Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Stórar útbyggingarætlanir í Vestmanna: Nýggjan skúla, itrottarhøll, sjomansheim og ídnaðarvirki Nýggi formaðurin i bygdaráðnum í Vestmanna eitur Símin Si- monsen. Hann er bert 31 ára gamal og starvast sum lærari við Vestmanna skúla. Hann hevur ikki roynt seg í bygdaráðspoli- tikki áður uttan tað, at hann hevur sitið sum for- maður í Likningarnevnd- ini seinastu árini. Sosialur- in hevur hitt Símin Simon- sen og tosað við hann um ætlaninar hjá nýggja bygdaráðnum. Fáar broytingar Uppá fyrispurning um nýggja samgongan Í bygdaráðnum fer at fera sama politik sum tann undanfarna sigur hann — Tað verða helst ikki tær stóru broytingarnar. Tað var annars eitt av okkara málum undan valið at broyta ætlaðu út- byggingini av havnini, um so var, at hetta varð meguligt. Her gjørdist tó greitt, at málið var komið so mikið áleiðis, at broyt- ing ikki varð gjørlig. Annars heldur Simin fyri, at tað verður nógv at tríva í í nýggja skeiðnum. T.d. er ætlanin at fara undir at byggja nýggjan skúla, ítróttarhell, sjómansheim, ídnaðar- virkir, fleiri útstykkingar, vegarbeiði, og ymiskt annað Lán uppá 18 mill. kr. Tað verður kortini ikki alt ov lætt at átaka sær sterri lánibyrðar, tí kommunan hevur sum er rættiliga stóra lániskuld. Í letuni liggur hon uppá umleið 18. mill. kr. — cz tá er so hverki skúli ella ítróttar- hell komin inn í myndina. — Men kann tá talan verða um at hækka skatta- prosentið ? - Tað kemur tað helst ikki at gera. Hetta legdu vit eisini dent á undan valinum. Skattaprosentið er í løtuni uppá 16, og tað skuldu vit kunna klára okkum við. Tað hjálpir jú heldur einki bert at hækka skattaprosentið og so meguliga ikki fáa skattin inn. Vestmanna kommuna fekk annars í fjør umleið 7 mill. kr. inn í skattum. Vegarbeiði Fleiri stór arbeiði fara annars framm í Vest- manna í letuni. Kommun- an er í ferð við at umvæla og breiðka tann ovara vegin í bygdini inneftir Hetta er eitt rættiliga kostnaðarmikið arbeiði, tí spreingjast skal inn í bergið. Vegurin kann sum er ikki taka teir tyngru bilarnar og kann í steðum vera vandamikil at koyra eftir. Meira útstykking neyðug Síðani fer fram rættiliga stór útstykking. Hetta er omanfyri begarðarnar, uppi í Miðalsbrekku, sum tey kalla tað. Her verður í letuni arbeitt við at gera byggibúning fyri umleið 40 grundstykkjum. Hóast byggibuningin enn ikki er heilt liður, so eru fólk longu farin undir at byggja. Símin Simonsen upplýsir, at frá farna bygdaráðið fór undir hetta arbeiði, sum helst kemur at kosta einar 7 til 8 mill. kr., tá tað er liðugt. Sjálvur metir Símin ikki, at verandi útstykking nektar tørvin. Neyðugt verður at halda fram við útstykking sunn- anfyri verandi útstykking. Her skuldi ligið væl fyri at bygt, tí her er slætt lendi. Grundstykkini liggja annars um 20.000 til 25.000 kr. hvert. Tey eru góðar 500 kvm. til steddar. Símin sigur, at tað bert eru fáir nýggir innflytarar millum umsekjararnar til grundstykki. Tað er mest fólk í bygdini m.a. eisini fleiri dreingir í 18 til 20 ára aldri, sum keypt hava. Arbeiðsloysi Hóast tað sostatt er nógv arbeiði í bygdini har m.a. eisini verður arbeitt á Tór Pane, Skipa- Plastikk, Atlantic Fiskavirkinum, Vit síggja her økid »Inni á Fjørd«, sum ætlanin er at turrleggja og gera lendi at byggja m.a. ítróttarheil, vellir, idnadarvirki o.a. á. Tað er rættiliga stór vídd á grunnum vatni, sum ikki er so kostnaðarmikið at turrleggja. Ruskplássið, ið bert er ein fyribils loysn, kann brúkast til annað endamál, nú felagsbrennistaðin verður veruleiki smiðjuni, so heldur nýggi býgdaráðsformaðurin, at tað kortini er eitt ávíst arbeiðsloysi í bygdini. Hann vísir á, at nógv fólk heita á kommununa um at fáa arbeiði. Eisini fara nógvir vestmenningar av bygdini aðrarstaðir at arbeiða. Eitt av teimum mest átroðkandi málunum hjá vestmenningum at loysa í hesum sambandi er m.a. at skaffa eki til verandi og nýggj ídnaðarvirki at byggja á. Í Vestmanna er nógv brættlendi, har illa ber til at byggja tilik virki. Inni á Fjerð nytt land Men nú hómast so ein glotti fyri framman. Tað er nevndiliga ætlanin at turrleggja og fylla út eina rættiliga stóra vídd »inni á Fjør«, har verandi rusk- plássið liggur og so vestureftir. Hetta nýggja ekið er so ætlað at brúka til m.a. ítróttarhell, vellir, ídnarbygningar og annað við. Ætlanin er komin so mikið langt, at Kvívíkar og Vestmanna kommunur hava gjert ein rammusátt- mála um, at tær skulu vera felags um at nýta nevnda eki. Tað er nevni- liga so, at landið syðru- megin Fjerð, Válurin, hoyrir undir Kvívíkar kommunu. Felags bátahyl Símin Simonsen sigur, at hann ikki enn er heilt greiður yvir, hvat er avtal- að millum kommunurnar, men hann ætlar at gera alt tað hann er mentur fyri at fáa hesa ætlan gjøgnum- førda. Umframt at skaffa øki at byggja á, so verður her eisini meguleiki at gera ein nýggjan bátahyl, sum kann brúkast av báðum kommununum í felag. Símin heldur, at rammu- sáttmálin, sum er undir- skrivaður, sigur okkurt um, at báðar kommunurn- ar skulu leggja studning- arnar til bátahyl saman og síðani í felag fara undir bygging av bátahyli. Vest- manna hevur 800.000 kr. á konto, sum eru ætlaðar til bátahyl. Ferjulegan inn á Fitjar Vit kunnu sostatt rokna við rættliga stórum aktivi- teti í hesum økinum í framtíðini. Eisini hevur verið tosað um at flyta verandi ferjulegu, sum bert er gjørd fyribils. Hon kemur so at liggja inni á SOSIALURIN Nýggja bygdaráðið Bygdaráðsvalið í desember mánaða í fjør broytti býtið av limunum í bygdaráðnum í Vestmanna. Tilsamans stillaðu seks listar upp til valið. Aftaná valið skipaðu triggir av listunum við fimm limum av teimum falt sjey limunum í bygdaráðnum eina samgongu. Samgongan hevur skipað seg við Símin Simonsen, lærara, sum formanni og Jóanes Fonsdal sum næst- formanni. Nevndirnar hava eisini skipað seg við formornum. Símin Simonsen er føddur formaður í figgjarnevndini, síðani er Jóanes Fonsdal valdur til formann í mentamålanevndini, Kjartan Nielsen í tekn- isku nevnd, Óla Hans Jacobsen í Havnanevndini, Niels Petersen í Heilsunevndini og Julian Olsen í Líkningar- nevndini. Bygdaráðið hevði sin fyrsta fund cftir valið herfyri. Eitt av málunum á skránni var ein umsókn frá Lands- byggifelagnum at sleppa at gera klárt til at gera ein veg út í ætlada grótbrotið uttanfyri Grønanes. Hetta er í samband við útbyggingina av havnini. Leisð samrødur við nýggja bygdaráðsformannin ! Símin Simonsen, nýggi bygdaráðsformaðurin í Vestmanna Fitjum, ið er nakað vest- anfyri Fossá. Vit spurdu í hesum sam- bandi nýggja bygdaráðs- formannin, um tann ein- mælta samtyktin hjá gamla bygdaráðnum um at gera ein nýggjan veg framvið strondini ikki verður til nakað. Til hetta sigur hann, at í hvussu er fýra av nýggju limunum í bygdaráðnum fara at mótarbeiða hesi ætlan, hóast hon er sam- tykt. Grundgevingin er m.a. tann, at ein vegur fer at blokera fyri neystunum. Gamla bygdaráðið hevði annars ta uppfatan, at tað var neyðugt at beta um ferðsluumsteðurnar gjøgnum bygdina til ferju- leguna. Hildið var, at tað var ov dýrt at umvæla verandi veg, og tað er heldur ikki meguligt at fáa henda vegin so breið- an, sum nútíðarkrev seta. Tí varð avgjørt at gera veg gjøgnum fjøruna. Skuli og høll saman Simin Simonsen sigur víð- ari, at tað eftir hansara tykki hevur stóran skund og týdning at Vestmanna fær ein nýggjan skúla og eina ítróttarhell. Tað hava verið fleiri uppsko. um bygging av nýggjum skúla. Eitt av uppskotun- um, tað sonevnda »76-pro- jektið<, miðjaði ímóti at hava skúla í kjallaranum Jóanes Fonscal, næst- formaður í Vestmanna bygdaráð og eina itréttarhøll í erva. Síðani hevur eisini verið eitt uppskot um at byggja skúlan á sama hátt sum Ósáskúlan í Klaksvík. Enn er so einki hent víðari í málinum. Símin heldur sjálvur, at besta loysnin er at byggja skúla og ítróttarhell saman. Hann grundar hetta m.a. við, at fimleik- arhellin í skúlanum er ótíðarhóskandi og alt ov lítil. — Tað er rætt og slætt neyðugt við einum nýggjum skúla og eini nýggjari fimleikarhell. Bæði eru ótíðarhóskandi í dag, og á skúlanum er alt ov trongt. Eg vildi hildið tað vera tað skilabesta og bíligasta fyri bygdina, at vit bygdu ítróttarhell og skúla saman, sigur Símin víðari. Fritidin — Men hvat er av fritidar- virksemi i bygdini? — Tað er nakað av fri- tidarvirksemi. Ungmanna- felagið Geilin hevur fingið gamla skúlan. Ætlanin er at hampa um hann og út- byggja fyri 400.000 kr. Hertil skal eisini sigast, at vit hava einki bygdahús í Vestmanna. Somuleiðis er tervur á helum til veitslur og samkomur. Tílíkt er einki av í Vestmanna, og í Framhald á síðu 11