mikudagur 17. desember 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í morgin fyllir ein av
okkara fremstu og kend-
astu listarmonnum, Ín-
golfur av Reyni, 60 ár.
Ingolfur er ein tann
djarvasti målarin, vit
eiga, samstundis sum
hann er- ein av okkara
eymastu, kvikligastu og
mest livandi teknarun-
um.
Hann hevur ikki ging-
ið tråddar getur. Hann
hevur ikki lagt seg eftir
ávísum listarleiðum ella
sniði, men er upprunalig-
ur í list síni. Hann hevur
roynt og arbeitt seg
fram til tað, sum í dag
sermerkir list hansara.
Hann er ærligur í síni
list og er ein samvitsku-
fullur listarmaður.
Meðan nekur
listarfólk lýsa sínar
hugsanir og kenslur í
sjálvum motivinum, er
liturin tað sigandi og
berandi hjá Ingolfi.
Fara vit aftur í tíðina,
so vóru motivini í máln-
ingunum hjá Ingolfi
rættuliga traditionell og
gerandislig — hús og
býlingar í Havnini og
einstek landsleg og fólk.
Litgleðin var stór —
mest sum ov stór vildi
onkur halda tá.
Men við tíðini hvarv
sjálvt motivið so spaku-
liga. List hansara gjerd-
ist meira og meira
abstraherað, eins og lit-
lag hansara gjerdist
meira og meira ser-
merkt. Hendan ofta
duldarfulla list hansara
myndar hansara heita og
Soleiðis málaði Ingolfur av Reyni einaferð. Kend motiv og fjálgir og sterkir litir.
Ingolfur av
tekning
Heinesen
Reyni —
eftir William
reina sinni — hansara
musikalska og religiesa
sálarlív. Stundum bjart.
Stundum meira dapurt
— sum kemur til sjóndar
í teimum ofta myrku
málningunum frá seinru
árunum.
Men veðrið og árstíð-
irnar hava eisini ávirkan.
Onkuntíð, tú hevur mett
honum ein góðan
várdag, er hanr vaknað-
ur av nýggjum, gleðist
yvir tað máttmikla ljósið
og tað sum grønkar og
grer. Og hendan vónin
setir eisini sín dám á
málningarnar. Týðuliga í
minninum stendur ein
framsyning, hann hevði
fyri nøkrum árum síðani,
tá hann á sín sermerkta
hátt hevði flutt várið inn
í Listarskalan...
Ingolfur er sjálvkrit-
iskur og valla letur hann
nakað úr hondum, sum
hann ikki hevur arbeitt
umaftur og umaftur.
Sum teknari er hann
framúrskarandi — bæði
sum andlits- og um-
hvervislýsari, og mong
fegnast yvir at eiga
skitsur og tekningar
hansara av húsum,
býlingum, umhvervi og
eyðkendum andlitum í
Havnar-getum.
Eisini innan teknilist-
ina hevur hann útviklað
og broytt seg, soleiðis at
hann í dag kann lýsa eitt
motiv bert við fáum
strikum. Longu sum
blaðungur fekk tað
skoðsmál at vera ein
felin og fínur teknari.
Tekning úr »Tann deiliga Havn« — ein góð og liv-
andi lýsing av umhvørvinum í tí gamla byarpartinum
Tað prógva m.a. tekn-
ingarnar í bókini >Tann
dejliga Havn«, sum kom
ut i 1950. Myndirnar eru
fullbornar og so stemn-
ingsrikar, at tú livir teg
aftur i skotini millum
husini i ti gomlu Havn-
Listarligu útbúgving
sína hevur Ingolfur fing-
ið á listarháskúlanum í
Keypmannahavn í
árunum 1943—46.
Síðani hevur hann búð í
Myndin kallast »Undir kjallara« og sýnir húsini fram við Eystaruvág og út móti
Tinganesi, soleiðis sum tað sá út fyri Sjóvinnubankin bygdi
Feroyum, men hann
hevur ferðast nógv í út-
londum tey seinru árini,
m.a. í Fraklandi, sum
hevur fostrað mætar list-
armenn og eigur nógva
mæta list.
Í Feroyum hevur
Ingolf framsýning ella
luttekur á framsýning-
um á nærum hverjum
ári, men hann hevði eis-
ini luttikið á mongum
framsýningum í Dan-
mark og í øårum Norður-
londum. Skoðsmálið,
hann hevur fingið, er so
gott, at hann telist mill-
um fremstu listarfólk
her norðanfyri.
Hjartaliga tillukku.
jo-mo
SOSIALURIN
Teir bóru bod
i by
Forlagið Røddin á Skála hevur givið út eitt savn
av frásagnum um skaðatilburðir á sjónum. Mari-
us Absalonsen hevur skrásett frásagnirnar, sum
allar eru um tilburðir, sum eru endaðir væl.
soleiðis at skilja, at ongin mannskaði hevur verið.
Teir bóru boð í bý er prentað hjá Reddini uttan
kápan, sum Foss í Klaksvík hevur prentað. Bókin
er 128 blaðsíður og kostar 50 kr. heft.
Ein heilsan
til Jógvan í
Oyragarði
á 60 ára degnum 14. desember
Tá eg nú ein dagin
frætti, at vinur mín
Jógvan í Oyragarði í
Dali varð 60 14. desem-
ber, helt eg við meg
sjálvan, at eg átti at
sent honum eina fød-
ingardagsheilsan.
Jógvan er borin í
heim í Skopun, og búði
hann her í bygdini, til
hann fyrst í 1950 flutti
til Dals, í Oyragarð, at
búgva.
Ahugi hansara hevur
altíð staðið til seyð og
jarðarbrúk, og tað er
serlia á hesum eki,
hann hevur skarað
framúr.
Meðan hann búði her
í bygdini rektaði hann
Hevdarhaga hjá sko-
puningum fyrimyndar-
liga. Eisini var hann
eitt skifti í Traðardali,
á royndarbrúkinum, ið
Dalberg, sáli stjórnaði.
Í Tradardali = fekk
Jógvan kunnleika til
ymiskt innan landbún-
að, ið hann
seinni
hevur nýtt í arbeiðnum
sum jarðarbrúkari í
Dali.
Komin til Dals fór
Jógvan undir jarðar-
brúk og gjerdist skjótt
eisini seyðamaður, tí
her hevur hann evnir,
sum skara framúr.
Evnir mangur kann
øvunda sær.
Skjótt gjørdist Oyra-
garður eitt av
størstu
biinader' "isunum
bygdini, ja allari
oynni, og tå Jégvan
vegna heilsubrek måtti
gevast vid landbunad-
inum fyri góðum ári
síðani, hevði hann
stersta neytatali í
bygdini.
Eisini i Dali hevur
Jógvan verið undan-
gongumaður, bæði
innan og uttangarðs,
har framtakshugur
hansara er komin til
góðar.
Jógvan er eisini
millum bestu kvæða-
kempur her í oynni, og
hann fær eisini
føroyska dansin lætt-
liga at ganga, tí málið
hevur hann gott. Av
nevndu orsek verður
hann ofta biðin at
syngja til jarðarferð
her eftir oynni.
Frásegumaður er
Jógvan av teimum
bestu, og: tað fellur
honum lætt at greiða
frá hendingum, sum
fram eru farnar bæði
nú og fyrr.
Bert spell Jógvan, at
tú varð raktur av
einum álvarligum
óhappi undir arbeiði
fyri góðum ári síðani,
ið lættliga kundi kosta
tær lívið. Men Gud
havi lov. Tú kom teg
bara væl frá hesum
snuddi, og hóast tú í
dag ikki ert so fermur
sum áður, so er áhugin
fyri seyði og jarðar-
brúki eins stórur nú
sum áður.
Ég og vit í húsinum í
Skopun senda tær
bestu feðingardags-
kveðu við ynskjum um
Guds signing fyri árini
sum koma.
Halt fram við tínum
hugsjónum Dals bygd
at gagni.
Spælibróður