Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Aftur til arbeiðis PRENTARAVERKFALLIÐ er av. Eftir at prentaraverkfallið nú hevur staðið við í nærum sjey vikur komu partarnir ásamt um at undirskriva nýggjan sáttmála seinasta mikudag. HETTA ER TVEY ÁRA sáttmáli, og tað merk- ir, at friður verður á blaðmarknaðinum tey komandi tvey árini. Hvor hevur tapt og hvor hevur vunnið við hesum sáttmála hevur í hesum sambandi onki at siga. Tað, sum vit fyri okkara viðkomandi eiga at leggja dent á er, at nú koma blødini út aftur í vanligum líki, og at vit nú aftur hava møguleika fyri at fara undir okkara dagliga yrki. Og hesum hava vit longst eftir. Í EINUM AV OKKARA eykablødum hava vit heitt á okkara haldarar um at skilja støðuna og at gjalda haldaragjaldið hóast tað, at blað- ið ikki kom út í vanligum líki, og hetta hava okkara trúgvu haldarar gjørt. Vit eru okkara haldarum ógvuliga takksamir fyri hetta. Áður hava vit somuleiðis sagt frá, at vit í verkfals- tíðini hava avgreitt summarfrítíðina hjá einum parti av okkara starvsfólki og tí eru vit førir fyri at koma út við einum eftir okkara egna tykki hampuliga góðum blað, tá hugsað verður um, at summarfrítíð er. ONGIN IVI ER UM, at saknur hevur verið í bløðunum hesa tíðina prentaraverkfallið hevur staðið vid, tá blødini júst eru ein avgjørd treyt fyri at okkara demokratiska samfelagsskipan virkar eftir ætlan. Í blød- unum kunnu teir politisku flokkarnir seta síni sjónarmið fram. Her kunnu einstaklingar koma við síni hugsan. Og her koma vit — blødini sjálvi við okkara tíðindum og frá sagnum um alt tað, sum hendir her heima á landi og fyri ein part við tí, sum hendir úti í heimi. TÁ ALT KEMUR TIL alt, kunnu vit øll fegnast um, at prentaraverkfallið nú er av. Vit all — tað eru prentarar, blaðfólk, bræv- og grein- skrivarar, haldarar, keyparar og lysarar. Blød- ini eru ein partur av okkara gerandisdegi. Tey eru eisini ein treyt fyri okkara demokrat- isku samfelagsskipan. Tí kunnu vit ikki vera tey fyri uttan. SOSIALURIN Føroya Sjomannafelag einki loyni- ligt felag Tórshavn, 6.7.1981 Feroya Sjómannafelag er ikki eitt loyniligt felag, ei- heldur nakað legi felag. Feroya Sjómannafelag er eitt felag, sum hevur sett sær fyri at fáa ein sátt- mála fyri sjófólk á fer- oyskum farmaskipum. Hetta er fremsta uppgáva okkara, og vit duga ikki at síggna nakað forgjørt i hesum. Eftir ótalligar munn- ligar royndir, eftir at hava sent reiðarum 4 brev, og eftir at nærum 2 mánaðir eru gingnir, hevur sjó- mannafelagið ikki enn fingið samráðingar. Tvert- ur ímóti hava vit fingið eitt bræv frá formann- inum í Reiðarafelagnum fyri føroysk farmaskip, har sagt verður at vit ikki skulu rokna við honum til samráðingar. Tí hevur Feroya Sjó- mannafelag avgjort at lýsa til verkfall 9. juli. Í Dagblaðnum 4. juli stendur at verkfalli skal vara í eina viku. Her skal viðmerkjast, at ongin tíð er sett fyri hvussu leingi verkfallið skal vara. Formaðurin í Feroya Sjómannafelag er ikki loyniligur. Hann hevur lagt navn til ell brev sum eru send reiðarum. Navn hansara hevur eisini verið í útvarpið og blødum. Hverki stjórn ella starvsnevnd eru loynilig. Nevn teirra eru bæði nevnd á fundum við onnur felog og á tíðindafundi. Formaðurin í felagnum hevur ikki loyniligt tele- fonnummar. Tad rætta er at formaðurin hevur onga telefon. Reiðarar hava sett sum krav fyri at samráðast, at limalistin skuldi leggjast fram. Seinasta mikukveld lá limalistin frammi á Hotel Hafnia, men hóast hetta mettu reiðararnir ikki upp álíkaval. Ein má tí spyrja um hetta bert hava verið letir fyri at sleppa undan at samráð- Í Dagblaðnum 4. juli, verður dentur lagdur á tí vánaligu fakligu umboðan Feroya Sjómannafelag hevur. Til hetta er at siga at 7 stjórnarlimir, sum eru valdir á aðalfundi, eru hægsti myndugleiki millum aðalfundirnar. Hesir 7 eru allir sjómenn. Síðani eru 3 starvs- nevndarlimir sum umboða stjórnuna í landi. Um 2 teirra eru lossarir, so eru teir allir lovliga uppstill- aðir og lovliga valdir av siglandi sjómonnum. Um Rósing hyggur betur eftir í papírunum á Traderline, so sær hann, at tann 3 starvsnevndarlimurin hev- ur verið meira til skips enn ein túr sum smádrongur. Annars hevur starvs- nevndin í sjómannafel- agnum ikki so stórt vald sum reiðararnir halda. Hesir kunnu vera skiftir út nær tað skal verða av stjørnini, sum eru siglandi sjómenn. Ella við eðrum orðum: Teir hava ikki meira vald enn skrivarin í Reiðarafelagnum fyri fer- oysk farmaskip. Reiðarafelagið sigur seg hava boða frá at teir ikki vilja samráðast so leingi sum parturin hinumegin borið einki hevur við sam- ráðingarnar = at gera. Víðari verður sagt, at sjó- mannafelagið skal hava bjóða tveimum donskum fakfelogum til at vera við í samráðingunum. Sjómannafelagið hevur fyrr boða frá at hetta einki hevur við verðuleikan at gera. Í Útvarpinum her- fyri boðaðu vit frá, at tað bleiv Feroya Sjómanna- felag og bert Feroya Sjó- mannafelag sum fór at samráðast. Vit hava givið lyfti um, at tað bert verður Feroya Sjómannafelag, sum fer at samráðast fyri sjómenn. Vit hava havt limalistan liggjandi frammi, har reið- arar hevdu hevi til at síggja, at tað ikki vóru arbeiðsfólk á flakavirkjum ella truck-ferarar, sum vóru limir í Feroya Sjó- mannafelag. Álíkavæl mettu teir ikki upp. Vit mugu spyrja sum greinskrivarin í 14. Skulu vit vísa fram pass, dóps- attest ella koppatest, áðrenn reiðararnir vilja samráðast. Kambsdalur eitt legið og vánaligt kompromis Tá tað nú í seinastuni hevur verið skrivað so nógv um studentaskúla- málið, so kann ein ikki longur lata pennin liggja, tí tað mesta av tí skrivaða tilfarinum mælir til at leggja skúlan á Kambs- dali, hóast at tað eru fleiri og nógv betur argumentir fyri at leggja hann í Rúnavík. Kambsdalur: Eina- staðni í ellum hurlivasan- um skrivar Eilif Samuel- sen — landsstýrismaður í skúlamálum — at Kambs- dalur liggur best fyri geo- grafiskt. Hetta verður sagt uttan grundgeving. Hvar Kambsdalur er best geografiskt er ikki gott at vita, tí har er ógvuliga veðurringt, ringur sólar- gangur orsakað av høgum fjøllum, ringur luktur frá tveimum sildafabrikkum, — bæði sunnanfyri og norðanfyri, har eru ongir facilitetir av nekrum salg — eitt nú íbúðir — og dal- urin liggur mest sum úti í eini oyðimerk langt burt frá bygdum eki. Út frá hesum kann sigast, at Kambsdalur er eitt vána- ligt kompromis — serdeil- is óegnaður til at leggja ein skúla á. (Vanlig mannagongd er tann, at áðrenn tú gert eina staðfesting, so setur tú fyrst orsekirnar og upp- lýsingar upp, og síðani gert tú úrskurðin. Summir gera fyrst úrskurðin og onga frágreiðing !). Eisini er vert at hava í huga, at tað kostar einar 30—40 mill. kr. at byggja nýggjan skúla á Kambs- dali. Rúnavík: Eitt argument var fyri at leggja skúlan á Kambsdali, og tað var at nú skuldi handilsskúli og ítróttarhell møguliga byggjast har. Handils- skúlan skulu vit venda aftur til seinni, men ítróttarhellin í Rúnavík er longu innilukkað, so hand- an grundgevingin er so sum so. Tað hevur eisini verið nevnt, at tað er um- ráðandi at skúlin liggur so nær einum miðstaðareki sum gjerligt. Í Rúnavík eru bankar, handlar — bókahandlar, restura- tiónir, bókasavn (tað størsta í Eysturoynni), svimjihell er á Toftum og ein skal byggjast við síð- una av skúlanum, sum Rúnavíkar Býráð hevur boðið til keyps ella leigu til studentaskúla — alt eftir ynski frá myndug- leikunum, og eisini er ríki- ligt av byggilendi við síðuna av skúlanum, til víðari útbygging einaferð í tíðini. Hesin nýggi skúlin, talan er um, er eisini inn- rættaður til at kunna hýsa studenta- og HF-næm- ingum hvat útgerð við- víkur, og hetta var gjørt eftir at Rúnavíkar Komm- una hevði fingið grent ljós frá myndugleikunum. Tann stersti parturin av næmingunum eru eisini uttan í frá — tel bara hvussu nógvir koyra til Getu á HF og til Fugla- firðar á handilsskúla. Í Rúnavík er eisini lætt- ari at fáa íbúð enn inni á Kambsdali! so at evt. av- bygdanæmingar, sum koma higar at ganga í skúla, og eisini tey her um leiðir fáa hevi til at nýta skúlan aftan á skúlatíð uttan at vera bundin av bili ella bussi. Tey úr Fuglafirði, Getu og Leir- vík o.s.fr. noyðast so at koyra, men tað er frægari enn at øll skulu koyra inn á Kambsdal. Norðoyggjar: Onkur heldur kanska at norð- oyggjarnar áttu at verðið tiknar við í omanfyri nevndu meting, men tað skulu tær als ikki. Tann ringasta royndin, sum er gjørd í landinum í sam- band við flyting av næm- ingum, var gjørd tå vest- menningar skuldu ganga i skúla á Giljanesi. Tað gekk yvir hevur ikki. Har aftur ímóti hevur tað ging- ist væl at koyra næmingar líka frá Selatræ runt Skálafjorðin og út til Rúnavíkar í skúla. For- kláringin er nokk tann, at tað er ógvuliga troyttandi at reisa yvir sjógv tvær ferðir um dagin — tað kunnu eisini tey våtta, sum hava roynt tað at gingið í skúla ella arbeitt í Havn, men búð inni á Skálafjorðinum, og tey eru ikki so fá. Um hetta — at næmingar úr t. d. Klaksvík, skulu reisa yvir á Kambsdal í skúla — er tann primera pedagogiska grundin til at skúlin skal leggjast á Kambsdali, so skuldu pedagogarnir sjálvir roynt hetta eina tíð, og teir hevdu so kanska sæð málið frá eini aðrari síðu. Av hesum sæst, at tað er ikki rætt at taka norðoyggjarnar við, tá ávísir bólkar fara at rasla við fólkatali, barnatali og skrumbla tey upp í tabellir sum best ber til — bara úrslitið vísir at skúlin má ikki leggjast í Rúnavík. Læraraspurningurin: Ei heldur læraraspurningur- Framhald á síðu 7