Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 5 5 — - — Minni og minni partur til útróðurin | Næstan 4000 fleiri gistu á Vallara- heiminum — Sølulid, virki og arbeiðs- fólk fáa stødugt meira burt- urúr hvørjum kilo av fiski. Minni og minni verður eftir til útróðurin Útróðurin fær minni og minni burturúr teirri veiðu, hann leggur uppá land. - Samstundis fáa seluliðið, flakavirkini og arbeiðsfólkið á virkjun- um meira og meira burt- urúr. Hetta kemur fram í ársfrágreiðingini hjá Meginfelag útróðrar- manna fyri 1980. Í henni sigur formaður felags- ins, Ísak Matras, at hyggja vit eftir, hvussu býtið av úrtekuni av fiskaframleiðsluni er millum seluliðið, virkini, arbeiðsfólkið á landi og útróðurin, so er tað greitt, at tann parturin, sum útróðurin fær av samlaða framleiðsluvirð- inum, er steðugt mink- andi. 50 oyru minni Pástandurin hjá MÚ verður undirbygdur við telum fyri 1977, 78 og 79. Í 1977 fekk útróðurin 2,91 kr. av hverjum landaðum kilo. Í 1978 2,57 kr. og i 1979 fekk útróðurin 2,44 kr. av hverjum landaðum kilo av fiski. Samstundis vuksu partarnir hjá sellum hinum liðunum í fram- leiðsluni. Arbeiðsfólkið fekk ávikavist 0,87 kr., 0,99 kr. og 1,15 kr. Virkini fingu åvikavist 0,38 kr., 0,42 kr. og 0,66. Og seluliðið, bankar, pakkitilfar o.a.t. fingu í 1977 0,43 kr. av hverjum landaðum kilo. Í 1978 er talið komið uppá 0,50 kr. og í 1979 uppá 0,66 kr. Og, leggur Isak Mat- ras afturat, tað er henda framgongdin hjá selu- liðnum, virkjunum og ar- beiðsfóikinum við til- svarandi afturgongd hjá útróðrinum, sum lands- kassin skal royna at javna við sínum studn- ingsskipanum. Í 1977 kom útróðrarflotin við 36.000 tonsum, ella uml. helvtini av tí råevni, flakavirkini fingu tað árið. Men so fóru trolararnir at gera um seg. Og í 1979 komu opnir bátar og útróðrarbátar í øllum støddum uppum 60 tons „við 22.600 tonsum. Tað er bert fjórðingurin av råevnis- negdini tað árið. Sjóvinnu- bankin keypt út- róðrarbát Á einum tvingsilsupp- boði beint fyri jól keypti Sjóvinnubankin útróðrarbátin Hav- búgvan fyri 75.000 kr. Sjóvinnubankin átti 500.000 kr. í bátinum. Fiskaríbankin átti fyrsta: prioritetin og var hann 54.317 kr. Havbúgvin var skrásettur á Toftum. Hann er bygdur í Danmark í 1948 úr eik og bók. Stjórnin í Rom takkar 349.920 kr. Hetta varð úrslitið av innsavningini »Italiahjålpin 1980« i desem- ber. Italska konsu lati og Reydi krossur, Føroya deild, sum stóðu fyri innsavning- ini, eru negd við úrslitið. Í eini tøkk verður upp- lýst, at heilsur eru komnar frá italsi u stjórnini og italsku sendi- stovuni í Dan- mark, sum siga stóra tøkk fyri ta munagóðu hjálp- ina úr Føroyum. Talið av gistingum á Ferðamannaheiminum Fráhald gjerdi eitt stórt lop framá í fjer. Tilsamans 21.867 gistingar eru skrásett- ar. Tað eru 3828 fleiri enn í 1979. Veksturin er góð 21%. Hann er munandi sterri enn í 1979. Tá var hann 5,8 % ella 993 gistingar fleiri enn í 1978. Tað eru serliga ong- lendingar, sviar, týsk- arar og ikki minst fer- oyingar sjálvir, sum hava brúkt vallara- heimið í Havnini meira í fjør. Ongland hevði 1489 gistingar (554 í 1979), Sveríki 2589 (1990), Týskaland 2589 (931) og Føroyar 5745 (3309). Hinvegin mink- Politistur: aði talið av islending- um aftur í fjør. Í 1978 lá Ísland uppi á 3223 gistingum. Síðani lækkaði talið í 2804 í 1979 og 1809 í fjer. Tvey lond afturat høvdu yvir 1000 gist- ingar í fjør: Danmark 5210 (4947) og Noregur 1574 (1341). Hóast talið av gist- ingum vaks so munandi í fjer, er talið av londum, gestirnir vóru úr, minkað sam- anborið við 1979. Tá gistu fólk úr 32 londum á Fráhaldi. Í fjer gistu fólk úr 27 londum, m.a. so fjarskotnum sum Malaisiu, Australiu, og Japan, á vallaraheimin- um við Hoyvíkstjern. — Telefonin ringdi — Telefonin ringdi bert tvær ferðir fyrsta og annan jóladag, segði vakthavandi á politi- steðini í Rúnavík, tá vit spurdu, um jólini og nýggjárið vóru friðar- liga í Eysturoynni. Tað var, við undantaki av nýggjársnátt, serstak- liga friðarligt. Tað er vorðin ein nýggjárstraditión í Rúnavík at draga ymiskt av havnarøkin- um niðan á vegin. Hesaferð bleiv m.a. eisini settur eldur á bil- vrak. Tveir bilar fingu nakað av skaða, tá teir koyrdu á eitt nylontog, sum var spent tvertur- um vegin. Politiið legði ikki uppí Annars hevur verið stak friðarligt kring landið um hegtíðirnar, verður upplýst á politi- steðunum. Í Klaksvík blivu tríggir mans tikn- ir fyri at koyra við kenning. Ein annar bleiv tikin fyri at stjala 16 litrar av bensini á eini bensinsteð jóla- dag Í Suðuroynni var eis- ini friðarligt. Men sein- asta leygardag tók politiið á Tvørovri tveir ávirkaðar bilferarar. Sita framvegis Feroya Rættur longdi mánadagin fongsling- ina av fýra ungum monnum. Maðurin, sum er skuldsettur fyri m.a. at hava stolið 30.000 kr. úr einum pengaskápi á Tveroyri, bleiv fongsladur í 14 dagar afturat. Tað sama blivu tveir av monnunum, sum beint fyri jól blivu tiknir í Havnini, skuldsettir fyri innbrot og narko- tikanýtslu. Tann tridji, sum bleiv tikin í tí sam- bandinum, bleiv fongs- laður í 8 dagar afturat.