Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Beint aftan á páskir varð eitt nýtt róðrarfelag sett á stovn. Tað er ungdómur frá Noråskåla og Oyri, sum hevur tikið stig til stovningina av felagnum. SOSIALURIN hevur í hesum sambandi tosað við formannin i felagnum Steintór Debes av Oyri. Upp á fyrispurning um, hvussu tað kom í lag at stovna eitt róðrarfelag í sóknini, svarar Steintór m. a. at tað eingi ítróttar- feløg hava verið har, so higartil hevur ungdóm- urin verið noyddur at fara til grannabygdirnar fyri at íðka ítrótt. Tí var tað hild- ið at vera gott hugskot at stovna eitt róðrarfelag, serliga tá hugsað verður um at eitt judofelag, sum varð stovnað fyri fáum mánaðum síðani, beinan vegin fekk rættiliga stóra undirteku. Tí vóru tað nakrir, sum beint eftir páskir tóku seg saman og stovnaðu hettar róðrar- felagið. Á stovnandi fundinum vóru lógir samtyktar fyri felagið, og nevnd var vald. Í nevndina komu: Stein- tór Debes, formaður, Axel Petersen, næstformaður, Páll Olsen, Kassameistari, Jógvan Joensen, skrivari, og Torbjern Niclasen. — Vit hava síðani fingið eitt 8-mannafar til vegar, greiðir Steintór Debes víðari frá. — Tað er tann gamli Ørvur, sum húsa- víkingar høvdu. Í fjør vóru tað skopuningar, sum róðu við bátinum, og nú er hann so komin higar til Oyrar. Enn hava vit bert lænt bátin, men ætlanin er at keypa hann. Góð úrslit >Sjóriddarin<, sum båtur- in verður róptur nú, hevur uppnátt rættiliga góð úrslit higartil. Róð hevur verið í ellum róðrum, sum higartil hava verið. Á fyrsta róðrinum í kapping- ini um føroyameistaraheitid, sum var á Norðoyastevnu, gjørdist Sjóriddarin nr. 2, å Vestanstevnu nr. 5, å Jéansøku nr. 4 og å Varmakeldu nr. 5. Á teimum smáu stevnunum, sum vóru áðrenn føroya- meistarakappingina, hevði Sjóriddarin stak góð úrslit — í flestu ferum á eðrum ella triðja plássinum. Nú er bert ein róður eftir í føroyameistarakappingini, og hann er å Olavsøku. Og tå hava teir nakad at verja! Teir liggja nevni- liga å 3. og 4. plåssinum saman vid Postbåtinum vid 12 stigum. Harnæst liggur Skopuningur vid 10 stigum. Allir hesir triggir båtarnir hava møguleika at gerast nr. try, og spenn- andi verdur hvør av teim- um kemur at roynast best. — Ein tann størsta or- sekin til hesi góðu úrslit, vit higartil hava nátt, er at manningin hevur verið ógvuliga íðin at venja. Vant hevur verið hvenn dag í ca. 2 tímar. Eitt, sum eg haldi eisini spælur inn, er at manningin er rætti- liga ung, sigur Steintór, — tann elsti av okkum er 22 ár, og í meðal meti eg ald- SOSIALURIN urin man liggja um 18 ár. Upp á fyrispurning um ætlanin er at útvega fleiri bátar, sigur Steintór Debes, at tað meguliga verður gjert. — Men tað verður sjálvandi treytað av fíggjarorku felagsins. Sosialurin vil við hesum ynskja nýggja róðrarfel- agnum góð úrslit fram- yvir, samstundis sum vit vóna, at enn fleiri »småar« bygdir fáa tikið seg saman at luttaka í hesum ítrótti. —— A AAA AP [Af Af Af ff [ff ff [ff ff = Tiverri var ikki plåss fyri myndini av Neistanum, sum, luttok í altjóða kapp um mikudagin. Ístaðin verður hon pr Fótbóltur um vikuskiftið Hettar vikuskiftið byrjar landskappingin í fótbólti í teimum hægru deildunum aftur, eftir at steðgur hevur verið meðan stevnurnar hava verið Dystirnir, sum leiktir verða hettar vikuskift ið, eru: 18. juli: 1. deild 588 EB—MB 590 Royn—NSI 591 LIF—TB 592 SI—Fram 3. deild 593 HB—B71 594 B68—Sumba 595 VB—Skála 596 SIF—B36 4. deild 597 Royn—TB 598 AB—VB 599 B68—HBa 600 EB—SI 601 MB—KIb 602 SIF—Fram 603 LIF—GI smágentuliðinum hjá ingini í Ítalia, í blaðn- entað her. 4 e 604 HBb—Kía 605 ÍF—B36 Unglingadeildin 606 Fram—KlI 19. juli: 1. deild 607 HB—VB 608 B68—KI 609 TB—B36 Unglingadeildin 610 HB—VB 611 TB—B36 2. deild: SI—Royn 2— -1(0—0): Revsingin rakti teir óseku Seinasta leygardag var dysturin í 2. deild ímillum SÍ og Royn leiktur um- aftur. Úrslitið av dystinum gjerðist 2—1 til SÍ. Tann fyrri dysturin, sum ikki kom at vera galdandi, endaði við sigri til Royn 4—2. Tað var ikki fyrr enn í 20. minutti av seinna hálv- leiki, at fyrsta málið kom. Tað var Allan Danielsen, sum setti bóltin í netið. Tríggjar minuttir seinni eydnaðist tað Eivind Jacobsen at seta SÍ fram um við tveimum málum. Tá 30 minuttir vóru farnir fekk Royn sítt mál, sum Niels Pauli Eysturberg setti í netið. Orsekin til, at dysturin var leiktur umaftur, var at SÍ hevði sent fótbólts- deildini klagu um fyrra dystin. Ósemjan snúði seg um, eitt brotsspark hjá SÍ. Tá Sf-arin skjeyt brotssparkið, eydnaðist tað málverjanum hjá Royn at bjarga. Av einari ella aðrari orsek helt linju- verjin, at grund var til at brotssparkið skuldi takast umaftur. Nú ætlaðu SÍ- ararnir at lata ein annan taka brotssparkið, men hettar vildi dómarin ikki lata sær lynda. Hann avgerð, at sami maður skal taka brotssparkið aftur. Hetta verður gjørt, men brotssparkið kemur nú á stongina, og hval- bingar fáa sparka bóltin útav til hornaspark. Hornasparkið kemur innfyri, men aftur eydnast tað hvalbingum at fáa bóltin út frá málinum. Men gleðin hjá teimum var stokkut, tí tað eydnað- ist servingum at fáa bóltin inn aftur í brotsteigin hjá Royn, har ein leikari kemur fríur og setur bóltin í netið. Sostatt eydnaðist tað SÍ at fáa bóltin í netið eftir brots- sparkið, hóast tað gingu nakrir minuttir. Hettar vóru servingar tó ikki negdir við, og teir sendu klagu til fótbóltsdeildina. Fótbóltsdeildin kundi tó ikki síggja nakað skeivt við demingini, so teir sendu klaguna víðari til Dómsnevndina. Dóms- nevndin kom til tað niður- steðu, at dómarin hevði gjert eitt mistak, og avgjørdi at dysturin skuldi leikast umaftur. Hettar má sigast at vera ein legin úrskurður, tí hann rakar ikki tann, sum mistakið hevur gjørt, men harafturímóti Royn, sum einki óregluligt hevði gjørt. Tað rætta hevði heldur verið at givið dóm- aranum karantenu ella okkurt tílíkt, tí tað ber ikki til at finna ein tilvild- arligan syndabukk at revsa fyri misstekini hjá dómaranum. sj. Tiverri eydnadist tað okkum ikki at fáa eina við- merking úr Sørvågi áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Leiga ella keyp SAM forskallings- skipan Faroesam tif. 14917