leygardagur 14. februar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pr
rå |
Kollfirðingar
framføra
skemtileik i
bygdahusinum
Fyrsta framførdslan verður
leygarkvøldid
Um alt gongur sum ætlad
verður ein nýggjur sjón-
leikur framferdur í bygda-
húsinum í Kollafirði í
kveld kl. 20.
Tað er nevndin fyri
bygdahúsið, sum skipar
fyri hesum tiltaki. Talan
er um skemtileik av sama
slag sum »Spanska
Fluga«, sum var framførd-
ur i Kvivik fyri nøkrum år-
um síðani. Hann var sera
væl vitjaður tá. Nú vilja
kollfirðingar so royna seg
við einum líknandi skemti-
leiki.
Bygdahúsið í Kollafirði. Nú verður ein nýggjur sjónleikur framferdur
Tað er Arnold Dubach,
sum hevur skrivað leikin,
ið ber heitið »Odalsarving-
ar< og er hann umsettur til
føroyskt nyliga.
Ango Johannesen, for-
madur i bygdahusnevnd-
ini sigur, at teir hava vant
i nakrar månadir, men tad
hevur verid eitt sindur
trupult hjá teimum at
venja, tí húsini hava so
oftani verið leigað út til
onnur endamál, eitt nú
veitslur, samkomur, fund-
ir og bingospæl. Men nú
skuldi so verið komið so
væl áleiðis, at frumfram-
førslan kann vera í kveld.
Leikurin varar í umleið
hálvantriðja tíma. Tey
leikandi eru: Angi Jo-
hannesen, Bjern Djur-
huus, Eyðun Joensen, Jó-
hard Derdal, Ásla Geyti,
Alvidia Johannesen, Sú-
sanna Petersen og Andra
Joensen — øll úr Kolla-
firði.
Tey leikandi hava sjálv
sett leikin upp og gjert
leiktjøldini. Tey royndu at
fáa fólk úr Havn at hjálpa
sær, men tað hevur borið
illa til — orsakað at har
hevur lítil tíð verið at taka
av.
Seinast sjónleikur varð
framførdur í Kollafirði
varð í fjer. Tá var leikurin
»Hjå Dalabøndum« fram-
førdur einar 10 ferðir.
Herfyir hevði bygdahus-
ið í Kollafirði annars aðal-
fund. Í nevndina eru vald:
Ange Johannesen, Hanna
Fagraklett, Alvilda Jo-
hannesen, Fríhild Joensen
og Magne Hansen. Tað er
arbeiðsmannafelagið, ið
eigur bygdahúsið.
Tað føroyska H-vindeygað í 1980:
Gott ár hjá vindeygafram-
leiðaranum á Vatnsoyrum
10.000 vindeygaeindir
vórðu gjerdar á Vatnsoyra
snikkaravirki í fjer. Tað
eru 1000 fleiri enn í 1979.
Umsetningurin hjá virk-
inum var 7,5 mill. kr. í
1980.
Stjórin á Vatnsoyra
snikkaravirki, Hans E.
Poulsen, er negdur við
úrslitið i fjør. Virkið seldi
9.000 eindir í fjør og í let-
uni eru 3.500 á goymslu.
Hans E. Poulsen torir ikki
at meta um seluna í ár.
— Vit tola at fara eitt
sindur niður. Men vit vóna
kortini, at selan verður
tann sama sum í fjer.
Tollurin tyngir
Vatnsoyra
framleiðir tey sonevndu
H-vindeyguni í 60
snikkaravirki
ymiskum steddum og
sniðum. Umframt ger
virkið eisini vindeygu í
sersteddum eftir ávísum
ynski. — Hetta tarnar
nakað kapasitetinum, men
sjálvandi eru vit takk-
samir fyri alt, sum vit
kunnu gera, sigur Hans E.
Poulsen.
Vatnsoyra snikkara-
virki er fert fyri at fram-
leiða eini 14.000 H-vin-
deygu um árið, tað vil siga
so at siga alt, sum verður
brúkt í Feroyum, sigur
Hans E. Poulsen.
Hans E. Poulsen fýlist á
7% tollinum á ráveruni,
sum ger steðuna hjá virk-
inum veikari á tí ógvuliga
fría marknaðinum, har
ongi merk eru sett fyri
innflutningi av lidnum
húsum.
Timbrið til vindeyga-
framleiðsluna verður
keypt úr Sveríki. Glasið
verður keypt helvt um
helvt frá Atlanticpane í
Vestmanna og Feroya
Termovirki í Havn.
Spara olju
Vatnsoyra snikkaravirki
hevur loyst trupulleikan
at sleppa av við spenirnar
á ein snildan hátt. Virkið
hevur investerað 500.000
kr. í ein brenniovn, sum
umframt til sjálvt virkið
letur hita til fimm sethús á
Vatnsoyrum. I fjer fingu
sethúsini hita frá snikk-
aravirkinum helvtina av
árinum.
— Eg hevði ikki trúð tí,
at spenirnar vóru so orku-
miklar, sigur Hans E.
Poulsen.
Ti var gongugøtan
latin upp aftur
Zakarias Wang fekk
héskvøldi svar við
spurningi sínum til
býráðsformannin um,
við hverji heimild,
gongugetan verður
latin upp fyri bil-
ferðslu. Poul Michelsen
svaraði, at tað er við
somu heimild, sum hon
varð stongd fyri bil-
ferðslu. Tekniska
nevnd býráðsins sam-
tykti 3. september
1979 at stongja og 15.
desember at lata upp
aftur, segði
býráðsformaðurin.
Býráðslimur um sundurbýti uppi á Hálsi:
— Talan er um ein
skattaspurning!
Byggi- og
býarskipanarnevndin
ósamd, um Johs. Berg skal sleppa at
býta sundur ognina hjá sær uppi á
Hálsi.
Talan er um ein skattaspurning, sigur
Finnur Johansen
Byggi- og býarskipanar-
nevndin hjá Tórshavnar
byråd er ikki samd um, at
Johs. Berg skal sleppa at
býta ognina hjá sær uppi á
Hálsi í tveir partar.
Meirilutin í nevndini Essa
Arge, Leivur Johannesen,
Arnstein Niclasen og Petur í
Gong kann góðtaka sundur
býtið, treytað av, at tey
byggiteknisku viðurskíftini
verða í lagi. Hetta bleiv eisini
samtykt á býráðsfundinum.
Fimti limurin í byggi- og
byarskipanarnevndini, Fin-
nur Johansen, er ímóti
sundurbýtinum. Hann
nevndi á býráðsfundinum
hóskveldið lógina, sum
sundurbýtið skal gerast
eftir. Hann segði, at tað er
ikki andin í lógini, at sund-
urbýti av slíkum slag skulu
kunnu loysast. Hann vísti
eisini á, at tað kemur onga-
staðni fram í byggimálinum,
at ætlanin var at býta
ognina sundur.
Eg dugi ikki at síggja
annað enn, at her er talan
um ein skattaspurning,
segði Finnur Johansen. Og
hetta kann býráðið ikki vera
við til, segði hann. Talan er
um eitt prinsipmál.
Sakferari gav
grent ljós
Formaðurin í nevndini,
Essa Arge, greiddi frá, at
júst tí, ivaspurningar
vóru, sendi nevndin
málið til sakførara. Sak-
førarin, Tórmóður Djur-
huus, svaradi, at i prin-
sippinum er onki, sum
fordar fyri sundurbyting
eftir lógini. Hetta tók
meirilutin í byggi- og
byarskipanarnevndini til
eftirtektar og mælir tí til,
at loyvi verður givið til
sundurbýti. Tað er ikki
uppgávan hjá nevndini at
taka stødu til teir skatta-
teknisku spurningarnar, i
segði Essa Arge. Í
4
3)
i]