mikudagur 18. mars 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Seyðurin í
ringum standi
Hvalbingar hava verið
á fjalli nú um dagarnar,
teir meta seyðin at
vera í ringum standi,
so teir bera ótta fyri, at
vandi er á ferð, um tað
skuldi hent, at hann
legðist við stórkava
enn einaferð í ár.
Annars frættist úr
Hvalba, at menn
arbeiða hvenn dag við
tað nýggja havnalagið,
sum væntandi verður
liðugt einaferð í
summar.
Landingar í suðri
Fyrstu viku í mars
landaðu hesir bátar til
flakavirkini í Suður-
oynni:
Polarfrost : kg
Birita.......... 132
Birita.......... 283
Fimm Breður . 1392
Maríta......... 1752
Marita......... 1602
Múlatangi..... 5904
Múlatangi..... 3702
Royndin....... 140
Saturn......... 3961
Saturn......... 2873
Tvey Systkin... 139
Brimborg.......59739
Nesborg........28106
Tveroyrar Flakavirki:
Niels Pauli..... 5278
Báradrangur... 4898
Akraleiti....... 6267
Vesturh. blíða... 11316
Knúkaberg.....10080
Karin Maria.... 2530
Grani.......... 126
Kvikk......... 75
Heykur.. 4101
Heimahjálparar í
Suðuroy skulu
hittast oftari
Fyri stuttum hevdu
heimahjálparar í sunnaru
helvt av Suðuroynni sam-
komu við kaffiborði og
undirhaldi í Skulahøllini í
Vági.
Signy Nordenskjold úr
Vági, sum hevur verið
eftirlitskvinna hjá heima-
hjálparunum síðani 1975
sigur, at tað eru einir 60
heimahjálparar í sunnaru
helvt av Suðuroynni, tað
vil siga frá Hovi til Sum-
biar.
Av hesum 60 kvinn-
unum hava millum 12 og
15% lokið prógv sum
heimahjålparar.
Heimahjálparaútbúgv-
ingin er býtt upp í trý
skeið á 14 dagar hvert,
skeiðini = verða hildin
ymsastaðni í landinum og
fevna um tilsamans 200
tímar.
Heimahjálpari skal
helst vera fylt 20 ár.
Rætt til heimahjálp
hava allir fólka- og avlam-
ispensionistar, ið íikki
hava aðra inntøku. Onnur,
ið gerast sjúk, tað veri seg
av vanlukku, barnsburði
ella eðrum, ið einans
kemur at vara eina ávísa
tíð, hava eisini rætt til
heimahjálp, men mugu
hesi gjalda ein part av út-
reiðslunum sjálvi, upp-
hæddin verður roknað
eftir skattskyldugu inn-
tekuni hjá viðkomandi.
Síðani heimahjálpin í
Vági varð víðkað til alla
sunnaru helvt, er ein eftir-
litiskvinna sett aftrat, tað
er Lissy Hjelm, eisini úr
Vági.
Víðari sigur Signy, at
eftirlitskvinnurnar hava
skyldu til at vitja við-
skiftafólki triðja hvenn
mánað men í fleiri forum
er neyðugt við vitjanum
nakað oftari, við tað at
pleygupatientar eru ímill-
um, sum ikki liva so væl,
og hava vitjan fyri neyð-
Til seinast sigur Signy
Nordenskjold, at ætlanin
er, at allir heimahjálparar
skulu hittast til slíkar
samkomur nakað oftari,
soleiðis at sterri og betri
samarbeiði fæst í lag
millum hjálparar, við-
skiftafólk og eftirlitisfólk.
Norsk-
SOSIALURIN
Færð-
ysk lag 50 ár
Í ár eru 50 ár liðin,
síðan Norsk-Færøysk
Lag varð stovnað, og í
hesum sambandi hevur
felagið fimtiáraveitslu
leygardagin 14. mars í
Tøyen Samfunnshus,
Økernveien 9, Oslo.
Teir, sum vóru við at
stovna felagið, vóru
norðmenninir Nikolaus
Gjelsvik, professari,
Ola Thommesen, blað-
stjóri,
voll,
Andreas
Einar Breids-
blaðstjóri,
Fredrik
Scheel, statsarkivarur,
og Edvard Os, oberst-
loytnantur, saman við
feroyinginum Ernst
Sondum, sum tá búði í
Noregi. Ætlanin við fel-
agnum er eftir
endamálsgreinini í
lógum tess: at knýta
sterkari, serliga men-
tanarlig, bond millum
Noreg og Feroyar.
So fámentir sum fer-
oyingar hava verið í
Noregi tá hálvu eld,
sum felagið hevur verið
til, er tað eitt bragd, at
tað livir í dag og tað við
sítt fríska lív. At hetta
hevur eydnast felagn-
um er ikki minst
trúgvu norsku limum
og vinum tess fyri at
takka. Eina serliga
takk eiga formenninir
og nevndarlimirnir,
sum við ósvikaligum
treysti hava stýrt fel-
agnum gjøgnum ring
og góð ár. Ein slíkan
ágrýtnan undangongu-
menn hevur felagið í
letuni í Per Hovda, do-
centi, sum situr í for-
manssessinum á eðrum
sinni.
Sum eitt demi um
virkisfýsni felagsins í
merkisárinum kann
nevnast, at tað hevur í
umbúnað at geva 50
ára heiðursrit, har
haldarar hava hevi at
tekna seg á kvødulist-
an til felagið (áðrenn
30. apríl 1981). Av tí
fjølbroytta innihald-
inum í ritinum kunnu
nevnast greinir við
evni úr segu felagsins,
úr føroyskum máli, úr
føroyskum stadanøvn-
um, úr føroyskum b6k-
mentum, úr føroyskum
dansi og ein bókaskrá
yvir norskar békmentir
um Føroyar.
Tað eru óivað fleiri
enn eg, ið hava hug at
heilsa felagnum á
merkisdegnum leygar-
dagin við takk og
góðum ynskjum fyri
virðismikla starv tess.
Mortan Nolsee
9.3. 1981
Nýggj grot-
brúgv verður
lagað um
Hoydalsá
Ein nýggj brúgv verður
nú laðað um Hoydalsá.
Hendan nýggja brúgvin
fer at líkjast tí gomlu
brúnni og er á sama stað
sum tann gamla brúgvin
Arbeiðið upp á brúnna,
sum Tórshavnar
kommuna letur gera, byrj-
aði fyri stuttum. Tað er
Hergeir Poulsen, byggi-
meistari, sum stendur fyri
arbeiðinum, sum eftir
ætlan skal vera liðugt
tíðliga í summar.
Tann nýggja grótbrúgv-
in verður gjørd í sama
sniði, sum tann gamla
brúgvin, men verður
nakað breiðari. Tann
gamla brúgvin varð tikin
niður fyrst í seksti-
árunum, tá ið áin varð
breiðkað.
Tað er torført at gera
eina slíka brúgv, og tað
var torfert at finna fólk
sum kundu átaka sær
hetta arbeiðið, upplýsir
Símun Hansen, settur
býarverkfreðingur.
Brúgvin verður, sum
myndin vísir, laðað á ein
skabelón. Tá laðingin er
liðug, verður skabelónin
tikin burtur og tá skal
bogin kunna halda. Stein-
arnir verða festir sín á
millum við sementi.
Tað vóru fleiri slíkar
a
sb KE
grótbrýr i Havnini og
nærhendis. Nú er bert
tann gamla eftir. Tað er
Sundsbrúgvin, sum er við
endan av Gamla Sunds-
vegnum.
Hon gongur eisini um
Hoydalsá.
Tað kostar ikki einki at
gera eina slíka brúgv.
Upplýst verður, at kostn-
aðurin fer at liggja millum
250 og 300.000 kr.
Umframt at gera
brúnna er eisini ætlanin at
fríðka ekið har um vegir.
Gamla Hoyvíksgetan —
ella rættari: tað sum er
23
Í summar fer kanska at bera til at ganga tvørtur um hesa brúnna, sum í sniði er åtøk tí gomlu Hoyvíksbrúnni
eftir av henni — frá brúnni
og niðan til Ringveg II
hevur fingið ábetur.
Ætlanin er so eisini at
beta um getuna frá Stu-
dentaskúlanum og oman
móti brúnni og getuna
oman á Boðanes.
Hetta er eitt tað nátt-
úruvakrasta eki uttan um
Havnina og hendan vegin
gongur nógv fólk túrar í
friði fyri bilum, men ikki
langt frá altfaravegi kort-
ini. Getan hevur verið so
vánalig í fleiri ár, at í vát-
veðri var ikki gangandi
eftir henni.