Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1981síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} SOSIALURIN Síða 11 ES re Havi væntað at ein upp- gávan i andsteðu verður at avdúka tá sjúsk er í »perfida« handverkinum, og at lýsa hetta sjusk soleiðis, at tað sæst uttan sjóneyku, ja við berum eygum. Og eg havi eisini sagt, at í tann mun eg orki, so skal tað verða gjørt. Sama grunnlån i 1975 og 1981 Hvat er so um tað, Pauli Ellefsen idag ber fram i stadin fyri. Jú taka vit grunnarnar, har upphæddin er 381,7 mill. kr., so liggja av hesum 123 mill. kr. í landskassans likviditeti. Men tað er einki nýtt í hesum, hetta hevur altíð verið so. Eisini tey lands- stýrisskeið, tá sambands- flokkurin sat í landsstýri. Tað var ikki av tilvild, at spurningur mín snúði seg um 1. jan 1975 tá sam- bandsflokkurin fór úr landsstýrinum og 1. jan. 1981 tá javnaðarflokkurin fór úr landsstýrinum. Ein kendi jú svarið. Í 1975 var grunnasaldo- in 163,5 mill. kr. harav á bók ella nýttar til enda- málið 111,7 mill. kr. meðan í landskassans lik- viditeti og brúktar vóru 1,7 mill. kr. ella 31,6%. Í 1981 var grunnasal- doin 381,7 mill. kr. harav á bók ella nýttar til enda- málið 258,7 mill. kr. með- an í landskassans likvidi- teti og brúktar vóru 123 mill. kr. ella 32,2%. Í báðum ferum 32%. Steðan var sostatt júst tann sama, og var her tí eingin »sensatién« og einki nýtt. Talið av milliónum er sjálvsagt eitt annað, men tað er fíggjarlógin jú eisini, og tað eru upphæddirnar avsettar og brúktar til útbygging við teim einstøku grunnunum jú eisini. Grunnar við leypandi nýtslu Nakrir grunnar hava altíð ligið í landskassans likvi- diteti og er ongantíð goldið inn í teir, tí lands- kassin ár um ár nýtir pen- ingin til endamálið beinan- vegin, hetta er galdandi fyri vega- og lendinga- grunnin og havnagrunnin. Taka vit bert hesar báðar grunnarnar, fæst beinanvegin ein stórur partur av forkláringini uppá tað ekta krónutalið í landskassans grunnaláni. Hesar grunnar verður sum sagt vanliga ikki lagt eitt oyra í. Steðan í teimum hevur verið: Í 1975 Vega- og lend- ingagrunnur 3,9 mill. kr. Havnabygging 5,2 mill. kr. Samanlagt 9,1 mill. kr. Í 1981 Vega- og lend- ingagrunnur 18,8 mill. kr. Havnabygging 38,5 mill. kr. Samanlagt 57,3 mill. kr. Bert ein munur uppá 46,2 mill. kr. sum parturin í landskassans likviditeti er øktur við. Samlaða øk- ingin er jú bert 123—52 = 71 mill. kr. eftir seks árum har peninga virðið er minkað eini 60 — 70%. Saldoin, sum bygt er fyri er vaksin år 67,8 mill. kr. upp i 223,3 mill. kr., so hóast minni krónuvirði er investerað munandi meira hesi seinnu seks árini. Játtaninar hava eisini verið so munandi sterri. Frammaná til Petur F. Christiansen? Havi altíð hildið tað verið hóskandi at sýna loyalitet ímóti fyrrverandi sam- starvspartnarum. Eg kundi tí ongantíð luttaka í so keðiligum álopum á mín góða samstarvsmann frá 1970 til 1975 Petur F. Christiansen, sum at siga, at uppruddingararbeiðið eftir hann var so stórt, at tað var sum at skumpa kest. Menn minnast, at eg átalaði hetta terð eftir ferð frá tingsins talarapalli, sum Petur F. tá ikki slapp framat. Tá eg nú aftaná provokatiónir Ellefsens greiði frá hvussu viður- skiftini vóru tá og vísi á, at í hesum er einki nýtt, so liggur í hesum eingin ábreiðsla til Petur F. Hann skuldi gera hetta, og eg meini framvegis, at Petur F. gjørdi einki skeivt, eins lítið og P. M. Dam og K. Djurhuus gjørdu nakað skeivt í teim trongu árunum 1967—68, tá skrivað varð um likvidi- tetskreppu landskassans í hverjum einasta Dag- blaðið og 14-anda. Tað, sum skeivt er, er at Pauli Ellefsen roynir at skapa sær eitt forhonds- alibi við at lýsa hetta sum nakað spildurnýtt. Likviditetssteðan í letuni Likviditetsstødan í lands- kassanum hevur mangan verid hart spent hesi 10 år- ini, eg havi sitið i Tinga- nesi. Beinanvegin í 1971 av- talaðu vit við stjórnina og tjóðbankan, at rætturin at trekkja uppá tjóðbankan skuldi vera 20 mill. kr. fast, og tær skuidu ikki niðurgjaldast eina ferð ár- liga, men soleiðis sum floddi og fjaraði í lands- kassanum. Fyrst í 1975 var hesin rættur hækkaður upp í 50 mill. kr., hóast sambands- menn tá dúgliga talaðu um 40 kontantar milliónir í landskassanum. — Kort- ini vóru tá sum nevnt 51,7 milliónir læntar úr grunn- unum. Í 1980 var treknings- rætturin hækkaður upp í 100 mill. kr., og var hetta ikki legið. ØL vita, at krevini til landskassan lutfalsliga vuksu so nógv skjótari enn áður, tí vit fyri at halda vinnuhjólini malandi, máttu hækka stuðulin til fiskiflotan úr 20 mill. kr. árliga til 192 mill. kr. árliga eftir bert tveimum árum. So verður sagt, at vit skuldu havt lagt upp fyri til hesa útreiðslu, sum tey oljuframleiðandi londini ferdu inn á okkum. So góð- ir spámenn vóru vit ikki — eins lítið og Pauli Ellefsen — at fleiri hundrað milli- ónir kundu verið lagdar upp fyri, men sanniliga bleiv lagt upp fyri og sanniliga blivu inntekur útvegaðar. Tað er bert soleiðis, at meðan stuðulsútreiðslur- nar beinanvegin skulu gjaldast, so ganga vanliga mánaðir áðrenn inntekur- nar byrja at renna inn. Hetta hevur givið og gev- ur enn eitt stórt trýst á likviditetin. Telini eru jú so veldug. Men hampuligt hevur gingist, hjólini hava øll malið, so heldur enn skamm og last áttu vit rós uppiborið fyri at so væl er gingið í hond, og fyri at út- lendingar hava havt slíkt álit á okkum, at teir hava verið við til at fíggja okk- ara útbygging hesi árini. Vanliga hevur kassaroknskapurin sýnt yvirskot, og hevur hetta styrkt likviditetin, men seinastu tvey árini hevur hall verið uppá ávikavist 2 og 28 mill. kr. Í verandi fíggjarári verður helst eis- ini eitt hall, og ger hetta likviditetin trengri. Tað er tó einki legið í hesum, tí tingið hevur fleiri ferðir játtað stuðul til fiskivinn- una og samtykt útreiðsl- ur, sum ikki hædd var tik- in fyri á fíggjarlógini. Slíkt má geva hall, og tá so hartil kemur, at fráfarna landsstýri eins og undanfarin hevur tikið skattin við við fullari up- hædd í bujettleggingini, hóast ein veit, at sama ár- ið ganga bert 85% inn, so kann likviditetstrýstið lættliga økjast, serliga um langar uppilegur sam- stundis eru. Sambandsins tervandi vitan Sambandsflokkurin hevur atkvett fyri ellum hesum útreiðslum, ja í flestu fer- um haft yvirboð afturat, so hann eigur sína fullu medábyrgd fyri tí likvidi- tetstrýsti, okkum av og á er fyri. Og Pauli Ellefsen, tal- kenur sum hann er, og fíggjarnevndarlimur, sum hann hevur verið, hevur sjálvsagt verið vitandi um alt hetta. Ja, hann hevur ár um ár kunnað lisið upp- stilling hesum viðvíkjandi í landskassaroknskapi- num. Hann man halda ting- menn vera í so bláoygdar, tá hann nú roynir at látast óvitandi, og tá hann nú sigur, at nýggja lands- stýrið hevur so úr at gera við at kanna steðuna fyri at kunna fara út at læna, at teir als ikki hava tíð til at smíða tey uppskot, sum logtingið longu skuldi haft fingið at arbeiða við. Ein kann spyrja. Skuldu lán- gevararnir ikki hava hesar upplýsningar tá fráfarna landsstýri lænti ? Men hetta er kanska roynd at fjala neyðaregg- ið, sum er, at einasta sjálv- skapta uppskotið. sum nýggja landsstýrið enn er komið við, er uppskotið um at hækka prísin á happadráttarseðlum úr 120 kr. upp í 160 kr. Ella er tað, sum eg nevndi at byrja við, vanliga kasting- in við bløkum? Skuldset- ingin av eðrum og lasting- in av teirra arbeiði í eini desperatari vón um enn eitt stutt skifti at sleppa at spæla fríspæl? Men »den går Granberg«. ikke milliónira Hendan upproknanin av milliónum inntil 479 í svari Ellefsens lýsir betri enn annað, hvat Pauli Ellefsen kann fáa seg til, tá >hensigten helliger mid- let«. Og »hensigten« er jú at lata talið 479 mill. kr. sveima og sleingjast í luft- ini inntil tað er tað, sum stendur eftir. Hvat er tað so hann ger? Jú, hann tekur fyrst tær 80 milliónirnar. Vit longu hava trekt í tjóð- bankanum, og sigur, at vit skulu læna hesar einaferð afturat til at rinda tjóð- bankanum. Men tá eru vit líka vítt sum sítt og steð- an er óbroytt. Hesar 80 milliónirnar skulu sostatt dragast frá teim 479, og vit eru á 399 milliónum. Síðan tekur hann tær 123 milliónirnar, longu læntar úr grunnum og sig- ur, at tær skulu lænast eir aferð enn — hóast tær als ikki skulu leggjast í grunnarnar komandi seks mánaðirnar — men aftur hesa ferð eru vit sostatt líka vítt sum sítt. Hesar 123 milliónirnar skulu eisini dragast frá teim 399 og tá eru vit niðri á 276 milliónum. Hesar stava frá eini lik- viditetsmeting, og hana kann ein tjakast um, men givið er, at hon er sett so nógv í ovara kant sum gjørligt. Inntøkurnar eru mettar fra $omu mánaðum í fjør við 10% hækking. Útreiðslurnar til tað, stovnsleiðarar maksimalt kundu hugsa sær at brúkt hesar seks soltnastu mán- aðirnar (inntekurnar byrja vanliga at ganga rættu- liga inn frá juli mánaða og frameftir). Men tað er jú eingin grund til at loyva hetta maksiinala for- brúkið. Givið er kortini, at hesar soltnu mánaðir verður — sum altíð — eitt likvidi- tetstrýst, men tá eg enn ikki havi fingið loyvi at síggja metingina, ber mær illa til nágreiniliga at siga hvat likviditetskravið veruliga er. Leysliga vil eg meta, at tað liggur millum 150 og 200 mill. kr., helst nærri teimum 150. Greiðir Pauli Ellefsen ikki hesa lítlu uppgávu, so var alt reypið lítið vert. Sanniliga er munur á 150 og teim 479, sum hanga skuldu eftir. Skaðiliga avleiðingin Negativa umreðan í dag av okkara fíggjarsteðu er framhald av teirri lastandi umreðu av okkara likvidi- tetssteðu, gjaldsjavna- halli og uttanlandsskuld, sum fólkatingsmaðurin Pauli Ellefsen bar fram í fólkatinginum í heyst. Tá kendu vit beinanveg- in, at hetta skaddi álit okkara millum útlendskar lángevarar, ið spurdu hvussu hetta samsvaraði við ta vitan, teir høvdu um okkara viðurskifti. Einasta ábyrgdarloysi Lat okkum sláa fast eina- ferð enn, her er einki ný- avdúkað ábyrgdarloysi annað enn tað, Pauli Ellef- sen sjálvur bar fram í ljós- ið seinastu viku við at tala um hundraðir av millión- um, sum vóru »horvnar« úr landskassanum. Alt er, sum tað hevur verið. Við undantak av heilt fáum yvirtrekkum, sum tó seinni eru samtykt, eru allar útgjaldingar farnar fram sambært heimildum og krevum frá legtingi og fíggjarnevnd, og tað er einki nýtt fyribrigdi, at grunnaogn liggur í lands- kassanum. Og lat okkum eina ferð enn sláa fast at fólkafloks- fíggjarmálaráðharrin og sambandsfíggjarmálaráð- harrin rukku júst sama procenttali hesum viðvíkj- andi, nevniliga 32%. Brot úr orðaskift- inum aftaná svar og aftursvar Pauli Ellefsen nevndi, at Atli Dam i svari sinum hevði viðgingið, at taltil- farið aftanfyri tær 479 milliónirnar var korrekt, og avvisti, at teir stóru långevararnir løgdu nakr- an dent å hvat hann, Pauli Ellefsen, segði á tingi ella i fólkatinginum. Hann fasthelt, at hann, tann dagin hann tosaði um at læna hundraðir av milliónum fyri at koma upp á null í landskassa- num, hevði meint við likvi- ditetin og at hann ikki hevði ætlað at geva fólki fatan av, at fráfarna landsstýri hevði gjert nakað óreiðiligt, sum kundi senda teir í geglið. Eisini vildi hann vera við, at Atli Dam hevði váttað, at tá sambandið fór frá í 1975 lógu 40 kon- tantar milliénir i landskassanum, og at Atli Dam at enda hevði givið Demmus Hentze ein »ordi- ligan salutt«. Annars segåi Pauli El- lefsen seg einans at hava fingid sett hesar 479 mill- iónirnar upp fyri at siga fólki sannleikan, tí tað stóð eitthvert samfelag seg best við. Frá hansara síðu lá eingin tilsiktað agi- tatión í telunum. Atli Dam fasthelt í svari sínum, at Pauli Ellefsen í dag talaði um nakað heilt annað enn tað, hann talaði um, tá hann vildi skapa ta fatan hjá fólki at nakað var spinnandi galið í fíggj- arviðurskiftunum og um- sitingini. Hann endurtók, at tað, Pauli Ellefsen vildi við teim 479 milliónunum, var at skapa missálit á teir fráfarnu og veita sær sjálvum undanferslu og umbering um hann fór at koma sær í trupulleikar fíggjarliga. Tær 479 milli- ónirnar vóru »fiktivar« og óverunligar, so sum Pauli Ellefsen eisini viðgekk, tá hann segði, at tær skuldu álíkavæl ikki lænast. Har- við vóru tær jú óneyðugar, og skuldu sostatt bert standa í vitan fólksins sum prógv um ábyrgdar- loysi teirra fráfarnu. Atli Dam avvisti, at hann hevði góðtikið taltil- farið aftanfyri tær 479 milliónirnar, tí hann hevði júst sagt, at hann kendi tað ikki, men at hann leys- liga metti, at tá tær 80 og tær 123 milliónirnar vóru trektar frá, so bleiv talan um munandi minni tel enn 276 milliónir, kanska heldur 150 mill. kr. ella millum 150 og 200 mill. kr. Heldur ikki kundi Atli Dam viðganga, at hann hevði váttað, at 40 mill. kr. lógu í kassanum i 1975, hann segði seg ongantíð Framhald á síðu 15