Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 SOSIALURIN telf. 14720. 1 1820 box 76, 3800 Tórshavn salur Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Gongugøtan HVAT NÝGGJA býráðið í Havn vid nýggja borgarstjóra sínum á odda fer at vísa í verki er enn óvist. Vit hava enn ikki hoyrt rættiliga nógv frá teimum uttan okkurt blaðprát við borgarstjóran. Tað eru serliga tvey mál, sum hann ætlar at leggja til brots við. Annað málið er at fáa inn gamlan skatt, og hitt er at lata gongu- gøtuna uppaftur. VIÐVÍKJANDI tí fyrra kunnu vit bert taka undir og vóna, at tað fer at eydnast so væl sum gjørligt, uttan at neyðugt verður at fara ov harðliga fram. Viðvíkjandi tí seinra málinum um at lata gongugøtuna uppaftur kunnu vit harafturímóti ikki siga okkum samdar við borgarstjóranum. TAÐ ERU nú mong harrans ár síðani, at menn prátaðu um at fáa miðbýin »bilfrian«, — at fáa eina gongugøtu, og sóu flestu fólk stórar fyrimunir í einum tílíkum tiltaki. Endiliga kom tann dagur, at gongugøtan gjørdist ein verunleiki, og hava fólk stórt sæð verið fegin um hetta, um enn lítla, frískið. HVOR ER so orsøkin til, at borgar- stjórin nú vil sleppa bilum aftur á gongugøtuna? Jú, umsetningurin hjá teimum einstøku handlunum í miðbýnum er minkaður!!! Hetta pá- skot tykir okkum eins láturligt sum tað ljóðar. At umsetningurin er mink- aður er møguligt, men at hetta kemst av, at bilar ikki longur koyra eftir ovara partinum av Áarvegnum man vera ógvuliga ivasamt. Tann stóra orsgkin man helst vera at finna uppi á Trapputrødni, har býráðið á sinni nærum fyri ein hvønn pris, vildi hava allar handlar at húsast. VIT VILJA tí biðja býráðið hugsa seg um einaferð enn, áðrenn gongugetan verður latin upp aftur fyri ferðslu. Hetta kann tykjast onkrum at vera eitt mál av lítlum týdningi, men fyri okkum hevur hetta principiellan týdning. Eitt lítið men frálíkt um- hvørvisvinarligt tiltak má íkki kvalast, tí ein ávísur áhugabólkur ikki sær sær sjálvum gagn í hesum. Hóast alt eru enn nøkur havnafólk, sum vilja ganga. So fingu vit nýtt lands- stýri. Somu flokkar sum sótu í landsstýrinum frá 1954 til 1958 hava aftur funnið saman . Tveir av flokkurin, nevniliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin sótu eis- ini frá 1950 til 1954. Sjálvandi eru vit javn- aðarfólk alt annað enn fegin um nýggja lands- stýrið. Vit fara heldur ikki at heilsa tí nýggja landsstýrinum vælkom- num. Okkum javnaðar- fólki hevur dámt betur, um so var, at Javnaðar- flokkurin fekk slíka undirteku á valinum, at flokkurin fekk so mun- andi umboðan á legtingi, at vit framvegis heydu leiðsluna og fleiri umboð úti í landsstýrinum. Vit trúgva, at javnað- arhugsjónin er tann ein- asta rætta, og trúgva als ikki, at ein borgarligur politikkur, rikin og fyri- skipaður av trimum borgarligum flokkum í felag, kemur at gagna fjøldini av føroyska fólk- inum. Ti kunnu vit javn adarfolk ikki vera fegin. Ti kunnu vit ikki heilsa nýggja landsstýrinum vælkomnum. Og bera teimum nekur ynski um góða eydnu við tí borg- arliga politikkinum kunnu vit sjálvandi heldur ikki. Men vit Vit ynskja skjótan túr kunnu vóna, at teimum ikki eydnast at gera alt ov stóran skaða. Samgonguskjalið er al- mannakunngjørt. Vit hava eisini hoyrt nyvalda løgmannin i út- varpinum. Har kom mangt åhugavert fram. Ein heilur hópur av spurningum kundu verið settir í samband við samgonguskjalið, og í sambandi við tað, sum løgmadur bar fram í út- varpinum, men aftur til samgonguskjalið og orð- ini hjá legmanni eina aðru ferð. Á hesum sinni bert nekur fá orð um málsek- ini í landsstýrinum. Her hugsi eg serstakliga um heilsumålini, sum nú eru gjerd til eitt málseki fyri seg, og um eitt annað nýtt málseki, sum eitur bygdamenning, sum hevur sæð dagsins ljós saman við tí nýggja landsstýrinum. Fyrr hava heilsumálini verið ein partur av tí málsekinum, sum eitur almannamál, og hava hesi bæði ekini sostatt hoyrt undir sama lands- stýrismanni. Tey hoyra ógvuliga nátúrliga saman. Eru so saman tengd, at torfert verður at gera skilnað ímillum tey. T.d: hava vit Suður- oyar Sjúkrahús við einum rektar- og ellis- heimi. Hesin spurningur- við- in suðuri á Tvøroyri kemur nú at hoyra undir tveimum ymiskum landsstýrismonnum. Tað sama kemur at gera seg galdandi við Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og soleiðis er eisini í fleiri eðrum forum. Síðani er tað hitt nýggja málseki, ið verður kallað fyri bygda- menning, og sum er lagt undir annan fólkafloks- mannin í landsstýrinum. Hvat er so bygdamenn- ing? Jú, fáa menningar- økini stuðul og bilig og lagalig lån til fiskivinnu, landbúnaðar og idnadar- endamál, so er tað bygdamenning. Fáa menningarøkini góð og tíðarhóskandi sam- ferðsluviðurskifti, so er tað eisini bygdamenn- ing. Fáa menningarekini skúlar í sterri mun, so er tað somuleiðis eitt slag av bygdamenning. Ella verður almenna umsitingin desentrali- serað, so kunnu vit eisini kalla tað fyri bygda- menning Men eru ali hesi målsøkini býtt millum landsstýrismenninar frammanundan . Vit hava landsstyrismenn i fiskivinnumålum, í land- búnaðarmálum, ídnaðar- málum, samferðslumál- um, skúlamálum o.s.fr. Av og á verður tikið til: Fey liva av luft og kær- merkingar leika. Ein fær hug at spyrja, um fólkafloks- maðurin Páll Vang skal menna bygdirnar við berari luft og kærleika, ella um hann skal blanda seg upp í målsøkini hjá hinum landsstyrismonn- unum fyri at fremja bygdamenningina? Skulu vit fremja bygdamenning mugu allir landsstýrismenninir í einum landsstýri vera landsstýrismenn í bygdamenning. Og tað krevur eisini eitt greitt formulera kapitul um bygdamenning í sam- gonguskjalinum. Nakað tílíkt finna vit kortini ikki í hesum samgongu- skjalinum. Bert eitt nýtt målsøki, sum eitur bygdamenning. Í fyrstuni segði eg, at vit javnaðarfólk ikki kundu heilsa tí nýggja landsstýrinum væl- komnum, og at vit heldur ikki kundu ynskja teimum góða eydnu við at reka borgarligan politikk. Tá menn fara til fiskiskap, ynskja vit teimum skjótan og góðan túr. Eg farið tó bert at ynskja landsstýrinum ein skjót- an túr. Tað fer ivaleyst at tæna feroyingum best. Vilhelm Johannesen Aftursvar til bræv í Sosialinum nr. 2 10. jan. 1981 Mangan veråur tosa um spjading uni. Fólk ið vilja arbeiða politiskt á vinstra vongin- um, máa fyrst finna útav hvat hesir felagskapir standa fyri. Um tað er Sovjet vinarligt, og vil undirleggja seg socialim perialismuna, vinstra socialistiskt, fólkaligt, nationalistiskt ella bara ein flógvur greytur, ein samanblanding av ellum. Viðkomandi ið skrivar brævið er sokkin so djúpt niður í henda greytin av hugskotum og teorium, at hann hevur ringt við at síggja nakað undir grýtu- lokinum. Fyrst vil eg afturvísa tað lodrættu lygnini, um at útisetafelagið Komm. U. er farið í tvíningar. Harnæst meini eg at tær láturligu ákærur vinstrarerðsl- og heilaspunin tú kemur við, ikki hoyrir heima her í Feroyum. Her er ikki neyðugt við fleiri V.S.F.'un, men einum dyggum stuðuli til OFML, sum er einasti felagskapur i Føroyum, sum áhaldandi arbeiðir fyri at beta um korini hjá tí arbeiðandi fólkinum. Og ongin ivi er um, at bæði »danskara« intelektuell og akkademik- arar, eru vælkomin til at arbeiða, tá tey koma heim- aftur úr útisetu. Vandin er stórur, hjá ellum arbeiða, tá tey koma heimaftur úr útisetu. Vandin er stórur, hjá ellum sum arbeiða politiskt á vinstravong- inum. Og eisini tey sum koma heim við eini út- búgving, og vilja nýta hana í stríðnum fyri einum socialistiskum Feroyum, eru noydd eins og hini, at seta starvið uppá spæl. Og eru tað ikki øll ið vilja hetta. Nogv lættast er tað at gera sum tú >Kosmo- sostus« at stovna eitt annað felag, kann sum leggja seg undir reyvina á javnaðarflokkinum, slikka tærnar á teimum og arbeiða fyri teg sjálvan. Kommunistiskur útiseti ! [fy [ye SS Framhald av sidu 2 kor er at spilla út og gera gjøldur burtur úr teimum, sum hóast alt royna at gera tað sindri, tey kunnu, fyri at beta um viðurskift- ini hjá teimum, sum eru offur fyri politiskum yvir- gangi í Chile og aðrastaðni við. Annars má sigast um fólkaflokkin, at hann hevur verið ein stak vána- ligur samgonguflokkur. Vit kunnu bert sammeta við samstarvið í teirri samgongu, sum sat fram til 1975. Her var talan eitt stak gott samstarv, og neyvan var ilt orð millum samgonguflokkarnar. Men í 1974 var eitt lesarabræv í Sosialinum, sum umtal- aði sambandsflokkin sum „líkið í lastini« hjá sam- gonguni. Bert hetta eina lesarabræv var nóg mikið at spilla nakað um tey góðu viðurskiftini flokk- ana millum. Í undanfarnu samgongu hevur afturímóti verið ein miðvís útspilling í DB av serliga javnaðarflokkin- um, sum eisini longu er víst á. Tað hevur neyvan Framhald á síðu 13