leygardagur 22. november 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
unuvalið
1980
Hvat er hent tey 4
árini, sitandi býrað
hevur virkað, og hvat
man fara at henda tey
4 komandi árini?
Hetta eru spurning-
ar, sum endurtaka seg
fjóðra hvert ár.
Fyri at byrja einastaðni
skal verða nevnt, at
síðan seinasta býraðsval
er Tórshavnar kommuna
víðkað til eisini at
umfata part av Tórs-
havnar uttanbíggja-
kommunu, nevniliga
Hoyvík og Hvítanes, og
nakað áðrenn seinasta
val fór samanlegging
fram við Sunda
kommunu. Kommunan
er sostatt ógvuliga stór í
ummáls, og hevur
kommunan staðið fyri
vegagerð líka til
Kalbaks, sum er um at
vera liðug, og er nú koyr-
andi til øll bygd økir.
Fyri at lætta um ferðsl-
una er bussruta sett í
gongd. Hon hevur koyrt
umleið hálvtannað ár, og
í summar varð hon legd
endaliga til rættis.
Av eðrum tiltøkum, sum
framd eru, er vert at
nevna liðuggerð av
Eysturskúlanum, sum
við sínum nógvu og væl-
utgjørdu skúlastovum
hevur nektað tervin,
sum var á hesum eki
eina tíð framyvir, bæði
til vanligu skúlagongd-
ina og til tær ymisku
kveldskúlagreinirnar.
Somuleiðis kann
nevnast liðuggerð av
ymsum hevuðsvega-
strekkjum í Tórshavn,
sum Jóannes Paturson-
argeta/Bekjarabrekka og
R. C. Effersøesgøta
v/ljóskurv. Ja, ein kann
illa hugsa sær ferðsluna i
dag uttan hesa ljóskurv.
Ringvegurin, sum er í
gerð eftir Hálsi, fer
væntandi at lætta upp-
aftur meira um ferðsl-
una, tá tann tunga
ferðslan mest meguligt
verður legd eftir ring-
vegnum.
Eisini kann nevnast
parkeringsskipanin, sum
var sera tiltrongd, og
sum er effektiv. Parker-
ingsmeguleikarnir = eru
eisini væl betri, síðan
Skálatreð og onnur små
ekir ymsastaðni í býnum
vórðu gjørd til enda-
málið.
Miðbýurin er nú uttan
ferðslu — hann er vorðin
ein gongugeta. Nógv
tjak stóðst av, um rætt
var at gera so, men
hvussu er og ikki, so er
áhugavert at síggja,
hvussu fólk hava dugað
at nýta gongugetuna,
eitt nú til undirhald,
fundir, ella selu til frama
fyri eitthvert tiltak.
Í miðbýnum og aðra-
staðni við er nógv gjert
fyri at fríðka um býin, og
er tað at gleðast yvir.
Ídnaðurin hevur fingið
betri umsteður. Ídnaðar-
og midstadarøkini uppi á
Hálsi og í Hoydelum
verða alsamt útbygd, og
av teimum stóru
bygningunum, sum har
eru komnir at standa,
sæst rættuliga, hvussu
stórur tervurin hevur
verið á hesum eki.
Byggibúgving fer í let-
uni fram á økinum úti
við krossin í Havnardali,
sum ætlandi verður til
smáídnað.
Her eru nevnd nekur
bæði týdningar- og kost-
naðarmikil projektir,
men sum kommunan
kann vera væl negd við.
Av málum, sum ein
kundi ynskt, meira varð
gjørt við, og sum
komandi býráð serliga
má taka sær av, eru mál
sum: íbúðarspurningur-
in, tervurin á dagbarna-
rektini, ungdómshús,
nýtt býarbókasavn, út-
byggjan av stadionek-
inum, bygging av
nýggjari rusksteð, betri
viðlíkahald av vegunum,
útbygging av havna-
økinum.
Mugu alsamt royna at
nøkta ibudartørvin
Íbúðartervurin = hevur
verið steðugt vaksandi,
og ikki hevur altíð verið
lætt hjá kommununi at
nekta tervin, og nógv
eru tey, ið standa á bíði-
lista eftir grundekjum.
Aftan á útstykkingina á
Konmansmýru í 1974,
sum nú er vorðin ein
vakur og snotiligur bý-
lingur, varð farið undir
at stykkja út uppi á
Ternuryggi og á Flatum.
Hesi umleið 300 stykkini
eru júst nú gjerd byggi-
klár, og somuleiðis eini
100 stykkir úti í Havna-
dali. Í býlinginum, sum
kemur úti í Havnadali,
svalið 1980
Heðin Mortensen
valevni á lista H
til Havnar býráð
er ætlanin í miðjuni at
hava einar 30 leiguíbúð-
ir, líknandi teimum úti á
Tórgarði, sum fólk tykj-
ast at hava verið glað
fyri. Nevnast kann, at í
letuni er eisini í umbúna
at gera lendir á Hvíta-
nesi og í Kaldbak byggi-
búgvin. Men tervurin á
íbúðum er veruliga stór-
ur, og má tí alsamt hava
havt í huga at nekta
hann.
Dagstovnar við
nýggju útstykkingarnar
Tá so nógv ungfólk seta
búgv, má eisini roknast
við fleiri nýggjum,
smáum borgarum í
Havn, og at fáa hesar
passaðar um dagin,
meðan foreldrini eru til
arbeiðis, er eisini ein
uppgáva, sum býráðið
má seta sær fyri at
loysa betri enn higartil
og tað ongantíð ov
skjótt. Eftir hvat bíði-
listarnir = á teimum
stovnum, sum vit hava,
vísa, so er tervurin sera
stórur á hesum eki. Um-
ráðandi má vera at finna
økir at byggja veggu-
stovur og barnagarðar á,
sum liggja nærmast
teimum nýggju ýtstykk-
ingunum, har roknast
má við, at barnatalið
verður vaksandi.
Arbeiðast má miðvísari
við ungdómshúsinum
Meðan vit eru við tað
yngra ættarliðið, er vert
at nevna, at arbeiðast
má skjótari og miðvísari
móti at byggja ung-
dómshús. Økiåd er avlagt
til húsið fram við R. C.
Effersøesgøtu, og fyri-
liggja nú tekningar og
model til húsið. Sjålvt
um vit mugu åsanna, at
nógv feløg av ymsum
slag gera eitt avbera
stórt arbeiði fyri bernini
og tey ungu í dag, so átti
ein býur sum Tórshavn
at havt eitt ungdóms-
hús. Vit mugu hava í
huga, at tað eru ung,
sum ikki hava hug at
gerast limir í teimum
ymisku feløgunum og
koma har til ásettar
tíðir. Tí eru tað eisini
ung, sum bert ganga
oman og niðan geturnar
— Men tað er ikki bara
at byggja eini tílík hús,
onkur má vera at taka
sær av teimum, sum
koma har, og tá er tað
líka átroðkandi at mynd-
ugleikarnir útbúgva
ungfólk til ungdómsleið-
arar og frítíðarpedagog-
ar, so ungdómsarbeiðið
kemur at virka á trygg-
um grundarlagi.
Sjálvandi skulu tey
ungu, sum koma at nýta
húsið, eisini vera við í ar-
beiðnum við at fyrireika
tey ymisku tiltekini, ið
nú einaferð talan verður
um. Vanliga rúma frítíð-
arhús helir til dans, film-
vísan, ymisk ítriv, fundir
spøl, ítrótt, matselu 0.a.
Hús til pensionistar
Tað eldra ættarliðið skal
heldur ikki verða
gloymt. Tað er at gleðast
yvir, at Pensionistafel-
agið, sum varð stovnað
fyri nekrum árum síðan,
virkar so væl, sum tað
ger. Men tað er ynski-
ligt, at kommunan fær
felagnum eini fitt hús at
virka undir við eitt
sindur av lendi uttanum
við blómum og treum at
spáka í góðum veðri.
Eini tílík hús mugu
liggja heldur miðskeiðis
í býnum, so um einki eki
er til taks, eigur komm-
unan at liggja fram við,
um ein meguleiki verður
fyri at keypa hús til
endamálið.
Býarbókasavn við
gi. kommunuskúlan
Helini hjá býar- og
barnabókasavninum i
miðbýnum eru alt o
tronglig. Tað er at harm-
ast um, tí bókasavnið
verður sera nógv vitjað,
og tey, ið starvast har,
gera eitt stórt arbeiði
fyri at fremja áhugaverd
tiltøk bæði fyri børn og
vaksin. Um ein lon varð
bygd úr gamla komm-
unuskúlanum móti post-
húsinum í sama stíl, sum
skúlin er bygdur, kundi
bókasavnið meguliga
fingið helir her, soleiðis
at bókasavnið framvegis
lá mitt í býnum.
Nýggi tiltøk fyri
ítróttin
Stadionekið er undir út-
bygging. Nógv tjak
hevur verið um svimju-
hellina, sum er í gerð
Tað eru nógvir pengar
tað snýr seg um, okkurt í
henni kundu vit helst
verið fyri uttan, men
man má boyggja seg fyri
meirilutanum. Tó má
haldast, at tað er ikki
heilt burturvið, at býur
sum Havnin hevur eina
nýmótans svimjihell.
Áhugin fyri svimjing er
vaksandi, og skal svimji-
hellin nokk verða til
bæði gleði og gagn
fyri borgararnar, tá av-
tornar. Hondbóltsvell-
urin, sum var, mátti lúta
fyri byggingini av
svimjihøllini, men
verður ein nýggjur
bygdur nú samstundis
og eisini tveir tennisvell-
ir. Spennandi er at vita,
at henda íðkan fær
undirteku. Í umbúna er
eisini at byggja venjing-
arhallir, sum serliga
stórur tervur er á.
Ruskstød við svimji-
høllina
Ruskstødin i Havnadali
er nå gomul og treingir
altíð til åbøtur. Ætlanin
hevur leingi verið at
byggja eina nýggja, men
rætta plássið er ikki
funnið enn. Í samband
við nýggju svimjihøll-
ina, sum kemur at nýta
nógva orku, kundi ein
brennisteð hugsandi
verið legd nærhendis, so
hitin frá henni kundi
verið nýttur til hellina.
Kenir menn siga, at ein
slík brennisteð hverki
dålkar eila luktar, verður
rætt atborið. Annað
burturkast, sum íkki
slepst av við til brenni-
staðina, má ekið finnast
til á dbygdum stað.
Fótgangarin má
tryggjast betur
Vegirnir og gongubreyt-
irnar eru mangastaðni í
ringum standi. Ábetur
fara einamest fram mitt í
býnum, har sjálvandi
mesta ferðslan er, men
ábetur eru sanniliga
SOSIALURIN
eisini tiltrongdar aðra-
staðni. — Meira má ger-
ast at tryggja fótgang-
aran í tí nógvu ferðsluni,
gongubreytir eiga at
vera allastaðni, og fleiri
fåtgangarafelt mugu
gerast, helst við ljósum
uppiyvir. Tey fótgang-
arafeltir, sum eru, slítast
alt ov skjótt, og ov seint
gongur at fáa tey av-
merkt aftur. Her er ein
stór uppgáva at loysa
hjá komandi býráð.
Havnagkið má nýtast
skilabetri
Á havnagkinum er fyrst
at fegnast yvir ta vega-
gerð, sum fer fram eyst-
anfyri, hon hevur sanni-
liga verið tiltrongd
leingi. Hinvegin má
sigast um ekið vestan-
fyri, aftanfyri neystini,
at tað liggur sum ein
skomm fyri býin. Her
má nakað gerast sum
skjótast, so ekið kann
nýtast til meira skila-
gott endamál enn til
órudd. — Atlegupláss til
smábátar eru ov fá, ein
loysn fyri at fingið fleir
kundi evt. verið at tikið í
brúk flótibrýr. Okkara
útróðrafloti eigur at fáa
betri umsteður. — Á
havnagkinum úti í Viða-
nesi standa oljutangarn-
ir hjá Shell og Esso. Fyri
hálvum árið síðan gekk
sáttmálin millum oljufel-
øgini og kommununa út,
og ongar samráðingar
eru tiknar upp. Tað er
býráðssamtykt, at olju-
tangarnir skulu út úr
býnum niðan á Sund,
men býarplanurin har er
ikki liðugur enn. Hetta
verður ein uppgáva hjá
komandi býráð, sum
tekur við 1. januar 1981.
Já, nógvar vera uppgáv-
urnar aftur hesa ferð hjá
tí býráði, sum tekur um
endan, har hetta sleppir
tann 1. januar 1981.
Gott val til Tórshavnar
bý og tað fólk, sum her
býr!