mikudagur 18. mars 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Fráfarandi formaðurin í Føroya Kommunufelag, Hans Jørgensen, handar tí komandi formanninum, Jógvan
Mørkøre, lyklarnar til hølir felagsins. Vinstrumegin situr Leif Niclasen, fundarstjóri. Eini 40 umboð fyri limakomm-
unurnar vóru á umboðsráðsfundinum, har Torbj. Poulsen, landsstýrismaður, eisini greiddi frá kommunalpolitikki
landsstýrisins.
Luttakarar á fundi í kommunufelagnum:
Neyðugt at útbyggja
kommunufelagið til
ein tænastustovn !
Skal Feroya Kommunu-
felag, FKF, uppbyggjast
;— sum ein stovnur við ser-
konum, sum lima-
kommunurnar fáa veg-
leiðing og hjálp frá, tá á
stendur, ella skulu komm-
unurnar leita ráð og stuðul
á tí almenna ella privata
marknaðinum av — ser-
kenum ?
Hetta var hevuðsheiti í
orðaskiftinum eftir for-
mansfrágreiðingina á um-
boðsráðsfundinum hjá
kommunufelagnum fríggj-
adagin í síðstu viku.
Tað var fráfarandi for-
maðurin, Hans Jergensen,
sum legði upp til orða-
skiftið, tá hann m. a.
segði:
— Eg eri sannferdur
um, at ein betur útbygdur
felags kommunalur stovn-
ur undir FKF hevði bett
munandi um tað kommu-
nala sjálvstýri. Tað skerst
ikki burtur, at í dag hava
landsmyndugleikarnir við
teirra serfreðingum allar
meguleikar at renna runt
við kommununum.
Ein verjustovn
— Tí ivist eg ikki í, at
skulu vit fylgja við, og
samstundis halda fast við
tað kommunala 'sjálv-
stýrið, ma FKF útbyggj-
ast til ein veruligan verju-
stovn hjá kommununum.
Serfreðingarnir eru komn-
ir fyri at vera, og okkara
val er, um vit vilja stýra
teimum til okkara fyrimun
ella um vit lata aðrar
brúka teir at stýra okkum
við, segði Hans Jer-
gensen.
Vilhelm Johannesen,
sum var formaður í FKF
undan Hans Jergensen,
greiddi frá eini kanning,
sum starvsnevndin hevði í
FKF gjert fyri nekrum
árum síðani. Kanningin
vísti, at kommunurnar
høvdu brúkt nógv meira
pening til sakferara-hjálp,
enn tað hevði kostað
FKFk at havt ein sak-
ferara.
Somuleiðis vísti Vilhelm
Johannesená, at tær
sterru kommunurnar hava
tekniska og aðra fyrisit-
ing, meðan tær smærru
ikki hava. Og hvussu
skulu tær klára . seg,
spurdi fyrrverandi for-
maðurin:
— Tær hava sjálvandi
ikki ráð, men hevði komm-
unufelagið serkøna tekn-
iska hjålp kundu hesar
kommunurnar fingið hjálp
frá kommunufelagnum.
Landsverkfreðing-
urin ikki tíð
Í orðaskiftinum var nógv
komið inn á landsverk-
freðingsstovnin og leiklut
hansara í tí kommunala
arbeiðinum.
Meðan summir hildu, at
t. d. Heini Heinesen úr
Kunoy, at kommunurnar
heldur áttu at fáa sær
hjalp frá landsverkfrød-
inginum, enn at fáa sær
sín egna stovn, vóru tað
aðrir, sum vístu á, at hetta
fór illa at bera til.
Formaðurin í Sunda
kommunu, Leif Niclasen,
segði, at tað var torfert
hjá landsverkfreðinginum
at veita teimum komm-
ununum, sum hava fingið
bygdaplan, neyðuga hjálp,
og hann helt tí, at tað fór
at verða verri, tá allar
kommunurnar hava fingið
bygda- og býarplan.
— Fara at koyra upp á
landsverkfreðingin, dugir
ikki, segði Leif Niclasen.
Birgir Mohr av Sandi
vísti á, at hvat ið bygda-
ráðini bóðu og spurdu
landsverkfreðingin um, so
hevði hesin stovnurin ikki
tíð. Birgir Mohr tók eisini
undir við tankanum, at
kommunufelagið átti at
útbyggjast við serkenari
hjálp.
Nýggi formaðurin, Jóg-
van K. Mørkøre, segði seg
eisini vera tankanum hjå
Vilhelm Johannesen um at
utbyggja kommunutfel-
agið meira sum ein tæn-
astustovn.
Í hesum viðfangi visti
Hans Jergensen á, at nú-
verandi skrivari hjá fel-
agnum í ein vissan mun
kundi veita kommununum
hjálp.
Síða 3
Tríggir nýggir
i starvsnevndina
Føroya Kommunutfel-
ag, sum er eitt felag vid
størri og størri tyd-
ningi fyri tær einstøku
kommunurnar og sam-
bandið teirra millum,
fekk nýggja starvs-
nevnd fríggjadagin í
farnu viku.
Hendan dagin tók
eisini nýggi formaðurin
í felagnum, Jógvan K.
Merkere, av Eiði, for-
melt við.
Jógvan Mørkøre sat í
starvsnevndini í und-
anfarna skeiði.
Til næstformann í
starvsnevndina valdi
aðalfundurin Heina
Heinesen, úr Kunoy.
Næstformaðurin verð-
Heini Heinesen, Kunoy
Ásmund Joensen,
Sandavági
Tervur á lands-
byggisamtykt
Í orðaskiftinum komu
menn eisini inn á tervin á
eini landsbyggireglugerð
fyri“ at hava eitt felags
steði at standa á.
Bæði landsstýrið og
kommunufelaigð hava
gjørt uppskot til eina
landsbyggisamtykt, men
enn er eingin góðkend.
Seinast hevur komm-
unufelagið latið ein
arbeiðsbólk aftur gjert
eitt uppskot, sum í letuni
liggur hjá landsverkfreð-
inginum, ið skal ummæla
tað og gera semju við
kommunufelagið um tað,
áðrenn landsstýrið kann
góðtaka tað.
Í formansfrágreiðingini
segði Hans Jergensen, at
FKF fleiri ferðir hevði
rykt eftir uppskotinum:
— Sjálvur haldi eg, at
hetta arbeiðið var so gott,
at tað er harmiligt, um tað
skuldi hent, at einki meir
hendi í hesum máli, segði
Hans Jefgensen.
ur eins og formaðurin
valdur einsæris.
Í Starvsnevndina,
sum í alt. telur fimm
limir, vórðu annars
valdir Dánjal av Rana,
av Tvøroyri, Asmund
Joensen, år Sandavågi
og Birgir Mohr, av
Sandi.
Åsmund Joensen og
Birgir Mohr eru ny-
valdir, meðan Dånjal
av Rana hevur sitið í
starvsnevndini í mong
år.
Sum varamenn valdi
umbodsrådsfundurin
Petur Muller og Simun
Simonsen, ávikavíst
bygdaráðsformenn í
Kvívík og Vestmanna.
Dánjal av Rana, Tron-
gisvági
Birgir Mohr, Sandi
Kommunufelagið er
aftur komið í eina trygga
fíggjarliga steðu.
Hetta kom fram í ársfrá-
greiðingini, sum Hans
Jergensen, fráfarandi for-
maðurin, legði fyri fundin
og hetta vísto roknskap-
urin eisini.
Tað, at Havnin meldaði
seg úr felagnum, gjerdi, at
figgjarliga grundarlagið
minkað munandi, men ein
hækking av limagjald-
inum úr 3 0/00 upp í 4 0/00
av fíggjarætlanum
kommunurnar hevur
tryggjað fíggjarorkuna
hjá felagnum.
Seinasta ár hevði felagið
soleiðis eitt avlop upp á
58.000 kr. Inntekurnar
stava so at siga bert frá
limagjaldi, 348.000 kr.
Størsti samladi út-
reiðsluposturin eru len-
irnar 180.000 kr. Umframt
tann fastlenta skrivaran,
fær formaðurin eisini eina
samsýning. Hinar út-
reiðslurnar fara til skriv-
stovuhald, ferðaútreiðsl-
ur, fundarpening, leigu og
skeiðvirksemi.