ið
stórur eftirspurningur er
á m.a. í Danmark.
Danir fremst við
vindorku
Christian Rissager hevur
sjálvur sum ungur verið í
læru hjá einum
mylnubyggjara. Hann
hevur við hesum roynd-
unum sum grundarlag
granskað víðari, og bygdi
sum ein av teimum fyrstu
sjálvur eina myllu, ið hann
setti beinleiðis til ljósnet-
Her síggja vit úrslitið. Málarin, sum stendur á mylluni,
vísir, at hon higartil hevur framleitt 51.017 kwt.
ið. Tá myllan framleiddi
meira enn hann sjálvur
brúkti, fór yvirskotið út á
ljósnetið. Í dag er
Danmark tað landið í
heiminum, sum er komið
longst við kanningum av
vindorkumeguleikanum.
Heimafturkomin til Før-
oyar fór Birgir saman við
bróðurinum at
seta upp
eina vindmyllu á Hváli
omanfyri Tverá bygd
Hetta plássið liggur
umleið 100 metrar oman-
fyri havyvirflatuna og er
tað eitt serliga ábært
pláss
Besti vindur
ovast uppi
Birgir greiðir frá, at teir
eisini kundu fara heilt upp
á fjallarødina, sum liggur
eystanfyri bygdina. Men
tað hildu teir ikki vera
ráðiligt tá, tí so skuldi
størri iløga til til ein longri
kaðal.
Í dag heldur Birgir tó, at
tað hevði verið tað vert at
brúkt meira pening til
henda kaðalin, tí ovast
upp á fjallatromini er
meiri vindur.
Tað ráddi fyrst um at
gera eina myllu, sum
kundi klára seg í tí nógva
vindinum. Tað hevur verið
arbeitt við at útbyggja
mylluna til fyri einum
hálvum ári síðani. Tá vóru
teir báðir breðurnir saman
við sjálvum Rissager
komnir fram til endaligu
mylluna, soleiðis sum hon
sær út í dag.
Vigar 7 tons
Myllan er so væl útgjord
og væl uppsett, at hon vik-
ast ikki í sjálvt tí ringasta
ódnarveðri. Myllan vigar
íalt 7 tons. Hon stendur á
eini 12 metrar langari stál-
mastur. Sjálvt undirlagið
hon stendur á er styrkt so
væl hetta nú einaferð
kann gerast.
So teir bera ongan ótta
fyri, at ódnarveður skal
skaða hana. Hon hevur
koyrt í ellum ódnarveðri
— máldir eru upp í 30
metrar í sekundið.
Tað má nú sigast at
verða eydnast hesum
mylnubyggjarunum at
gera eina myllu, sum er
serliga væl egnað til
føroysk viðurskifti.
Veingirnar nú í lagi
Veingirnir eru 14 metrar í
diametri Teir høvdu
nakað av trupulleikum við
veingjunum at
Varð ov vindur
kláraði generatorurin ikk
at taka ímóti — og
nogvur
im steðgaði
veingirnar
órógvaðu, tá lítið var
Nú eru so gjerdar lúkur
á sjálvum
veingjunum
sum koma út, um ov nógv-
ur vindur er. Lúkurnar
taka bert sjálvar spísaran-
ar av vindinum.
— Ein vindmylla skal
kunna koyra í Bellum
ódnarveðri, sigur Birgir
Enni. Tað er einki vunnið
við tí at hava eina vind-
myllu, sum steðgar,
hverja ferð tað er góður
vindur. So var at byrja-
við, men nú koyrir myllan
í ellum veðri, leggur Birgir
aftrat.
Vindmyllur
gott ískoyti
— Metir tú, at vit kunnu
nekta ein part av okkara
orkutervi við vindorku,
spurdu vit Birgir Enni ?
— Vindmyllurnar kunnu
verða eitt munagott
ískoyti til elverkini. Tað er
einki til hindurs fyri, at vit
alt vetrarhálvárið kunnu
fáa tann hita og tað ljós
vit skulu brúka, frá vind-
myllum
— Ég meti, at stóðu t.d.
einar 20 myllur av hesum
slagnum omanfyri
Tveroyri, so hevdu tær
lættiliga kunna klárað el-
nýtsluna hjá umleið 700
húsum.
— Men hvat so tá eingin
vindur er ?
— Eg vil venda spurn-
inginum og spyrja: >Hvat
so tá vindur er< Tað má
sjálvsagt vera okkurt
annað ístaðin, tá eingin
SOSIALURIN
Vindmyllan hjá Birgiri og Helga Enni uppi á innara
Hváli á Tveroyri. Myllan hevur koyrt síðani í juni
vindorka er tek. Her hava
vit so okkara vanligu
eiorkuverk.
Fleiri fyrimunir
Metir tú,at vindmyli-
urnar kunnu spara sam-
felagnum við at brúka
minni negdir av olju?
— Tað eru fleiri fyri-
munir at brúka vindmyll-
una sum eitt ískoyti til
oljuverkini. Fyri tað
fyrsta avlastar hon motor-
arnar, so tað verður minni
belastningur á dieselmnt-
orunum. Harnæst verður
nýtslan av olju munandi
minni, tá nógvur vindur
er. Og síðani er vindurin
við til at styrkja sjálvt
elnetið.
— Hvussu heldur tú
eigur at verða farið fram í
Feroyum við útbygging
av vindorkumegini ?
— Feroyar eru kanska
meira enn nakað annað
land í heiminum vælegn-
aðar til vindorku. Umleið
helvtin av føroysku bygd-
unum eru á smærri
plåssum, har møguleiki er
at seta upp myllur av
hesum slagnum, sum vit
hava. Hesar myllur kunnu
nøkta tørvin å orku til
bæði ljós og hita um vet-
urin.
— Tað er heldur ikki
trupult at finna pláss at
seta myllurnar upp. Tær
kunnu standa nógva
staðni í fjøllunum, har tað
er bæði javnur og góður
vindur.
Heldur smærri
myllur
Uppá fyrispurning um tað
ikki hevði verið betri við
nekrum fáum stórum
vindmyllum heldur enn
nógvum smáum sigur
Birgir Enni, at tað heldur
hann ikki. — Henda
steddin hjá okkum er
ógvuliga hóskandi. Hevur
ein tvær ella tríggjar av
hesum slagnum, so hevur
ein tryggjað seg um ein
skuldi gingið fyri.
Eg eri fullgreiðir yvir
sigur Birgir víðari at tað
verður arbeitt við sterri
vindmyllum, men menn
varnir at fara
undir tílík stór projekt
Kostar 300.000 kr.
— Men hverjar meguleik-
ar hevur ein at fáa fígging
til myllur av hesum
slagnum tit hava?
— Vit hava sjálvir gold-
ið hesa mylluna, sum í dag
stendur okkum í næstan
300.000 kr. Hon er fíggjað
við eginpeningi og lánum
frá Feroya Banka á Tver-
oyri. Tað fer uttan iva at
vera nógv lættari at fáa
stuðul og lán frá almenn-
um stovnum og bankum
at byggja myllur fyri í
framtíðini — nú trygging-
arfeløg í Danmark og i
Føroyum tryggja vind-
myllur. Hetta var 6hoyrt
fyri bert stuttari tíð síðani
— tí hvat tryggingarfelag
fór at tryggja eina myllu,
sum kundi ganga fyri
hverja letu.
eru sera
Kunnu nú tryggja
myllur
Hóast krevini til myllurn-
ar eru ógvuliga strong, so
hevur tað eydnast nútíðar
vindmylnubyggjaranum at
gera eina myllu, sum
lýkur hesi krev — og sum
sostatt verður mett sum
eitt aktiv. Frammanund-
an mátti ein seta hús og
ognir í veð fyri at fáa lán
til eina myllu. Nú er
myllan ein ogn í sær
sjálvum.
Birgir Enni hevur
tryggjað mylluna fyri
1300 kr. um árið. Hon er
kaskotryggjað og
F