Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Svartkjafturin nú á føroyskum gki: Umleið 40 skip fiska svartkjaft undir Føroyum Svartkjafturin er nú komin inn á feroyskt sjó- eki. Umleið 40 skip xx * F føroysk og útlendsk — royna i hesum døgum eftir svartkjafti einar 50 til 60 Vit siggja, hvussu svartkjafturin ferdast fjórðingar suður úr Akra- byrgi. Svartkjafturin ferðast skjótt norður eftir, og fyri bert fáum degum síðani var hann uttan fyri før- oyskan sjógv. Av tí at vit enn ongan sáttmála hava við EEC, hava feroysku svartkjaftaskipini ikki kunna roynt vesturi við Shetland, men eru nú- staðni farin út. Tey fyrstu skipini hava avreitt svart- kjaft til Havsbrún í vikuni. Sjúrður Tollakson 750 tons, Krúnborg 700 tons, Durid 650 tons, Jupiter 680 tons og Norð- borg 850 tons. Hini feroysku skipini, sum royna eftir svart- kjafti, eru Polaris, Skåla- fossur, Gullfinnur, Leivur Øssurson og Giljanes. SOSIALURIN Gullfinnur er ein av føroysku svartkjaftabåtunum Sidani eru 14 russisk skip, 11 norsk, 2 eystur- tysk og 3 donsk. Boðað er frå fleiri norskum skipum og nøkrum islendskum båtum eisini, sum fara at fiska svartkjaft undir Feroyum. Fyrst frá okkara bátum Av Havsbrún frætta vit, at teir hava gjørt seg út til at taka ímóti tí nógva svartkjaftinum, sum er væntandi tær næstu vik- urnar. Higartil hava teir tikið ímóti 3600 tonsum frá foroyskum bátum og nekrum landingum frá út- lendskum bátum. Á Havs- brún fara teir fyrst og fremst af taka ímóti frá foroysku bátunum, men kemur steðgur í, fara teir at taka svartkjaft frá út- lendskum bátum eisini. Í fjør tók Havsbrún ímóti tilsamans 38.000 tonsum av svartkjafti frá mars til juni. Tá fekk virk- ið eisini svartkjaft frá bát- unum, sum hevdu fiskað í EEC-sjógvi. Hetta varð so av ongum Í ár. Bátarnir góvust tó nakað tíðliga í fjør, tá teir heldur løgdu um at fiska makrel í Norðsjónum. Í ár er so eingin sáttmáli við EEC, so her er meguleiki fyri, at teir halda fram við at fiska longri út á summ- arið og meguliga kunna fiska av kvotuni vit hava í íslendskum sjógvi uppá 20.000 tons av svartkjafti. Tað frættist annars, at bátarnir hava sæð meira av svartkjafti í ár enn undanfarnu ár, men at hann er meira spjaddur. Stórur dagur hjá fiski- rannsóknarstovninum: Í dag er stórur dagur hjá feroyska fiskirannsóknar- stovninum. Magnus Hein- ason — nýggja rannsókna- arskipið — fer fyrsta túrin, aftaná at hann er umbygdur, umvældur og hevur fingið hópin av nýggjum tólum og útgerð ísett. Tað var landsstýrið, sum í fjer keypti Magnus Heinason frá Sofus Thom- sen og eðrum fyri umleið 20 mill. kr. Skipið hevur síðani verið á Tórshavnar Skipasmiðju, har umvæl- ingin og nýggja útgerðin hevur kostað umleið 5,5 mill. kr. Higartil hava umsteð- urnar hjá Fiskirannsókn- arstovuni at gera kanning- ar undir Feroyum ikki verið av teimum bestu, tí neyðugt hevur verið at leigað fleiri minni og sterri skip til hesar royndir. Skipini hava so heldur ikki verið útgjerd bein- leiðis til at gera tær neyð- ugu royndirnar. Kunnu gera flest allar royndir Við Magnus Heinasyni hevur Fiskirannsóknar- stovan fingið eitt skip, sum kann gera flest allar royndir av fiskastovn- unum undir Feroyum. Kjartan Hoydal, fiski- frødingur fer út við skip- Magnus fer royndartur inum i dag, nú tað skal royna útgerðina í einar 14 dagar. Hann sigur, at ætlanin er at fara suður til sonevnda blálongugkið at gera ymsar kanningar. Eisini ætla teir á hesum túrinum at hava svart- kjaftatrol við og gera nakrar royndir við hesum. Ætlanin var at Magnus Heinason skuldi vera klárur at taka í brúk fyrr í ár, men hetta er so seinkað nakað. Tískil má Fiski- rannsóknarstovan sleppa fleiri av teimum ætlaðu royndunum, sum annars skuldu verið gjerdar. Her var so serliga talan um kanningar av gýtingar- stovnunum, men nú gýt- ingartíðin er av, mugu gq“ hesar kanningar bíða til næsta ár. Harafturímóti fara teir í ár at gera tær vanligu yngulkann- ingarnar. Tað vera 13 mans við skipinum umframt tveir mans frá Fiskirannsóknar- stovuni. Siglt verður annars á skift við tveimum ymsum manningum. 1. skipari er Karlot Poulsen, meðan Jóan Pauli Johannesen er 2. skipari. Nýtt innan fiskivinnuna? Altíð í Sosialinum, sum sak- liga viðgerð fiskivinnuspur- ningarnar!