Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Pensjonistarnir svíða fyri 0 poli- tikkin hjá samgonguni Røda, sum Jákup Lindenskov helt, tá løgtingid hevdi fíggjarlógina til aðru viðgerð: Til løgtingsvalid í heyst vóru ser- liga spurningar í samband við búskap landsins, um luttøku hins almenna í vinnulivinum, um tað hepna ella óhepna í tí, at virksemi skuldi vera á privatum hondum, tað, sum politiska tjakið mest snúði seg um. Javnaðarflokkurin metir framvegis, at samfelag okkara ikki hevur tjans, uttan tikið verður til frá tí almenna í upp- byggingini, eisini beinleiðis í vinnulívinum. Vit søgdu, at flokkurin ikki kundi halda fram sum stjórnar- flokkur, uttan so, at flokkurin fekk nóg góða undirtøku frá veljarunum. Valið vísti eitt løg- ting, har borgarligu sjónarmiðini vórðu við yvirlutan. Og hetta var tað, sum javnaðarflokkurin ávaraði ímóti. Vit vistu, at sam- felag okkara ikki tolir at verða beinskert av flokkum, sum vilja knasa alt, bara tað hevur nakað við almenna stýring at gera. Alment initiativ, ágrýtni, er av stýrandi flokkunum gjørt til nakað óheiðurligt, odigst. Vit hava longu nú týðilig tekin um, at vinnur av grundleggjandi týdningi, fyri okkara samfelag sum fyri oll samfeløg, ið eru púra bundin at sjónum, verða veingjaskerdar og niðurbundnar og hokna sum fúnandi neyst, ið ongan góðan eiga. Tað verður erpisliga sagt, at alt skal upp á null. Og tað stóra nullið er enntá sett í glas og rammu av sjálvum løgtingsformanninum, sum fyri fáum døgum síðani bað løg- mann heldur verða verandi úti í Tinganesi, ti tað var aldeilis ikki meiningin, at almenningurin skuldi fáa at vita, at hann hvorki visti út ella inn. Skitin vápn Tað verður sagt, at hetta lands- stýrið hvílur á liberalum grund- arlag. Ja, við stórum stats- studningi, og fyri, at hetta grundarlag skal halda er neyð- ugt, at vit varðveita okkara fjar- fiskiskap mest meguligt. Og hvar eru so hesir meguleikar ? Jú, hesir liberalu møguleikar hvíla á fiskiveiðusáttmálum við eysturlondini. Við Russland og Eystursjóarlondini. Nú er tað knappliga ikki tramansskapur at veiða í kommunistiskum sjógvi. At geva millumlanda farma- og ferðamannasiglingini mønu- stingin, verður roknað sum eitt liberalt bragd. Henda roynd, at vinna føroyingum eina aðra nátúrliga vinnu á sjónum, skuldi knasast. Kosta, hvat kosta vildi. Bara fyri at tekkjast nøkrum fáum privatum pengamonnum. Við at geva millumlandasig!- ingini mønustingin hava hesir flokkar forkomid føroyingum einasta veruliga møguleikan at uppbyggja eina varandi, tydandi vinnu. Tann hetzpropaganda, sum fólkaflokkurin og sambands- flokkurin hava ført her heima og tíanverri eisini uttanfyri Føroyar móti føroyskari ferðamanna- og farmasigling, er ein ónasjonal gerð, sum átti at fingið eyguni upp á Feroya fólki. Hetta er veruliga ein landsskaðilig gerð. At såa misnøgd og misálit á før- oyska samfelagið i útlondum er altíð ein skaðagerð. Serliga er tað at harmast yvir, at politiskir flokkar av berum uppgávulyndi brúka slíka framferð, slík skitin vápn. Meg lysti at frætt, hvat hesir flokkar fara at siga tann dagin, tá útlendsk útgerðarfelog undir- bjóða føroyska farmasigling sum í smáum eindum neyvan hevur meguleikan. Vit eru hóast alt ikki stórri enn so, enn at vit hava ikki ráð at petta tað sindrið, sum er av vinnulívi, sundur í uppaftur smærri eindir. Undanfarna landsstýrið mátti leggja frá sær í hálvakorti. Fólkaflokkurin kravdi nýval, vildi ikki meira, tí hann góðtók ikki at vit framdu vinnulivsupp- bygging við almennari luttøku. Heldur alt fella. Úrslitið var, sum vit síggja. Fólkaflokkurin hevur nú í verki víst, hvat kann oyðileggj- ast uppá rekordtíð. Hann hevur prógvað, at hann við einum sambandsløgmanni sum gísli hevur kunnað lagt landið mestsum lamið í nógvar, nógvar mánaðir. Hevur sýnt, hvussu tað uppá rekordtíð kann gerast nakað liberalt — úrslitið er arbeiðsloysi víðahvar. 0 Politikkur Soleidis at vit á flestum økjum longu nú eru komin á 0 punktið, sum tað eitur á samgongu- málinum. Landsins figgjarstøda upp á 0. Higartil hevur eydnast at fáa 0 sáttmála í Grønlandi. 0 sáttmála í Norðsjónum. 0 inntøku til fjøld av fólki í allan vetur. 0 gjørt fyri at rætta upp hesa støðu. Tverturímóti. Alt verður gjørt fyri, at enn fleiri oki skulu koma á 0 stødi. Og vit kundu hildid fram vid at vist å hvat hesin 0 politikkur higartil hevur ført vid sær. Millum annad hevur hetta landsstýrið forkomið okkum møguleikan at veita okkara fólka- og avlamispensjonistum eina hækking av pensjónum teirra. Undanfarna landsstýrið og landsstýrið undan tí virkaðu fyri eini umfatandi hækking av pen- sjónshæddunum og annars broytingum, sum vóru hildnar neyðugar í sosialu løgum okkara. Fleiri samráðingarumfer vóru hildin. Tað seinasta var 30. sep- tember og 1. oktober 1980. Fundir, sum vórðu avtalaðir langt áðrenn nøkur talan var um at útskriva val til løgtingid. Hetta síðsta samráðingar- umfarið endaði við, at ríkisstýrið segði, at 9 milj. kr. vildu verða settar av til endamálið frá stats- ins síðu. Sostatt var greitt, at broytingar kundu fremjast í Fólkatinginum í januar í ár. Seinri, tá greitt varð, at hetta kom at verða seinkað vegna løgtingsvalid, fekst grønt ljós fyri, at broytingarnar vildu verða framdar, hóast freistin, 1. februar, fór afturum. Hetta fekk landsstýrið at vita. Men hvat var svarið ? 0. Heldur í kolovnin við uppskotinum enn at fremja eitt javnaðaruppskot. 18 miili6nir fyri skeytið Heldur lata pensjonistarnar svíða fyri tað, enn at fremja eitt gott javnaðaruppskot. Sum enntá var greitt at fremja. Men hóast henda týðiliga ill- vilja frá landsstýrinum, so ætla vit í javnaðarflokkinum ikki at helma í, fyrrenn vit hava fingið skorðað so kraftiga á, at uppskot okkara er komið igjøgnum. Henda afturkasting av 9 milj. krónum til føroyska samfelagið, til okkara fólkapensjonistar pr. figgjarár, kemur sjálvsagt at svida, har sum ov lítið er framm- anundan. Vit høvdu satt at siga ikki hugsað okkum, at andstødan móti sosialu lógunum, fólka- pensjónini, var so seig millum samgonguflokkarnar. So stór, at ein neyðug ábót, sum ieingi hevur verið undir fyrireiking og nú var komin á borðið, soleiðis bleiv kveistrað til viks. Men talan er týðulig. Men vit hava so ikki tikið feil, tá vit undan valinum ávaraðu veljararnar, at ein vrakan av javnaðarpolitikki i landsins stjórn vildi siga tað sama sum eitt veldugt afturstig, serliga fyri tey, sum hava brúk fyri stuðli. Tann naggatødn, sum komin er í samfelagið, kann fyri ein meginpart skuldskrivast evna loysið hjá landsstýrinum. Terv andi dirvi til at taka avgerðir og hesin lat bíða við øllum politikk inum, sum samgongan førir. Vit mega bara konstatera, at sitandi samgonga eftir hesi stuttu tíð eisini hevur forkomið okkara fólkapensjonistum heilar 18 milj. fyri figgjarårid 1981/82 Urslit av liberala politikkinum Hesir somu menn fortaldu folki annars undan valinum, at alt nú skuldi verða gjøgnumført her í samfelagnum, sum annars var skeivt eftir teirra meti, uttan at blunka. Tað verður tagt burtur, at vit einki = vælvirkandi samfelag høvdu, um vit ikki høvdu havt dirvi til at útvega okkum láns pening til uppbygging av sam felagnum. Hetta verður av løgmanni skýrt fyri galskapur Hetta, sum er forútsetningurin fyri framburði og menning í landinum. Landsstýrið hevur ikki enn megnad at gjøgnum- føra okkum veiðisáttmála við EF. Hetta teir undan valinum søgdu vera sum fótur í hosu og lættliga kundi ordnast við einum frímerki. Tað hevur higartil tikið meira enn 3 mánaðir. Og einki hendir. Einasti bjargingarplankin sýn ist nú at verða hin so nógv umtalaði Skrokkurin, sum nú skal bjarga løgmanni við at senda okkara rækjuflota til Mauritania Nógvir í fjór. Uppaftur fleiri í ár Í fjør boðaðu 58 frå luttøku i einstak- lingakappingini í talvi. Tað var hildið vera nógv. Men tað er ikki nógv aftur- ímóti talinum í ár. 74 telvarar hava meldað seg til talv- kappingina fyri ein- staklingar 1981, sum verður í Hval- víkar skúla nú um vikuskift- ið og í páskavikuni. Formaður Talv- sambands Feroya Hanus Joensen setir kappingina í dag 4. apríl kl. 14,00. Tað er Talvdeildin Streymur, sum skipar fyri kapping- ini í ár. Vit hava fingið nevnini á luttakar- unum frá henni: Unglingabólkurin: Bogi Ziska Sonni Nielsen Hendrik Olsen Arild Riemstad Meinhard Jacobsen Tórhallur Thomsen Bergur Magnussen Martin Tórgarð Jeffri S. Joensen 11. Jóannes Mikkelsen 12. Heri V. Thomsen 13. Steingrim Mikkelsen 14. Jéannes M.Simonsen 15. Jógvan Ferjå 16. Sigurd Justinussen 17. Súni Egholm 18. Jan Dam 19. Johan Sivertsen 20. Hanus Brekkå 23. Niels Juel Arge 24. Martin Brekkå 25. Haldur S. Johansen 26. Súni Merkistein 27. Rani Hansen 28. Pauli Andreasen 29. Finnbjørn Zacharia- sen 30. Hermund Johansen 31. Torkil Andreasen " Sønnpraunr 32. JogvanH.Johanne- sen 33. Esmar Petersen 34. Jåkup W.Hansen 35. Kim Djurhuus 36. Hans S. Johannesen 2. bólkur Andras Danielsen John Thomsen . Pól M. Debes Páll Poulsen Pauli Mouritsen Asmund Thomsen Steintór Debes Jóhan Weihe Gutti Petersen RØN lo 10. Heri Thomsen 11. Dånjal P. Olsen 12. Magnus Egholm 13. Jóannes Ortind 14. Tollak Petersen 15. Joen Carl Danielsen 16. Jóannes Merkere 17. Jákup Jensen 18. Jógvan Páll Joensen 19. Sámal Christiansen 20. Magnus K. Magnus- sen 21. Sigurd Joensen 22. Herman Eysturoy 1. bólkur: 1. Kári Petersen 2. Jóhannes Joensen Wencil Hejgaard Torkil Nielsen Jákup Durhuus Hanus Joensen Andreas Ziska Jústinus Hansen Go > -1 9 oo Landsliðsbólkurin: Jákup Thomsen Niclas Joensen Hanus Joensen Steintór Rasmussen Hans J. Johannesen Bjarki Ziska Niels O. Durhuus Petur H. Poulsen Jens Chr. Hansen NØREN I fyrsta umfari telva hesir: Unglingabólkurin: (1,2), (3,4) (5,6). (7,8), (9,10), (11,12), (13,14), (15,16). (17,18), (19,20), (21,22), (23,24), (25,26), (27,28), (29,30), (31,32), (33,34) og (35,36). 2. bólkur: (1,2), (3,4), (5,6), (7,8), (9,10), (11,12) (13,14), (15,16), (17,18), (19,20) og (21,22). I unglingab. og 2. bólki verður Monrad skipanin nýtt. Litirnir verða avgjerdir soleiðis, at fyrr nevnda nr. í parantesini hevur svart, t. d. í (1,2) hevur Bogi Z. svart móti Sonna N. 1. bólkur (allir telva móti ollum): 1 (8) 2,7 3,6 4,5 Landsliðsbólkurin: 1 (10) 2,9 3,8 4,7 5,6 Her hevur fyrr nevnda nr. hvitt. Telvað verður dagar åvikavist : hesar Unglingadeildin: 4. og 5.. 10. 11. og 12, 19. 14. 16., 17., 18., og 19., april. 2. bólkur: 4. og 5., 10., 11... Framhald å sidu 11