Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Yvirlýsing frá Kommunistiskum Útisetum Verjið sjófólkið móti ágangi! Sjófólk okkara ferir í dag eitt rættvísisstríð fyri at fáa fak- felag sítt viðurkent sum ein- asta umboð sjófólksins. Hetta er sama rættvísisstríð, sum geil hini verkafeleg okkara hava fert — nekur av teimum fyri meira enn mans- aldri síðan. Okkara samfelag er soleiðis háttað, at meðan so nógv tann stórsti parturin av fólk- inum við arbeiði sínum skapar ell samfelagsins virði, er tað eitt fáment lið, sum eigur og hevur tamarhald á framleiðslutólunum, og sum skúmar róman av arbeiðinum hjá fólkinum. Vinnulívs- harrar okkara hava eittans í huga, tá ið talan er um arbeiði — at fáa sum mest burturúr tí, sum arbeiðandi fólkið skapar. Um nekur ar- beiðandi stætt í samfelag okkara skal gera sær vónir um at fáa bert semulig kor at arbeiða undir, verður hon noydd til at skipa seg í verka- felag, sum kann taka sær av áhugamálum hennara. Tað er hetta, sum sjófólk okkara nú hevur ásannað. Tey vána viðurskifti, sum sjófólkinum hava verið boðin, hevur sannfert sjófólkið um, at einans við einum fakfelag, sum óttaleyst setur sær sum mál at verja rættindi sjó- fólksins, kann hugsingur ger- ast um ábetur í samband við arbeiðsviðurskifti tess. Verkfall var tað rætta Fakfelag sjófólksins var sett á stovn í apríl mánaða í ár, aftaná at stigtakararnir hevdu fingið vissu fyri, at meirilutin av sjófólkinum ynskti eitt serstakt fakfelag fyri sjófólkið. Aftaná at stovnandi aðal- fundurin hevði skipað stjórn og starvsnevnd, varð álagt starvsnevndini at fáa í lag samráðingar við reiðararnar til tess at sáttmáli kundi fáast í lag millum partarnar. Sjófólk okkara ynskti, at lenirnar vórðu munandi hækkaðar frá teim 7.000 krónunum, sum vanliga sjálvt um hann var vitandi um, at vit bert vóru í Tórs- havn 1—2 dagar aðru hverja viku. Hetta átti hann sjálv- andi at gjørt. Orsakad av hesum begyntu vit at tosa um at gera eitt fakfelag sjålvir. Tað bleiv tosað nógv aftur og fram um hetta, og vit fóru so undir at arbeiða við hesum. Ein maður fór í land at arbeiða við hesum og at halda kont- akt við okkum, sum vóru umborð á øllum skipunum. Úrslitið av okkara arbeiði kenna øll. Føroya Sjómanna- felag bleiv stovnað 16. apríl og hevur nú í langa tíð biðið reiðararnar um samráðingar, bæði á ein og annan hátt. Hetta hevur onki hjálpt, og onki annað var tí at gera enn at fara í verkfall. = - Áðrenn verkfallið játtaði Fiskimannafelagið = okkum stuðul. Nú aftan á, at Feroya Sjómannafelag hevur lýst verkfall, sigur Óli Jacobsen, at hann meguliga fer til sam- ráðingar við reiðararnar, og mánaðarlenin er í dag hjá fólki á feroyska skipaflot- anum. Harafturat ynskti sjó- fólkið, at arbeiðsviðurskiftini vórðu broytt soleiðis, at ein yvirtíðarskipin fekkst í lag. Sum nú er fevnir mánaðar- lenin uppá 7.000 krónur um fýra vikur uppá 60—80 tímar hver! Eisini ynskti sjófólkið, at reiðararnir á feroyska skipa- flotanum fylgdu reglunum fyri farmaflutningi, soleiðis at skipini m. a. ikki sigldu undirmannaði. Men reiðararnir noktaðu at taka uppsamráðingar við sjó- fólkið grundað á jánkasligar undanferslur. Tá ið tað gjørdist alt meira skilligt millum fólk, at reið- ararnir ikki vóru sinnaðir at víkja ein tumma, funnu teir seinasta trumfin fram, sum vísti seg at vera eitt krav um at síggja limalistan. Men tá ið fakfelag sjófólksins síðan eftirlíkaðu teimum hetta — tá mettu reiðararnir ikki til fundar!!! Aftaná at reiðararnir hevdu sýnt hendan mark- leysa frekleikan og stóru van- virðing fyri sjófólkið okkara, hevði Feroya Sjómannafelag onki annað í at velja enn at lýsa verkfall. Berjast á tveimum hermótum Gongdin í stríðnum hjá sjó- fólki okkara fyri at vinna felag sínum viðurkenning og frama hevur prógvað so dyggiliga, at stríðsfús verka- fólk ikki einans verða noydd til at stríðast ímóti vinnulív- harrunum og spekulantunum, men har- umframt skutilssveinum teirra i leidsluni i Føroya Fiskimannafelag. Sjófólk hava áður roynt at skipað fakfelag, men vegna ágangi frá reiðarunum, eydnaðist hetta ikki tá. Sein- asta heyst setti Feroya Fiski- mannafelag deild á stovn fyri sjófólk, orsaka av at onki sjó- at sjómannadeildin í Fiski- mannafelagnum verður stovnað. Men hetta er fyri ein stóran part við limum, sum reiðararnir hava teknað inn í Fiskimannafelagið. Stutt sagt kann man siga, at Óli Jacobsen og Fiskimannafel- agið við hesum hevur stungið okkum í ryggin. Hetta er stórt svik ímóti sjómonnum. Fyrst at geva okkum stuðul og so — tá harðast leikar á í stríðnum ímóti reiðarunum — so knappliga at sláa til ímóti okkum. Hevði Fiskimannafelagið ikki havt stungið okkum í ryggin, hevdu vit ivaleyst sitið við samráðingarborðið í dag. Vit rokna við, at fiskimenn kring landið saman við okkum harmast um hesa steðu, sum nú er íkomin og koma at stuðla okkum í okk- ara arbeiði. Hans Jacob Mouritsen mannafelag var til og orsaka av, at einstek sjófólk høvdu sett ynski fram um limaskap í Fiskimannafelagnum, so- leingi onki serstakt sjó- mannafelag var. Sjómannadeild Fiski- mannafelagsins hevur onki gjert fyri at beta um viður- skifti sjófólksins hetta árið, sjómannadeildin hevur verið til. Men heilt óvænta — júst sum verkfallið varð lýst — fekk leiðslan í Fiskimannafel- agnum brell. Kneppliga nú skuldi hon hava slíka umsorgan fyri sjófólkið okk- ara, at tað varð umráðandi, at sjómannadeildin fekk so mangar limir sum gjerligt. Tað fyrsta tann nývaknaða sjómannadeildin í Fiski- mannafelagnum tók stig til var at tekna verkfallssvíkar, sum lím í deildini. Henda skarnsger Fiski- mannafelagsins verður ongantíð gloymd. Tað var ein skarnsgerð, Fiskimannafelagið gjerdi við at lata nakrar av limum í sjó- mannadeild síni hava leiklut sum verkfallssvíkar, tá ið Nestindur og Lómur fóru til Danmarkar fyrsta túrin aftaná at Feroya Sjómanna- felag hevði lýst verkfall. Tey sjófólk, sum fóru í land eftir boðum Feroya Sjó- mannafelag, hevur Fiski- mannafelag offrað. Slíkt kann ikki skiljast annarleiðis enn ein kensluleys roynd til at seta kílar millum arbeið- andi fólkið og sáða split. Henda avgerð Fiskimanna- felagsins varð tikin júst í lagnustund Føroya Sjó- mannafelagsins. Um Fiskimannafelagið ynskti at varðveita sína sjó- mannadeild við vælvild yvir- fyri sjófólkinum, hevði Fiski- mannafelaigð best víst sín samhuga við at nokta limum sínum at taka upp verkfalls- rakt arbeiði, og soleiðis stuðla sjófólkinum í at fáa reiðararnar á knæ og noytt teir til at taka veruligar sam- ráðingar upp við sjófólkið. Úrslitið er sostatt óvænt- andi vorðið tað, at sjófólkið er komið í ta torføru steðu, at tað verður noytt at berjast á tveimum hermótum. Sjómannadeild Fiski- mannafelagsins hevur onki annað heitið uppiborið enn Verkfallsbrótaradeild Fiski- mannafelagsins ! Verkfallsbrótaradeild Fiskimannafelagsins Formaðurin í Fiskimanna- felagnum ger sær dælt i blød- unum, at Fiskimannafelagið hevur uml. 40 limir í sjó- mannadeild síni. Men formaðurin í Fiski- mannafelagnum sigur onki um, at umleið 10 av nevndu limum gjerdust sjómenn sum verkfallssvíkar og offraðu aðrar 10 limir í Feroya Sjó- mannafelag. Somuleiðis sigur hann onki um, at einstakir av limunum als ikki hoyra til sjófólkið. Heldur onki verður sagt um, at reiðaríini hava tekna fleiri sjófólk sum limir í Fiski- mannafelagnum og trekt limagjaldið av len teirra, uttan at hesi hava verið vit- andi um tað, ella hava góð- tikið tað undir tí trýsti, at um tey ikki tóku tað til eftir- tektar, vofðu tey sett í land. Ein sjómannadeild við slík- um limalista — um hann so fevndi um tad dupulta — kemur ongantíð at rekja veruliga áhugamál sjófólks- ins. Tað er neyvan tí, at sjó- mannadeild Fiskimannafel- agsins enn er á lívi. Sosialurin og Dagblaðið úr somu skuffu Tað er ikki bert blaðfólkið á Dagblaðnum, sum roynir at langa út eftir sjófólkinum, men eisini blaðfólkið á sosial- demokratiska málgagninum, Sosialinum. Meðan Dagblaðið beinleiðis hevur leiklut sum láturverja hja feiðarunum, hevur Sosi- alurin so týðiliga leiklutin sum verji hjá borgarliga fak- felagsleiðsluni í Fiskimanna- felagnum. Sosialurin og leiðsla Javn- aðarflokksins, sum ongantíð áður hava víst tað minsta av áhuga fyri sjófólki okkara, men við eygunum afturlætn- um hevur latið sjófólkið siglt sín egna sjógv undir teim mest vána viðurskiftum, ríða sum ongantíð áður á aftur- haldsbylgjuni við útspill- ingum móti teimum, sum veruliga royna at beta um tey ósemiligu kor, sjófólki okkara verða boðin. Samstundis aftrat Sosial- urin seg ikki við at nokta at prenta úttalilsi frá Feroya Sjómannafelag. Men aftrar seg tó heldur ikki at gera viðmerkingar til skriv Sjó- mannafelagsins, sum blaðið noktar at prenta. Sjómannaverkfallið hevur víst, at tá ið á stendur, so finna vit bæði Dagblaðið og Sosialin í somu skuffu sum verjar hjá vinnulívharrunum. Stuðlið Feroya Sjómannafelag Kommunistiskir Utisetar (Komm.U. hevur aftanå at hava sett seg inn í málið tikið tað einastu rættu avgerðina —nevniliga at sýna sjófólki okkara sín stórsta stuðul. Hesin stuðul eigur at verða bæði moralskur og fíggjar- ligur. Limir felagsins eiga at taka til orðanna millum fólk til frama fyri Feroya Sjómanna- felag, og teir eiga eftir feri- muni at senda pening til Feroya Sjómannafelag Giro 265. — Stuðlið Feroya mannafelag ! — Avdúkið borgarligu fak- felagsleiðsluna í Fiskimanna- felagnum ! — Takið sek sjófólksins ! Sjó- KOMM. Ú. Bilur til sølu Ein OPEL KADETT, árgang 1973. skaða til solu. við Tlf. 12209 Frågreiding frå Amnesty International sum er 20 ár í ár: Helvtin av ST- londunum hava samvitskufangar Úr 60 londum frættist um píning, í meira enn 50 lond- um kunnu fólk sita inni- byrgd uttan lóg og dóm og í 134 londum er deyðarevsing í gildi Fyri tjúgu árum síðan stóð ein grein eftir bretska leg- freðingin Peter Benenson í London-blaðnum The Obser- ver, har boðað varð frá einari kampanju: Áheitan um amnesty 1961. Minni enn ein mánað seinni hevði hann fingið stuðul frá fólki um allan heimin og ein nýggj rersla var byrjað: AMNES- TY INTERNATIONAL. Nú, við byrjan av 1980unum, sær Amnesty International fram ímóti teimum avbjóðingum ið standa fyri stavn, og kunn- ger tann 27. mai 1981 hesa áheitan um grið 1981. Mannarættindini standa fyri einari avgerandi roynd í 1980-unum, nú rætturin at vera eðrvísi verður álopin í alt fleiri londum. Píning og morð, fólkarán og fongsul — ofta við góðkenning av hægstu myndugleikum — er dagligur kostur í tjóðum við heilt ymiskari politiskari uppfatan. Lívlát gerst alt vanligari. Túsundtals fólk eru týnd av agentum eftir almennum boðum í Guatemala. Í Afghanistan, Argentina og Filipsoyggjunum eru fólk burturførd av trygdartæn- astunum og ongantíð komin afturíaftur. Aðrarstaðir hava serdóm- stólar fyriskipað politiskar avrættingar í hópatali. Í Iran og Iraq eru fólk hongd ella skotin aftaná eitt eiti av rætt- arviðgerð, ofta uttan megu- leika fyri appell. Javnan frættist um andlát i fongslum og politiskum varðhaldi, ofta orsakað av píning. Ræðuligar hendingar eru farnar fram seinasta árið í londum sum Bolivia, Spania, Turkalandi, Uruguay og Zaire Í so ymiskum londum sum Sovjettsamveldinum og Suður-Korea, Kina og Haiti kunnu atfinningar móti stjórnini fera stranga revsing við sær. Tey sum enda í legum og fongslum koma ofta út fyri harðari viðferð og strangari revsing. Víða hvar verður fongsling av rasu-, átrúnarligum ella politiskum grundum fram- longd í tað óendaliga. Ein fyrrverandi — nú leysgivin — fangið segði at fangatippini mangan gerast ein grev fyri lívstíð. Summir samvitsku- fangar hava verið innistongd- ir í áratíggjur. Ofta verður innibyrging uttan lóg og dóm brúkt til tess at teppa verulig ella mis- tonkt mótmælisfólk. Summi hava verið innistongd í áravís, eitt nú í Malaysia og Paraguay, onnur bannlýst í Suður-Afrika. Onnur demi kundu verið nevnd. Haldast má, at í útivið helminginum av teimum 154 londunum, umboðað í Sameindu Tjóðum, sita samvitskufang- ar — fólk sum sita í fongsli orsakað av teirra trúgv ella uppruna og sum hverki hava framt eila eggjað til valds- gerðir. Úr 60 londum hevur verið at frætt um píning tey seinastu fimm árini. Í meira enn 50 londum kunnu fólk verða innibyrgd uttan lóg og dóm. Í 134 londum er deyða- revsing í gildi, í fleiri londum fyri politisk lógarbrot. Gíslatekur, píning og av- rættingar av politiskum mót- steðufólki hava eisini verið framdar av privatum bólkum, ið virka fyri ymisk- um áhugamálum. Hesar valdsgerðir eru ikki mætari enn tær, ið framdar verða av ríkisstjórnum. Tað er átroðkandi neyðugt við altjóða tiltøkum móti hesum miðvísu royndum at kúga og týna annarleiðis- hugsandi, um mannarættindi skulu verða vard í 1980unum. Fyri tjúgu árum síðan byrj- aði Amnesty International rerslan við einari blaðgrein, har heitt varð á fólk um, uttan mun til áskoðan, í felag at virka fyri frígeving av monnum og kvinnum, ið sótu í fongslum um allan heimin einans orsakað av teirra politisku áskoðan ella trúgv. Í dag er tað ikki bert fræls- ið at hugsa og trúgva, ið er fyri álopum víða um heimin: lív fanganna er í vanda. Brasilski blaðmaðurin Vla- dimir Herzog skrivaði í 1975, áðrenn hann fór á eina politi- steð í Sao Paulo til avhoyr- ingar: »Um vit missa evnið til at gerast uppest tá vit síggja at onnur verða illa viðfarin, Framhald á síðu 18