Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Her er tað okkara upp- gåva sum blaðfólk at gera uppsekjandi arbeiði — út til bøndurnar at tosa við teir. Undirritaði hevur eis- ini mangan vitjað á bóndagerðum fyri at tcsa við bóndan um steðuna hjá jarðarbrúks- vinnuni. Og tá samanum kemur, so eru hesir menn altíð fúsir at svara — og duga kanska betur enn nakar annar at lýsa sína egnu steðu. Vit hava vitjað tjóð- veldisbendur, javnaðar- bendur og fólkafloks- bendur. Tað hevur ikki verið hugt eftir, hvønn politiskan lit viðkom- andi bóndi hevði. Demi: Herfyri vístu bendur á, at steðan hjá teimum fór at versna munandi, um teir ikki fingu endurgjald fyri øktar kraftfóðurprísir. Blaðið royndi at fylgja málinum upp. Teir sum m.a. fingu nógva blað- rúmd í Sosialinum vóru formenninir í Bondafelagnum og Bún- aðarfelagnum, sum, eftir hvat eg havi frætt, báðir eru fólkafloksmenn. Eg vil við hesum bert vísa á, at verulig blað- skriving gongur út um persónlig og flokspoli- tisk mark. Síðani kunnu vit taka ídnaðin. Har hava vit vitjað ein hóp av virkj- um. Tey hava víst á týdningin, at føroyingar keypa frá teimum heldur enn frá útlendskum fyri- tøkum. Hetta hevur blaðið eisini mett hava samfelagsbúskaparligan týdning. Stórur dentur hevur verið lagdur á at vísa á meguleikarnar hjá alternativum vinnu- vegum og lut teirra í bygdamenningini. Eisini hetta hevur verið gjørt út frá einum heildarsjón- armiði — at tað hevur týdning fyri samfelagið — og ikki er propaganda fyri nakran ávísan flokk. Ikki pláss fyri ødrum Men hevur tå Dagblaðið ikki eisini skrivað um mong av hesum viður- skiftum vil onkur spyrja? Jú, tað hevur Dagblað- ið eisini gjørt. Men nið- ursteða mín er kortini tann, at orsakað av at Óli Breckmann er blað- stjóri á Dagblaðnum, hevur blaðið í alt ov lítlan mun kunnað ella viljað lýst steðuna hjá nógvum bólkum í sam- felagnum. Tær mengu politisku og persónligu greinirnar hjá Ola Breckmann hava rætt og slætt ikki givið pláss fyri eðrum tilfari. Eg má enn einaferð undirstrika, at eg dugi ikki at skilja, at blaðfólk kunnu lata sær hetta lynda. Um Óla Breckmann sum eitt nýtt kapittul í føroyskari bladskriving skal eg her enda vid hesi samanbering: Tad var i prædikuni seinasta sunnudag, sum varð útvarpað. Har segði prestur, at Himmiríkið er at sammeta við eina nót. Fiskurin verður tikin upp við nótini og umborð verður tann vánaligi fiskurin skildur frá og tveittur burt. Somuleiðis er við okkum menniskjum, tá vit tann eina dagin skulu standa til svars fyri okkara gerðum. Tey 'ringu menniskjuni verða skild frá teimum góðu og rættvísu. Hatta var presturin. Blaðstjórin og >blað- skrivarin« Óli Breck- mann breiðir sína nót út hvenn tann einasta dag. Allar oddafiskarnar í samfelagnum letur hann sleppa í sítt Miðleingju- himmiriki — meðan hann tveitir burtur aftur tann »dovna« arbeids- mannin, tann »ényti- liga« brekaða og tann »hjålparsleysa« pensio- nistin. Míni ráð til allar les- arar av Dagblaðnum eru tí hesi: Varið tykkum, áðrenn tit svelgja nakað av Breckmannsgreyt- inum. Hann kundi verið í so heitur, at eisini tit brendu tykkum av honum. Yvirskriftin til hesi bæði sjónamiðini hevur verið: >Hava vit eina fría pressu. — Óli Breck- mann — Fiskaselumál — Blaðmannayrkið<. Ætlan mín er at vísa føroyskum blaðlesarum — eisini teimum, sum einans lesa Dagblaðið á tann vanda, sum Óli Breckmann er fyri blað- mannayrkið og samfel- agið. Mín niðursteða er tann, at Óli Breckmann í einum og øllum máar steðið undan okkara andligu, mentanarligu, sosialu og Þpolitisku menning. Eg havi so eftir føri- muni roynt at lýsa >feno- menið< Óli Breckmann, men eg ivist ikki i, at tað eru fleiri onnur, sum hava eina meining um henda spurning — hava ein annan máta at siga tað uppá og hava onnur ting at draga fram — og tey skulu vera vælkomin at gera tað í Sosialinum. Síðani havi eg víst á fiskasølumål, sum ein týðandi tátt í okkara samfelag, ið vit mugu hava tjak um í pressuni. At enda havi eg víst á leiklutin hjá blaðfólki bæði í pressuni og í sam- felagnum. Um vit í Feroyum hava eina fría pressu kann eg bert gera mínar metingar um, útfrá teirri stuttu tíð ein hevur arbeitt sum blaðmaður og annars lisið føroysk blød. Avmarkingar Sjålvur meti eg, at meguleikarnir hjá press- uni eru nógv avmark- aðir. Tí er heldur ikki burturvið at tengja spurningin um pressuna saman við spurning- inum, um vit í dag hava eitt demokratiskt sam- felag. Vit hava í Feroyum onga lóggávu, sum tryggjar pressuni innlit í fyrisitingina, bæði hvat viðvíkur kommunum og landi. Danir hava eina lóggávu, sum tryggjar almenninginum rætt til upplýsing innan alla fyrisiting. Tað er tó ikki bert tann almenni parturin av samfelagnum,sum ofta liggur fjaldur í toku. Hvussu við vinnulívin- um! Ein danskur sakforari segði einaferð: >Tað er ein royndur lutur, at vinnulívið fær altíð blød- ini at skriva um tað, sum vinnulívið ynskir. Har- afturímóti fer nógv fram innan vinnulívið, sum ongantíð sær dagsins ljós. Bert ein partur er nýtslan av »holum« í lóg- gávuni ella er kriminal- itetur. Nógv er bæði lógl- igt og forsvarligt. Men tað eru samfelagsdis- positiónir av stórum týdningi, at tað er ófatu- ligt, at tað ikki verður skrivað um tær, tá so nógv smátt, og sum hevur lítið uppá seg, verður vidgjørt«. Við hesum vil eg so enda og vóni, at vit kunnu fáa eitt kjak um málsekini: 1. Fiskaselumál 2. Feroyska pressan. Brot úr Dagblaðnum seinasta mikudag, undir- skrivað av ÓB. Hatskur er pennurin!!! ETID AVLOPIÐ AV INNFLUTNINGINUM Eitt trivaligt, reyðgard- istiskt konufólk gekk og dreivaði upp cg niður um hallargólvið. Hon, sá út sum ein statistur, sum skuldi prógva sannleikan í, at Feroya innflutningur er ov stórur í mun til út- flutningin. (Hon kundi sæð út, sum hevði hon sjálv etið meginpartin av innflutningsavlopinum.) Sum ein sat og lurtaði eftir marxistisku bylting- Atli Dam: Síða 3 Samráðingar mugu takast upp við donsku stjórnina Sosialurin hevur biðið Atla Dam um eina við- merking til úrslitið av ráð- harrafundinum í Bruxelles fyrr í vikuni. Atli Dam sigur, at aftan á hendan fundin broyttar fyritreytir, at fer- oyingar beinanvegin eiga at taka upp samráðingar við donsku stjórnina og felagsmarknaðin til tess at kanna, hvat, ið gerast kann. Av broyttum fyritreyt- um eru m.a., at felags- hevur marknaðurin ikki góðtikið sáttmálan, hverki hin feroyska ella canadiska. — At vesturtýskarum eru tillutað samanlagt fortreyt frá síðu var jú, at vit skuldu upp í aftur toskaveiðuna fyriliggja so umleið 5000 tons av toski í Eysturgrenlandi, og ein feroyskari um slík bleiv. Harafturat eru danir, sum hava havt ein heilt lítlan part av rækju- veiðuni í Vesturgrenlandi, nú hava fingið tillutað 1000 tons eins og norðmenn, meðan feroyingar einans fáa 600 tons. Hetta kann als ikki góðtakast, sigur Atli Dam og heldur fram: — Eg rokni við, at mark- naðarnevndarformaðurin beinanvegin kallar saman til fundar til tess, at vit kunnu fyrireika okkum til tað stríð, sum nú má standa fyri við donsku stjórnina og EEC sum heild. Fyribils er avgjørt, at rådharrafundurin ikki veråur fyrr enn 9. mars, og trygd er eingin fyri, at sáttmálin tå verður góð- kendur — t.v.s. at vit fáa hverki makrel og kanska heldur ikki svartkjaft í EEC-sjógvi í 1981. — Hetta eru so munandi broytingar í fortreyt- unum, at tað má takast upp í álvara við donsku stjórnina, endar Atli Dam, sum hevur heitt á Hilmar Kass, marknaðarnevndar- formannin, um at fáa fund í marknadarnevndini. ” Skula- flokkur umsetti bók Ein heilur skúlaflokk- ur í Studentaskúlanum hevur umsett bókina um Dagtór, sum Javni hevur givið út. Tað er norska Tordis Ørja- sæter, magistari i peda- gogikki, sum skrivadi bókina í 1976 um egna son sín. 3.a. ným. í Stu- dentaskúlanum í vetur, hevur umsett bókina og lærari teirra, Hanus A. Samuelsen, hevur lisið rættlestur. Ein av nevndarlimunum i Javna, Hans Trygvi Henriksen, hevur tekn- ad permuna. Formaðurin í Javna, Hannefía Poulsen, sigur í fororðinum, at henda fyrsta bókin, fel- agið gevur út, vónandi bert er byrjanin á víð- ari bókaútgávu. Tann 14. mai í ár fyllir Javni 10 ár. Og ST hevur lýst 1981 at vera altjóða ár teirra brekaðu. Tess- vegna hevur nevndin í Javna sett sær fyri at seta eitt reglubrot aftrat felagsins stuttu segu, nevniliga bóka- útgávu Bókin um Dagtór er 123 blaðsíður í fikku- bókarstedd. Hon kost- ar 40 kr. óinnbundin Býráðið í Havn: Aftur ein spurning- ur út í Tinganes Spurningar frá býráðs- fundunum í Havn hóp- ast nú upp úti í Tinga- nesi. Eisini aftaná fundin hóskveldið fór ein spurningur út á Nesið. Zakarias Wang vil hava greiðu á, um tað er loyviligt at velja 2-mannanevndir. Ein slík bleiv vlad á býráðsfundinum hós- kveldið. Tað var eftir uppskoti frá meirilut- anum i figgjarnevnd- ini, at ein 2-manna- nevnd bleiv vald at taka sær av serligum figgjarspurningum, samskipan av utsiting- ini og umlegging til EDV. I nevndina komu fyrsti næstformaður, Peter F. Christiansen, og Jåkup S. Jacobsen. Tá málið var til við- gerðar, spurdi Zakarias Wang, hverjar ?2- mannanevndir eru í býráðnum. Tað visti býráðsformaðurin ikki. Zakarias svaraði so sjálvur spurninginum og segði, at tað eru helst ongar. Tí tað skula í minsta lagi trý fólk til at gera eina nevnd. Tað er ikki loyvt at velja 2-manna- nevndir, segði hann. Nevndin bleiv vald kortini og Zakarias Wang boðaði frá, at hann vildi hava spurn- ingin lagdan fyri lands- stýrið. lóg felagsins. SO Eysturoyar Javnadarfelag Aðalfundur verður á sjómansheiminum i Rúnavík 25.2.1981. Dagsskrá sambært Nevndin