Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Eldur f båti Mánakveldið um tíggju-tíðina kom eldur í ein bát, sum stendur uppi á landi, millum Norðborg og Dávavirk- ið í Klaksvík. Menn arbeiddu við at leggja glasfibur á yvir- bygningin, tá eldur kom í. Eldurin bleiv beinanvegin sløktur og skaðin er lítil. Kona bitin Fríggjadagin bleiv ein kona bitin í hondina av einum hundi á Stangar- vegnum í Klaksvík. Konan fekk ikki stór- vegis skaða av tilburð- inum. Hundurin hin- vegin mátti beta við lívinum. Politiið skjeyt hann. Leysir hundar, ofta í flokkum, eru vorðnir ein stórur trupulleiki í Klaksvík. Lembdi mánað fyri Grækaris- messu Leygardagin skrivaðu vit um eina ær í Vági, sum lembdi 10. mars, tvey lomb. Hetta var tíðliga, men onki afturímóti tvilembuni hjá Árna Olsen í Hvalba. Hon lembdi longu 12. februar. Bæði lombini = liva væl, verður sagt. Losjan í Havn flytur dagin Av tí, Uppistova og Losjuhúsini skula brúkast til familju- skeið um vikuskiftið, hevur Losjan í Havn avgjørt at flyta føstu tiltekini fríggjadag fram til hósdag. Tað vil siga, at til- komin og eldri hittast í morgin kl. 15 og opið hús fyri øll verður í annaðkveld kl. 20. Spældu bingo fyri 34.000 kr. 34.000 kr. eru úrslitið av bingospælinum, sum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hevdu seinasta hós- kveld. Peningurin fer til byggingina av nýggjum ellis-- og røktarheimi í Havnini. Tað vóru væl yvir 300 fólk á bingospæl- inum og fyriskipararn- ir takka teimum ellum fyri stuðulin. Nú eru savnaðar 178.000 kr. til nýggja ellis- og rektarheimið. Klaksvík: Ítróttarhollin undir illgruna: snýtt Gjald- stovuna fyri stuttleikaskatt — Politikanningin um at vera liðug. Talan er um uml. 60.000 kr. Politiið í Klaksvík er nú komið væl áleiðis við kanningararbeiðinum í samband við, at Ítróttar- hellin skal hava goldið ov lítið í stuttleikaskatti av almennum dansi. Norðlýsið skrivaði fríggjadagin, at talan er um einar 60.000 kr., sum Ítróttarhellin hevur gold- ið í lítið í stuttleikaskatti. Politiið í Klaksvík váttar tíðindini í Norðlýsinum. Upplýst verður, at talan er um stuttleikaskatt fyrst og fremst frá árunum 1978, 79 og 80, ella fram til, at restau- rantin bleiv leigað út. Politiið hevur ongan ill- gruna um, at viðurskiftini ikki eru í lagi nú. Drúgv kanning Kanningararbeiðið hevur tikið drúgva tíð, men tað er nú við at vera liðugt. Eftir ellum at dema hevur Ítróttarhellin bert givið upp ein part av inntek- unum av almenna dansin- um til Gjaldstovuna. So- statt er bert goldin stutt- leikaskattur av hesi upp- hæddini. Tá politiið er liðugt við kanningar sínar, skal fútin avgera, um ákæra skal reisast móti Ítróttarhellini. = = ; Børnini sleppa = Æ = við á skeið — Skeiðið í Losjuni í Havn um vikuskiftið er fyri alla familjuna Fríggjakveldið hittast eini 100 fólk í Losjuni í Havn. Hetta eru fólk úr losjum og avhaldsfeløgum kring landið, og tey skulu vera saman um vikuskift- ið á einum familjuskeiði. Tað er Losjan í Havn, sum skipar fyi skeiðinum. Endamálið við tí er, at fólk læra at kennast. Skeiðið byrjar fríggjakveldið kl. 20 og varar til sunnudagin kl. 15. Luttakararnir skula eta saman og vera saman tað mesta av tíðini. Tað vera kveldsetur, Helena Samuelsen heldur fyrilestur um brekað, ein politimaður tosar um sam- bandið millum kriminali- tet og rúsdrekka og ein nýggjur svenskur filmur um rúsdrekka verður sýndur. Bernini við Tað áhugaverda við skeið- inum er, at luttakararnir kunna hava bernini við sær. Fólk, sum júst hevur verið á junior- og ung- dómsleiðaraskeiðum, sku- la: ansa eftir teimum og sleppa á tann hátt at royna tað, tey hava lært á hesum skeið. Hetta er fyrstu ferð, Losjan í Havn hevur tílíkt familjuskeið. Undirtekan er óvanliga góð og fyri- reikararnir vóna at rekka endamálið við skeiðinum, nevniliga, at fólk læra hvenn annan at kenna. Nú kann S. I. F. eisini venja um kveldið. Vøll- urin í Sandavági hevur fingið ljós. Seks ljós- mastrar blivu settar upp við vellin í sein- asta mánað. Sostatt eru nú allir tríggir fót- bóltsvellirnir í Vágum útgjerdir við ljósi. S.I. í Servági og M.B. í Mið- vági fingu ljós í fjør. Tað kostar SIF. umleið 120.000 kr. at fáa ljós á vellin. Kommunan rindar 30% av kostnaðinum og felagið ætlar sær nú at sekja um studning til tað, sum so er eftir. Uppsetingin av ljós- mastrunum var gjerd við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Formaðurin í S.I.F., Jóanis Nielsen, sigur, at tað hevur altíð verið stórur áhugi fyri ítrótti í Sandavági S.I.F hevur hálvttriðja- hundrað limir, og av teimum er uml. helvtin aktiv. Felagið fer at luttaka við 13 liðum í fót- og hondbóltskapp- ingunum í summar. Venjarin er tann sami sum í fjer, Stefán Stefánsson úr Reykja- vík. S.Í.F. hevur ymiskt í umbúna nú í ár. Dag- arnar 27., og 28. og 29. mars verður eydnuhjól Teir, sum fyrireikaðu CHM kappingina í hondbólti í Feroyum fyri stívliga einum ári síðani, fingu nógv rós fyri væl gjørt arbeiði Men teir hava eisini fingið eina stevning. Hon er frá einum bil- eigari i Norðdepli. Hann heldur seg hava Ljós á vøllinum i Sandavågi Heldur seg hava fingið ov lítið fyri at koyra hondbóltsspælarar Síða 5 og aftur annað páska- kveld. Annan páska- dag verður somuleiðis skipað fyri ítróttar- stevnu í Sandavági. Hetta er roynt fyrr og hevur riggað væl, sigur Jéanis Nielsen. Og i juli fara ítrótt- arfólk úr Sandavági til Íslands. Tey fara at vitja vinarbýin Neskaupsstað á Eyst- urlandinum. Tað gera tey fjórða hvert ár. Ítróttarfólk úr Nes- kaupsstað vitja somu- leiðis Sandavág fjórða hvert ár, soleiðis at tey hittast annað hvert ár. S.Í.F. verður 75 ár í heyst og í tí sambandi verður = skipað ymsum tiltekum. Jóanis Nielsen sigur, at fótbóltsvellurin hjá teimum er í góðum standi. Hinvegin eru umsteðurnar til innan- dura ítrótt ikki av teim bestu. Tað eru nógv, sum brúka fimleikar- hellina í skúlanum á Giljanesi og tí er ikki altíð lætt at sleppa framat. Men hetta broytist, tá ítróttarhellin verður liðug, væntandi fyri um ársskiftið, sigur formaðurin i Sandavågs ítróttarfel- ag. fingið ov lítið fyri at koyra hondbóltsspæl- arar har Maðurin hevur stevnt eftir 3.910 kr., sum hann sigur seg eiga til góðar hjá C-HM nevnd- ini. Málið kemur fyri í Feroya rætti týsdagin. norðuri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Fundur verður í kveld kl. 19,30 á Hotel Føroyum. Dagsskrá: 1. Landsfundur Føroya Javnaðarfloks 1981. 2. Uppskotið til figgjarætlan fyri Tórshavnar kommunu fyri 1981/82. 3. Ymiskt. Umboð felagsins í býráði og løgtingi eru á fundi- num. Nevndin