Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | SOSIALURIN Síða 3 Tað er ikki so sjáldan, at fiskimenn koma á Fiskirann- sóknarstovuna at spyrja seg fyri um heldur óvanlig fiska- sleg, teir hava fingið undir Feroyum. Nú trolararnir eru farnir at veiða á djúpri vatni hendir hetta mangan. Í vikuni var Regin Thomsen, smyrjaði umborð á Roc Ama- dour úti á Fiskirannsóknar- stovuni við umleið 8 ymisk- um fiskum, sum ikki eru van- ligir at síggja umborð á fer- oyskum fiskiskipum. Kjartan Hoydal fiskifreðingur kundi við tað sama siga, hverji tey flestu fiskaslegini vóru, men mátti kortini tríva í onkra bók fyri at finna nevn, tí allir fiskarnir hava ikki feroysk nevn. Tað vísti seg vera talan um tvey av teimum fýra hávaslegunum, sum finnast undir Feroyum, síðani tvey sleg av langasporli, eitt slag nevnt Mora, eitt óvanligt slag av havmús og síðani okkurt annað slag. Kjartan Hoydal upplýsir, at teir eru fegnir um, at fólk kemur til teirra við fiski, tí tá kunnu teir gera eitt yvirlit og eisini senda teimum, sum eru áhugaði at síggja, hverji fiskasleg talan er um og hvat djúpri vatn hevur at bjóða feroyskum fiskimonnum. Nú må stødan gerast upp — sígur Olaf Olsen, fiskimålaråGharri Í dag eru tað nakað undir 20 feroysk skip, sum par- trola. Tað vísir seg, at úr- slitið hevur verið mis- javnt, men sum heild má sigast, at partrolingin hevur roynst væl hjá skipunum. Tey hava minni útreiðslur til um- væling og viðlíkahald og fyri nekur av teimum smærri skipunum vísir tað seg, at tey fiskað meira við at partrola ístaðin fyri at brúka einkulttrol. Uppá fyrispurning um landsstýrið hevur gjert sær nakrar nærri metingar úrslitið partroling » i, sum hevur verið í gongd Á árini, sigur Olaf Olsen, fiskimálaráðharri, at landsstýrið skjótt fer at gera støduna upp. Teir fara at svana inn tað til- far, sum fyriliggur frá royndunum við partrol- ingini og síðani gera sær metingar út frá hesum — um sterri partur av flota- num eigur at leggja um til partroling fyri á tann hátt at spara nógvar útreiðsl- ur. Vit spurdu eisini lands- stýrismannin, hví feroy ingar nústaðni fyri tveim um árum síðani eru farnir at partrola, ti ing hevur verið ig x nógva aðra staðni. Til tað best egnar seg, har veðrið ikki er ov ringt, har tað ikki er ov harður streym- ur, og har botnurin ikki er ov ringur. Qll hesi viður- skiftini eru harafturímóti galdandi í Feroyum, og tí hava menn uttan iva verið eitt sindur ivasamir at fara undir partroling av álvara. — Men roynt var so kortini og eg haldi, at úr slitið hevur verið gott sig- ur Olaf Olsen og leggur aftrat, at tað nú verður spennandi at gera støduna upp og meguliga finna fram til, at her sterri meguleikar ra tíðini Er partrolingin komin fyri at vera! Tað eru nú skjótt tvey ár síðani, at tey fyrstu feroysku fiskiskipini fóru undir at par- trola. Hóast partroling hevur verið kend aðrastaðni leingi, so hevur partrolingin ikki tikið við í Feroyum fyrr enn nú seinastu árini. Uttan iva mundu tað vera teir steðugt hækkandi oljuprísirnir og aðrar hækkandi út- reiðslur hjá skipunum, sum gjerdu, at menn vildu royna henda nýggja og bíligari hátt- in fyri troling — har tvey skip eru saman um at draga eitt trol og býta fongin. Sosialurin hevur sett seg í samband við skiparan á Fram í Vestmanna, Henry Christopersen, sum hevur partrolað í skjótt eitt ár. Vit hava eisini tosað við Olaf Ol- sen. fiskimálaráðharra, og spurt hann, hverjar tankar landsstýrið sum so hevur gjert sær í samband við partrolingina. Bátar sum partrola standa seg betur Brúka minni av olju og útgerð Ein av teimum bátunum, sum hevur partrolað longst, er Fram í Vest- manna. Vit hava spurt skiparan, Henry Christop- hersen, hvussu gingist hevur, síðani teir byrjaðu. Henry greiðir frá, at teir longu tíðliga í 1980 fóru at umhugsa at leggja um frá lemmum til partroling. Or- sekin var tann einfalda, at tað gekk ikki sum var — serliga orsakað av teimum steðugt vaksandi oljuút- reiðslunum. Frammanundan hevdu Bakka Kristian og Gull- berg partrolað, og hette vildu teir á Fram nú eisini royna fyri at vita, um teir tá kundu fáa endarnar betur at rekka saman — so tað fíggjarliga fór at síggja betur út enn frammanundan Henry heldur fyri, at tað helst var ein rett avgerð teir tóku á sumri i fjør, tå teir løgdu um frå einkul- troling til at partrola saman við einum eðrum vestmannaskipi nev iiga Vesturbúgvanum negdin av fiski vaksin men teir hava nú verið ferir fyri at minka mun- andi um útreiðslurnar Henry roknar við, at tier spara umleið 40% av olju- útreiðslunum í mun til frammanundan, tí nú eru tað jú tvey skip um at toga eitt trol ístaðin fyri fyrr, har eitt skip einsa- malt skal toga. Umframt vanligu oljuna spara teir eisini smyrji- olju, og hetta munar eisini í roknskapinum. Somu- leiðis spara teir ymsa út- gerð í sambandi við trol- ingina. Eitt nú eru teir nú saman við einum eðrum skipi um sama trolið, so hendir okkurt óvæntað, so eru tveir um at rinda út- reiðslurnar aftur. Síðani eru tað lemm- arnir. Hesum slepst heilt undan við partroling, og tað hevur eisini nakað at siga, so samanumtikið bera skipini seg betri við partrolingini enn við einkultroling Teir hava mest roynt eystan fyri Føroyar einar 60 fjóðringar úti eystarliga á Nólsoyar Hver túrurin } dagar T dagar og liggur hver túr- urin um 100.000 pund og meira. Tað er mest stórur og góður upsi teir fáa. Nakað av toski er við- hvert í trolinum, tað er stórur toskur. Henry sigur víðari, at teir hava gjert onkra roynd úti á djúpri vanti, men júst tá var eingin fiskur. Hann metir annars, at tað liggja óroyndir møguleikar á djúpri vatni eisini fyri teir trolarar sum partrola. Uppá fyrispurning, um tað ikki er ein uppgáva fyri Fiskirannsóknarstov- una at átaka sær at kanna, meguleikar fyri partroling á djúpum vatni sigur hann, at so átti at verið, tí tað er meira kostnaðar- mikið at fara undir at trola á djúpri vatni. Vit spurdu eisini Henry Christophersen, um hann metir partrolingina verða betri fyri botnin og fiska- stovnin enn vanliga ein- kultrolingin Til tað sigur hann, at partrolingin skuldi verið betri Í so máta, ti eingir i ið bot rati KE £ rd cu e K