Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

»ærumeidandi SOSIALURIN Logiskt alibi At »Dagbladid« fer at stevna eðrum blaði fyri skriving«, tað ljóðar helst í oyrum manga manna sum ein skemtisega. Men av tí at tað sær út til at vera satt, so eigur at bera til at spyrja seg sjálvan um tað ikki ber til at grunda tær ákærur, sum vendar hava verið móti blaðnum og Fólkaflokkinum í lesara- brevum í m. a. >Sosialin- um«: at bladid og flokkurin eru »fasistisk« at tey styðja mord sum politiskt vápn at tey stuðla terror móti einstøkum borgarum. Í Dagblaðnum hin 6. mars — sama blaði sum boðar frá stevningshótt- anini — stendur niðast í oddagreinini s. 2: >Í USA er hugnaliga tynt út í bak- borði. Her er nýggj tíð byrjað. Friedman, Hayek (Haig?) Laffer og Reagan stýra skútuni «. Hetta er ikki fyrstu ferð, fólkafloksmálgagnið opin- lýst yvirlýsir sín stuðul til tað »ytsta-høgra« innan heimspolitikk. Hvar markið gongur millum tað ytsta hegra og so tað fascistiska, kann ofta vera Í gjár, 17. mars, varð Rasmus Olsen, stjóri í Sjóvinnubankanum, 70. Rasmus er foddur og uppvaksin í Svínoy, har faðirin var keypmaður. Tá hann var rættiliga tilkomin fór Rasmus á sydsluskrivstovuna í Klaksvík og seinri á futaskrivstovuna i Havn, hadani hann leit- adi til Keypmanna- havnar å Handilsskula. Eftir lokna utbugv- ing kom Rasmus i 1933 í nystovnada Sjóvinnu- bankan. Hetta gjordist livsstarv hansara burt- Rasmus Olsen 70 ilt at halda skil å. So tad, at Dagbladid (og tiskil flokkurin) stydja fasismu, er kanska ikki heilt burt- urvið, og átti kanska juri- diskt at kunna verið prógvað, tá talan er um stuðul til t. d. Chile, Franz-Josef Strauss, stýrið í El Salvador o. a. t. Morð og terror móti einstøkum borgarum, tað er nakað sum framt verður av stjórnini i El Salvador (eins og eðrum stjórnum, sum einans sita vegna tess at USA heldur hond- ina yvir tær). Reagan og Haig vilja stuðla stjórnina í EI Salvador við vápnum, ráðgeving og helst eisini amerikanskum hermonn- um, um tað skuldi verið neyðugt. Tað er tí opin- lýst, og juridiskt prógv nýtist ikki, at Reagan og Haig styðja morð og terror sum politisk vápn. Dagblaðið, øllum alvi Salvador. Sig hetta málgagn Framhald á síðu 14 urav. ØL árini í bank- anum í Havn uttan i kriggsårunum 1940—45 tá hann var biðin at vera leiðari á fyrstu deild bankans i Sørvågi. Rasmus Olsen hevur av sonnum verið bank- ans tænari. Hann hevur havt handalag og tey evni, sum neyð- ug eru í bankayrkinum, og gjøgnum tey mongu árini, Rasmus hevur sitið sum stjóri bank- ans, hevur hann kunna frott seg um tann framburð og vekstur, sum hevur verið innan bankans yrki sum í samfelagnum. Hóast bankastjórin nú er farin um tey sjeyti, leggur hann neyvan brádliga frá sær. Vit eru fleiri, sum ynskja, at hann fram- vegis fer at dugna bankanum sum leiðari. Jutta og Rasmus eru langt av landi skotin á 70-áradegnum. Vit ynskja, at tey megu fáa góðar stundir at njóta fráveruna úr gerðandis- degnum. Hjartaliga tillukku við teimum sjeyti. J.L. málgagn fólkaflokksins styðjar av Reagan og Haig, ikki minst í steðu teirra til viðurskiftini í El mær, Jogvan Páll Lassen, er tað nú so burturvið, og enntá »ærumeidandi« at siga at styðjar Í Fuglafjarðar skúla hevur grækaris- messuhald verið hildið í meiri enn 30 ár. Í seinasta tíma fyri døgverda eru næmingar og lærarar farnir út í garðin og sungið tveir ella tríggjar vársangir, ikki at gloyma »Tjaldur ver vælkomid«, og so hevur stutt rota verið hildin. Eliesar Reynbert legði stødi undir henda vakra sið, sum nú er siðvenja, og síðani hann legði frá sær, hevur Herluf hildið Berthelsen røduna. Grækarismessudag i hesa rødu: Einki er nýtt undir sól- ini, er tann vísi Salomon lagdur undir at hava sagt. Vatn kemur aftur, har vatn hevur runnið, sigur orðatakið. Á hverjum vári kemur nytt lív til i bø og í haga, i sjógvi og í vatni. Alt melur í ring: verð- ur til, blómar, fellur av og følnar og doyr. Nýtt ættarlið tekur við undir somu megintreytum sum tað undanfarna. Og soleiðis heldur á, til alt verður týnt einaferð. Tíðin hevur eisini sína rundferð: Fyri einum ári síðani var Grækaris- messa, og í dag er aftur 12. mars, Grækaris- messudagur. Meðan Sólin er farin við fúkandi ferð gjøgnum rúmdina, er okkara Jørd farin um Sólina og er nú aftur í somu steðu sum fyri einum ári síðani. Talað verður um kal- endarár, skúlaár, kirkju- ár, roknskaparár og onnur sundurbýting av teimum 365 1/4 degnum, Jerðin er um at fara rundan um Sólina. Vit kunnu eisini tala um eitt annað ár: Tjald- ursárið, sum byrjar í dag á Grækarismessu, nú tjóðfuglur okkara, tjaldrid, vid sínum snjalla klippi, sínum vekru litum, við sínum lýdni móti náttúruni í sær sjálvum, við sínum arbeiðissemi og reki- skapi og í sínum trúfesti kemur aftur til okkara. Summi koma undan Grækarisdegi, nógv koma sjálvan Grækaris- messudag, og nekur koma eftir Grækaris- messu. Um enn tjeldrini ikki hava álmanakka at ganga eftir sum vit, so kenna tey á sær, at fost- urlandið kallar, Sólin er komin har upp á himm- alin, har hon var komin øll árini frammanundan, og tå er tad, ylurin rennur i barmin, og longsulin eftir fostur- landinum verður so sterkur, at tey kenna, at grækarismessu- , ár helt hann tey mega avstað heim- aftur: tey lætta sær á í túsundatali har suðurin í teimum heitu londunum og stevna til okkara her á landi, sum við vónum um vár og summar heilsa tjaldrinum væl- komið. Lýdni. Tjaldrið er lýðið móti tí rembing, sum árstíðin ella nátt- úran skjýtur tí í barm um Grækarismessutíð, og tað fer ta longu ferð- ina yvir land og hav til Feroya, og fundvíst finn- ur tað leiðina, og tað er til gagns hjá tjaldrinum. Vit eiga eisini at vera lýðin teimum boðum, vit fáa frá foreldrum, skúla og ødrum, sum eru sett til at vegleiða okkum og vísa okkum á ta rættu leiðina. Kann vera, at vit duga ikki altíð at skilja, at leiðbeiningin er tann rætta, kann vera, at okkurt av tí, tit verða sett til, ikki hevur tykk- ara fulla huga, men gerið tað kortini til lítar, so leingi tit eru í starvinum, hvar tað so er, tí annars noyðist onkur annar at taka upp eftir tykkum, tykkum til skomm og niðurlegu. Mangan er so í lív- inum, at tað súra loðar uppi við tí seta bæði so og so. Ikki ber til at skilja tað seta frá og njóta tað, og so lata onkun annan taka tín part av tí súra upp. Tú skalt gera tað, tú eigur at gera og sum tær er álagt eisini tað, tær ikki dámar so væl. Er tað so, at tær leiðist við starvið, tú ert í, so kann vera hjálp í at leita eftir eðrum arbeiði, men eisini har er eitil í válg- ara, ver vissur í tí. Ven teg á at gera títt verk av góðum huga. Rekiskapur. Tjaldrið velur sær reiður, har eyrur og sandur og alt lendið líkist eggunum, vorpin verða í tað, og tá ið ungarnir koma út, hava teir eisini sama lit sum lendið uttanum. Hetta er rekiskapur og skil ella viðfedd evni, Síða 7 løgd niður í tjaldrið, tí tá finna óvinir ikki á reiðrið, ið hvussu er gongst teimum illa at finna. Vit skulu vera rekin og ganga væl um alt, vit hava um hendur, hvat tað so er. Tak til heldar tað, nytta er í og tveit tað ikki burtur, men í flestu forum síggja vit seinni, at „góður er gamal í rådum«, sum orðatakið sigur, um enn vit duga ikki á at skyna í letuni, tá ið ráðini ella boðini verða givin. Hava foreldur og skúli meguleika at vegleiða tey ungu betur, enn tey ungu duga sjálv ? Ja. Tey eldru hava verið igjøgnum ein størri part av lívinum enn tey yngru, og tey vita av royndum, hverjar avleið- ingar standast av gerðum og verkum, ið útint verða. Arbeiðissemi. Tá ið tjaldrið er komið heim á klettarnar til okkara, er mangt árið strangur vetur eftir, og tí má tað arbeiða og strevast fyri feðina. Tá ið so ungarnir koma út, er hásummar við lítlum og ongum náttardimmi, tá bera tjøldrini ungunum maðkar og aðra fødi allan sólarringin. Eisini vit eiga at vera arbeiðissom. Nú hevur tíðin lagað seg so, at fá av teimum ungu fara út at arbeiða í vinnuni fyri fødina, so sum var her á landi stutta tíð herfyri. Meginparturin av teimum ungu er undir útbúgving til 18—20 ára aldur og longur. Hvat tit ungu so gera, og hvat tit so takast við, verið arbeiðissom í tí starvi, tit standa í. Tað er arbeiðinum til gagns og tykkum sjálvum til heiðurs og frama. Goym tað á sínum rætta, vissa stað til næstu ferð, tu skalt nýta tað. Hann ið ikki sparir, tá ið hann hevur, hann tekur ikki til, tá ið hann krevur, sigur orðatakið, sum er fyndugt og bein- rakið, sum øll orðatek eru. Ert tú órekin og tveitir burtur tað, ið gott og nyttugt er, stendur tú á berum, tá ið til skal takast. Antin stendur tú tá við ongum, ella tú verður noyddur at útvega tær tað amboðið ella tólið av nýggjum, og tað kostar tær arbeiði og stríð, sum tú kundi sloppið undan, hevði tú tikið tær vara av ti, meðan tú hevði tað. Tað loysir seg at vera rekin. Trúfesti Sum nevnt er tjaldrið so trúfast, at tað kemur aftur til hesar berligu oyggjar hverja Grækarismessu. Er summarlýkka og sólskin, er kavarok og illveður: tjaldrið kemur dagstevndan dag, trú- fast móti sær sjálvum og tí lyndi, ið í tað er lagt, trúfast móti landinum og teimum verum, her byggja, og móti tí fólki, her býr, sum gleðast og fegnast um tjaldrið við sínum snjalla ljóði og sínum vekru litum. Vit eiga at vera trúfest og álítandi sum tjaldrið. Trúfest móti foreldrum, heimi, næstrafólki, fost- urlandi og móti okkum sjálvum eisini. Ringur er fuglur, ið drítur í egið reiður, sigur orðatakið. Vit gera okkum skomm, svíkja vit tað álit, sett verður til okkara heima, í skúla, í arbeiði, millum manna, hvar sum helst. Soleiðis skilja vit, at svíkja vit onnur og koma okkum í ringt orð sum orðloysingar og óálítandi fólk, svíkja vit okkum sjálv ikki minni, tí tað álit, tey settu til okkara og okkara trúfesti, tora tey ikki at líta okkum til aftur, og vit koma við tað lag at ganga einsamell og kenna okkum svikin av vinum og kenningum og arbeiðisfelegum, men tá skulu vit stinga hondina í egnan barm og ásanna, at skuldin var okkara egna. Ver tú trúfastur í allari tíni ferð. Tá gongst tær væl, og leiðirnar liggja ljósar fyri tær í tíðum, sum koma. Latum okkum enda við at ynskja tjaldrinum vælkomið heim aftur á Feroya klettan og í Føroya heiðar og haga, og vit biðja Harran signa tað og okkum og alt, sum livir og balist her í Feroyum, okkara kæra fosturlandi.