mikudagur 18. mars 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Stórur framtíðar møguleikar i KRILL:
Finnar hava bygt
pkrillskip« til
veiðu við Antarktis
Ein finsk skipasmiðja hevur gjert henda serliga útgjerda »krilltrolaran«, sum er ætlaður at skula fiska krill við
Suðurpólin, eisini tá nógvur ísur er. Skipið er útgjert við verksmiðju umborð, sum kann arbeiða 200 tons av krill um
dagin
Nú tað er við at ganga
undan av teimum vanligu
fiskasløgunum í høvunum
royna lond at finna alter-
nativar leidir, og veidu-
meguleikar tí nógv bendir
á, at í heimshevunum eru
nógv fiskasløg, sum vit
ongantíð hava fiskað ella
havt nyttu av fyrr. Eitt av
hesum fiskasløgum er
KRILL.
Krill hevur leingi verið
kent millum manna sum
fødi hjá fiski, fugli, kopi og
hvali. Men ikki fyrr enn
fyri fáum árum síðani eru
menn farnir at royna at
veiða hetta skeljadjóra-
slagi. Frammanundan hev-
ur jú verið nokk av eðrum
fiski í havinum, sum nú er
farin at tróta, nú so nógv
lond eru um boðið.
Minni enn rækja
Krill er minsta djórið í
somu stammu sum rækj-
an er í. Krillið er millum 2
og 6 cm til longdar. Fyri at
fáa eina hóming av, hvat
er av mati í hesum skelja-
djóri, so svarar sjálvur
matbitin í krillinum til eini
10 rískorn. Krillið verður í
dag etið sum delikatessa
eins og rækjan. Tað verð-
ur pilkað sum rækja og
etið á sama hátt, haraftrat
verður tað nýtt sum pasta
og eisini sum matolja. Tað
er sera proteinríkt og so-
statt ein virðismikil mat-
vera.
Og tað er nóg mikið til
av krillinum. Serstakliga
nú stovnanir av t. d. hvali
og eisini fleiri av teimum
vanligu fiskasløgunum
eru i minking, ti tad er
krill hesi fiskasløg liva av.
Tað krillið, sum higartil
hevur verið mest tosað
um, er tað, ið finst millum
Súðuramerika og Afrika,
nærhendis Antarktis. Her
finst tað beint undir hav-
yvirflatuni um summarið
og longur niðri um veturin
og heldur saman í tettum
„sveimum< uppá fleiri
mill. tons hver.
Tað hava í nekur ár
verið verksmiðjuskip,
sum hava gjert royndir at
fiska krill til matna. Hig-
artil hava hesar royndir tó
havt við sær fleiri trupul-
leikar, tí veðurviðurskift-
ini kring Antarktis eru so
ring mangan.
World Fishing-grein
Í jan.februar nummar-
inum av >World Fishing<
tíðarritinum er grein um
tær nýggju ætlaninar og
royndirnar við krillveiðu.
Greinin er ógvuliga
åhugaverd = og sigur
okkum frá teimum roynd-
um, sum m. a. finnar
arbeiða við í løtuni.
Finnar, sum hava tradi-
tión fyri at sigla við skip-
um undir ringum ísviður-
skiftum, hava konstruerað
eitt serligt »krillskip«,
sum skal finna krill eisini
tá umsteðurnar orsakað
av ísi t. d. eru vánaligar.
Tað skal framleiða fleiri
ymsar matverur umborð
burturúr krillinum.
Í dag fáa skipini sum er
bert fiskað krill stutta tíð
á árinum, sjålv um
summarið er ringt at
arbeiða fyri ísinum. Við
hesum nýggja finska skip-
inum koma meguleikarnir
part av
at veiða sterri
árinum at verða munandi
betri.
Hvat viðvíkur selu og
markedsfering av krill-
mati, skrivar World Fis-
hing, at har er tað eingin
trupulleiki í dag.
Marknaðurin við smá-
rækjum kann uttan nakað
fara yvir í t. d. pilkað krill,
sum sigst at hava ein upp-
aftur betri smakk enn
rækjurnar.
Vit síggja ein krillfong. Tað minnir nógv um rækju.
Tað positiva við krillveiðuni er, at krillið stendur ógvu-
liga tætt og fáa skipini nógv í trolið hverja ferð
Síða 9
Tað vóru fleiri føroy-
ingar til steðar, tá
fyrsta altjóða framsýn-
ingin og ráðstevnan
innan fiskaaling og
havbúnað varð sett í
Brighton í Bretlandi í
gjár.
Hóast Feroyar sum
so ikki luttaka á stevn-
uni so eru umleið 10
føroyingar stæddir í
Brighton í hesum
degum — framsýning-
in og ráðstevnan verða
hildin.
Tað eru m. a. umboð
fyri Menningargrunnin
umboð fyri felagið
Fiskaaling og umboð
fyri fiskaalarar i Føroy-
um, sum eru farnir å
framsyningina.
Tann 7. mai i år skipar
Skeljadjórafelagið í
Bretlandi fyri eini ráð-
stevnu í >Fishmongers
Halle í London undir
heitinum >Havdálking
og veida«. Tað verður
Alan Preston, stjóri
fyri Lowestovt Fisk-
laboratorienum, sum
leggur fyri at greiða frá
hesum evninum.
Síðani skal John Lin-
tell frá Guernsey Sea
Farm tosa um kleking
av skeljadjórayngli.
Dr. John Mecer frá
skeljadjóralaboratorier
um í Carna, í Írlandi,
fer at halda fyrilestur
um aling av skeljadjór-
um í vakstrarhúsum
gjørt úr plasttilfari —
ein háttur, sum er ser-
Føroyingar hyggja
og lurta eftir
aling í Brighton
Tveir av alarunum úr Feroyum, sum eru á altjóða
framsýningini fyri at kunna seg við, hvat fyri-
ferst aðrastaðni, eru Knút Nygaard, av Tveroyri
og John Andreasen úr Havn
Ráðstevna
í London í mai
mongers Hall, London
Framsýningin og
ráðstevnan varð sett
gjármorgunin av Peter
Hjul, sum er blaðstjóri
á blaðnum >Fish Far-
ming International«.
Tað eru rættiliga
nógv lond, sum luttaka
á framsýningini við
ellum tí, sum nú hevur
samband við
fiskaaling. Umframt
framsýningina verður
eisini ráðstevna hildin
við eini rúgvu av fyri-
lestrum. Hesir fyri-
lestrar snúgva seg um
framtíðar vánirnar hjá
fiskaalingini, hverjar
royndir vera gjerdar í
teimum ymsu
londunum osfr.
liga bíligur.
Franken frá há-
lendsku fyritekuni
„Franken BV« skal
greiða frá um víðari
góðsking av skeljadjór-
um serliga frá teimum
nýggjastu mátunum at
reinsa og viðgera
skeljadjór.
Hetta eru nekur av
teimum evnum, sum
verða vidgjørd á ráð-
stevnuni í mai. Tey,
sum ætla sær at
luttaka á rådstevnuni,
skulu skriva til Mr.
Gerald Gardner, Fish-
Bridge, London, telf.
(01)626 3531. Tað er
norska blaðið Fiskaren,
sum ber hesi tíðindi.
Jf