leygardagur 14. februar 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
P/f Byggimidstødin ger av álvara vart við seg á typuhúsa-
marknaðinum:
| Stórt úrval - heili
11 snið at velja í
Við 11 ymiskum húsasnið-
um roknar P/f Byggimið-
steðin nú við at fáa fótin
rættiliga fastan á typu-
húsmarknaðinum i Før-
oyum.
P/f Byggimidstødin hev-
ur i samstarvi vid arki-
tektarnar Albert Isfeld og
Jórun í Dali teknað sjey
nýggj sniðhús og tey fýra
fyritøkan frammanundan
seldi, eru nyskipad. Ut-
boðið er nú 11 sniðhús í
støddunum frå 95 m? til
166 m? brutto. ØIl húsini
eru minni enn 120 netto-
m*', sum er tað markið,
Húsalánsgrunnurin setur
fyri at lata hægsta lán.
Tummas Sørensen, virkis-
leiðari hjá P/f Byggimið-
steðini, sigur, at ætlanin
er at fáa tey nýggju húsini
á marknaðin í summar.
SS
ANNAN
Hann vónar at kunna selja
eini 30 hús í ár. Í fjør seldi
P/f Byggimiðstoðin 15
sniðhús.
Tummas Serensen sig-
ur, at teirra hús eru bílig-
ari enn tey donsku, men
kosta nakað tað sama sum
tey norsku. Hann sigur, at
hvat tollinum viðvíkur,
hava tey innfluttu húsini
betri semdir.
— Men vit klára kortini
1540
760
Innrættingin í einum av teimum nýggju sniðhúsunum. Hetta er 125 m? brutto og kost-
ar 289.000 kr. latið á keyparans byggiøki. Leggið til merkis at ein serlig sjónvarpsstova
er
Øll húsini kunnu setast oman á kjallara. Og øll kunnu speglvendast, soleiðis, at í
veruleikanum hevur P/f Byggimidstødin 22 ymisk snið at velja í.
Orkusparingin er ikki gloymd. Bjálvingin er heilar 15 cm. 5 cm meira enn kravt verð-
ur í nýggju byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu !
at halda einum nekulunda
prísi. Vit hava roynt at
raka nakað, sum fólki
dámar, og tað haldi eg, at
vit hava gjørt við hesum
húsunum. Ahugin fyri
teimum er sterri enn eg
hevði væntad, sigur
Tummas Serensen.
P/f Byggimiðsteðin set-
ur ikki upp húsini, sum
hon selur.
— Vit vilja ikki taka ar-
beiði frá teimum lokalu
handverkarunum, sigur
virkisleiðarin.
P/f Byggimiðsteðin
leggur dent á, at kekar
0. a. til húsini verður gjørt
í Feroyum.
Pf Byggimiðsteðin, sum
er eitt dótturfelag hjá
byggifelagnum Guttesen
á Staksberg, varð stovn-
að í 1979. Í letuni arbeiða
12 fólk hjá fyritøkuni og
umsetningurin í 1980 lá
um góðar 4 mill. kr. Um-
framt sniðhús framleiðir
Byggimiðsteðin byggilut-
ir til sterri bygningar, ar-
beiðsskúrar og límtræ.
P/f Byggimiðsteðin hev-
ur maskinorku til at fram-
leiða 100 sniðhús um árið,
men goymslan, sum beint
nú er útbygd, rúmar 50
húsum.
Ætlar at byggja hotel á Eiði
Eitt hotel skal byggjast á
Eiði. Tað er Hans P. Poul-
sen, kokkur, sum hevur
tikið hesa avgerð. Og
hann er komin langt áleið-
is at gera hana til veru-
leika. Í letuni arbeiðir
hann við at fáa lán til
byggingina og hann rokn-
ar við at kunna seta spak-
an í nú móti vári.
Hotellið skal byggjast
omanfyri skúlan, á
iånadarøkinum, har Hans
P. Poulsen hevur fingið til-
søgn um eitt 2000 m' stórt
stykki. Sjálvt hotellið
verður 275 m? í tveimum
hæddum. Har vera sjey
dupultrúm, øll við brúsu
og w. c. Har verður sjálv-
andi eisini restauratión
við eini 60 plássum. Hon
verður eisini leigað út til
veitslur av ymiskum slag.
Hotellið verður stoypt
upp. Ragna Mikkelsen,
arkitektur í Vestmanna,
hevur teknað tað.
Hans P. Poulsen sigur,
at nógv ferðafólk koma til
Eiðis um summarið. Men
bygdin hevur lítlar og
ongan umsteður at taka
móti teimum. Spurdur,
nær hotellið á Eiði letur
upp, sigur Hans P. Poul-
sen, at tað skal ganga illa,
um tað ikki verður á sumri
1982.
Hotellið skal byggjast
beint omanfyri skúlan,
haðani gott útsýni er
Fóðra við svartkjaftaslogvi
— Bakkafrost ger royndir við súrgaðum svartkjaftaslógvi.
Skal kunna brúkast í staðin fyri kraftfóður
Súrgað svartkjaftaslógv í
staðin fyri innflutt kraft-
fóður.
Hetta er endamálið við
royndunum, sum nú eru í
gongd á Bakkafrosti á
Glyvrum. Í vikuni bleiv
súrgað svartkjaftaslógv
koyrt út til bendur í
Eysturoynni. Teir skula
brúka tað sum fóður til
neyt og seyð.
Royndirnar eru enn á
byrjunarstigi. Fyrst verða
mýrisýrur og propién-
sýrur blandaðar uppí
slógvið, sum síðani verður
koyrt — gjøgnum eina
kvern. Bakkafrost hevur
leigað eina hvern frá algi-
natvirkinum á Strondum.
Tað eru ikki tær stóru
ílegurnar, sum eru gjørdar
í hesum sambandi. Einar
5.000 kr. er alt, upplýsir
stjórin å Bakkafrost,
Hans Jacobsen.
Ongin prísur enn
Tað er enn ikki greitt, um
súrgað svartkjaftaslógv
verður bíligari enn tað inn-
flutta kraftfóðrið. Ongin
prísur er útroknaður enn,
sigur Hans Jacobsen. Men
tað er ikki bert tað øko-
nomiska, sum hugsað
verður um. Tað er eisini
spuringurin um, hvussu
vit kunna nýta svartkjaft-
in, soleiðis at onki fer til
spillis. Higartil hevur
slógvið verið selt sum ali-
fiskafóður. Nakað er farið
til guano.
Tað er heldur ikki greitt,
um svartkjaftaslógvið
inniheldur øll evnini, sum
eru í kraftfóðrinum. Her
hevur verið hugsað um at
seta til avlop frá fram-
leiðsluni á alginatvirkin-
um. Í tí er okkurt evni,
sum ikki er í svartkjaft-
inum, sigur Hans
Jacobsen.
Hans Jacobsen sigur, at
sær vitandi hevur tað ikki
verið roynt aðrastaðni at
brúka svartkjaftaslógv til
djórafóður. Men slógv av
eðrum fiskaslegum verður
brúkt, til dømis i Norra.
Seldi yvir
4 mill.
jólamerki
Postverkið seldi umleið
140.000 erk av jóla-
merkinum fyri 1980.
Tað eru 4,2 mill. merki.
Selan endaði tann 31.
januar. Hon er nakað
tann sama sum í 1979.
Tó er hon eitt sindur
sterri hesaferð, upplýs-
ir leiðarin á Frímerkja-
deildini, Knud Wacher.
Í 1980 kostaði arkið
10 kr., so selt er fyri
umi. 14 mill. kr.
Hvussu stórur vinning-
urin verður, er ikki
greitt enn. Vinningurin
fer óskerdur í Jóla-
merkjagrunnin, sum
letur studning til ym-
isk góð endamál.
Postverkið er longu
FOROYAR iFØRO
Fridtjof Joensen tekn-
aði jólamerkið 1980.
Freistin at lata inn upp-
skot til jólamerkið 1981
er úti í morgin
farið undir at fyrireika
jólamerkjaútgávuna í
1981. Tað bjóðaði il
eina kapping at tekna
merkið og freistin at
lata inn tekningar er
úti í morgin. Hósdagin
vóru til tað fá uppskot
komin inn, sigur Knud
Wacher.
Tríggjar virðislenir
eru, ávikavist 3.000,
2.000 og 1.000 kr