mikudagur 18. mars 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
telf. 14720. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Almenn sparing
HÓAST FÍGGJARLÓGARUPPSKOT-
IÐ enn ikki er komið frá landsstýrin-
um ljóðar, at stórir niðurskurðir skulu
fremjast. Tað almenna skal spara.
Serliga eru tað upphæddirnar til
Strandferðsluna og Landsverkfrød-
ingurin, sum skulu skerast niður.
SKATTATRÝSTIÐ skal minkast. Tað
almenna skal spara. Hetta ljóðar alt
samalt gott í fyrsta umfari. Men
hverjar verða avleiðingarnar av eini
tílíkari sparing ?
Í FYRSTA UMFARI kemur sparingin
sjálvandi at økja um arbeiðsloysi,
sum longu er farið at merkjast, eftir
at róðrið er lagt í stýriborð sumver-
andi landsstýrið hevur reypað sær
av. Sum kunnugt eru longu eini hálvt-
hundrað fólk koyrd til hús, tí vetrar-
siglingin skuldi niðurleggjast fyri ein
og hvønn pris.
TAÐ HEVUR HESI seinastu árini
verið nógv talað um bygdamenning. Í
hesum sambandi er vert at minna á,
at her er tað júst Strandferðslan, sum
hevur havt sín stóra tydning. Bygdir,
sum áður hava ligið avbyrgdar, fingu
samband, annaðhvort eftir landi ella
sjónum. Hetta hevur havt við sær, at
tílíkar bygdir hava fingið møguleika,
á ein høgliganhått, at sleppa av við
tað, sum framleitt hevur verið í bygd-
ini. Eisini hevur tað skapt bygdunum
møguleika at fara undir nýggj tiltøk,
sum áður ikki vóru gjørlig. Úrslitið
væntaði heldur ikki. Ístaðin fyri at
minka, so sum gongdin var í seksti-
árunum, mentust bygdirnar. Fólkið
fekk møguleika at stødast og arbeiða
í heimbygd síni. Her var av sonnum
talan um bygdamenning. Um lands-
stýrið nú fer at skera niður her, eru
allar grundir at óttast fyir
bygdaoyðing.
MOTIVINI FYRI hesir niðurskurðir
landsstýrisins eru, sum tað skilst,
ymisk. Onkur vil helst gera tað við
góðari meining uttan tó at hugsa um
avleiðingarnar, meðan annar partur í
landsstýrinum ger tað av hatri og
aggi til at sum er alment. Tílíkir menn
áttu heldur at fingið loyvi til at avrea-
gera á annan hátt.
Í svari mínum til Sjúrða
Samuelsen í blaðnum
leygardagin segði eg frá,
at eg í blaðnum í dag
vildi greiða frá arbeiðn-
um í felags sosialu
nevndini, frá teimum
ætlaðu hækkingunum í
sosialu pensiónunum og
broytingunum i
forsorgarlógini.
Sum eg havi nevnt
fyrr, varð felags sosiala
nevndin sett í 1959, og
endamálið við nevndini
er, at hon skal geva
teimum politisku
mynduleikunum tilmæl-
ir til broytingar og ajour-
føringar í føroysku sosi-
allóggávuni. Nevndin er
samansett av donskum
og feroyskum embætis-
fólkum. Landsstýris-
maðurin i
almannamålum er limur
i nevndini. Sum eg
nevndi leygardagin, eru
ajourføringar gjørdar i
øllum landsstyris-
skeiðum, við undantak
av seinasta, sum av
kendum orsekum bert
vardi í tvey ár. Bæði í
Jákup Lindenskovs
parti og í mínum parti av
tvey ára skeiðnum varð
arbeitt við broytingum
og ajourferingum. Í
mínum parti av lands-
stýrisskeiðnum vóru
tvey fundarumfer í fel-
ags sosialu nevndini.
Hetta var fyrst í farna
ári. Vit fingu at vita at
fundir kundu verða í
Keypmannahavn 4. og 6.
juni. Í Keypmannahavn
samdust vit um at hitt-
ast aftur um månadår-
skiftið september/okto-
ber.
Undir teimum seinnu
fundunum komu vit so
langt, at semja var um,
at mæla til hækkingar
og broytingar, ið tilsam-
ans fóru at kosta 18 mió.
SOSIALURIN
Pensiónirnar kundu
verið hækkaðar nú
kr. um árið. Vit fingu at
vita, at staturin var til
reiðar at rinda sín part
av hesi upphædd. Eftir
hesi semju skuldu pensi-
ónirnar hjá stekum
hækka við 15 pst. og hjá
hjúnum við 18 pst.
Broytingin í forsorgar-
lógini, sum semja var
um at mæla til, hevdi m.
a. til endamáls at tví-
falda forsorga hjálpina,
umframt aðrar ábetur.
Eftir var so at finna
fram til, hvussu hækk-
ingarnar skuldu býtst
ímillum grundupphædd-
irnar og pensiónsískoyt-
ini, men her var semja
um, at danska almanna-
ráðið skuldi gera upp-
skot at senda upp til
góðkenningar. Hesi
vórðu send frá almanna-
ráðnum við skrivi dag-
fest 5. december 1980.
Eftir at nýtt lands-
stýri varð valt 5. januar
1981, hildu vit í javnað-
arflokkinum tað vera
rætt, at undirritaði setti
fyrispurning hesum
málið viðvíkjandi til
landsstýrismannin í al-
mannamálum. Endamál-
ið við fyrispurninginum
var fyri tað fyrsta, at
gera vart við málið, og
fyri tað næsta, at fáa at
vita, um nýggja lands-
stýrið vildi fremja broyt-
ingarnar. Men svarið
varð, at landsstýrið vildi
arbeiða víðari við mál-
inum við tí fyri eyga, at
fremja broytingarnar í
figgjarårinum 1982/83.
Tá vit í javnaðarflokk-
inum vóru vitandi um, at
málið lá so mikið greitt,
at tað kundi verið framt
nú beinan vegin, legdu
vit uppskot um hetta
fyri tingið.
Landsstýrismaðurin í
almannamálum, Sjúrður
Samuelsen og aðrir við,
hava uppfunnið og nýta
ymiskar umberingar,
fyri at sleppa sitandi
landsstýri undan
ábyrgdini av, at hækk-
ingarnar og broyting-
arnar ikki verða framdar
nú. Sagt verður, at frá-
farna landsstýri ongan
pening setti av til hesa
meirútreiðslu, at broyt-
ingarnar ikki eru góð-
kendar av sosialmálaráð-
harranum og at freistin
fyri at leggja mál fram í
fólkatinginum var úti 1.
februar. Men tá alt
kemur til alt er onki hald
í ellum hesum umber-
ingum.
Orsekin til, at fráfarna
landsstýri ikki setti
peningin av á fíggjar-
lógaruppskotinum, sum
varð framlagt 15. decem-
ber, var tann, at okkum
var púra greitt, at eitt
nýtt landsstýri skuldi
taka við og tá so hevur
verið, hevur manna-
gongdin altíð verið tann,
at tað nýggja landsstýr-
ið leggur fíggjarlógar-
uppskot fram aftur av
nýggjum, og sostatt
skuldi okkara framløga
av fíggjarlógaruppskot-
inum einans verið ein
formalitetur. Ut frá
hesum var semja í frá-
farna landsstýrinum um,
at leggja fíggjarlógar-
uppskotið frå í fjør fram
við hækkingum, sum
samsvaraðu prís- og
lønarvøkstrinum.
Tad, at danski sosial-
målarådharrin ikki
hevur góðkent broyting-
arnar, er eisini ein reint
formellur = spurningur.
Tað, sum hevur týdning
í hesum sambandi er, at
staturin hevur góðkent
eina meirútreiðslu uppá
18 mió. kr. og at ríkis-
kassin hevur sín part av
Jú, søgan endurtekur seg
Gamli í Garðinum gremur
seg illani í Dagblaðnum
nr. 19, um tað at Sosi-
alurin hevur sagt nekur
rósandi orð um menta-
mannin Rikard Long.
Her misskilur Gamli í
Garðinum fullkominliga
Sosialin. Teir geva honum
rós fyri tað, hann eigur rós
fyri, men — politikarin
Rikard Long lata teir fara
i gloymskunnar hav, hvat
eisini er fyri bestum, ti har
var hann lítið mætari enn
fólkafloksmenn, og tað
sigur ikki lítið.
Men tað allar stuttlig-
asta er, at nú vil Gamli í
Garðinum gera Janus
skald til fólkafloksmann.
— Vit eru mong ið minn-
ast, hvussu hann vaskaði
følkaflokkin av undir
krignum, og vit minnast
fråliku hådaryrking hans-
ara um Skøndil og Dillar-
an. Hvønn flokk mundu
teir bådir hoyra til? Spyr
Gamla í Garðinum. Hann
kendi báðar. Teir vóru allir
politiskir brødur.
Og skuldi Gamli i Gard-
inum havt gloymt, hvussu
Janus skald hevði Fólka-
flokkin uppi å penninum,
so spyrji hann Kristian
Djurhuus um hetta. Hann
segði frá hesum i Sosi-
alinum fyri stuttum í sera
áhugaverdari samreðu.
— Nei, Fólkaflokkurin
er ikki tann rætti at siga
nekrum, hvussu ein skal
bera seg at, hverki í talu
ella skrift, hann dugir
einans til ræðumynd.
Tað gav best at býta, nú
Fólkaflokkurin misti
mannin í Sandoynni. Teir
við-
merkingar
teimum 18 mió. kr. tekar
longu í hesum árinum.
Og tað, at freistin fyri at
leggja mál fram í fólka-
tinginum var úti 1. feb-
ruar, er heldur ikki nek-
ur nýtilig umbering. Vit
vita, at nevnda frest ikki
verður tikin so bókstav-
liga, tá talan er um mál
viðvíkjandi Feroyum.
Eftir fundarumfarið
um mánaðarskiftið sep-
tember/oktober sendi al-
mannaráðið sum nevnt
við skrivi dagfest 5.
desember 1980 lands-
stýrinum tey endaligu
uppskotini til góðkenn-
ingar. Spurningurin er,
um landsstýrið og løg-
tingsmeirilutin vilja
fremja málið, og tað
hendir, um teir góðkenna
uppskotini og vilja seta
føroyska partin av meir-
útreiðsluni á fíggjarlóg-
ina fyri 1981/81.
At enda kunnu vit sláa
fast:
at staturin hevur góð-
kent broytingar í fer-
oysku sosiallóggávuni,
sum kosta upp til 18
mió. kr. um árið
at ríkiskassin longu í
hesum álmanakkafinum
hevur sín part av meir-
útreiðslunum ella 9 mió.
kr. tøkar til endamálið
at tað er meguligt at
fáa málið fram og av-
greitt í fólkatinginum,
hóast freistin fyri at
leggja mál fram annars,
var úti 1. februar
at málið stendur og
fellur við viljanum hjá
sitandi landsstýri og løg-
tingsmeirilutanum
at javnadarflokkurin
hevur givið sína tilsøgn í
hesum máli og hevur
ávíst neyðugan pening
til endamálið.
Vilhelm Johannesen
gjørdust so sansaleysir, at
teir beittu kriminalpolitiið
á oynna, men fóru sjálv-
andi sum Hundasjúrður
norðuraftur = — halan
millum beinini.
Uppsala Pætur