Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Listafólk úr Sovjet vitja í Føroyum Tann 10. juli kom sovjetiska havrann- sóknarskipið »Profess- or Kljonav< á Havnina við 45 listafólkum umborð. Hetta eru amaterar frá Kirov- mentaborgini í Mur- mansk, sum eftir inn- bjóðing frá Felagnum Feroyar-Sovjetsamvel- við koma at sýna m. a russiskan dans, syngja og spæla ymsan tón- leik Ætlanin er at hava tríggjar sýningar: fríggjadagin kl. 20,00 og sunnudagin kl. 15,00 og 20,00. Leygardagin ætla fyrireikararnir at skipa fyri einari útferð — helst norður í Eystur- oynna, og leygarkvøld- ið er Havnar Dansi- felag vertur á einari samkomu á Lærara- skúlanum. Aftan á verður føroyskur dansur Um tid og veður verða til að, so verður onkur lítil sýning eisini í Gongugetuni í Havn. Gestirnir fara av aftur Havnini dagin 13. juli. mana- Foroyskt arkitekt- felag sett á stovn Tann 18. juni 1981 helt Arkitektfelag Feroya stovnandi aðalfund Felagið er stovnað, við tað at talið av arki- tektum, ið starvast í Feroyum, er nógv vaksið hesi undanfarnu árini. Endamál felagsins er at menna ansin fyri bygging og fyri manna- skapaða umhvervinum í Feroyum, og harum- framt at virka fyri fel- ags áhugamálum limanna. Við tí í huga, at stór- ar broytingar kunnu væntast í komandi árum, meta vit, at farið eigur at verða væl um landslag og byggi- mentan, og at arbeitt verður fram ímóti einum vakrari um- hvervi, ið hóskar til okkara viðurskifti. Samstundis verður víst á, at nógv arbeiði, sum kundi verið gjert av feroyskum arkitekt- um, fer av landinum. Fortreytirnar her heima eru sermerktar á mangan hátt, og tykist tað skilabetri at stuðla menningini innan hettar arbeidsøkid, soleidis at vit her eins og á ødrum økjum kunnu gerast sjálv- bjargin, og læra av royndunum. SOSIALURIN Loppumarknaður Loppumarknaðurin og uppboðsselan í Gonguget- uni í Havn seinasta viku- skiftið gav tilsamans 41.000 kr. Peningurin fer óskerdur til bygging av einum nýggjum rektar- heimi í Havn. Framman- undan eru innsavnaðar umleið 230.000 sostatt er nú 276.000 kr. komnar inn við ymsum tiltøkum kring landið. Næsta tiltakið, sum verður skipað fyri, verður á Olavssøku, tá starvsfólk á pleygudeildini og á B8 á Landssjúkrahúsinum spæ- la fótbolt í Gundadali. Hetta verður tann 27. juli. Tað eru annars starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum hava tikið stig til inn- savningina. Frá loppumarknaðinum. Henda sjúkrasystirin vísir klæði fram fyri forvitnum gav 40.000 kr. »År teirra brekadu«: Bjóða til kappin Arid 1981 er av ST lyst »År teirra brekadu at vera«. Landsstyrid hevur i hes- um sambandi sett ein ar- beiðsbólk við einum umboði úr hverjum av hesum feløgum: Deyvafel- ag Feroya — Feroya Blindafelag — Sclerosefel- agið — Bjerg, felag til frama fyri heilsuveik — Javni, landsfelagið evna- veikum til bata — ÍSB (Ítróttarsambandið fyri brekað). Arbeiðsbólkurin ásann- ar: AT tervur er á føroyskum bókmentum, ið veitir kunnleika um brekað fólk og teirra viðurskifti í sam- felagnum. AT bett kann vera um hesi viðurskifti, um fólk seta seg niður at skriva. TI bjóðar arbeiðsbólkurin til eina kapping, ið umfat- ar a) segur b) hoyrispel d) sjónleikir e) yrkingar Kappingarreglur: Handritið: Dulnevni verður sett undir handritið. Rætta navn og bústaður í aftur- latnum brævbjálva fylgir við handritinum. Tidarfreist : 1. november 1981. Virdisløn: 1. virdisløn: kr. 2.000,- 2. virdisløn: kr. 1.000,- 3. virðislen: kr. 500,- Démsnevnd: Kåri Olsen, sålar- frødingur, Skúlin á Trødni, Tórshavn. Jóhannes Enni, lærari, Tveroyrar skúli, Tveroyri. Hanus A. Samuelsen, lærari, Feroya Studenta- skúli og HF-skeið, Hoy- delum. Danskur pop- og rockbólkur vitjar i Føroyum: »Lirekassen« við fyrverkari og royki Frá 7. juli og tvær vikur framyvir skipar Presto-Book- ing fyri dansi við tí danska pop- og rockbélkinum »Lire- kassen« »Lirekassen« koma frá Ålborg, haðanifrá teir í yvir 5 ár hava ferðast runt í Dan- mark og spælt í samkomu- húsum, klubbum, diskotek- um og hallum Teir hava spælt nekur Top hits inn á tvey kasettubond og verið við á nógvum inn- spælingum sum studiotón- leikarar. Til heystar fara teir í holt við at gera teirra fyrstu LP-plátu. Legini, sum eru skrivaði av teimum og eðrum, umfata pop- disco- og rock Limirnir i »Lirekassen« eru Seren Hedegárd (Keyboards), Karsten Bangsháb (bas), Jer- gen Jensen (guitar), og Per Nielsen (trummur), og leggja stóran dent á sangframfersl- una. Harvið fær »Lirekassen« eitt ógvuliga gott ljóð, sum hevur givið teimum megu- leikan fyri at gera skránna ógvuliga víttfevnandi. Hon umfatar ell tey góðu nýggju legini og nógvar av teimum vælumtóktu »slagarunum« frá 60- og 70-unum. A ferðini til Føroya hevur »Lirekassen« umframt eitt stórt og gott ljóðanlegg, eitt stórt ljósanlegg, sum er fylt við spennandi effektum, sum t. d. fyrverkari og royki. Tað er eingin ivi um, at lagið verður gott á teimum íalt 9 dansikveldunum her á oyggj- unum, sigur Presto-Booking frá í einum tíðindaskrivi. Aftaná Feroyatúrin gong- ur leiðin hjá »Lirekassen« meguliga til Noregs. Annars »Lirekassen« at spæla til dans á hesum stødum: Hóskveldið 9/7 í húsinum. Fríggjakveldið 10/2 í Disco 79. Leygarkvøldid 11/7 i Disco 79. Sunnukvøldid 12/7 i SUF. TB- Disk. Hóskveldið 16/7 i Klubb- anum i Havn. Friggjakvøldid 17/7 i VB- húsinum. Leygarkveldið 18/7 í Tver- oyrar Diskoteksklubba. Sunnukveldið 19/7 (ikki fastsett, meguliga í Havn). i