leygardagur 17. januar 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Havnabygging fyri 20 mill. kr.:
Vestmenningar fáa nú
rumliga og kyrra havn
1. byggistig byrjar í februar mánaða
Hoast Vestmanna ikki
kann sigast at vera eitt av
teimum mest ókyrru
plássunum í landinum, so
eru umsteðurnar hjá
skipum at leggja at og hjá
fólki at arbeiða uppi á
landi á havnagkinum
langt frá tær bestu. Hetta
ásanna vestmenningar, og
tí hava teir nú skjótt í
hundrað ár strongt á at
fingið havnina utbygda.
Ein tann stersta útbygg-
ingin í hesi åralangu søg-
uni hjå Vestmanna havn
verður veruleiki í hesum
degum. Útbyggjast skal í
hesum fyrsta umfarinum
fyri meira enn 20 mill. kr.
Ólavur á Heygum
Tað eru meira enn 80 ár
síðani, at fyrsta veruliga
atleguplássið varð gjert í
Vestmanna. Tað var tann
navnframi og framtaks-
hugaði undangongumað-
urin, Ólavur bóndi á
Heygum, sum legði til
brots á hesum eins og so
nógvum eðrum økjum.
Hann bygdi sær eini stási-
lig handilshús niðri á
Heyganesi, og í hesum
sambandi lagaði hann eina
síðu út móti sjónum. Úr
hesi síðuni gjerdi hann
eina træbrúgv. Hetta var
um ár 1900.
Nógvar útbygg-
ingar
Síðani er havnin útbygd
fleiri ferðir. Fyrst hetta
hendi var í 30-unum, tá ein
træbrúgv á jarnsteyrum
varð gjerd á Heyganesi.
Arbeitt varð síðani við at
útbyggja og betra
havnina beint eftir
kríggið, síðani í 50-unum.
Í nýggjari tíð er havna-
arbeiði gjert í 70-unum.
Hesar báðar myndirnar eru tiknar við rættiliga langum
áramál ímillum. Tann ovara
Nyggj atlegusíða varð
gjørd frammanfyri gamla
handilin á Heyganesi og á
innaru síðu eisini.
Verandi útbygging
Nú vit skriva 1981 verður
so aftur farið til verka.
Projektið til útbygging av
havnini er klárt. Tað er
Landsbyggifelagið, sum
hevur gjert hetta. Tey
bæði byggifelegini, Lam-
hauge og Waagstein og
Hejgaard og Shultz hava
boðið sær at gera arbeiði
fyri góðar 20 mill. kr. — og
tey hava fingið arbeiði.
Ætlanin er at byrja
einaferð í februar mánaða
— og verða lidnir um trý
ár.
Henda wutbyggingin er
tó bert ein partur av eini
sterri ætlan fyri havnina í
Vestmanna. Sambært
verandi ætlan fyri útbygg-
Á.
myndin vísir tey stásiligu handilshúsini, sum Ólavur á Heygum bygdi á Heygnesi
fyri 80 árum síðani. Vit síggja atlegubryggjuna, hann gjerdi úr træ yðst á nesinum.
Niðara myndin er frá nýggjari tíð. Enn hómast skapilsi av gomlu handilshúsunum.
Men nú eru atlegusíður fleiri staðni. Hóast nógv er útbygt í havnini soer enn ov
trongt og ókyrt. Hetta skal nú bøtast um
We
Tekning yvir 1. byggistig av útbygging av Vestmanna havn. Utbyggingin fer fram
vestan fyri verandi bryggju á Heyganesi og kemur at ganga suður ímóti Grønanesi,
har oljutangarnir standa. Vit síggja tað umleið 300 metra langa grótkastið, ið skal
gerast. Síðani hava vit atlegubryggjuna innanfyri grótkastið og hina atlegusíðina
vestureftir vinkulrætt í grótkastið.
Sunnanfyri Grenanes síggja vit ætlaða grótbrotið. (Tað myrka á tekningini er
nýgerð).
Kelda: Projekteringsfelagið Landsbyggifelagið. (Lesið annars greinina)
ing av havnum í Feroyum,
so røkkur tøki peningurin
ikki longur enn til 1984.
l. byggistig
Hetta 1. byggistigið fer at
geva umleið 150 metrar av
atløguplåssi aftrat og
nakað av arbeiðseki uppi á
landi. Útbyggingin verður
gjørd vestan fyri verandi
havn á Heyganesi og suður
ímóti Grenanesi. Eitt
stórt eki (sí tekning) beint
vestan fyri ferjuleguna
verður fylt út við gróti, og
ein vegur verður gjørdur
frá norðara landinum
suðureftir.
Grótkast
Frá hesi útfylling og
vegnum verður so gjert
eitt umleið 300 metrar
langt grótkast suðureftir.
Framvið innaru síðu á
grótkastinum skal gerast
atlogubryggja. Í 1. byggi-
stigi verða tó bert gjerdir
75 metrar av hesi atlegu-
bryggju.
Vinkulrætt í hesa at-
løgubryggjuna verður
gjørd enn ein atløgusida
áfast i vestara landið.
Henda sidan er 112 metrar
long, sostatt at tað verða
meira enn 180 metrar av
nýggjari atlogusíðu við
hesi útbygging. Eisini
skal vegur gerast frá ver-
andi bygdavegi oman í
nýggju havnina.
Nógv grót brúkast
Tað verður brúk fyri stór-
um negdum av gróti til
samlaðu útbyggingina. Í
fyrsta umfari skulu brúk-
ast 240.000 kubikmetrar
av gróti. Ætlanin er at fáa
grótið til vega uttan fyri
oljutangarnar á Grenanesi
(sí tekning). Har skal so
eisini ein nýggjur vegur
gerast í verandi bygda-
veg.
Seinni útbygging
Hvat viðvíkur endaligu
útbyggingini av hesi
nýggju havnini er enn
einki fastlagt við vissu. Tó
hava menn gjert sær
metingar um, hvussu
víðari skal útbyggjast. Tá
verður so helst talan um
tvær stórar útfyllingar.
Tað eru tey stóru ekini
merkt A og B, (blaðm.
viðm.), ávikavist vestan
fyri fiskavirki og síðani
innanfyri nýggju havnina.
Eisini er talan um at
gera ein pier frá Grenanesi
eystureftir, soleiðis, at eis-
ini lágættan verður
stongd úti frá nýggju
havnini — og har verður
heilt kyrt.
Hvat viðvíkur atlegu-
Framhald á síðu 14