Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Frá rækjum undir Grønlandi til krill undir Føroyum: Hava funnið krill - á havleiðunum undir Føroyum Kann fáa ómetaligan tydning fyri føroyska samfelagið Tað eru stórar negdir av KRILL á ávísum havleið- um undir Feroyum. Hetta prógva royndir, sum nú í eina tíð eru gjørdar við rúsum, troli og ekkoloddi. KRILL er eitt lítið skeljadjór, sum minnir nógv um rækjur Tað er serliga tað krillið, sum finst í Suðuratlants- havinum, ið higartil hevur havt áhuga hjá fleiri fiski- vinnutjóðum Nakað hevur kortini verið gjert av kanningum at finna krill í Norðuratlantshav- inum. M. a. hava týskarar troffið við krill, sum sigst at vera av besta slag til matna Hóast hevur "einki frammi lítið og verið alment í Føroyum, so hava eisini føroyingar víst krill- inum serligan áhuga. Royndir hava verið gjørd- ar at leita eftir krill á djúpum vatni undir Fer- oyum við stuðli bæði frá tí almenna, Tryggingar- sambandinum, Feroya Banka og frá einstøkum persónum. Undangongumaður Tann feroyingurin, sum hevur fingist serstakliga nógv við hetta og hevur trúð uppá, at eisini á okk- ara leiðum finst krill, sum kann veiðast til matna, er Knút Nolsøe. Hann er í dag stigtakari til fleiri Knút Nolsøe, undangongumaður innan alternativa vinnu í Feroyum — I AA—A—— ————T—T—— áhugaverd og sonevnd alternativ vinnuprojekt m. a. kræklingaaling, æti- veiðu 0. a. Knút Nolseæ sigur í samreðu við Sosialin, at teir nú hava fingið vissu fyri, at tað finst krill á før- oyskum haveki. Í eina tíð hevur Knút Nolsøe saman vid ødrum stadid fyri royndum å hav- botninum og í sjónum — á landgrunninum og millum landgrunnin og bankarnar kring Feroyar. Royndirnar hava verið gjørdar vid hundraðtals rúsum, við troli og á annan hátt. Bæði í rúsum, í troli og í sjálvum maganum á fiski hava menn funnið nógv krill. Hetta prógvar, at krill finst kring Feroyar. Somuleiðis hevur ein av nærmastu hjálparmonn- unum hjá Knút Nolsøe og samstundis medánari í nýggja ætiskipinum, sum kemur til Føroya í næstum, Kristin Vilhelm- sen úr Klaksvík, havt eyga eftir krill, meðan hann var skipari umborð á Sólborg, tá hann herfyri royndi á djúpum vatni undir Feroyum Okent á ekko- loddinum Á ekkoloddinum hava teir sæð stórar negdir av ókendum fiskaslag. Síðani eru teir komnir eftir, at tað er krill. Tað finst á 600 metrar dýpi á ávísum plássum undir Føroyum. Har ekkolodd hevur giv- ið útslag, hevur nógv krill hingið í trolinum. Royndirnar hava verið rættiliga umfatandi, hóast lítið er komi fyri dagsins ljós um hetta higartil. SOSIALURIN Pilkadir krillhalar vera møguliga meira vanligir enn rækjur i framtíðini ! Eisini frå flogførum hava menn hugt eftir krill og reyðæti. Hetta seinna er nakað væl minni enn krill. Um summarið hevur verið meguligt at síggja bæði krill- og æti-»svermar« beint vid havyvirflatuna. Spurningurin hevur síð- ani verið, hvar krillið er um veturin. Hetta halda menn seg sostatt vita nú. Trolvirkið skal gera serligt trol Royndirnar at leita eftir krill og meguliga reka løn- andi veiðu eftir tí í før- oyskum sjógvi í framtíð- ini, hava givið eitt so posi- tivt úrslit, at tað er borið uppá mál við Trolvirkið í Fuglafirði at gera eitt ávíst kassatrol, sum egnar seg til at fiska eftir bæði krill og æti á størri dýpum. Vit spurdu nú Knút Nolsøe, hvussu hann metir úrslitið fyri fram- tíðar feroyskari krill- veiðu ! Til tað sigur hann, at tað er gjørt eitt so stórt kanningararbeiði, at hann metir okkum at hava líka nógv ella heldur meira at byggja á sammett við ta tíð, tá føroyingar fóru til Grenlands at veiða rækjur. Royna nakað nýtt Uppá fyrispurning um tað ikki verður gjert ov nógv av — og um ikki mong fólk munnu seta eitt stórt spurnartekin við tílíkt sum æti og krillveiðu undir Feroyum sigur Knút Nolsøe: — Meguleikarnir hjá føroyingum skerjast alla staðni, ti mugu vit royna nýggjar leiðir. Hóast politikararnir mangan hava ilt við at trúgva uppá nakað nýtt, so meti eg tað vera gott, at tað eru menn, sum hava treysti og dirvi at hætta sær út í okkurt nýtt sum eitt nú fiska- aling fyri bert at nevna eitt dømi. — VIt minnast tíðina við rækjunum undir Gren- landi heldur Knút fram. — Tá vit bygdu Vesturvarða til hemara- og laksaveiðu, var als eingin rækjufiski- skapur í Grenlandi. Vit hevdu varhugan av, at har vóru rækjur, og tí varð Vesturvarði gjerdur út til eisini at kunna royna eftir rækjum. Rækjur — flugur! — Men vóru myndugleik- arnir ikki beinanvegin sinnaðir at stuðla hesum royndum ? — Tað er tað eg vil siga, at tá vit sektu um at fáa eykajáttan til nakað av umbyggingini ætlað til at fiska rækjur eisini, segdu menn bert, at nú vóru vit so ørir, at vit ætlaðu at fanga flugur í sjónum. Ta varð jú bert hugsað um tosk og hýsu. Endin var tann, at vit sjálvir fíggjaðu hesa umbygging, og í dag síggja vit, hverj- um hon hevur tænt! Ongum ødrum enn øllum føroyska samfelagnum. — Vit hava heldur ikki mett sørt av mótgangi, meðan tað hevur verið arbeitt við ætlanum at finna nýggjar fiskileiðir og leita eftir nýggjum fiskasløgum undir Føroy- um. Tíðandi politikarar hava ikki trúð uppá tað. — Fantasi og ævintýr hevur ein fingið til aftursvar. Nýtt skip Knút Nolsee sigur víðari, at teir nú kortini eru komnir undir land við nógvum av tí, teir hava stríðst við. Báturin hjá P/R Plankton er um at vera liðugur og kemur til Feroya um mánaðarskift- ið mars-apríl. — Skipið skal gera eitt stórt pionerarbeiði fyri at finna nýggjar veiðu- hættir, sigur Knút Nolsee. — Vit eru fúsir eisini at taka fylgjurnar av hasum og vóna harvið, at vit vera væl móttiknir og viðfarnir av føroyska samfelagnum. Uppå fyrispurning um ikki just veida eftir krill og æti kann forkoma teimum fiskastovnum, sum liva av hesum småu skelja- djórum, sigur Knút Nolsøe: Lurta eftir fiski- frødingum — Hetta er ikki ødrvisi enn vid ødrum fiskasløg- um. Verður fiskað við skili og lurtað eftir vísinda- monnunum er eingin vandi á ferð. Annars heldur Knút Nolsøe, at tað er stórt spell, at feroyingar ikki hava dugað betur at lurta eftir og fylgja ráðunum frá okkara fiskifreðingum. — Ein hevur varhugan av, at hetta stóra og kost- naðarmikla arbeiði fiski- frødingarnir gera, av mongum verður undirmett. Teir siga eitt, og vit gera eitt annað. | Knút heldur fyri, at vit mugu lurta eftir fiskifrød- ingunum, skal nekur meining vera við teirra neyva og kostnaðarmikla Framhald á síðu 14