Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

É — „A SOSIALURIN Føroya Skipara- og Navigatørfelag: Vit hava ringar royndir av netto-sáttmála Felagið segði ja til at samráðast um ein netto-sáttmála saman við maskinmeistarunum við grønlendsku reiðararnar. Partarnir komu eisini til nøkur úrslit. Men fundur í felagnum góðtok ikki tað, sum nevndin hevði samráðst seg til. Og skipararnir, sum liggja um 800.000 kr. í hýru, kundu ikki góðtaka, at teirra partur varð skorin niður Enn er eingin nýggj avtala um sáttmála- samrådingar millum Før- oya Skipara- og Naviga- tørfelag og grønlendska reidarafelagid AAK gjørd. Formadurin i skipara- og navigatørfelagnum, Petur Knudsen, roknar ikki vid, at føroyska fel- agid fer at venda sær til grønlendsku reiðararnar sum stødan er i løtuni. Tað var í síðstu viku, at samráðingarnar = millum Feroya Skipara- og Navi- gaterfelag og AAK slitn- aðu. Síðan hevur felagið sett limum sínum forboð fyri at mynstra við gren- lendsku skipunum, uttan tað verður eftir tí gamla sáttmálanum. Torfert uttan føroyingar Hvørjar avleidingar hetta forbodid fer at fåa, er tor- ført at fåa nakrar meting- ar um. Tá Sosialurin tosaði við Petur Knudsen mikukveldið, segði hann, at hann hevði sama dag verið í samband við ein føroyskan skipara og stýrimann, sum báðir vóru uppsagdir. Báturin var á veg inn og uppsegn- in fekk gildi, tá veiðan var landað. — Er tað meguligt hjá AAD at fáa bátarnar út aftur uttan feroyingar á brúnni? — Tað verður ikki lætt hjá teimum, men gren- lendingar hava nakað av lærdum fólki, so spurning- urin er, um grenlendingar fara at geva serloyvi til menn, sum kunnu klára tað. Møguligt er kanska eisini at fáa nakrar úr Danmark ella Íslandi. AAK ynskir netto- sáttmála Ynskið um nýggjan sátt- mála millum feroysku yvirmenninar við gren- lendsku skipunum kom frá grønlendska reidarafel- agnum um ársskiftið. AAK hevði gjert eitt uppskot, sum felagið ætlaði at fáa føroyingar at góðtaka, men bæði Feroya Maskinmeistarafelag og Feroya Skipara- og Navigatørfelag vrakaðu uppskotið. Okkum er upplýst, at uppskotið hjá grenlend- ingum var ógvuliga ófull- fíggjað við nógvum iva- málum. Hevuðsynskið hjá grøn- lendingunum við nýggjum sáttmála var at fáa ein netto-sáttmála í staðin fyri verandi brutto- sáttmála. Tá eingin sáttmáli kundi fáast um ársskiftið avtalaðu partarnir at halda fram eftir gamla sáttmálanum, samstundis sum feroyingar játtaðu at samráðast í Feroyum í vár um nýggjan sáttmála, soleiðis at okkurt brúkligt kundi liggja klárt 1. juli. Samdust um netto Men tingingar um nýggj- an sáttmála komu ikki í lag fyrrenn nú um 1. juli. Tá kom ein umboðsmaður til Feroya, eftir at maskin- meistarafelagið og skip- ara- og navigaterfelagið, sum høvdu avgjørt at samráðast saman, høvdu sent eitt telex til AAK. Í hesum fjarritinum segdu felogini seg ganga við til ein netto-sáttmála. Samráðingarnar millum partarnar fóru fram fyrst í síðstu viku. Sum Sosi- alurin hevur skilt samráð- ingarnar, gingu tær væl og partarnir komu væl áleiðis. Partarnir samdust um ein netto-sáttmála, har býtislutfallið til manning- ina var sett til 37 prosent. Vildu minka skip- arapartin AAK hevði eisini eitt ynski um, at býtislutfallið skuldi vera 40 prosent, men tá skuldu eykapart- arnir, sum yvirmenninir á brúnni og í maskinuni og kokkarnir fáa, verða írokn- að manningarpartinum og ikki sum er av reiðarans parti. Hetta gingu føroy- ingarnir tó ikki við til og AAK boygdi seg. Men tað var kortini í samband við eykapartarn- ar til skiparan, at samráð- ingarnar slitnaðu. AAK kravdi, at eyka- parturin hjá skiparanum, sum fær tveir og trýkvart part, varð skorin niður við einum hálvum parti til tveir og einkvart part. Men skipara- og naviga- terfelagið vildi ikki ganga við til hetta ynskið hjá AAK. Skipararnir segdu nei Petur Knudsen greiðir frá, at Skipara- og navigater- felagið kallaði limir sínar, sum vóru í Feroyum, saman til fundar og sendi fyrispurning yvir til teir, sum vóru á bátunum, um teir vildu ganga við til at skiparaparturin varð skor- in niður. Men tað vildu teir ikki. — Sambært útvarpinum liggja skipararnir við teimum grønlendsku rækjutrolarunum um 800.000 kr. fyri hålvt år. Er tað so órímuligt, at parturin hjá teimum verður skorin eitt sindur niður ? — Fyrr var parturin hjá skiparanum nógv meira. Hann hevur verið heilt upp í seks partar. Spaku- liga er slakkað av og skulu vit aftur fara at slakkað, so má fyrst slakkast við tey føroysku reiðaríini. Vit kunnu ikki fara til Gren- Síða 3 Úr Grenlandi frættist, at stórur partur av rækjuflotanum liggur lands at slakka av. Og í øllum førum er torfert at fara at slakka av undir samráðingum. Tað fært tú ikki nakran til. Úrtekan er stór, tað má eg viðganga. Men tað er ógvuliga tor- fort at siga, hvussu skip- arin skal lenast, sigur Petur Knudsen. Øll úrslit havnað Men fundurin hjá skipara og navigaterfelagnum segði ikki bert nei til at minka um eykapartin. Fundurin tók heldur ikki undir við teimum úrslit- um, t. d. broytingini til netto-sáttmála, sum part- arnir vóru komnir ásamt um, og skipara- og naviga- tørfelagid havnaði tí øll úrslitini, sum semja var fingin um. Petur Knudsen upplýs- ir, at fundurin helt, at skuldi sáttmálin broytast til netto, átti ein slík roynd fyrst at gerast við føroysku reidararnar. Vildu ikki smoyggja nakað yvir menn- inar — Men í fjarritinum til grønlendsku reiðararnar søgdu tit tykkum ganga við til netto-sáttmála ? I ti fjarritinum ljóðaði, at vit vildu ganga við til, at oljan fór frá og megu- ligt okkurt annað. Í sam- ráðingunum komu báðir partar til tað, at salt og pakningur eisini skuldi dragast frá. Men vit hevdu alla tíðina fyri eyga, at menninir, sum sigla har yviri, skuldu góð- taka úrslitið, tí vit kunnu ikki bara smoyggja nakað yvir teir. Petur Knudsen vísir eisini á, at tað, at felegini hava fingið brutto-sátt- mála í Feroyum er við nógvum streikum og hverjum av sínum. — Vit hava ringar royndir at netto-sáttmál- anum. Tað var tann tíð, tá vit sigldu við netto-sátt- mála. Tá dugdi reiðarin væl at draga frá, so part- urin til manningina var lítil, leggur Petur Knud- sen afturat. Tað eru um 30 feroyskir skiparar og stýrimenn við grenlendsku rækjutrol- arunum. Tað eru 18 gren- lendskir rækjutrolarar. Við trimum undantekum eru feroyingar skiparar á ellum. Harafturat eru 1. stýrimenninir á hesum 15 bátunum feroyingar. Og onkur annar feroyingur er 2. stýrimaður eisini. Olavsøkufestival á Ovara vølli í Gundadali : Speril, Avføroyingar Flop o. 0. orkestur Líka síðani plátufelagið TUTL bleiv stovnað, kann ikki sigast annað enn at tað hevur verið eitt virkið felag. Ikki minni enn 15 plátur eru útkomnar i tíðarskeiðinum Apríl 1977 —Mai 1981, harumframt eru tvær å veg. Allar hesar útgávur hava ikki kostað einki, og ti sær tað i letuni svart út fyri Tutl reint fíggjarliga. Men um vit kundu gjert tað umaftur, hevdu vit ikki gjørt tað ødrvisi. Tað er tí at føroyska tónleika- lívinum tervar júst plátu- útgávur. Tær ganga bæði aðrar tónleikarar lurta, og tann ið gevur sum plátuna út, og ikki minst tey mongu áhugaðu sum jú kunnu fylgja við í, hverjum steði feroyska tónleikarlívið nú einaferð stendur á. Plátan er óivað týdningarmiklasta mál- gagnið millum tónleikara og áskoðara. Hetta er stutt og greitt orsekin til at Tutl ætlar sær at halda áfram við plátuútgávum. Fíggingin til hettar endamál skal m. a. koma frá tí rimmar uttandura konsert, sum plátufelagið skipar fyri á Stelion í Havn, Olavsøkudag tann 29. juli kl. 20,00. Slíkt er ikki sæð í nútíðar tónleika samanhangi. Etlanin er at 10 orkestur skulu luttaka Harímillum 8 føroysk. Tey eru m. a Brongl, Hjarnar, Flis, Avføroyingar, Speril og Flop. Av útlend- ingum kunnu nevnast Afrikanska reggae orkestrið Sabarr og skotski fólkasangarin Alex Campbell. Forsela uppá atgongu- merki er longu byrjað, og tey fáast. hjá S. H. J. plátudeild, Simma Musikkhúsi og kring alt landið. Bern undir 14 ár sleppa inn í fylgi við vaksnum, ókeypis. Bilur til selu Ein Mazda 929 Sedan nyistandgjerdur Telf. 43112