Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S rå ða 8 Akutti tørvurin á laksasmolt Hóast tað er ovurhondsstórur áhugi millum feroyingar at byrja fiskaaling — og tað er krav at vit seta út laks fyri at menna henda stovn kring Feroyar — so eru vit í dag í eini trongsteðu. Tað er nevniliga lítið og einki laksasmolt til í land- inum — og tað er eisini forboð galdandi ímóti at inn- flyta laksasmolt. Steðan í dag er tann, at íalt seks alisteðir eru í gongd. Teimum tørvar øllum munandi av smolt hesi næstu árini. Somuleiðis liggur hópurin av umsóknum hjá lands- stýrinum, har menn eru altráir at sleppa í gongd. Hesar umsóknir verða helst lagdar til síðis í enn eina tíð hóast fleiri av teimum eru gamlar. Orsekin er tann, at ov lítið er til av smolti. Síðani kunnu vit taka fiskiskapin undir Feroyum. Okkara laksaskip veiða nógvan laks, og hetta eru grannalond okkara ónegd við, tí tey siga, at tað er teirra laksur. Tey krevja av okkum, at vit beinanvegin seta út laksasmolt, skulu vit framhaldandi kunna veiða laksin Heldur íkki til hetta endamál er nóg mikið til av laksasmolti At enda kann nevnast og tað er uttan iva nakað av ti, sum í framtidini fer at hava størsta tydningin — Ocean Ranching. Hetta at vit seta út sjóbúnan laks, sum síð- ani verður tikin aftur í áum, firðum og á havinum, tá hann kemur aftur tvey ár seinni. Eiheldur hetta kunnu vit gera nakað við, tí smoltið er ikki til Nú allar hesar sannroyndir liggja á borðinum, kunnu vit ikki annað enn spyrja: hvat er at gera ! Í dag hevur Fiskaaling, sum hoyrir undir Fiskirann- sóknarstovuna, einkarætt til bæði at innflyta rogn, klekja tey í Feroyum og at ala tey til smolt. Í letuni byggir Fiskaaling eina nýggja klekisteð við Áir. Hon verður ikki liðug enn, men liðug kemur hon at framleiða millum 300.000 og 500.000 laksayngul um árið. Hesin yngulin skal síðani fóðrast víðari til smolt, og hetta krevur munandi av plássi. Við Air er bert pláss at fóðra ein part av hesum ynglinum. Higartil hava vit kerpt laksarogn frá norðmonnum og klækt tey í Feroyum. Hví so ikki keypa so mikið meira av hesum rognum frá norðmonnum, vil onkur spyrja! Til hetta er at siga, at norðmenn fyri tað fyrsta ikki hava alt ov nógv av rognum og harnæst, at vit hava ov fáar meguleikar at klekja og startfóðra laksin í Feroyum sum er. Nú er so nakað nýtt komið inn í myndina. Íslendingar vilja selja okkum bíligt laksasmolt klárt til at koyra í hyljar á sjónum og til at seta út. Her er ein meguleiki, men galdandi lóg forðar fyri hesum. Tílíkur laksur má ikki innflytast av ótta fyri sjúkum og smittuvanda. Vit hava sostatt tveir kostir í at velja. Antin gera vit undantak frá hesi lóg og vinna tá kanska fleiri ár. hvat viðvíkur alingini og Ocean Ranching — ella varðveita vit lógina og bíða til vit hava strokið okkara egna sjúbúna laks um eini tvey ár, og til vit hava útbygt við fleiri kleki- og smoltstødum Tad er uttan iva rætt, at vit seta okkum saman vid diskutera henda spurningin. Metingarnar hjå teimum serkønu eiga at byggja å tad, sum er mest realistiskt og rætt at gera — heldur enn at hava ilt vid at broyta gamla vanahugsan. Vit her í blaðnum vilja hýsa øllum meiningum um nevnda spurning. Latid flest møguligar siga sina hugsan, áðrenn ein avgerð verður tikin. Jan. á SOSIALURIN Íslendingar ynskja samarbeiði við føroyingar: Vilja selja okkum biligt laksasmolt Bæði til fiskaalararnar og til Ocean Ranching Íslendingar hava stóran áhuga fyri at samarbeiða við feroyingar innan fiskaaling. Tvær stórar smoltsteðir í Íslandi — Polarlax á Suðurlandinum og Fiskeldi á Norðurlandinum — eru sinnaðar at selja føroyingum sjóbúnan laks (smolt) longu til heystar. Tær báðar steðirnar hava sent eitt bræv til Ídnaðarstovuna og sagt frá hesum. — Vit høvdu verið ógvuliga fegnir at fingið eitt samarbeiði við feroyingar á hesum eki — tí meðan tit í Feroyum hava framúr góðar umsteður at ala laks á sjónum, so hava vit í Íslandi framúr góðar umsteður til at ala laksayngul til smolt í feskvatni á landi. Soleiðis siga teir báðir ís- lendsku fiskaalararnir, Magnus Bjornsson og Jon Gunnlaugsson. Tíðinda- maðurin Jan Miiller hitti teir báðar íslendingarnar á fiskaaliframsýningini i Brighton i mars månad. Teir vóru komnir til fram- sýningina fyri m. a. at hitta føroyingar við ti í huga at fáa eitt samarb- eiði í lag í framtíðini. Magnus Bjornsson hevur útbúgving sum arkitektur, men hevur hesa seinastu tíðina verið leiðari á smoltstødini »Po- larlax<, sum liggur nær- hendis Hafnafirði á Suður- landinum. Jon Gunnlaugsson er útbúgvin sum búskapar- i frødingur og er nú leiðari á smoltsteðini »Fiskeldi«, sum liggur á Norðurland- inum. Fiskaaling og Ocean Ranching Tað var við tí stóra áhug- anum fyri fiskaaling og Ocean Ranching og við út- litinum fyri eini munandi vinnu í Íslandi, at teir báðir fóru undir smolt- framleiðslu. Steðirnar eru nú farnar saman í eitt samarbeiði. Tær hava longu nú tað fyrsta smoltið, sum er klárt at sleppa út. Teir eru annars í ferð við at klekja stórt tal av laksarogni, soleiðis at hver steðin Magnus Bjornsson, leiðari á Polarlax kemur at hava 500.000 smolt hver til heystar og næsta vár. Tá steðirnar eru heilt útbygdar, skulu tær kunna framleiða 3 mill. laksasmolt hver. Tað er fyrst og fremst við tí í huga at fara undir Ocean Ranching, at teir báðir eru byrjaðir at fram- leiða smolt. Ocean Ranching vil ann- ars siga, at ein sleppur út sjóbúnan laks, sum síðani fer út á opið hav, etur seg feitan og stóran og nakað kemur so aftur á sama pláss, haðani hann fyrstan tíð varð sleptur út. Onnur viðurskifti í Íslandi Tað eru heilt onnur viður- skifti galdandi í Íslandi enn í Feroyum, tá tosað verður um fiskaaling. Ís- lendingar hava ikki góðar meguleikar at ala fisk í hyljum á sjónum. Orsekin er tann, at sjóarhitin kann koma niður á nulpunktið, og tá er vandi fyri, at fisk- urin ikki tekur fødi til sin og doyr. Tað verða tó gjørdar royndir við aling í hyljum í Íslandi, eitt nú í einum vatni á Norðurlandinum, Lon nevnt. Har er sonevnt brakkvatn, tvs. blanding av feskvatni og sjógvi, sum ger tað meguligt at ala í hyljum. Royndarsteð ar- beiðir við smolt til Ocean Ranching Tað, sum íslendingar ser- liga miðja ímóti við fiska- aling og havbúnaði, er tí fyrst og fremst at seta út í havið sjóbúnan laks, sum kann veiðast aftur tvey ár seinni. Tað er enn nógv vit ikki vita um gongdina við laksinum frá tí, at hann er vorðin til smolt, verður sleptur út og síðani kemur aftur seinni. Hetta er nakað, sum royndarsteðin hjá íslend- ingum, í Kollafirði, arbeið- ir við. Tað er av serliga stórum týdningi fyri at fáa so nógvan laks sum meguligt aftur — at smoltframleiðslan á landi Jon Gunnlaugsson, leiðari á Fiskeldi