Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Ein tann mest týðandi spurningurin í vestur- heiminum í dag er tann so- nevnda oljukreppan og hvørjar fylgjur, i3 hon hevur á okkara lovprísaða »vælferdarsamfelag«. Hetta vælferðarsamfelag, ið vit so leingi hava stríðst fyri, og sum vit væntaðu okkum so nógv av, men sum tó, tá ið saman um kom, vísti seg at hava nógv brek, ið ávirkaðu menniskjuni og umhverv- ið á ein óhepnan hátt. Aftaná rík sekstiár — kanska tey ríkastu í hesi eld — við stórum búskap- arligum vakstri, kom bak- kastið fyrst í sjeytiáru- num, tá ið tey oljufram- leiðandi londini undir OPEC brádliga settu prís- in á oljuni munandi upp. Hesin prísvekstur hevði beinanvegin so stóra á- virkan á framleiðsluna í ídnaðarlondunum, at virk- ir í hópatali ikki longur vóru kappingarfer og tí noyddust antin at minka um framleiðsluna ella at gevast heilt. Hetta ferdi við sær búskaprligt mátt- loysi við stórum arbeiðs- loysi og undirskoti á gjaldsjavnanum. Her sást týðuliga, hvussu stóran týdning oljan sum orku- kelda hevði á heimsbú- skapin. Nú, vit eru farin inn í áttatiárini, vita vit, at henda oljukreppa ikki stóðst av, at ov lítið var til av olju, men av tí at tey oljuframleiðandi londini hildu seg fáa ein ov lítlan part av ágóðanum av olju- seluni, sum tey stóru olju- feløgini higartil so at siga sjónarmið Bjarki Højgaard, møbla og innandura- arkitektur, skrivar einsamøll høvdu havt um hendir og rika seg upp vid. f dag hava fleiri og fleiri av oljuframleiðaralondu- num tjóðartikið tær ognir í londum teirra, ið oljufel- egini áður áttu, so í dag eru tað hesi londini, ið á- seta prísin á oljuni. Hetta hevur givið teimum um- framt búskaparliga, eisini politiska ávirkan á al- heimsviðurskiftini; og harvið sett ídnaðarlondini í eina sera torfera steðu, tá ið hugsað verður um tey spentu viðurskiftini í Miðeystri, haðani tann stersti parturin av oljuni kemur. Oljuprísirnir hava verið hækkandi øll árini síðani ta fyrstu, stóru hækkanina, og tað sær ikki út til, at teir fara at lækka nakað munandi tey næstu árini. At oljufelog- ini hava mist nakrar av ognum sínum í oljufram- leiðaralondunum hevur tó ikki forðað teimum at ríka seg upp enn meira undir hesi kreppuni, men hetta er ein onnur sega. Undan oljukreppuni var oljan eisini upp á seg rættuliga bílig, og tí ein týðandi grundvellur undir tí búskaparligu fram- gongdini. Ein stórur part- ur av okkara maskinum, amboðum, húsum og bú- nyttum eru lagað beinleið- is ella óbeinleiðis til hesa oljuna ella úr hesi oljuni. Bilar, skip og flogfer nýta olju og bensin sum orku- keldu. Vegir verða asfalt- eraðir við oljuevnum. Hús verða hitað upp við olju. Og úr olju verða evni vunnin so sum t.d. plast- ikk, ið er eitt týðandi rá- eftir tørvi evni í dag. Sostatt høvdu — og hava — vit framveg- is hesa oljuna fyri neyðini. Men tað er eisini okkurt annað, sum vit fáa burtur úr henni, og tað er eina ov- urhonds stóra dálking. Bilar, skip, flogfer og olju- fýr dálka umhvervið við gassi, ið ber blýggj, ozon og onnur skaðilig evni í sær út í náttúruna. Og plastikk og onnur oljuevni dálka, tá ið tey aftaná nýtslu verða tveitt ut í náttúruna, av tí at tey ikki sum flest onnur evni ter- ast burtur av sær sjálvum. Henda búskaparliga framgongdin við tí bíligu oljuni ferdi eisini við sær eina yvirframleiðslu við einum yvirforbrúki, har tað bara ráddi um at fram- leiða-brúka-og-tveita-burt- ur. Hetta vóru so nakrar av teimum negativu fylgju- num, ið vit beinleiðis merktu av tí búskaparligu framgongdini. Tær óbein- leiðis fylgjurnar vóru tær, ið raktu sjálvt manna- likamið, tá ið maður og kvinna — fyri at fáa ein so stóran lut í ellum hesum brúkinum — noyddust at leggja sítt ítarsta í at ar- beiða og forvinna sum mest av peningi. Hetta førdi við sær kendar væl- ferðarsjúkur, ið eyðkenna vesturheimin í dag, so sum hjartasjúkur, blóð- proppar, stress og aðrar. Eisini varð likamid mis- rekt við at fólk fóru at sita í einum bili ella framman- fyri einum sjónvarpstóli ein stóran part av frítíð síni. Men vit vórðu ávaraði ímóti hesum vælferðar- fyribrigdum í góðari tíð frammanundan, uttan at vit tó góvu hesum gætur. Náttúruverndarfeleg, fel- og fyri alternativar orku- keldur, feleg ið taka sær av hjarta- og krabba- meinssjúkum og onnur fel- eg, ávaraðu ímóti hesum fylgjum á menniskju og umhvervi fyri langari tíð síðani, og vístu á hvussu ið øll hesi viðurskifti í grundini hingu saman í somu skipan. Men lítið batti, tí hver tordi at nerta við hesa heilagu kúnna — vælferðarsamfelagið — ið m.a. oljan var við til at halda uppi. Oljufeløgini vildu sjálvsagt einki gera. tí tað vóru tey, ið áttu oljukeldurnar, oljuverk- smiðjurnar, flogfaraverk- smiðjurnar. bilverksmidj- urnar og nógvar aðrar verksmiðjur, ið hava til- knýti til oljuna. Og stjórn- irnar tordu ikki at siga hesum oljufelegunum ímóti, hóast at bæði pri- vatpersónar, politikkarar, stovnar og feløg longu høvdu gjert vart við seg og víst á tær skaðiligu fylgjur, ið kundu standast av einum samfelagi, ið varð farið Þút at koyra« í yvirframleiðslu, yvirbrúki og yvirdálking. Felags fyri hesum upp- skotum og krevum teirra var: At minkast skuldi fyrst og fremst um olju- nýtsluna, meðan farið varð yvir til aðrar og meiri reinar og varandi orku- keldur, samstundis sum framleiðsla og brúk í tí nýggju skipanini kom í eina meiri rimiliga og regluliga legu, so sleppast kundi undan hesum yvir- brúkinum aftur. Hetta vildi loysa ídnaðarlondini burtur úr fíggjarligum og politiskum hafti yvirfyri oljuframleiðaralondunum, og fyri so vítt eisini teim- um stóru oljufelegunum, soleiðis at londini nú sjálvi kundu áseta, hvussu stór- an búskaparligan vekstur tey vildu hava, samstund- is sum hetta vildi beta um m. a. dálkingarspurningin eisini. Av varnadi orkukeldum vóru nevndar vindorka, vatnorka, sólorka og kjarnorka (her eisini tann sonevnda fussiónsorkan). Og sum eina fyribils hjálp kundi tann gamla og roynda kolorkan takast í nýtslu aftur yvir eitt av- markað tíðarskeið, hóast at henda seinna eisini dálkar nakað. Av oljuspar- andi tiltøkum vóru nevnd- ar: At bjálva hús og íbúð- ir, at byggja smærri og ekonomiskari bilar, at út- byggja ta kollektivu ferðsluna, at nýta færri el- húsarhaldstól, at minka um nýtsluna av oljuevn- um (so sum t. d. plastikk), og at framleiða amboð, tól, búnyttir og aðrar dagligar lutir í eini betri góðsku enn tey undanfarnu, so at hesi kundu halda nakað væl longri Hvussu er so steðan í dag hesum viðvíkjandi. Jú, nú tykist tað sum gongd endiliga er komin á heita arbeiðið. Nú hava náttúruverndarfelogini og onnur endiliga fingið vak UDD n KUUDN st, Og At brúka | [| 4 ——— 22 Tn Í Tr. 7 Á | i ET MN um ÆR Lo |/ Í Ble Á num sýnist tað sum um al- menningurin eisini hevur tikið undir við hesum. Hetta vísir ein steðugt vaksandi áhugi og eitt steðugt vaksandi limata! innan heser felagsskapir. Nakrar av fylgjunum av þesum eru, at fleiri og fleiri hava sett bilin og eru íarin aí nýta busser og terosluhættir. Ja, og ted eru eisini tey, ið hava upp- dagað, at bein teirra kunnu nýtast til annað enn at trýsta á eina pedal. Hesi eru farin at súkla og at ganga, og tey hava knappliga uppdagað, ai tað uttanfyri bilrútarna: er ein beilt onnur verð, ei ú:0rum og plan un AV VOGT og SLemn um sum tey ikk Framhaid á síðu 12 TORDEN OLE STS ES EST DE ETON SEE DERES EK 2. ATOM DO: 27 EL STORE