Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Sida 7 Framhald av síðu 2 meguleikar at klára okkum betri. Tá skráin er lidugtløgd, verður hon send til blød- ini. Tað er ymiskt, sum tey taka ímóti henni. Summi gera einki burtur úr, men seta hana í blaðið, sum hon kemur frá okkum, t. v. s. bert við titlum og tíðum. Onnur gera eitt sindur meir burturúr — í skránni tey fáa frá okkum stendur nær ávístu sendingarnar vóru vístar í danska sjón- varpinum — tey finna donsk bleð fram, tíverri mest Se og Her og Billedbladet, og skriva stutt hvat sendingarnar snúgva seg um. Annars einki meir. Danska pressan ger nógv burtur úr sjónvarp- inum. Tey hava blaðmenn, sum hava til uppgávu at siga lesaranum frá, hvat ið kemur í sjónvarpið, hvat tað snýr seg um, og er tað ein filmur, so verður hann ummæltur, og har verður bart út sagt, um síggjarin hevur nakað at gleða seg til ella ikki. Er tað ein torskildur filmur, so fær lesarin at vita, hvat um- mælarar meintu um hann, tá hann kom fram, og kanska eisini hvussu hann »skal« skiljast. Eisini hava flestu donsku dag- blødini hvønn dag ein teig, har sjónvarpið kveldið fyri verður ummælt. Hvussu er so føroysku blødunum ? Burtursæð frá tí áður- nevnda sindrinum, tey sjálvi skriva um sending- arnar, so gera tey einki. Eg havi roynt at fingið nekur bleð at ummælt okkara sjónvarp. T. d. við einum teigi um tað ið sent varð vikuna í fór, men til onga nyttu. — Sjónvarpið verður púra ignorerað ! Ikki tí, hetta er einki nýtt. ØIl tey árini Utvarp- ið hevur verið, hevur sama líkasæla verið galdandi móti tí. Men tó so meti eg, at her er ein munur. Grundirnar fyri at Útvarpið og Sjón- varpið ikki verða vidgjørd i bleðunum eru ikki tær somu. Útvarpið er føroyskt og ger sínar sendingar sjálvt, og bleðini kunnu ti umbera seg við, at tey ikki hava kvalificeraðar um- mælarar. Sjónvarpið er danskt, og donsku bleðini eru sum nevnt full av upp- lýsingum og ummælum av somu sendingum, sum vit vísa herheima. Arbeiðið er bert at finna hesi fram, seta tey í sum tey eru ella umskriva tey eitt sindur. Her koma vit natúrliga til hin spurningin, sum føroyska pressan hevur so ilt av: upphavsrætturin ! Sjálvsagt vil feroyska pressan ikki strala danskt tilfar, á sama hátt sum sjónvarpið. Hví ikki? Tit gera tað jú. Kunnu tit »stjæla« eitt lítið petti úr Se og Her ella við Billedbladet, so kunnu tit eisini »stjæla« eitt størri petti úr Politiken ella Ber- lingske Tidende. Harum- framt hevði eitt blað sum Sosialurin uttan trupu- leikan fingið loyvi at brúkt alt tað tilfar um sjónvarp úr Aktuelt. Í hesum sambandi kundi eg eisini hugsað mær at spurt, hví Sosial- urin kann ofra pláss til tað, ið Klaus Rifbjerg í donskum bleðum skrivaði um Dallas; men ikki tað, ið somu donsku blød skrivadi um t. d. italska filmin Súkklutjóvurin, sum hóast alt er ein film- ur, sum er nevndur í ellum týðandi bókum um films- list. Nei, bleðini eru skjót, tá okkurt er at finnast at í sjónvarpinum. Er okkurt gott — so deydatøgn. Hvør er so orsøkin? Orsøkin er ikki hon, at sjónvarpið ikki hevur al- mennan áhuga. Fólk høvdu við opnum ermun tikið ímóti eini for- hondsvitan, áðrenn tey settu seg framman fyri kassan. Orsekin er heldur ikki, sum man hevur illgruna um, at pressan heldur, at her er ein konkurrentur, sum kann skaða bleðini. Eg hugsi ikki at nakað fer- oyskt blað hevur mist haldarar av sjónvarpsins ávum — heldur tvertur- ímóti. Heldur ikki er orsekin hon, at bleðini verða minni seld, um tey brúka eina heila síðu til sjónvarpið. Her kann eg vísa til, at tað vist júst var Sosialurin, sum fyrsta blaðið, ið skriv- aði nakað meir enn sjálvan tittulin á tí, ið sent varð. Tá nevndi ein á blaðnum fyri mær, at teir hevdu lagt til merkis, at tað vóru nógv fólk, sum keyptu blaðið orsaka av sjón- varpsskránni. Hver kann so orsekin verða, tá tað ikki er tí, at blaðið hevði verið minni lisið, ikki hevði fingið kon- kurrancu og ikki hevði verið minni selt. Seinasta møguleikan, at bleðini hava so mikið av tilfari, at einki pláss er, síggi eg púra burturfrá. Enn einaferð: Hví so? Man tað vera illvilji, evund móti hasum ama- tørunum, sum sita og spæla sær við einum so álvarsamum fjelmiðli og fáa alt serverað úr Dan- mark, sjálvsagt = við undantak av teimum sendingunum teir sjálvir til »stuttleika« framleiða? Ein er freistaður at halda, at her man høvuds- orsekin liggja. Eg sigi tað eitt sindur varliga, tí mær dámar ikki at leggja fólk undir nakað sum íkki passar. Eg vil tó vísa á, at vit skjótt leingi hava framleitt sendingar sjálvir. Hjá feroysku tíð- indapressuni skuldi hetta verið stórhending. Hugsi tykkum: føroysk tala í sjónvarpinum! Hvar var pressan tá, og hvar er hon nú. Hon snorksvevur ! Men okkurt hoyrist tó óbeinleiðis um, hvat blað- menn halda. Og so undar- ligt tað ljóðar, so er tað altíð tá, tað hevur eydnast okkum at gera eina send- ing, sum vit meta, nærk- ast tí góðsku eitt foroyskt sjónvarp kann vera negt við. T. d. aftan á send- ingina um feroyskan ídnað við Guttormi Djur- huus, tá komu nógv fólk til mín og segdu, at hatta var nakað av tírætta. Men løgdu summi smílandi aftrat, at tann og tann blaðmaðurin hevði sagt, at hatta var næstan gott, men tó so manglaði hatta og hatta. Hví hendan reaktiónin og hví bert reaktión, tá nakað eydnast hjá sjón- varpinum? — Øvund? Blødini segdu ikki eitt orð. Eg hevði hálvavegna væntað eitt mótmæli, sum tað ið kom aftan á send- ingina hjá Mariusi Johannesen á sinni. Men tað kom heldur ikki. At nevndin í sjónvarps- felagnum er amaterar, hevur hon ongantíð dult. At hon heldur tað vera stuttligt at fáast við hetta arbeiðið, skal heldur ikki dyljast. Um tað er rætt at tað eru »ikki blaðmenn<, sum hava hetta arbeiðið, kann sjálvsagt verða settur spurningur við. Á sama hátt sum spurningur kann verða settur við um tað er rætt, at stórur partur av manningini á bleðunum og Útvarpinum er settur av »ikki bladåmonnum«. Soleidis eru nú einaferð treytirnar her heima. Tað er ikki altíð »kvalifiserad« fólk til tey ávísu arbeiðini. Tíðin hjá tykkum — tykkum professionellu— man fara at koma. Nær er ein politiskur spurningur, sum nevndin í sjónvarps- felagnum einki hevur við at gera. Tit skulu vera væl- komnir at koma framat í sjónvarpinum í morgin um tað skuldi verið. Men tað skal bara verða undir somu treytum sum nevnd- in í Sjónvarpsfelagnum arbeiðir undir. — Vóni ikki, at hatta uppískoytið gjørdi, at áhugin minkaði. Nei, sum nevnt, so meti eg, at sjónvarpið er ov týð- andi fjølmidil til at fólk kunnu góðtaka, at pressan so fullkomuliga vísir honum líkasælu. Eisini er sjónvarpið ov týðandi til, at blaðmenn — enntá professionellir — eru for- nermaðir við tað. Her er veruliga ein meguleiki hjá blødunum at gerast enn fjølbroyttari, og tað er væl endamålid hjå pressuni. Sjónvarpið er fjølbroytt, og verður tað tilfar, sum fýra kveld um vikuna kemur í næstan hverja stovu í Feroyum, brúkt rætt, so koma bæði bleðini og sjónvarpið at njóta gott av tí. Pressan við at vísa seg vakna og villiga til at taka við ellum tí til- fari sum lesarin bíðar eftir. Ágóðin hjá sjónvarpinum vil verða, at vit fáa at vita, um vit eru á rættari leið. Og hetta hevur alstóran týdning. Tí skulu vit hava eitt gott sjónvarp, so eigur føroyska pressan at kenna sína ábyrgd og gera seg galdandi í einum upp- byggjandi og sakligum tjaki, um sjónvarpið yvir- hevur: Hvat vilja vit við tí? Er tað nóg gott? Kann tað gerast betri? Undirhald contra upplýs- ing. O.s.fr., o.s.fr. — Upp- gávan liggur hjá tykkum pressufólkum. Framhald av síðu 2 urin er v. 6. 0. vorðin ov bureaukratiskur, og ov stór makt er givin til ein mann ella eitt fátal av monnum. Harumframt skapar lógin um Ráfiska- grunnin ikki júst besta grundarlagið fyri at gera sum mest við seluarbeiðið. Ein demokratisering tykist nú vera hend í topp- inum á hesi fyriteku, har- við at kvalifiseraðir menn, sum hava beinleiðis áhuga fyri at fyritekan verður rikin væl, hava fingið sterri ávirkan. Hendan process kundu hóskandi verið ferd víðari niður gjøgnum organisatiónina, soleiðis at fleiri starvs- menn fingu klárt definer- aði mál og myndug- leika/ábyrgdareki. Harvið vóru fyritreytirnar fyri ein effektivisering tilstaðar. Í tann mun starvsmenn á ymsum stigi ikki kundu livað upp til málini og í longdini ikki kundu útvega eina úrteku eins góða og aðrir seljarar, skuldu teir staðið til svars fyri hesum. Fyri at slík skipan skal virka er hin vegin neyð- ugt, at ávís liberalisering eisini verður gjøgnumførd úteftir t. v. 5. at tað formelt verður givið loyvi til eisini at selja gjøgnum aðrar, tá hesir kunnu útvega betri prís ella skjótari selu. Hetta vildi bæði sett selueffektivi- tetin upp sum heild, og hartil minkað um atfinn- ingarnar = móti Fiska- seluni. Í tí letu tað finnast tvær ella fleiri Fiskaselur er spurningurin sjálvandi loystur av sær sjálvum, men so bundin >struktur- urin< tykist vera í dag, er útlit neyvan fyri at tað í bærði koma fleiri Fiska- selur, ið kunnu kappast á jevnum feti. Tað hevur í hesum sambandi av og á verið tosað um eina almenna Fiskaselu, sum alternativ til ta, vit hava. Hetta vildi tó neyvan verið nekur loysn, við tað at ein slík vildi havt allar fyritreytirnar fyri at blivið í minsta lagi líka bureaukratisk sum tann núverandi. Hetta eru tað fleiri demir um. Harum- framt vildi ein politisk stýring, eisini hóast hon ikki verður útint konsek- vent, uttan iva fert við sær, at áhugin frá vinnuni fyri eini almennari fiska- selu vildi verið ógvuliga lítil. Hin vegin var tað nåturligt, ja verður kanska beinleiðis neyðugt sum frálíður, og so hvert veruúrvalið má vaksa, at sterstu flakavirkini, sum koma at ganga framman- fyri í útviklingini av nýggjum verum, sum marknaðirnir krevja, sjálvi í sterri mun taka sær av seluni. Verukunn- leikin er soleiðis av sterri týdningi tess meira til- gjerdar verurnar vera og tess størri úrvalið er. Henda kunnleika hevur einstaka virkið sterri meguleika at geva víðari til keyparar enn ein sterri stovnur, ið umboðar nógv virkir við ymsum verum. Endiliga vil ein decentrali- sering av seluni uttan iva økja »fleksibilitetin«, sum Framhald av sidu 6 in talar fyri at leggja skúlan á Kambsdali. Roknast må vid at teir flestu ferðalærarnir koma úr Hoydelum, tí skúlin har er nógv sterri enn tann í Klaksvík. Ein ringan kavadag tá vandamikið er at koyra í Leirvíkslíð, og um Getueiði inn á Kambs- dal, tá kann ein lærari sum einki ferðast úr Havn við Trónda heim á Toftir og so koyra tað stutta strekkið inn til Rúnavíkar — tað skal nevniliga kava illa, er ein fyritreyt fyri at slíkt virki kann yvirliva. Niðursteðan av hesum metingum må vera, at ein liberalisering hjå Fiska- søluni ella ein å annan hått økt kapping vil fri- gera fleiri góðar kreftir til útflutning av okkara fiskavørum. At aðrir kunna, hava vit sæd og siggja tad stødugt meira. Hvussu nógv tað vil týða í krónum og oyrum til fólk og land, er ilt at siga nakað um, men tað vil óivað telja við rettu megin. Harumframt skal ein ikki gloyma, at ein meira effektiv og dyna- misk marknaðarfering, sum í stóran mun vil sekja keyparar, ið liggja nærri brúkarunum enn vit higar- til hava sæð, av sær sjálvum vil skapa gróðrar- botn fyri selu og útvikling av nýggjum, meira til- gjørdum verum. Sostatt tænir ein liberalisering einum dupultum endamáli, og átti at verið bakkað upp frá ellum síðum, uttan mun til nakað slag av privatum áhugamálum. áðrenn tað er vandamikið at runda Saltnes við bili. Annars er tað nakað tað sama at koyra eftir oyggj til Kambsdal og Rúna- víkar, meðan tað er stytri at koyra úr Leirvík til Kambsdal, men haðani kemur neyvan tann stóri læraraflutningurin. Lærarar: í samband við handilsskúlan, og tað løgna í málinum, koma vit til seinni. Jóhannes Steingrund (Framhald í næsta blað). Undirvísing í einstøkum lærugreinum Fyrireiking til próvtgku í einstøkum lærugreinum á víðkaðum skeiði fyri 9. og 10. árgang fólkaskúlans byrjar um miðjan august 1981. Eins og fyri TF (teknisk fyrireik- ing) áður fer nýggja undirvísingin fram á kvoldskúla. ið næmingarnir Lærugreinar, kunnu fáa frálæru í, eru rokning/ støddfrødi (matematikk), alisfrødi/ evnafrødi (fysikk/kemi), enskt og tyskt. danskt, TEKNISKI SKULIN Tórsgeta 21 - 3800 Tórshavn